Skriva út

Viðv. rundskrivi nr. 6/1999 um fyrning

Rundskriv um endurrindan av serligum oljugjaldi er sett úr gildi

Hjálagt fylgir rundskriv nr. 6/1999 um fyrning. Rundskrivið setur úr gildi rundskriv nr. 4/1999 frá 1. september 1999 um fyrning.

Í rundskrivinum frá 1. september 1999 stendur í parti nr. VI, sum snýr seg um revsimál, at eingin fyrningarfreist er ásett fyri brot á avgjaldslóggávuna. Hetta er tó ikki eftirfarandi, tí í veruleikanum er fyrningarfreistin, tá tað snýr seg um brot á avgjaldsslóggávuna, fimm ár.

Orsøkin til hetta mistakið í rundskrivinum er, at feilur var í lógbókini. Lógirnar í bindi 3 standa at vera dagførdar til 18. mars 1995, men ein broyting í § 92 í revsilógini, sum varð sett í gildi við A. nr. 150 frá 21. mars 1988, var ikki komin við.

Vinarliga


Óli Heinesen 
stjóri

/ Eyðfinnur Jacobsen
deildarstjóri

Snarslóðir