Skriva út

Rundskriv nr. 5/2000

Skatting av rentuinntøku hjá øðrum felagsskapum enn partafeløgum 

Tá ið avgerast skal, hvussu felagsskapir skulu skattast av rentuinntøku, er fyrsti spurningur, um felagsskapurin er eitt sjálvstøðugt skattasubjekt.

Um felagið er eitt sjálvstøðugt skattasubjekt, er tað felagið sjálvt, ið skattliga eigur rentuinntøkuna.

Um felagið ikki er eitt sjálvstøðugt skattasubjekt, eru tað limirnir í felagnum, ið skattliga eiga rentuinntøkuna, hetta sjálvt um felagið stendur sum eigari av innistandandi.

Fyrsta treytin, fyri at eitt felag verður hildið at vera sjálvstøðugt skattasubjekt, er, at kapitalurin í felagnum skal verða soleiðis atskiltur frá limunum, at kapitalurin kann sigast at hoyra til felagið.

Tá ið talan er um ítróttarfeløg, hagapartar, fakfeløg, bindiklubbar v.m. eru hesir felagsskapir, um teir eru sjálvstøðug skattasubjekt, fevndir av § 1, nr. 14 í skattalógini. Hesi feløg eru bert skattskyldug í tann mun, tey hava inntøku av vinnu.

Hagapartar eru tó sjáldan fevndir av § 1, nr. 14 í skattalógini.

Umstøður, ið kunnu verða avgerandi fyri um eitt felag er eitt nr. 14 felag:

  • Limir í felagnum ábyrgjast ikki persónliga fyri skuld felagsins.
  • Limir hava ikki krav uppá at fáa lut í ognum felagsins, tá limir fara úr felagnum ella felagið verður tikið av.
  • Nógvir limir eru í felagnum.
  • Limaskarin kann skifta og limir kunnu fara úr felagnum, uttan at hetta í sjálvum sær hevur rættligar avleiðingar fyri felagið.
  • Upptøka av nýggjum limum er knýtt at objektivum krøvum.
  • Felagið verður stýrt av eini leiðslu.
  • Felagsskapurin hevur eitt hægri fyrimyndarligt endamál. Inntøka av vinnu verður eisini nýtt til hetta endamál.

Rentuskattalógin fevnir bert um likamligir persónar og deyðsbúgv. Felagsskapir, ið eru sjálvstøðug skattasubjekt, kunnu tí ikki skattast eftir rentuskattalógini.

Hesi feløg eru skattskyldug av rentuinntøkuni eftir skattalógini § 25, og verður rentuinntøkan skattað sum vanlig skattskyldug inntøka, men bert í tann mun rentuinntøkan kann sigast at vera vinnulig, sambært skattalóg § 1, nr. 14.

Rentur av innistandandi í peningastovnum fyri tílík feløg, eru vanliga ikki "inntøka av vinnu" og á henda hátt ikki skattskyldug inntøka.

Er ikki talan um eitt felag fevnt av § 1, nr. 14 í skattalógini, er tað tann einstaki limurin í felagnum, ið skattliga eigur rentuinntøkuna. Limirnir skulu tí skattast av rentuinntøkuni eftir rentuskattalógini. Sambært § 3 í rentuskattalógini, verður tilskrivað renta hjá likamligum persónum og deyðsbúgvum skattað við 35 % p.a.

Soleiðis má í hvørjum einstøkum føri hyggjast eftir, um felagið er eitt sjálvstøðugt skattasubjekt, og harvið um rentuinntøkan er skattskyldug eftir skattalógini ella eftir rentuskattalógini.


Tórshavn, 14. juli 2000

TOLL– OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ


Óli Heinesen  
stjóri

/ Anja Hovgaard
deildarstjóri

Snarslóðir