Skriva út

Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan

Partur I
Barsilsfarloyvi

Kapittul I
Barsilsfarloyvi

§ 1. Kvinnuligur løntakari, hevur rætt til barsilsfarloyvi, orsakað av viðgongu og barnsburði, frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 13 vikur eru eftir til barnsburð. Eftir barnsburð hava foreldur, sum eru løntakarar, rætt til barsilsfarloyvi í tilsamans 24 vikur. Av teimum 24 vikunum kann faðir at barninum nýta tær 10 vikurnar eftir 14. viku eftir barnsburð. Rætturin til barsilsfarloyvi kann bert verða nýttur av einum av foreldrunum í senn.Stk. 2.

Stk. 3. Kvinnuligur løntakari hevur rætt at vera frá arbeiði í sambandi við barnakonukanningar, tá hesar skulu fara fram í arbeiðstíðini.

Ættleiðing

§ 2. Foreldur, ið ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í sama mun, sum tey hava rætt til barsilspening eftir § 10.

Fráboðan

§ 3. Kvinnuligur løntakari, sum nýtir rættin til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 1, skal innan 8 vikur eftir barnsburð boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hon byrjar at arbeiða aftur.

Stk. 2. Maður, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 2, skal í seinasta lagi 4 vikur frammanundan boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann roknar við, hann er burtur frá arbeiði.

Stk. 3. Tey, sum fáa barn við ættleiðing, skulu við fráboðan til arbeiðsgevaran halda somu freistir.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skyldur løntakaranna mótvegis arbeiðsgevaranum at geva fráboðanir í sambandi við barsilsfarloyvi eftir § 1.

Vernd og endurgjald

Frávik§ 4. Ikki kann víkjast frá reglunum í §§ 1-2 til bága fyri løntakaran.

§ 5. Tað tíðarskeið, løntakari er í barsilsfarloyvi eftir §§ 1 og 2, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð, tá starvsaldur, eftirlønaraldur, rættindi eftir frítíðarlógini o.o. rættindi skulu roknast.

§ 6. Arbeiðsgevari kann ikki siga upp løntakara, tí viðkomandi hevur sett fram krav um at nýta rættin til barsilsfarloyvi eftir §§ 1 og 2, ella annars siga upp vegna viðgongu, barnsburð ella ættleiðing.

§ 7. Verður løntakari uppsagdur ella fyri vanbýti í móti reglunum í § 6, skal arbeiðsgevarin rinda eina samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 50 vikur, ið verður at áseta alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars.

Stk. 2. Verður løntakari uppsagdur ella á annan hátt fyri vanbýti í viðgongutíðini, undir barnsburði, eftir barnsburð ella ættleiðing, áliggur tað arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki var grundað á hesi viðurskifti.

Partur II

Barsilspeningur

Kapittul IIVanligar treytir

§ 8. Barsilspeningur eftir hesi lóg verður veittur í sambandi við viðgongu, barnsburð og ættleiðing.

Stk. 2. Skyldur og rættindi sbrt. hesi lóg eru knýtt at móttiknum inntøkum, sum eftir skattalógini eru A-inntøkur, og inntøkum av sjálvstøðugari vinnu sbr. § 20.

Stk. 3. Rætturin til barsilspening er treytaður av føstum bústaði í Føroyum og fullari skattskyldu í Føroyum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, 1. í hvønn mun persónar, sum hava inntøkur, ið ikki eru fult skattskyldugar í Føroyum, hava rætt til barsilspening, og

2. at persónar, sum hava rætt til barsilspening í einum øðrum landi, ikki hava rætt til barsilspening í Føroyum.

Kapittul IIITreytir fyri útgjaldi

§ 9. Kvinna, sum hevur A-inntøku, og sum fer frá arbeiði, orsakað av viðgongu ella barnsburði, hevur rætt til barsilspening frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 13 vikur eru eftir til barnsburð. Eftir barnsburð hevur kvinna rætt til barsilspening í 24 vikur innan fyrstu 24 vikurnar eftir barnsburð.

Stk 2. Foreldrini kunnu í staðin velja, at faðirin at barninum skal vera heima hjá barninum í upp til 10 vikur eftir 14. viku eftir barnsburð, og harvið fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðinum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fá barsilspening í hesum tíðarskeiðinum, er at móðirin ikki samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið.

Stk. 3. Uttan mun til stk. 2 hevur faðir at barni rætt til barsilspening í upp til tvær vikur eftir barnsburð innan tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð.

Ættleiðing

§ 10. Foreldur, sum ættleiða børn, hava rætt til barsilspening, treytað av, at teir myndugleikarnar, sum kanna ættleiðingarmøguleikarnar, hava tikið ta avgerð, at annað ella bæði foreldrini skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið.

Stk. 2. Dagurin, tá tey fáa barnið, verður at javnmeta við føðing, og maður og/ella kvinna, ið ættleiða, verða at javnmeta við ávikavist kvinnu, ið hevur átt og við faðir at barninum.

Arbeiðskrav

§ 11. Lønarútgjaldingar seinastu 2 mánaðirnar, ið eru meira enn 20 % hægri enn meðal inntøkan seinasta árið, verða ikki tiknar við í inntøkugrundarlagið.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í heilt serligum førum gera undantak frá ásetingini í stk. 1.

Kapitul IV

Stødd á barsilspeningiÚtrokningargrundarlag

§ 12. Grundarlagið fyri útrokningini av barsilspeningi er móttikna miðal mánaðarliga gjaldskylduga A-inntøkan eftir § 18, seinastu 12 mánaðirnar áðrenn fráveruna. Hægsta móttikna miðal mánaðarliga gjaldskylduga A-inntøkan eftir § 18 í einum samanhangandi 6 mánaða skeiði innan fyri seinastu 12 mánaðarinar áðrenn fráveruna verður tó nýtt sum grundarlag, um hendan er hægri enn inntøkan sambært 1. pkt. Ger viðkomandi av bert partvís at fara frá arbeiðið, verður grundarlagið fyri útrokningini av barsilspeningi lækkað samsvarandi hesum.

Stk. 2. Hevur viðkomandi beint undan fráveruni verið á arbeiðsmarknaðinum í eitt styttri tíðarskeið enn tað, nevnt í stk. 1, 1. pkt., verður barsilspeningurin útroknaður við grundarlagi í miðal móttiknu gjaldsskyldugu A-inntøkuni eftir § 18 hetta styttra tíðarskeiðið, jbr. tó stk. 1, 2. pkt.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um tíðarskeiðið, sum skal verða nýtt sum útrokningargrundarlag eftir stk. 2, og í hvørjum førum eitt styttri tíðarskeið kann verða nýtt sum útrokningargrundarlag.

Upphædd

§ 13. Barsilspeningur er 100% av útrokningargrundarlagnum smbrt. § 12, tó soleiðis, at barsilspeningur ikki kann verða meira enn kr. 35.000 um mánaðin.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann hækka ta í stk. 1 ásettu hámarksupphædd við støði í lønargongdini í samfelagnum.

Kapittul V

Útgjald v.m.Umsóknir

§ 14. Umsókn um barsilspening skal latast inn innan 6 mánaðir eftir barnsburð ella, í sambandi við ættleiðing, eftir at tey hava fingið barnið. Er umsóknin ikki latin inn innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útgjald, útgjaldsskeið, hvørjar upplýsingar skulu latast, hvør skal vátta hesar upplýsingar, freistir fyri innlatan av upplýsingum v.m.

Útgjald til arbeiðsgevara

§ 15. Í tann mun arbeiðsgevari rindar A-inntøku í sambandi við barsilsfarloyvi, verður barsilspeningurin, sum løntakarin hevði havt rætt til sbrt. §§ 12 og 13, um viðkomandi ikki varð rindað A-inntøka, rindaður arbeiðsgevaranum.

Stk. 2. Í tann mun barsilspeningur til arbeiðsgevaran eftir stk. 1 røkkur, verður útgoldið fyri rindaðar A-inntøkur sbrt. §§ 12 og 13 til frítíðarløn og frítíðarískoyti ið hava samband við farloyvistíðarskeiðið, umframt fyri arbeiðsmarknaðargjøld, ið arbeiðsgevarin rindar í sambandi við farloyvistíðarskeiðið. Rinda fleiri arbeiðsgevarar løn til sama persón, sum er í barsilsfarloyvi, og røkkur barsilspeningur ikki til fult endurgjald, verður endurgjaldið til hvønn teirra skert eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um umsókn frá arbeiðsgevaranum, hvørjar upplýsingar, hann skal lata í sambandi við útgjaldið, hvør skal vátta hesar upplýsingar, og freistir fyri innlatan av umsóknum og upplýsingum v.m.

Afturrindan

§ 16. Tekur persónur nýtt lønandi arbeiði upp í einum tíðarskeiði, tá viðkomandi nýtir rætt sín at fáa barsilspening, skal hann rinda barsilspening aftur fyri teir dagar, hann hevur havt slíkt arbeiði, eisini í teimum førum, har barsilspeningur er útgoldin til arbeiðsgevara jbr. tó stk. 2 og í mun til inntøkuna, viðkomandi hevur vunnið hesar dagar.

Stk. 2. Er barsilspeningur útgoldin arbeiðsgevara fyri løn í farloyvistíðini til arbeiðstakara, skal arbeiðsgevarin uttan mun til stk. 1 rinda barsilspening aftur, um viðkomandi arbeiðstakari í sama tíðarskeiði tekur nýtt arbeiði upp hjá hesum arbeiðsgevaranum.

Stk. 3. Kravið um afturrindan av barsilspeningi eftir stk. 1 og 2 kann eisini fremjast við at mótrokna møgulig krøv frá arbeiðstakara ella arbeiðsgevara upp á barsilspening, og peningurin kann eisini krevjast inn við at afturhalda í løn og við panting.

Stk. 4. Persónur, sum tekur upp nýtt lønandi arbeiði í einum tíðarskeiði, viðkomandi nýtir rætt sín at fáa barsilspening, skal boða umsitingarmýndugleikanum sbr. § 25 frá hesum.

Kapittul VI

FíggingGjaldskyldug

§ 17. Landskassin ber útreiðslurnar til barsilspening. Til partvísa fígging av barsilspeningi eftir hesi lóg verður til landskassan kravt eitt gjald, sum er ásett í § 19.

Stk. 2. Gjaldskyldug smbrt. stk. 1 eru 1. øll, sum fáa A-inntøku, sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, og sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og

2. øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum.

Stk. 3. Persónar, sum eftir stk. 2, nr. 1, eru gjaldskyldugir, men sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, kunnu eftir umsókn sleppa undan gjaldskyldu. Undantøkan hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin.

Stk. 4. Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, og persónar, sum eftir somu lóg fáa miðal fyritíðarpensjón, av tí teir eru oman fyri 60 ár, men sum annars vildu fingið hægstu fyritíðarpensjón, verða eftir umsókn undantiknir frá gjaldskyldu. Undantøkan frá gjaldskylduni hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin.

Gjaldsgrundarlag

§ 18. Gjaldið verður kravt av øllum A-inntøkum, sum tey gjaldskyldugu fáa ella rinda, tó undantikið 1. fólka- og fyritíðarpensjón,

2. aðrar skattskyldugar almannaveitingar, tó ikki dagpening eftir dagpeningalógini,

3. tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. "lov om børns retsstilling", og

4. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini.

Stk. 2. Undantøka eftir stk. 1, nr. 3, verður veitt eftir umsókn, og undantøkan hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin.

Gjald

§ 19. Gjaldið hjá teimum gjaldskyldugu er 0,25% av tí í § 18 nevnda gjaldsgrundarlagi.

Stk. 2. Gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum teir gjaldskyldugu rinda ella fáa A-inntøku. Áðrenn A-inntøkan verður útgoldin, skal inngjaldið avroknast. Gjøld kunnu krevjast inn við panting.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um inngjald, heundir avgreiðslugjald.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda gjald, tó ikki hægri enn 0,25%.

Kapittul VIISjálvstøðugt vinnurekandi v.m.

§ 20. Persónar, sum hava aðra inntøku av vinnu enn A-inntøku, hava rætt til barsilspening, um teir tekna eina trygging.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvør kann tekna trygging, hvørjar inntøkur kunnu tryggjast, um inngjald, arbeiðskrav, útrokningargrundarlag, nær rætturin til barsilspening tekur við, eftir at umsókn um trygging er móttikin, eftirstøður, hvørjar upplýsingar tann, sum teknar trygging, skal lata, skiftisreglur v.m.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir skipanina, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir skipanina.

Kapitul VIII

Fyrisitingarligar ásetingarUpplýsingar

§ 21. Til nýtslu í sambandi við útrokning og eftirlit við inngjalds- og útgjaldsupphæddum eftir hesi lóg, kann landsstýrismaðurin útvega sær allar upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya, Landsfólkayvirlitinum, Almannastovuni.

Stk. 2. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu at geva landsstýrismanninum tær upplýsingar, hann biður um í sambandi við eftirlitsarbeiði og avgreiðslu av útgjaldi.

§ 22. Hevur umsøkjari givið landsstýrismanninum skeivar upplýsingar ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri barsilspeningin, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá tí, sum hevur fingið peningin útgoldnan.

§ 23. Landsstýrismaðurin kann eftir nærri ásettum reglum gera gjaldsavtalur, heruppií avskriva krøv, tá útlit ikki eru at fáa allan peningin frá skuldaranum.

Millumtjóða sáttmálar

§ 24. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmálar við onnur lond um barsilspening.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um barsilspening v.m. fyri teir persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í lógini.

Umsitingarmyndugleiki

§ 25. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð leggja umsitingina av lógini til Arbeiðsloysisskipanina eftir avtalu við Arbeiðsloysisskipanina, ella til annan fyrisitingarligan myndugleika. Í slíkum føri verða heimildirnar, sum landsstýrismaðurin hevur eftir hesi lóg, latnar fyrisitingarmyndugleikanum, tó ikki heimildirnar at áseta reglur.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um umsiting og eftirlit.

Stk. 3. Avgerðir eftir hesi lóg ella eftir reglum, settum sbrt. lógini, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan eftir stk. 3 til annan fyrisitingarligan myndugleika, og kann samstundis áseta, at avgerðir hjá kærumyndugleikanum ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Stk. 5. Útreiðslur, ið standast av umsitingini av skipanini, verða rindaðar av landskassanum.

Kapitul IX

Revsi- og gildiskomuásetingarRevsing

§ 26. Um ikki strangari revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður viðkomandi, sum sambært hesi lóg gevur skipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar, revsaður við sekt ella hefti.

Stk. 2. Fyri brot, sum løgfrøðiligir persónar, heruppií feløg, felagsskapir, grunnar, kommunur, land og statur gera, kann revisábyrgd verða áløgd tí løgfrøðiliga persóninum sum slíkur.

Stk. 3. Í reglum, ásettum eftir hesi lóg, kann revsing verða ásett fyri brot á reglurnar.

Gildiskoma

§ 27. Henda lóg fær gildi 1. juni 2001.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 37 frá 23. apríl 1999 um foreldrafráveru, orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.

Skiftisreglur

§ 28. Persónar, sum, tá henda lóg fær gildi, fáa útgoldnan dagpening í sambandi við barnsburð eftir lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel, sbr. lovbekendtgørelse nr. 102 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 13. juni 1995 (dagpeningalógin), hava rætt at fáa barsilspening útgoldnan eftir reglunum í hesi lóg.

Umframt rættin eftir stk. 1 hevur faðir at barninum rætt til barsilsfarloyvi í upp til tvær vikur eftir barnsburð, ella eftir at barnið er komið heim, ella sambært avtalu við arbeiðsgevaran innan tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at