Skriva út

Rundskriv nr. 3 frá 22. september 1998

um skattligan frádrátt fyri gjøld til tann partin av eini lívstrygging sum fer til avlamistrygging.

Spurningurin hevur verið reistur, um skattligur frádráttur skal gevast fyri tann partin av eini
Lívstrygging (sum annars skattligur frádráttur ikki er fyri), sum fer til avlamistrygging.

Líkningarráð Føroya tók í 1992 støðu til henda spurning soleiðis:

Skilt verður ímillum, um avlamistryggingin verður útgoldin:
1) leypandi, t.v.s. sum ein rentutrygging, ella
2) sum ein kapitalupphædd.
a) Verður avlamisveitingin – sum partur av eini lívstrygging – útgoldin í einum, sum ein kapitalupphædd, er eingin heimild fyri skattligum frádrátti fyri slíkar útreiðslur,
meðan hinvegin
b) verður avlamisveitingin útgoldin leypandi, t.v.s. sum ein rentutrygging, er heimild fyri skattligum frádrátti fyri slíkar útreiðslur sambært rentutryggingarlógini § 1.

Skattaráð.