Skriva út

Rundskriv nr. 6 frá 16. juni 1992

um samsýning til kommunala og privata dagrøkt

Ráðið hevur samtykt, at 2/3 av samsýningini til dagrøktarar er skattskyldug inntøka, meðan 1/3 av veitingini er at rokna sum útreiðslur, ið standast av røktini.

Viðv. kommunalari dagrøkt: Kommunurnar skulu sostatt ávísa 2/3 av samsýningini yvir eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað, meðan 1/3 skal ávísast uttan skattafrárokning.

Forvunnin upphædd er tann fulla samsýningin, og A-inntøka er 2/3 av samsýningini.
Tilskilast skal, at hesar reglur einans eru galdandi fyri kommunalar dagrøktarskipanir, sum eru góðkendar av landsstýrinum.

Ráðið hevur samtykt, at hesir dagrøktarar eisini fáa fullan løntakarafrádrátt umframt 1/3 frádráttin.

Viðv. privatari dagrøkt: Ráðið hevur við gildi frá 1. januar 1992 samtykt, at veitingin til privata dagrøkt er skattskyldug B-inntøka, men fyri at javnstilla hesar við kommunalar dagrøktarar, kunnu hesir draga frá 1/3 av samsýningini sum endurgjald fyri útreiðslur, ið standast av røktini. Skjalprógv krevst ikki fyri henda frádrátt. Viðmerkjast skal, at privatir dagrøktarar ikki hava rætt til løntakarafrádrátt.

Rundskriv nr. 6 frá 20. mai 1987 fer samstundis við hesum úr gildi.

Snarslóðir