Skriva út

Rundskriv nr. 8/2000

um ferðandi, ið avgjaldsfrítt kunnu innflyta rúsdrekka


Sambært § 1, stk. 1 í kunngerð nr. 14 frá 27. februar 1996 um hvat ferðandi kunnu flyta inn toll– og avgjaldfsfrítt til Føroya.

Rundskrivið umfatar bert tann partin í § 1, stk. 1 í kunngerðini um áseting av rúsdrekka, sum er yvir 22 rúmprocent alkohol (22%) tó í mesta lagi 60%.

Hevur tann ferðandi ikki rúsdrekka við sær, sum er yvir 22%, kann tann ferðandi velja at hava við sær 1 litur av heitvíni ella 1 litur av likøri ella 2 litrar av borðvíni.

Rúsdrekka yvir 22% er t.d. Akvavit, Gin, Vodka, Whisky, Rom og likørar.

Rúsdrekka ikki yvir 22% er t.d. likørar.

Heitvín er t.d. Vermouth, Sherry, Portvín og Malaga. Champagna kemur í hesum sambandi undir heitvín.

Borðvín er Reyðvín, Rosévín og Hvítvín (matvín).

Møguleiki er ikki at gera umbýti, tá ið talan er um øl og tubbaksvørur v.m.


Argir, 21. desember 2000

Óli Heinesen
stjóri

/ Beinta Festirstein
settur deildarleiðari

Snarslóðir