Skriva út

Rundskriv nr. 6/1999

um fyrning


I. Skatta– og avgjaldskrøv frá skattavaldinum mótvegis skattgjaldaranum fyrnast eftir 5 árum sambært § 1, nr. 4 og § 2 í lov nr. 274 af 22.12.1908 om forældelse af visse fordringer.

Dømi: Inntøkuárið 1993

Fyrning av írestandi persónskatti yvir kr. 1.000: Kravið fyrnist við 1/3 ávíkavist 1. mai, 1. juni og 1. ?juli 1999, jbr. § 78, stk. 3 í skattalógini.

Fyrning av írestandi persónskatti kr. 1.000 ella minni: Kravið fyrnist 1. juni 1999, jbr. § 78, stk. 4 í skattalógini.

Fyrning av endaligum persónskatti yvir kr. 1.000 (íroknað eykagjald eftir stk. 2): Kravið fyrnist við 1/3 í hvørjum av teimum trimum mánaðunum, aftaná at endaliga upphæddin er útskrivað eftir 1. mai í líkningarárinum, jbr. § 78, stk. 5, 1. pkt. í skattalógini. T.d. 1. juni, 1. juli og 1. august 1999.

Fyrning av endaligum persónskatti kr. 1.000 ella minni: Kravið fyrnist í einum gjaldi tann 1. í

øðrum mánaði eftir endaligu uppgerðina, jbr. § 78, stk. 5, 2. pkt. í skattalógini. T.d. 1. juli 1999.

Fyrning av B–skatti: Kravið fyrnist við 1/12 hvønn tann 1. í mánaðinum, jbr. § 74 í skattalógini. T.d. 1. januar, 1. februar o.s.fr. í 1998.

NB: Tvey undantøk eru í § 74, 2. og 3. pkt. í skattalógini.

Fyrning av felagsskatti: Kravið fyrnist við 1/3 ávíkavist 1. oktober, 1. november og 1. desember 1999, jbr. § 81 í skattalógini.

Fyrning av rentuskatti: Fyrningarfreistin er fimm ár, eftir at kravið er fallið til gjaldingar. Tá tað er ymiskt, nær krøvini eftir rentuskattalógini falla til gjaldingar, ber ikki til at vísa á ein ávísan dag, har krøvini eru fyrnd. Víst verður til rentuskattalógina, jbr. ll. nr. 87 frá 5.6.1992 um rentuskatt.

II. Suspensión av fyrning

Fyrningarfreistin verður fyribils suspenderað, um:

a. Skattamyndugleikin ikki hevur kunnað gjørt kravið galdandi vegna "utilregnelig uvidenhed"

Dømi 1: Bankarentur frá peningastovni uttanlands, sum ikki eru givnar upp til skattingar

Dømi 2: Myndugleikin hevur ikki gjøgnum vanligu keldurnar fingið kunnleika um, hvar skuldarin var staddur.

b. Skattgjaldarin hevur við grovum ósketni ella við vilja verið orsøk til, at skattamyndugleikin ikki hevur fingið tær neyðugu upplýsingarnar.

Nýggj 5 ára fyrningarfreist byrjar frá tí løtu, ið myndugleikin fær upplýsingarnar ella átti at havt kent upplýsingarnar.

Um tað kann staðfestast, at myndugleikin við vanligum eftiransni átti at verið vitandi um upplýsingarnar, verður fyrningarfreistin ikki suspenderað.

III. Onnur avbróting av fyrningarfreistini

Fyrningarfreistin verður avbrotin, um:

a) kravið verður viðurkent, t.v.s. biðið verður um útseting ella avdráttarskipan í sambandi við ávíst krav.

b) kravánarin tekur rættarstig, sum eisini kann vera úttøka, fráboðan til deyðsbúgv ella trotabúgv.

Nýggj fyrningarfreist byrjar eftir hetta.

Viðmerkjast skal, at fyrningarfreistin ikki verður avbrotin orsakað av kæru til Kommunala skattakærunevnd ella til Landsskattakærunevndina.

IV. Fylgjur av fyrning

Kravið kann ikki verða reist mótvegis skuldaranum, og kann eitt nú ikki verða nýtt at mótrokna í.

Mótroknast kann tó millum konneks krøv, t.d. um skuldarin seinni fær avlopsskatt fyri sama skattaár.

V. Meting

Hækking sambært meting kann, eftir § 3, stk. 8, § 7, stk. 2 og § 20, stk. 3 í lóg um Toll– og Skattafyrisiting, fara fram upp til 2 ár, eftir at skattaárið gekk út.

Skattaárið her er = inntøkuárið. Fyri inntøkuárið 1997 kunnu hækkingar sambært meting soleiðis ikki fara fram eftir 31. desember 1999.

VI. Revsimál

Sambært § 93, stk. 2 í revsilógini er fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd fyri brot, har persónur sleppur sær undan at gjalda toll ella avgjøld til tað almenna, og brot sum kunnu viðføra, at persónur av órøttum verður frítikin fyri at rinda slíkar upphæddir, ongantíð minni enn 5 ár.

Sambært § 93, stk. 3 í revsilógini er fyrningarfreistin fyri brot á § 139 í skattalógini og § 289, 1. pkt. í revsilógini ongantíð minni enn 10 ár.

Nær freistin verður roknað frá, er ásett í § 94 í revsilógini. Meginreglan er, at fyrningarfreistin verður roknað frá tí degi, tá revsiverda virksemið ella óvirknið (undladelsen) er hildið uppat.

VII. 20 ára fyrningarfreistin

Norske Lov frá 15.04.1687 viðvíkur skuldarbrøvum, dómum, rættarsemjum, sjálvbodnum sáttum, sum skuldarin hevur undirskrivað.

Fyrningarfreistin er í hesum føri at rokna frá tí degi, tá ið kravið varð stovnað.

20 ára freistin verður brotin við viðurkenning, rættarstigum og áminning, sum fasthalda kravið.

VIII. Gildiskoma

Hetta rundskriv kemur í gildi tann dag, tað er dagfest, og samstundis fer úr gildi rundskriv nr. 4/1999 frá 1. september 1999.

Tórshavn, 1. oktober 1999


Óli Heinesen 
stjóri

/ Eyðfinnur Jacobsen
deildarstjóri