Skriva út

Rundskriv nr. 6/2000

um skattskyldu hjá persónum, som koma fyribils at arbeiða í Føroyum og hava inntøku av fríari vinnu ella øðrum sjálvstøðugum yrki 


Inngangur
Skattlig viðgerð av inntøku, sum stavar frá fríari vinnu ella øðrum sjálvstøðugum yrki, er treytað av um Føroyar hava tvískattasáttmála við viðkomandi land, sum persónurin er búfastur í, og av hvussu leingi persónurin dvølur í Føroyum.

Frí vinna
Sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum frá 13. februar 1998 merkir málberingin "frí vinna" serliga sjálvsstøðugt vísinda–, bókmenta–, útbúgvinga– ella undirvísingaligt virksemi sum hjá t.d. lækna, sakførara, verkfrøðingi, arkitekti, tannlækna og grannskoðara.

Fastan stað
Sambært tvískattasáttmálunum er skattskyldan m.a. treytað av, um viðkomandi persónur hevur ein fastan stað, ið støðugt er honum til taks til tess at røkja virki sítt. Málberingin "fastur rakstrarstaður" er lýst í sáttmálanum, meðan málberingin "fastur staður" ikki er, men vil hesin vanliga fevna um eina skrivstovu, viðtaluhøli, teknistovu ella líknandi, sum viðskiftafólk kunnu venda sær til.

Verandi tvískattasáttmálar
Føroyar hava tvískattasáttmála við norðurlondini, Danmørk, Finnland, Ísland, Noregi og Svøríki (tó ikki Grønland enn), og India og Eysturríki.

1. Tvískattasáttmálin við norðurlondini:
Víst verður til grein 14, stk. 1 og 2 í kunngerð nr. 19, dgf. 13. februar 1998 um sáttmála millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn. Sambært grein 14, stk. 1 og 2 verða norðurlendskir persónar, sum koma til Føroyar at reka fría vinnu ella annað sjálvsstøðugt yrki her, skattliga viðgjørdir soleiðis:

1.1. Dvølur minni enn 183 dagar og hevur ikki fastan stað – ikki skattskyldugur:

Fyri at persónurin ikki skal verða skattskyldugur til Føroya av inntøkuni av fríari vinnu ella øðrum sjálvsstøðugum yrki, skal hann ikki hava fastan stað, ið støðugt er honum til taks til tess at at røkja virki sítt; og
2) dvøla í Føroyum í eitt ella fleiri tíðarskeið, ið tilsamans fevna um minni enn 183 dagar innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið

1.2. Hevur fastan stað ella dvølur longri enn 183 dagar – skattskyldug B–inntøka:

Fyri at persónurin skal verða skattskyldugur til Føroya, hvat viðvíkur inntøku av fríari vinnu ella øðrum sjálvsstøðugum yrki, skal persónurin annaðhvørt dvøla í Føroyum í eitt ella fleiri tíðarskeið, ið tilsamans fevna um meira enn 183 dagar innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið, ella hava fastan stað, ið støðugt er honum til taks til tess at at røkja virki sítt. 

Tá pkt. 1) ella 2) eru uppfylt, er persónurin fult skattskyldugur til Føroyar, frá fyrsta degi hann kom til Føroya, hvat viðvíkur inntøkuni frá fríari vinnu ella øðrum sjálvstøðugum yrki.

2. Tvískattasáttmálin við India
Føroyar hava sáttmála við India um avtøku av tvískatting. Sáttmálin er danski sáttmálin frá 8. mars 1989 og er lýstur við bek. nr. 118 frá 10. november 1989. Sáttmálin hevur gildi fyri inntøkuár, ið byrja frá og við 1990 og seinni.

Víst verður til grein 15, stk. 1 og 2 í áður nevnda sáttmála við India, sum snýr seg um fría vinnu. Orðingin í hesari grein er samlík við grein 14, stk. 1 og 2 í norðurlendska tvískattasáttmálanum. Persónar sum koma úr Indiu at reka fría vinnu ella sjálvstøðugt yrki her, verða tískil skattliga viðgjørdir eins og persónar frá Norðurlondunum, sí punkt 1.

3. Tvískattasáttmálin við Eysturríki
Millum Føroyar og Eysturríki er galdandi danski sáttmálin um avtøku av tvískatting frá 23. oktober 1961, smb. bek. nr. 17 frá 21. mars 1962. Við bek. nr. 127 frá 28. november 1968 er sáttmálin eisini settur í gildi í Føroyum.

Innleiðandi skal viðmerkjast, at áður nevndi sáttmáli einans avmarkar skattskylduna til, um viðkomandi persónur hevur fastan stað í Føroyum, ið støðugt er honum til taks til tess at røkja virki sítt, ella ikki. Tvs. ein skal heilt síggja burtur frá tí dagatali sum viðkomandi persónur dvølir í Føroyum, hetta hevur nevniliga onga ávirkan á skattskylduna.

3.1 Ikki fastan stað – ikki skattskyldug inntøka

Um persónurin, sum kemur úr Eysturríki, ikki hevur fastan stað í Føroyum, ið støðugt er honum til taks til tess at røkja virki sítt, er hann heldur ikki skattskyldugur til Føroyar.

3.2. Fastan stað – skattskyldug inntøka

Um persónurin sum kemur úr Eysturríki hevur ein tílíkan fastan stað í Føroyum, er hann fult skattskyldugur av tí partinum av inntøkuni, sum stavar frá hesum fasta staði.

4. Onnur lond, sum Føroyar ikki hava tvískattasáttmála við
Tá ið eingin tvískattasáttmáli fyriliggur við tað land, sum persónurin kemur úr, verða reglurnar í skattalógini nýttar. Víst verður í hesum sambandi til § 1, 1) og 4) og § 2, d) í skattalógini.

4.1. Dvølur minni enn 180 dagar og uttan bústað og uttan fastan rakstrarstað – ikki skattskyldugur
Sambært § 1, 1) og 4) og § 2, d) í skattalógini er útlendskur persónur, sum hevur inntøku í Føroyum ikki skattskyldugur av hesari inntøku, um so er, at hann uttan at hava bústað her og uttan at hava fastan rakstrarstað her, innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið dvølur her í minni enn 180 dagar, annaðhvørt persónurin hevur verið burtur ímillum ella ikki.

4.2. Dvølur minni enn 180 dagar og uttan bústað, men fastan rakstrarstað – avmarkað skattskyldugur

Sambært § 1, 1) og 4) og § 2, d) í skattalógini er útlendingur, sum hevur inntøku í Føroyum avmarkað skattskyldugur av hesari inntøku, tá persónurin hevur fastan rakstrarstað her, men ikki bústað her, og innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið dvølur her í minni enn 180 dagar, annaðhvørt persónurin hevur verið burtur ímillum ella ikki.

4.3. Dvølur minni enn 180 dagar og bústað – fult skattskyldugur

Sambært § 1, 1) og 4) og § 2, d) í skattalógini er útlendingur, sum hevur inntøku í Føroyum, fult skattskyldugur av hesari inntøku, um so er, at hann hevur bústað her, uttan mun til, at dvølurin er minni enn 180 dagar.

4.4. Dvølur meira enn 180 dagar við ella uttan bústað í Føroyum – fult skattskyldugur

Sambært § 1, 4) í skattalógini er útlendingur, sum hevur inntøku í Føroyum, fult skattskyldugur av hesari inntøku, um so er at hann innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið dvølur her í meiri enn 180 dagar, annaðhvørt persónurin hevur verið burtur ímillum ella ikki, og uttan mun til um hann hevur fastan bústað í Føroyum ella ikki.

Fult ella avmarkað skattskyldugur – roknskaparskyldugur
Tá tann útlendski persónurin er fult ella avmarkað skattskyldugur til Føroya, er hann eisini roknskaparskyldugur, hvat viðvíkur inntøku av fríari vinnu ella sjálvstøðugum yrki, fyri tað tíðarskeið hann hevur verið í Føroyum, og skal tískil rinda skatt eftir galdandi føroyskari skattalóg.


Tórshavn, 1. august 2000


Óli Heinesen  
stjóri

/ Beinta Festirstein
settur deildarstjóri

Snarslóðir