Sett úr gildi
Skriva út

Rundskriv nr. 6/2005

um frádrátt sambært § 33, nr. 12 í skattalógini


Toll- og Skattaráð Føroya hevur avgjørt at seta hetta rundskriv í gildi.

Sambært § 33, nr. 12 í skattalógini hevur skattgjaldari rætt til frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur, meirútreiðslur til sjúkra- og vanlukkutryggingar, ið skattgjaldarin hevur vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi.

Frádrátturin er treytaður av, at dvølurin uttanlands er vegna arbeiði, og at dvølurin uttanlands innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið antin er 2 mánaðar uttan slit, ella í minsta lagi 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið.

Við kunngerð nr. 21 frá 14. mars 2005 er hesin frádráttur skipaður sum ein samdøgurfrádráttur.

Upphæddin, sum verður nevnd í kunngerðini, er fullur frádráttur, og er tí bert galdandi, um skattgjaldarin hevur allar tær útreiðslur, sum § 33, nr. 12 nevnir.


Slag av meirútreiðslu: við frádrátti á 300,-
Kostur: 50% 150,-
Húsaleiga: 20% 60,-
Ferða- og flutningsútreiðslur 25% 75,-
Sjúkra- og vanlukkutryggingar 5% 15,-


Hetta skal skiljast soleiðis, at um ein reiðari rindar fyri kost (heilt ella kosturin er farin av óbýttum), so hevur løntakarin onga meirútreiðslu, og skal frádrátturin skerjast við 50%. Rindar løntakarin heldur ikki fyri trygging, verður nevndi frádráttur skerdur við 5% afturat.

Harafturat kemur, at manning umborð á skipum ikki rindar fyri uppihald umborð, og verður frádrátturin tí í øllum førum skerdur við 20%. Her er eisini galdandi, at um hesar útreiðslur verða goldnar av óbýttum, so verður mett, at løntakarin hevur onga meirútreiðslu, og tí verður eingin frádráttur veittur.

Sambært kunngerðini verður frádrátturin roknaður frá tí, farið verður úr Føroyum í sambandi við arbeiðið uttanlands. Hetta merkir, at ferðaútreiðslur í Føroyum til t.d. flogvøll/kajkant, eru ikki fevndar av frádráttarreglunum.

Fær skattgjaldari endurgjald eftir § 29, nr. 7 í skattalógini ella á annan hátt, hevur viðkomandi ikki samstundis rætt til samdøgurfrádrátt, um upphæddin harvið samanlagt verður størri enn eftir kunngerðini.

Hetta rundskriv er galdandi fyri inntøkuárið 2006 og fylgjandi inntøkuár.


á Argjum, 30. desember 2005


TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA, STÝRIÐ

Óli Heinesen / Birta Biskopstø