Skriva út

Løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan.


§ 1.
Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (samtíðarskattur) verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 í somu lóg og teirra, ið nevnd eru í § 2, til landskassan ásettur soleiðis:

Er inntøkan minni enn kr. 30.000 kr. verður latið 20 %.

Er inntøkanmen minni ennVerður latiðAv

Og av

restini %

kr. 30.000kr. 50.000kr. 6.000kr. 30.00026
kr. 50.000kr. 100.000kr. 11.200kr. 50.00031
kr. 100.000kr. 150.000kr. 26.700kr. 100.00033
kr. 150.200kr. 200.000kr. 43.200kr. 150.00035
kr. 200.000kr. 250.000kr. 60.700kr. 200.00043,5
kr. 250.000kr. 300.000kr. 82.450kr. 250.00045,5
kr. 300.000kr. 105.200Kr. 300.00047


§ 2. Fyri hvørt barnið, sum ikki er 16 ár í byrjanini av tí álmanakkaári, sum skattur er ásettur, verða í útroknaða landsskattinum sambært § 1 í hesari lóg, hjá teimum skattskyldugu eftir § 1 nr. 1-6 í samtíðarskattalógini, drignar 1.800 kr. frá sbr. § 46, 3. stk. í somu lóg. Í hjúnalag verður frádrátturin í skattinum hjá manninum. Um hesin ikki fær nýtt frádráttin til fulnar, skal restin verða drigin frá í skattinum hjá móðurini, um hon er sett í skatt sambært § 4, 2. stk. í samtíðarskattalógini. Við barn meinast hjúnabandsbarn, barn uttan hjúnaband, tá ið móðirin er skattgjaldarin, stjúkbarn, ættleitt barn ella fosturbarn, sum ikki er latið støðugt fosturviðurlag fyri. Er barnafrádrátturin hægri enn skatturin uttan barnafrádrátt, verður munurin útgoldin avvarðandi skattgjaldara. Føroya Gjaldstova rindar peningin í oktober mánaði.

§ 3. Hvør persónur, sum er undir fullari skattskyldu eftir reglunum í § 1 í samtíðarskattalógini, og sum er settur sjálvstøðugt í skatt sambært reglunum í somu lóg, fær í útroknaða landsskattinum ein persónsfrádrátt.
2. stk. Fyri hvønn persón sær verður persónsfrádrátturin 4.000 kr. Fyri leysar persónar yvir 67 ár og leysar persónar, sum fáa avlamis-, einkju- ella fólkapensjón verður persónsfrádrátturin tó 9.500 kr. Fyri giftar persónar yvir 67 ár og giftar persónar, sum fáa avlamis- ella ella fólkapensión, verður persónsfrádrátturin tó 6.700 kr.
3. stk. Har bert annar hjúnafelagin hevur skattskylduga inntøku, ella har hjúnafelagar eru skattaðir hvør sær sambært § 4, 2. stk. í samtíðarskattalógini, og annar teirra ikki fær nýtt sín persónsfrádrátt til fulnar, skal tann heilt ella partvíst ónýtti persónsfrádrátturin verða drigin frá í skattinum hjá hinum hjúnafelagnum, sbr. § 47, 2. stk. í somu lóg.

§ 4. Rentur, sum ikki koma undir frádrátt eftir § 33 í samtíðarskattalógini, verða drignar frá í útroknaða landsskattinum við 28 % av rentuupphæddini, sbr. § 46, 2. stk. í somu lóg. Hjúnafelagar avgera sjálvir, hvussu rentur, sum ikki koma undir frádrátt eftir § 33 í nevndu lóg, skulu býtast teirra millum. Tó má samlaði frádrátturin, tey fáa í landsskattinum ikki fara upp um 28 % av samlaðu rentuútreiðslum teirra. Um so er, at samlaði landsskatturin hjá hjúnafelagnum, aftaná at 28 % av samlaðu rentuútreiðslum teirra er frádrigin, tá vísir hall, kann hetta verða drigið frá í landsskattinum árið eftir. Hjúnafelagar avgera tá sjálvir, hvussu het ta hallið verður býtt teirra millum.

2. Kapittul
§ 5. Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógini verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 8 til 14 í somu lóg, og teirra, ið nevnd eru í § 2 við avmarkaðari skattskyldu, til landskassa og kommunu ásettur soleiðis: Er inntøkan minni enn kr. 100.000 verður latið 27%.
Er inntøkan Minni men enn verður latið Verður lati av Og av restini
Kr.100.000 kr. 200.000 kr. 27.000 kr. 100.000 %. 37
Kr. 200.000 kr. 500.000 kr. 64.000 kr. 200.000 %. 48
yvir Kr. 500.000 kr. 208.000 kr. 500.000 %. 49 Skatturin verður býttur við 30% sum kommunuskattur og 70% sum landsskattur.

3. Kapittul

§ 6. Vísandi til § 54 í samtíðarskattalógini verður skatturin til landskassan hjá deyðsbúgvum við óavmarkaðari skattskyldu eftir § 1, nr. 7 í somu lóg og hjá deyðsbúgvum við avmarkaðari skattskyldu eftir § 2 .fs 2 40 % av samlaðu inntøkuni. Búgv, sum lúka treytirnar í § 15, 2. stk. í samtíðarskattalógini fáa tó ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni upp á 25.000 kr.

4. Kapittul

§ 7. Av royalty, sbr. § 2, 1. stk. c) í samtíðarskattalógini verður ásett eit t fast gjald upp á 25%. Avgjaldið verður býtt við 40% til avvarandi kommunu og 60% til landskassan.

5. Kapittul

§ 8. Nær henda lóg fær gildi, verður ásett við kunngerð frá Føroya landsstýri.

Viðmerkingar: Í løgtingslóg um samtíðarskatt, sum tingið samtykti í vár, smb. løgtingsmál nr. 88/1982, er tann parturin sum viðvíkur útrokning av landsskatti ikki tikin við. Tessvegna er gjørt serstakt uppskot til lóg um, hvussu inntøkuskattur verður at rokna, ávíkavíst fyri persónar og feløg. Skattatalvan er tilevnað og frádráttirnir ásettir soleiðis fyri persónar, at tann meirinntøka, sum núgaldandi talva og frádráttir óbroyttir høvdu givið landskassanum í eini samtíðarskattaskipan verður latin út aftur og soleiðis, at broytta talvan í mest møguligan mun kemur láginntøkunum til góða. Høvuðstættirnir í lógaruppskotinum eru hesir: Hin degressivi frádrátturin er roknaður inn í skattatalvuna, soleiðis at persónsfrádrátturin nú er føst upphædd. Persónsfrádrátturin er hækkaður fyri ávísar bólkar, tó mest fyri pensionistar. Skattaloftið eins og skattaprocentið fyri tær hægru inntøkurnar er óbroytt í mun til núgaldandi talvu. Skattaprocentið er lækkað fyri inntøkur undir kr. 150.000,-. Barnafrádrátturin er hækkaður úr kr. 1.200,- til kr. 1.800,-. Skattatalvan fyri partafeløg verður óbroytt í mun til galdandi talvu. Landsstýrið gongur út frá, at kommunurnar, eins og mælt er tinginum til fyri lág- og meðalinntøkur, lækka álíkningarprocentið, og ikki taka sær ágóða, sum stendst av óbroyttum skattaprocenti, nú farið verður undir samtíðarskatt.

Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinarnar:
Til § 1. Broytingarnar, sum framdar eru í persónsskattatalvuni, eru fyri tað fyrsta, at tey bæði lægstu inntøkumarkini eru flutt uppeftir. Fyri tað næsta er procenttalið lækkað við 4% fyri inntøkur millum 50.000,- og 100.000,- kr- Triðja broytingin í talvuni er, at sett eru tvey nýggj inntøkumark, ávíkavist 100.000,- og 150.000,- kr. Procenttalið er lækkað við 3% fyri inntøkur millum 100.000,- og 150.000,- kr. og við 1% millum 150.000,- og 200.000,- kr. Fjórða broytingin í talvuni er, at degressiónin í persónsfrádráttinum er flutt í talvuna, soleiðis at procenttølini av hesi orsøk hækka við 1% fyri inntøkur omanfyri 100.000,- kr. Hetta førir við sær, at persónsfrádrátturin verður ein føst upphædd uttan mun til inntøkuupphæddina hjá tí einstaka skattaborgaranum.
Til § 2. Barnafrádrátturin er núgaldandi 1.200,- kr. til 1.800,- kr.
Til § 3. Umframt fyrr nevndu broyting, sum ber í sær, at persónsfrádráttirnir nú eru fastar upphæddir, eru upphæddirnar í sær sjálvum eisini broyttar. Persónsfrádrátturin er nú hin sami fyri øll burtursæð frá pensionistum, nevnliga 4.000,- kr. Fyri pensionistar er upphæddin hækkað við 3.000,- kr. pr. persón, soleiðis at upphæddirnar nú eru 9.500,- kr. og 6.700,- kr. ávíkavist fyri leys og gift.
Til § 4 og § 5. Her eru ongar broytingar gjørdar í mun til galdandi reglur.
Til § 6. Her er ásett, at deyðsbúgv rinda skatt við 40% av skattskyldugu inntøkuni aftaná ein frádrátt uppá 25.000,- kr.
Til § 7. Her verður ásett, at av royalty skal svarast eitt avgjald uppá 25%. 1. viðgerð 6. august. Málið varð beint í skattanevndina, sum sama dag á seinni fundi legði fram soljóðandi


Álit
Málið er lagt fram av landsstýrinum og varð undir 1. viðgerð 6, í hesum beint í skattanevndina. Undir nevndarviðgerðini býtti nevndin seg í ein meiriluta og ein minniluta. Minnilutin (Eli Nolsøe, Jógvan Sundstein og Hilmar Kass) tekur undir við uppskoti landsstýrisins og mælir tinginum til at samtykkja tað. Meirilutin tekur undir við, at kommunurnar lækka líkningarprosentið við 1/10, soleiðis sum landsstýrið hevur mælt til í viðmerkingunum. Saman við málinum varð sent skattanevndini mótmælisskriv viðvíkjandi skattastiganum frá Føroya Fiskimannafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Starvsmannafelagnum og Føroya Handverkarafelag, sum biðja um at vera boðsend, tá málið kemur til viðgerðar í skattanevndini. Feløgini vórðu boðsend í dag, men tað bar teimum ikki til at møta. Saman við álitinum verða lagdar útrokningar yvir skattin, sum hann hevði verið eftir galdandi lóg samanhildið við uppskot landsstýrisins. Minnilutin (Vilhelm Johannesen og Finnbogi Isaksen) mótmælir harðliga, at málið ikki fær nakra veruliga viðgerð í skattanevndini, og at tey løntakarafeløg, sum hava sent tinginum skriv hesum máli viðvíkjandi, ikki fá høvi at møta í skattanevndini at greiða frá sjónarmiðum teirra. Tá minnilutin ikki kann fáa rímiliga tíð til viðgerð av málinum, kann minnilutin einki uppskot seta fram, og kann minnilutin tí heldur ikki luttaka í viðgerðini av málinum. Sí skjal 3. 2. viðgerð 6. august. Uppskot frá Adolf V. Hansen um at beina málið aftur í skattanevndina fall við 1 - 0 atkvøðu. §§ 1 - 8 samtyktar við 17 - 1 atkvøðum, at fara til 3. viðgerð samtykt við 17 - 0. Frávik í tíðarfreistini til 3. viðgerð varð givið við 17 - 0 atkvøðum. 3. viðgerð á seinni fundi sama dag. Málið soleiðis sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 17 - 1 atkvøðum.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at