Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 4 frá 14. juli 2000

um Útgjald og leysgeving av kapitaleftirløn


Ein kapitaleftirlønarskipan er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin við einari upphædd.


Sambært § 3 í rentutryggingarlógini kann útgjalding av kapitaleftirløn bert fara fram:

1) við deyða,

2) við 60 ára aldur,

3) tá ið løntakari fer úr starvi av óarbeiðsføri (um tað stendur í avtaluni). Í slíkum førum skal Toll- og skattstovan hava prógv fyri (t.d. við læknaváttan), at viðkomandi veruliga er farin úr starvi vegna óarbeiðsføri,

og

4) tá ið konufólk giftast og tessvegna fara úr starvi.


Tá útgjalding fer fram við 60 ára aldur ella við deyða, verður upphæddin útgoldin eftirlønareigaranum uttan umsókn til skattavaldið, men útgjaldingarstovnurin skal senda skattavaldinum váttan fyri, at útgjalding er farin fram, og at avgjaldið uppá 35% er latið landskassanum. Tá leysgeving av eini kapitaleftirløn fer fram, verður øll upphæddin útgoldin í einum. Hevur eigarin fleiri kapitaleftirlønarskipanir, falla allar tær privatu kapitaleftirlønirnar til útgjalding móti avgjaldi til landskassan.

a) Arbeiðsgevaraskipan

Toll- og Skattaráðið hevur við heimild í rentutryggingarlógini § 6, b) seinna punktum givið loyvi til at leysgeva kapitaleftirløn í sambandi við, at persónur verður sagdur úr starvi / fer úr starvi. Leysgeving er móti 40% avgjaldi til landskassan. Arbeiðsgevarin skal geva loyvi til leysgeving fyri sín part av inngjøldunum.


b) Privatstovnað skipan

Toll- og Skattaráðið hevur samtykt – í sambandi við at persónur flytur av landinum – at leysgeving kann fara fram, tá eftirlønareigarin kemur undir fulla skattskyldu í øðrum landi, og at útgjalding av kapitaleftirlønini í fyrsta lagi kann vera, eftir at tvey ár eru liðin, síðani fulla skattskyldan til Føroyar er hildin uppat. Leysgeving er móti 40% avgjaldi til landskassan.


Tórshavn, 14. juli 2000

Óli Heinesen /
stjóri

Anja Hovgaard
deildarstjóri