Skriva út

Løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd


Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir ogkunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1
Rætturin til veitingar
§ 1. Persónar, ið eru búsitandi í Føroyum, hava rætt til veitingar sambært hesi lóg.
Stk. 2. Persónar, sum flyta til Føroyar úr Danmark og Grønlandi, hava rætt til veitingar sambært hesi lóg frá tí degi, teir flyta til Føroyar. Persónar, ið flyta til Føroyar úr øðrum londum, hava rætt til veitingar sambært lógini 6 vikur aftaná, at teir eru fluttir til Føroyar. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísir persónsbólkar kunnu fáa rætt til lógarinnar veitingar skjótari enn 6 vikur eftir, at teir eru fluttir til Føroyar.
Stk 3. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann áseta nærri reglur um, at persónar, sum fyribils uppihalda sær í Føroyum, kunnu fáa rætt til veitingar sambært hesi lóg.

Heilsutrygdarprógv
§ 2. Persónar, sum eru fevndir av § 1, stk. 1 og 2, fáa útflýggjað eitt heilsutrygdarprógv. Prógvið kann nýtast sum skjalprógv viðvíkjandi rættinum til veitingar sambært lógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann áseta nærri reglur um útsjónd, nýtslu, innihald, útflýggjan og afturtøku av próvnum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann áseta nærri reglur um gjald fyri nýtt heilsutrygdarprógv, um tann tryggjaði ynskir upplýsingar á próvnum broyttar, um prógvið er mist, ella um prógvið er oyðilagt.

Kapittul 2
Veitingar
§ 3. Allir persónar, ið lúka treytirnar í lógini, hava rætt til ókeypis viðgerð hjá kommunulækna.
Stk. 2. Persónar í aldrinum 15 til 18 ár kunnu sjálvir velja kommunulækna uttan samtykki frá foreldrum ella verja.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um val av kommunulækna.

§ 4. Allir persónar, sum lúka treytirnar í lógini, hava, eftir ávísing frá kommunulækna, rætt til ókeypis læknahjálp hjá serlækna, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur nærri reglur um ávísing til læknahjálp eftir stk. 1, herundir at síggjast kann burtur frá kravinum um ávísing.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur reglur um, at Heilsutrygd rindar útreiðslur til neyðugan tolk í sambandi við læknahjálp. Endurgjald til ferðing til og frá lækna og jarðarmóður.

§ 5. Endurgjald kann vera veitt fyri flutning til og frá kommunulækna í sambandi við sjúkraviðgerð ella kanning.
Stk. 2. Endurgjald fyri flutning til og frá serlækna verður bert veitt, um kommunulæknin hevur ávíst persónin til serlækna, og um henda sjúkraviðgerð ella kanning verður framd í Føroyum.
Stk. 3. Heilsutrygd veitir persónum, sum eru fevndir av lógini, endurgjald fyri flutning til og frá jarðarmóður.
Stk. 4. Endurgjald verður veitt, um flutningur fer fram við tí eftir umstøðunum bíligasta og fullgóða flutningsfarinum, og um flutningsseðil frá læknanum verður flýggjaður Heilsutrygd.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um endurgjald fyri flutning sambært stk. 1 - 4, og reglur um heintan og flutning av heilivági, blóðroyndir, fylgjarar til eldri fólk, óhjálpin og børn undir 18 ár og evstamark fyri endurgjaldi.

Eftirbataheim
§ 6. Stuðul verður veittur til uppihald á einum av landsstýrismanninum góðkendum eftirbataheimi í upp til 4 vikur. Stuðulin er treytaður av, at lækni metir uppihald vera neyðugt aftan á viðgerð á sjúkrahúsi ella í serligum førum aftan á læknaviðgerð í heiminum.
Stk. 2. Heilsutrygd kann, um lækni metir framhaldandi uppihald vera neyðugt, veita stuðul til uppihald í 2 vikur afturat.

Gravarhjálp
§ 7. Við deyða verður gravarhjálp veitt. Gravarhjálpin kann í mesta lagi vera 5.000 kr.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur nærri reglur um útrokning og útgjald av gravarhjálpini. Ískoyti til gjald fyri ymiskar viðgerðir

§ 8. Ískoyti verður veitt til gjald fyri viðgerð hjá:
1) tannlækna,
2) kiropraktori,
3) statsautoriseraðum tannrøktara
Stk. 2. Í sambandi við ávísing frá lækna, verður ískoyti veitt til gjald fyri viðgerð hjá:
1) fysioterapeuti,
2) ergoterapeuti,
3) sálarfrøðingi,
4) statsautoriseraðum fótterapeuti
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur nærri reglur um ískoyti sbrt. stk. 1 og 2 og møguligar reglur um ískoyti til gjald av aðrari viðgerð.

Ískoyti til brillur
§ 9. Ískoyti verður veitt til gjald fyri brillur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur treytirnar fyri og støddina á ískoytinum sambært stk. 1.

Ískoyti til hjálparráð
§ 10. Ískoyti verður veitt til gjald fyri ávís hjálparráð, sum er liður í einari viðgerð, ella sum eru til persónar, sum ikki hava varandi tørv á hjálparráði.
Stk. 2. ískoyti verður veitt til gjald fyri hjálparráð at nýta í sambandi við heilivág.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur støddina á ískoytinum og nærri reglur sambært stk. 1– 2.

Millumtjóðasáttmálar
§ 11. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera sáttmálar við onnur lond um sínámillum viðgerð, barnsburðar- og gravarhjálp til persónar, sum fyribils eru staddir uttanlands.
Stk. 2. Samsvarandi teimum í stk. 1 gjørdu sáttmálum, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um:
1) at endurgjald kann verða veitt fyri viðgerð til aðrar heilsutrygdir í øðrum londum,
2) at gravarhjálp kann vera veitt í øðrum londum.

Kapittul 3
Tilskotsnevndin
§ 12. Landsstýrismaðurin í heilsumálum setur eina tilskotsnevnd, sum tekur avgerð sambært reglunum í §§ 13– 22.
Stk. 2. Tilskotsnevndin er mannað við trimum limum; einum løgfrøðingi, einum lækna og einum farmaceuti. Heilsutrygd veitir skrivara og rindar kostnaðin av tilskotsnevndini.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um virksemi nevndarinnar.

Heilivágur, sum er heimilaður tilskot
§ 13. Tilskot verður veitt til heilivág, sum av tilskotsnevndini er lýstur at vera heimilaður tilskot. Landsapotekarin hevur dagføring av skránni við tilskotsheimilaðum heilivági um hendi.

Vanligt tilskot
§ 14. Tilskot verður veitt til keyp av heilivági, fyriskipaðum á forskrift.

Treytað tilskot
§ 15. Tilskot til fyriskipaðan heilivág kann vera treytað av, at heilivágurin er ætlaður persónum við ávísum sjúkum ella bólkum av fólki.
Stk. 2. Tilskot til tey heilivágssløg, sum í skránni eru tilætlað ávísar sjúkur, er treytað av, at sjúklingurin hevur eina av teimum sjúkum, sum nevndar eru í sambandi við heilivágssløgini. Tilskotið verður bert veitt, tá læknin á forskriftina hevur viðmerkt treytað tilskot: (T).
Stk. 3. Tilskot til tey heilivágssløg, sum í skránni eru treytað av, at tey verða latin persónum, ið fáa fólkapensjón ella fyritíðarpensjón, verður bert veitt, tá ið læknin á forskriftina hevur viðmerkt pensjónistur: (P), ella tá henda upplýsing er skrásett hjá apotekinum.

Einstaklingatilskot
§ 16. Í ávísum førum kann tilskotsnevndin eftir umsókn frá lækna gera av, at tilskot kann veitast einum ávísum sjúklingi til keyp av heilivági, sum ikki er lýstur at vera heimilaður tilskot sambært § 13.

Tilskot til kostískoyti, merkivørur o.a.
§ 17. Tilskot verður veitt til keyp av kostískoyti, merkivørum o.a., sum læknin hevur ávíst í sambandi við viðgerð av sjúku ella álvarsliga viknaðum persónum, og sum av tilskotsnevndini er lýst at vera tilskotsheimilað.

Støddin á tilskotinum
§ 18. Støddin á tilskotum er ásett eftir tilskotsprísunum sambært § 21 til heilivág v.m., sum veittur verður sambært §§ 13- 17, og sum viðkomandi persónur hevur keypt innan fyri eitt ár frá fyrsta keypi. Eitt nýtt tíðarskeið byrjar, tá viðkomandi persónur aftur keypir tilskotsheimilaðan heilivág, eftir at gamla tíðarskeiðið er farið.
Stk. 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár undir 500 kr., verður einki tilskot veitt.
Stk. 3. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár yvir 500 kr., er tilskotið:
1) 50% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 500 kr. og upp til 1.000 kr.,
2) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 1.000 kr. og upp til 2.000 kr.,
3) 85% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 2.000 kr. og upp til 6.000 kr.
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 6.000 kr.
5) Tó 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 3.300 kr. fyri børn, sum ikki eru fylt 18 ár, og persónar, sum eru fyltir 67 ár.
Stk. 4. Um ein persónur fyllir 18 ella 67 ár í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 2 og 3 fram til tíðarskeiðið endar.
Stk. 5. 1. januar á hvørjum ári verða upphæddirnar í stk. 2 og 3 prístalsviðgjørdar í kunngerð.

Terminaltilskot
§ 19. Terminalsjúklingar fáa neyðuga heilivágin v.m. útflýggjaðan ókeypis frá tí degi, læknin skrivliga hevur váttað, at sjúklingurin væntast at liva í stutta tíð afturat, og at lekjandi viðgerð verður mett at vera nyttuleys.
Stk. 2. Váttanin frá læknanum skal sendast Landsapotekaranum og skal innihalda hesar upplýsingar:
1) Navn, bústaður og p-tal hjá sjúklinginum.
2) Navn og starvsstaður læknans.
3) Váttan frá læknanum um, at sjúklingurin væntast at liva í stutta tíð afturat, og at lekjandi viðgerð verður mett at vera nyttuleys.
4) Dagfesting fyri útskriving frá sjúkrahúsi til terminalrøkt.
5) Undirskrift læknans.

Útjavnan
§ 20. Um ov stórt tilskot er veitt í sambandi við keyp av heilivági sambært reglunum í § 18, stk. 2 og 3, skal upphæddin útjavnast við komandi keypi av tilskotsheimilaðum heilivági. Útjavningin kann tó í heilt serligum førum verða útsett til næstu ferð, viðkomandi keypir tilskotsheimilaðan heilivág.
Stk. 2. Um ov lágt tilskot er veitt í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum heilivági sambært reglunum í § 18, stk. 2 og 3, skal upphæddin útjavnast við komandi keypi av tilskotsheimilaðum heilivági.
Stk. 3. Doyr sjúklingurin, fellur kravið sambært stk. 1 um útjavnan burtur. Krøv í sambandi við ov lítið veitt tilskot skulu setast fram í seinasta lagi eitt ár eftir, at sjúklingurin er deyður.

Skipan av heilivági
§ 21. Landsapotekarin skipar heilivág, sum er ætlaður somu indikasjón og sum hevur líknandi viðgerðarárin, í tilskotsbólkar.
Stk. 2. Fyri heilivág, sum verður skipaður í tilskotsbólk samsvarandi stk. 1, verður tilskotið ásett í mun til lægsta søluprís í bólkinum. Tilskotsnevndin kann tó gera av, at ásettur tilskotsprísur skal standa við í ásetta tíðarbili, hóast bíligari heilivágur verður tøkur í ásetta tíðarbili.
Stk. 3. Um sjúklingur bert fær part av heilivági úr einum pakka (skamtluting), verður tilskotsprísurin ásettur fyri hvørja heilivágseind (eindartilskotsprísur) við støði í tilskotsprísinum eftir stk. 1.

Hækkað tilskot
§ 22. Tilskotsnevndin kann, hóast ásetingarnar í § 21, í heilt serligum førum taka avgerð um at veita einum ávísum persóni hækkað tilskot samsvarandi § 18. Tilskotsnevndin tekur avgerð hesum viðvíkjandi seinast 14 dagar eftir móttøku av umsókn frá kommunulækna.

Kapittul 4
Fígging
§ 23. Útreiðslurnar í sambandi við hesa lóg verða, har annað ikki er tilskilað, goldnar av landskassanum. Gjald fyri 2010 og 2011

§ 24. Mánaðarliga gjaldið fyri hvønn einstakan persón, 18 ár og eldri, ið er fevndur av lógini, er 245 kr.
Stk. 2. TAKS krevur gjaldið inn fyri Heilsutrygd. Heilsutrygd rindar kostnaðin av hesum.
Stk. 3. Rindar ein persónur, ið er umfataður av lógini, ikki gjaldið innan ásettu freist, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu. Lønareftirhald og panting kann eisini fara fram sambært reglunum í skattalógini.
Stk. 4. Persónar, búsitandi á stovni og sum harvið fáa niðursetta almannapensjón, eru undantiknir gjaldinum í stk. 1.

Umsiting av lógini
§ 25. Landsstýrismaðurin kann skipa ein stovn, Heilsutrygd, ið skal taka sær av at umsita lógina.

Upplýsingar
§ 26. Heilsutrygd kann krevja inn allar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at umsita lógina, m.a. hagtøl frá sjúkrahúsum, kommunum, klinikkum, læknum, tannlæknum v.m.

Samráðingarnevnd
§ 27. Landsstýrismaðurin setur eina samráðinarnevnd við 5 limum, harav einum frá Heilsumálaráðnum, einum frá Heilsutrygd, einum frá Fíggjarmálaráðnum og einum løgfrøðingi. Umboðið frá Heilsumálaráðnum er formaður. Samráðingarnevndin er vald fyri 4 ár.
Stk. 2. Samráðingarnevndin ger sáttmálar við læknafeløg og onnur fakfeløg um gjald fyri veitingar sambært lógini. Sáttmálar fáa bert gildi, um landsstýrismaðurin í heilsumálum góðkennir teir.
Stk. 3. Møguligar útreiðslur í sambandi við virkið hjá samráðingarnevndini verða goldnar av landskassanum.

Samstarvsnevnd
§ 28. Landsstýrismaðurin í heilsumálum setur eina samstarvsnevnd, har Kommunulæknafelag Føroya velur tríggjar limir, landsstýrismaðurin tríggjar limir, har eitt umboð er úr Heilsumálaráðanum og eitt umboð frá Heilsutrygd. Umboðið frá Heilsumálaráðnum er formaður í nevndini.
Stk. 2. Samstarvsnevndin viðger spurningar í sambandi við tulking av sáttmálum.
Stk. 3. Samstarvsnevndin skipar seg sjálv við einum skrivara.
Stk. 4. Avgerðir hjá samstarvsnevndini eru bindandi fyri allar partar. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásetur nærri reglur um virkið hjá samstarvsnevndini.
Stk. 5. Avgerðir hjá samstarvsnevndini vera tiknar við vanligum meiriluta. Um meiriluti ikki finst um tulking av sáttmálum, skal spurningurin leggjast fyri ein gerðarrætt við limunum í samstarvsnevndini og einum uttanveltaðum formanni, valdur av nevndini.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann seta líknandi samstarvsnevndir at viðgera spurningar viðvíkjandi sáttmálum millum Heilsutrygd og tannlæknar, fysioterapeutar o.o. Reglurnar í stk. 1 – 5 vera nýttar samsvarandi. Tó kann talið av limum, sum verða valdir av pørtunum, ásetast til 2.

Kærurættur
§ 29. Avgerðir, tiknar av Heilsutrygd ella av tilskotsnevndini sambært hesi lóg, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 2. Kærunevndin í almanna- og heilsumálum kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 3. Avgerðir, tiknar av Kærunevndini í almanna- og heilsumálum, eru endaligar í fyrisitingarligum høpi.

Kapittul 5
§ 30. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2010, sbr. tó stk. 2 og 4. Samstundis fer úr gildi Afsnit I í lovbekendtgørelse nr. 514 af 21. juli 1989 om den offentlige sygeforsikring, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 5 frá 25. januar 2001. Tó verður kunngerð nr. 10 frá 11. februar 2000 verandi í gildi.
Stk. 2. §§ 10 og 13 – 22 koma í gildi 1. apríl 2010. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 115 frá 21. mai 1993 um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 30. mars 2009. Frá 1. januar til 31. mars 2010 veitir Heilsutrygd stuðul til heilivág samsvarandi reglunum í løgtingslóg nr. 115 frá 21. mai 1993.
Stk. 3. Galdandi sáttmálar millum yrkisfeløg og sjúkrakassarnar verða yvirtiknir av Heilsutrygd og verða verandi í gildi, til teir verða uppsagdir, og nýggir sáttmálar eru gjørdir.
Stk. 4. § 2 kemur í gildi 1. januar 2011.
Stk. 5. § 24 fer úr gildi 31. desember 2011.
Stk. 6. Nevndin í hvørjum einstøkum góðkendum sjúkrakassa hevur ábyrgdina av, at øll fíggjarlig viðurskifti pr. 31. desember 2009 millum sjúkrakassan og landið, kommunulæknar, limir o.o. verða avgreidd sum skjótast. Útreiðslurnar av hesum verða goldnar av sjúkrakassanum.
Stk. 7. Uppskot til løgtingslóg um fæið í føroysku sjúkrakassunum verður lagt fyri Løgtingið seinni í hesi tingsetuni.


Tórshavn, 22. desember 2009

Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 72/2009

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at