Skriva út

Løgtingslóg nr. 50 frá 23. desember 1971 um íløgugrunnar.


§ 1. Avseting til íløgugrunn samsvarandi reglunum givnum í hesi lóg kann verða drigin frá skattskyldugu inntøkuni fyri tað inntøkuár, ið avsetingin verður gjørd ("avsetingarárið").
2. stk. Avseting til íløgugrunn kann fyrstu ferð verða gjørd fyri tað inntøkuár, sum er grundarlag fyri skattseting fyri skattaárið 1972/73.

§ 2. Rætt til at avseta til íløgugrunn hava allir skattskyldugir einstaklingar, feløg, stovnar v.m., sum reka sjálvstøðugt vinnuvirki.

§ 3. Avsetingar til íløgugrunnar kunnu bert verða nýttar til for- skotsavskriving av útveganarútreiðslum viðvíkjandi maskinum, innbúgvi og tílíkum rakstrargøgnum, sum verða nýtt vinnuliga burturav, skipum til vinnuliga nýtslu og bygningum sum skattlig avskriving kann verða gjørd av.
2. stk. Avsetingar til íløgugrunnar kunnu ikki verða nýttar til forskotsavskriving av maskinum, innbúgvi og tílíkum rakstrargøgn- um, um útveganarpeningurin fyri hesi er 1.200 kr. ella minni.
3. stk. Avsetingar til íløgugrunnar kunnu ikki verða nýttar til forskotsavskriving av avráddum ella útroknaðum útveganarpeningi fyri ognir, sum enn ikki eru latnar ella fullgjørdar.
4. stk. Flyta samskattaðir hjúnafelagar ognir frá vinnuvirki hjá øðrum hjúnafelagnum til nýtslu í vinnuvirki hjá hinum hjúnafelagnum, so kann hin hjúnafelagin ikki nýta avsetingar til íløgugrunnar til forskotsavskriving av fluttu ognunum.

§ 4. Avsetingin kann í mesta lagi vera 20% av avlopinum av sjálvstøðugum vinnuvirki í avsetingarárinum - uppgjørdum eftir reglunum fyri uppgerð av skattskyldugari inntøku uttan skattafrádrátt við teim í hesi avlopsuppgerð viðtiknu rentuútreiðslum afturatløgdum og rentu- og vinningsbýtisinntøkum frádrignum. Avsetingin skal vera í minsta lagi 5.000 kr.
2. stk. Ger hin skattskyldugi forskotsavskriving av avrádda byggipeninginum fyri skip eftir § 13 í avskrivingarlógini minkar avsetingin, sum hann kann gera sama inntøkuár við peningahædd, sum er jøvn við forskotsavskrivingina.

§ 5. Eftir at avsetingarárið er liðið, men áðrenn freistin er útrunnin fyri at lata inn sjálvuppgávu fyri avsetingarárið, skal á Føroya gjaldstovu vera sett inn á bundna konto peningahædd svarandi til avsetingina. Hjá skattskyldugum, sum skulu hava roknskap sambært galdandi lóggávu um partafeløg ella um bókhaldsskyldu, ella sum eru skyldugir at hava roknskap sambært kunngerð við heimild í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963, ella sum uttan at hava skyldu til tess hava roknskap, sum verður lagdur við sjálvuppgávuni, skal innskotið á bundna konto tó bert vera 50 % av avsetingini til íløgugrunn, treytað av, at avvarðandi roknskapir eftir tykki skattamyndugleikanna kunnu vera grundarlag fyri skattsetingini.
2. stk. Bundna kontoin verður nevnd "konto til íløgugrunn" og skal bera árit um navn og bústað hins skattskylduga og um roknskaparár virkisins og um avsetingarárið.
3. stk. Konto til íløgugrunn kann bert verða gjørd á Føroya gjaldstovu. Innskotið verður at renta við 5 % p.a. og rentan er skattafrí.

§ 6. Avseting til íløgugrunn kann ikki verða nýtt, fyrr enn eitt ár er farið frá tí at hin sambært § 5 skylduga innseting á konto til íløgugrunn er gjørd.
2. stk. Avsetingin skal í heild vera nýtt, áðrenn 10 ár eru liðin frá avsetingarárinum. Henda freist kann eftir skrivligari umsókn verða longd av landsstýrinum ella honum, ið landsstýrið heimilar til tess, tá ið avvarðandi skjal prógvar, at hann ikki hevur ræði á orsøkunum til at nýtsla ikki er gjørd, áðrenn freistin er at enda.
3. stk. Hevur ein skattskyldugur sett av til íløgugrunn fleiri inntøkuár, kann avsetingin fyri ávíst inntøkuár ikki verða nýtt, fyrr enn allar eldri avsetingar eru nýttar.

§ 7. Nýtsla av avsetingum til íløgugrunnar til forskotsavskriving av ogn, sbr. § 3, kann bert verða gjørd fyri tað inntøkuár, ið skattlig avskriving eftir hinum reglunum í skattalóggávuni fyrstu ferð kann verða gjørd av somu ogn.
2. stk. Forskotsavskrivaða peningahæddin kann ikki verða drigin frá við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni.
3. stk. Tá ið avsetingar til
íløgugrunnar eru nýttar til forskotsavskriving av ogn, skal skattlig avskriving av hesi ogn, eftir hinum reglunum í skattalóggávuni bert verða gjørd av útveganarpeninginum, tá ið forskotsavskrivaða peningahæddin er frádrigin.

§ 8. Tá skattskyldugur ynskir til fulnar ella lutvíst at nýta eina avseting til íløgugrunn, má hann lata inn fráboðan um hetta. Gjølligari fyriskipanir um hesa fráboðan, herundir hvørji próvskjøl skulu fylgja við og hvør stovnur skal viðgera hana, verða settar av landsstýrinum. Tá ið tað við viðgerðina av fráboðanini er staðfest, at treytirnar fyri nýtslu eru loknar, verður leysgivin av tí fæ, sum sett var á konto til íløgugrunn, tann peninganøgd, sum ætlan er at nýta í teimum førum, sum eru viðgjørd í § 5, 1. stk., 2. punktum, 50 % av peninginum.

§ 9. Er gjørd avseting til íløgugrunn, ikki nýtt ella ikki til fulnar nýtt til forskotsavskriving, áðrenn freistin, nevnd í § 6, 2. stk. er útrunnin, verður ikki nýtti peningurin og 5 % aftrat fyri hvørt ár frá enda avsetingarársins og til freistarlok lagdur aftrat skattskyldugu intøkuni fyri tað inntøkuár, ið freistin rennur út.
2. stk. Peningurin, sum settur er á konto til íløgugrunn, sbr. § 5, er trygging av tí skattakravi, sum fylgir 1. stk. og kann ikki verða kravdur útgoldin fyrr enn hesum kravi er fylgt.

§ 10. Berst so á, at hin 2. Somuleiðis verður atborið, um vinnuvirki verður niðurlagt ella latið av hendi, ella um felag v.m. verður avtikið uttan trotabúsviðgerð, tó so at skattaeftirgjaldingin í hesum førum ber rentu, sum er tann renta, ið geldur fyri konti til íløgugrunnar, fyri tíðina frá endanum av tí skattaári, ið eftirgjaldingin nemur.
2. stk. Somuleiðis verður atborið, um vinnuvirke verður niðurlagt ella latið av hendi, ella um felag v.m. verður avtikið uttan trotabúsviðgerð, tó so at sakttaeftirgjaldingin í hesum førum ber rentu, sum er tann renta, ið geldur fyri konti til íløgugrunnar, fyri tíðina frá endanum av tá skattaári, ið eftirgjaldingin nemur.
3. stk. Tá ið vinnuvirki verður latið av hendi ella niðurlagt, kann líkningarráðið loyva, at avsetingin verður varðveitt við upprunaligu korunum, um so er, at ánarin innan 2 ár eftir sølu ella niðurløgu tekur við øðrum virki.
4. stk. Í teimum førum, tá ið ánari av vinnuvirki doyr, kann líkningarráðið loyva, at eftirlivandi hjúnafelagi tekur við avsetingini við treytunum, ið guldu fyri hin deyða, um so er, at virkið hoyrdi til felagsbúgvið og eftirlivandi hjúnafelagi tekur við felagsbúnum til at sita í óskiftum búgvi. Verður búgvið skift, kann samsvarandi loyvi verða givið einaarvingi eftir hin deyða.

§ 11. Um so er, at nýtsla verður gjørd av avseting til íløgugrunn - undantikin eru førini nevnd í 9. og 10. § - til annað endamál enn nevnt í 3. §, 1. stk., skal eftirskatting verða gjørd, soleiðis at aftrat skattskyldugu inntøkuni fyri avsetingarárið verður løgd avvarðandi peninganøgd, og tað skattaeftirkrav, ið kemur burturúr skal verða økt við 100 prosenta viðbót. Aðrar møguligar ognir, sum standa inni á konto til íløgugrunn viðvíkjandi avsetingarárinum tæna sum trygging av hesum kravi.

§ 12. Forskotsavskriving eftir hesi lóg verður, tá ið annað ikki er fyriskipað, javnmett við skattligar avskrivingar, sum verða gjørdar eftir lóg um skattligar avskrivingar v.m.

§ 13. Roknskapur hjá bókhalds- ella roknskaparskyldugum skulu fyri avsetingarárið og eftirfylgjandi ár verða settir upp soleiðis, at teir innihalda tær bókingar, sum eru neyðugar fyri eftirlit við gjørdum avsetingum til íløgugrunnar og við røttu nýtslu avsetinganna. Gjølligari reglur um hetta verða settar av líkningarráðnum.

§ 14. Avhending, veðseting ella annar rættarhandil viðvíkjandi gjørdum innskotum á konto til íløgugrunn kunnu ikki fara fram, eins og innskotini ikki heldur kunnu verða kravd av ognarum fyri skuld, smb. tó § 10.

§ 15. Rentur, sum verða aftratskrivaðar konto fyri íløgugrunn kunnu verða tiknar út sambært teimum reglum, ið landsstýrið setur um hetta.

§ 16. Er innskot á konto til íløgugrunn gjørt við 50 prosentum av avsetingini og ger líkningarvaldið av, at framlagdi roknskapurin ikki kann mynda grundarlag undir skattsetingini, smbr. § 5, 1. stk., 2. puntkum, verður játtaður frádráttur fyri íløgugrunns- avseting javnur við innskotið á kontoina.
2. stk. Hin skattskyldugi kann í teimum førum, sum nevnd eru í 1. 3. Meiri innskot á konto til íløgugrunn gjørd sambært ásetanunum í 2. stk. verða roknað sum gjørd samstundis við upprunaliga innskotið fyri avvarðandi avsetingarár.- Renting byrjar tó ikki fyrr enn innskotið er gjørt.
3. stk. Meiri innskot á konto til íløgugrunn gjørd sambært ásetanunum í 2. stk. verða roknað sum gjørd samstundis við upprundaliga innskotið fyri avvarðandi avsetingarár.
Renting byrjar tó ikki fyrr enn innskotið er gjørt.

§ 17. Landsstýrið setur gjølligari reglur um útinnan av hesi lóg og er heimilað at bera tær útreiðslur, sum av henni standast.

§ 18. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin og verður fyrstu ferð nýtt við skattaálíkningina fyri skattaárið 1972/73.


Viðmerkingar:

Landsstýrið hevur havt áheitanir um at fáa ymsar broytingar í føroysku skattalógini, m.a. at geva vinnumonnum og feløgum høvi til at leggja niður í íleggingargrunn burtur av yvirskoti til útbyggjan ella endurnýggjan av vinnuni.
Landsstýrið setti nevnd til at kanna skattalógina og at gera uppskot til lógarbroytingar og hevur nevndin latið frá sær frammanfyri standandi uppskot til lóg um íleggingargrunn.
Endamálið við grunninum er, at skattgjaldari leggur niður part av vinningi í grunn til forskotsavskriving uppá rakstrargøgn, sum hann seinri útvegar sær, og fær hann rætt til í árinum, hann leggur niður í henda grunn, at draga frá hesa hædd í skattleggjandi inntøkuni, men skal so hesin peningur nýtast til forskotsavskriving soleiðis, at aftaná kann bert restin av íleggingini verða avskrivað.
Fyri at tryggja, at peningurin ikki seinri verður nýttur til annað enn tilætlað, eru reglur um, at helvtin av tí niðurlagda peninginum verður sett á bundna konto, sum ikki verður loyst fyrr enn tað tilætlaða rakstraramboð er útvegað, og verður tað ikki, so verður líknað aftur, og er peningurin tá til fyri henda skattin.
Teir, sum ikki hava góðkendan roknskap, skulu tó binda allan tann niðurlagda peningin.
Bert vinnufeløg og persónar, sum hava sjálvstøðuga vinnu koma undir hesar reglur.
Skotið er upp, at hægst 20% av yvirskoti kunnu verða løgd niður árliga og í minsta lagi 10.000 kr.
Mælt er til, at tann niðurlagdi peningurin skal verða brúktur innan 10 ár. Hetta er út frá tí, at íleggingin veruliga er ætlað til at endurnýggja amboð, sum vanliga bert halda í eini 10 ár eins og at nýútvegan altíð er væl dýrari enn tann ílegging, sum avskrivað hevur verið uppá.
Hetta skuldi verið ein táttur í royndunum at stuðla vinnulívinum á sjógvi eins og á landi.
1. viðgerð 29/10-1971 og við atkvøðugreiðslu var málið beint í fíggjarnevndina.
16. desember var frá fíggjarnevndini lagt fram soljóðandi
Álit

Málið er av landsstýrinum lagt fyri tingið, og var við fyrstu viðgerð beint í fíggjarnevndina.
Í viðmerkingunum vísir landsstýrið til, at endamálið við hesi lóg er at geva føroyska vinnulívinum betri umstøður at arbeiða undir, so bæði verandi virkir kunnu fáa betri møguleikar at standa seg í kappingini við útlendsk virkir, ið arbeiða undir landt betri umstøðum og harvið hava møguleikar fyri at flyta inn higar vørur til prísir, sum føroysku virkini ikki kunnu kappast við, men eisini fyri at vinna, sum enn er óroynd her hjá okkum, og sum aðrastaðni er týðandi táttur í framleiðsluni, og sum geva arbeiði til nógvar hendur, kann fáa eins góð arbeiðslíkindi, sum aðrar staðir.
Meirilutin í nevndini ásannar, at tað mangastaðni í Føroyum er avlop av arbeiðskraft, so tað sum trýtur er virkir, sum kunnu geva arbeiði til henda part av fólkinum. Við hesum uppskoti skuldi møguleikarnir fyri arbeiðsskapandi virkjum blivi munandi betri, og kann meirilutin so statt mæla til, at uppskotið verður samtykt.
Nevndin hevur undir viðgerðini havt fundir við hesi feløg:
Umboð fyri Føroya Arbeiðarafelag, Havnar arbeiðsmannafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Ídnaðarfelag, Eysturoyar Handverksmeistarafelag, sum eisini umboðaði Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Reiðarafelag.
Meirilutin heldur, at sum viðurskiftini eru í Føroyum, har bæði handverk og ídnaður enn eru lítið ávegis komin, er talið í § 4 kr. 10.000 í hægra lagi og mælir til at tað verður broytt til kr. 5.000.
Meirilutin (J. Fr. Øregaard, Hilmar Kass, Tr. Samuelsen og A. Djurhuus) er av teirri áskoðan, at tá peningurin, ið settur verður í íløgugrunnin allur kemur frá annaðhvørt handverkarum, ídnaðinum ella fiskivinnuni, so er tað rímuligt, at hesin peningur verður bundin í ídnaðargrunninum, sum er einasta stað, har føroyski ídnaðurin og føroyskt handverk hevur atstøður at lána bíligan pening, sum er ein avgjørd fyritreyt, um hesin ídnaður skal vinna á byrjunartrupulleikunum og kunnu kappast við nýmótans ídnaðarvirkir í øðrum londum. Men tá ætlanin ikki er, at ídnaðargrunnurin skal hava nakra stóra umsiting, verður mælt til, at umsitingin verður løgd til Føroya gjaldstovu. Minnilutin (Jógvan Sundstein og Kj. Mohr) tekur fyrivarni hesum viðvíkjandi. Sami minniluti setur eisini fram broytingaruppskot viðvíkjandi § 4. Annars er meirilutin (J. Fr. Øregaard, Hilmar Kass, Tr. Samuelsen, A. Djurhuus, Jógvan Sundstein og Kj. Mohr) samdur um at mæla tinginum til at samtykkja uppskot við niðanfyristandandi broytingum:

1) Í § 4, stk. 1, verður "10.000 kr." broytt til "5.000 kr.".
2) Í § 5, stk. 1, verða orðini "Í einum av peningastovnunum, sum umrøddir eru í 3. stk." broytt til: "á Føroya gjaldstovu".
3) § 5, stk. 3, verður soljóðandi: "Konto til íløgugrunn kann bert verða gjørd á Føroya gjaldstovu. Innskotið verður at renta við 5% p.a. og rentan er skattafrí".
4) Í § 15 verða orðini "avvarandi peningastovnur" broytt til "landsstýrið".
5) Í § 17 gongur 1. stk. út og 2. stk. verður 1. stk.
Minnilutin (Kjartan Mohr og Jógvan Sundstein) heldur tað vera galið, at rentuútreiðslur og -inntøkur verða við í avlopsútrokningini, sum avsetingin í íløgugrunn verður sett eftir. Aðrastaðni, har slík lóg finst, er avsetingin óávirkað av fíggjanini á tann hátt, at tað avlop, hvarav avsetingin verður roknað, kemur fram áðrenn rentuútreiðslur eru frádrignar og rentuinntøkur afturatlagdar.
Hetta verður gjørt fyri at tey kapitalsterku virkini ikki skulu hava fyrimun fram um tey kapitalveiku. Vit seta tí fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.
Minnilutin (Kj. Mohr og J. Sundstein) setir fram


Broytingaruppskot

§ 4, stk. 1.
Aftaná orðið skattafrádrátt verður sett "við teim á hesum avlopsuppgerð viðtiknu rentuútreiðslum afturatløgdum og rentu- og vinningsbýtisinntøkum frádrignum".

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at