Skriva út

Løgtinngslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi


Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1
Lógarøki og allýsingar
§ 1. Reglurnar í hesi lóg fevna um:
1) Sølu og aðra avhendan av partabrøvum, íløguprógvum og líknandi virðisbrøvum eins og umbýtiligum lánsbrøvum. Sama er galdandi fyri vinning ella tap, ið stendst av at siga frá sær ella avhenda serstøk rættindi, ið hava tilknýti til hesi virðisbrøv.
2) Innfrían, sølu og aðra avhendan enn sølu av fíggjarkrøvum herundir lánsbrøvum, pantibrøvum og skuldarbrøvum
3) Leysgeran av skuld.
4) Keyps- og sølurættindi til virðisbrøv og fíggjarkrøv fevnd av nr. 1 og nr. 2.
5) Vinningsbýti.
6) Rentuinntøkur.
Stk. 2. Fyri vinningsbýti av partabrøvum, lutaprógvum o.ø.m. verður roknað alt, ið partabrævaeigarar, luthavarar o.a.m. fáa útgoldið sum part av felagsins avlopi í síðsta roknskaparári ella undanfarnum árum, antin hetta avlop er tilkomið sum innvunnið rakstraravlop, av sølu ella uppskriving av felagsins ognum ella á annan hátt, og antin tað er útgoldið sum vinningsbýti, sum útlutan, tá felagið er avtikið ella tílíkt. 1. pkt. er tó ikki galdandi, tá eitt felag heldur uppat sambært løgtingslóg um skattafríar samanleggingar.
Stk. 3. Fyri útlutanir í tí inntøkuárið, tá eitt felag verður endaliga avtikið, verður sum vinningsbýti roknað alt, sum verður útlutað avvarðandi partabrævaeigara, luthavara og øðrum meira enn av inngoldnum partapeningi, lutapeningi o.ø.m. Stk. 4. Reglurnar í hesi lóg fevna ikki um tekningsrættindi ella keypsrættindi fevnd av § 28 A í skattalógini. Stk. 5. Reglurnar í hesi lóg fevna ikki um vinning ella tap av virðisbrøvum, sum eru liður í eftirlønarskipanum, sum eru fevndar av rentutryggingarlógini.

§ 2. Skattskylda eftir hesi lóg áliggur øllum teimum persónum, feløgum, stovnum, deyðsbúgvum og grunnum v.m., sum, í tí løtu tey hava ásannað vinning ella tap, fáa útlutað vinningsbýti ella hava rentuinntøku, eru undir fullari ella avmarkaðari skattskyldu í Føroyum.

Kapittul 2
Vinnuligt virksemi
§ 3. Vinningur ella tap sambært § 1, sum er liður í skattgjaldarans vinnuliga virksemi, verður roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni sambært skattalógini.
Stk. 2. Vinningur og tap verða gjørd upp sum munurin millum avhendingarupphædd og útveganarupphædd (realisatiónsprinsippið). Hevur partabrævaeigari fleiri partabrøv við somu rættindum í sama felag, verður tað, sum fyrst er útvegað, roknað sum fyrst avhendað (FIFO- prinsippið).
Stk. 3. Hin skattskyldugi kann tó í staðin einaferð fyri alla tíð írokna ikki staðfestan vinning ella tap í ta skattskyldugu inntøkuna (lagurprinsippið).
Stk. 4. Um skattgjaldarin velur at nýta lagurprinsippið, verða vinningur ella tap fyri inntøkuárið gjørd upp sum munurin millum virðið við ársbyrjan og virðið við ársenda. Fyri útveganir í árinum verður útveganarpeningurin nýttur í staðin fyri virðið við ársbyrjan. Fyri avhendanir í árinum verður avhendingarupphæddin nýtt í staðin fyri virðið við ársenda.

Kapittul 3
Ikki vinnuligt virksemi Partabrøv v.m.
§ 4. Vinningur ella tap sambært § 1, nr. 1 skulu roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, tá vinningurin ella tapið er ásannað (realisatiónsprinsippið).
Stk. 2. Vinningur ella tap sambært § 1, nr. 1 verða gjørd upp sum munurin millum útveganarupphæddina og avhendingarupphæddina fyri avvarðandi partabrøv v.m. Hevur partabrævaeigari fleiri partabrøv við somu rættindum í sama felag, verður tað, sum fyrst er útvegað, roknað sum fyrst avhendað (FIFO-prinsippið).
Stk 3. Fyri feløg og grunnar v.m., sum eru fult skattskyldug í Føroyum, kann tap við avhending av teimum í § 1, nr. 1 nevndu virðisbrøvum bert dragast frá í uppgerð av inntøku eftir § 14 í tann mun, tapið er størri enn skattafrítt vinningsbýti av avvarðandi virðisbrøvum.
Stk. 4. Frípartabrøv, rættindi til frípartabrøv og tekningsrættindi, ið eru tillutað, verða roknað fyri útvegað fyri 0 kr., og verða roknað fyri útvegað samstundis sum móðurpartabrævið.

§ 5. Verða tey í § 1, nr. 1 nevndu virðisbrøv avhendað til tað felagið v.m., ið hevur givið út virðisbrævið, skal avhendingarupphæddin roknast fyri vinningsbýti. Sama er galdandi fyri umbýtilig lánsbrøv og tekningsrættindi til tey í § 1, nr. 1 nevndu virðisbrøv.
Stk. 2. Toll- og Skattaráð Føroya kann loyva, at avhendingarupphæddin ikki verður viðgjørd eftir stk. 1.
Stk. 3. Fer avhending nevnd í stk. 1. fram í tí kalendaraári, tá felagið, ið hevur givið virðisbrævið út, er endaliga avtikið, er stk. 1 ikki galdandi
Stk 4. Í teim í stk 2 og stk. 3 nevndu førum verða vinningur ella tap viðgjørd eftir somu reglum sum vinningur ella tap við avhendan av partabrøvum v.m. til onnur enn tey í stk. 1 nevndu feløg v.m., jbr § 4.

Fíggjarkrøv og skuld
§ 6. Vinningur ella tap sambært § 1, nr. 2 og 3 skulu roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, tá vinningurin ella tapið eru ásannað (realisatiónsprinsippið).
Stk. 2. Vinningur ella tap av krøvum verða gjørd upp sum munurin millum úveganarupphædd og avhendingarupphædd.
Stk. 3. Vinningur ella tap av skuld verða gjørd upp sum munurin millum virðið á skuldini, tá skuldin varð stovnað og virðið, tá skuldin verður innloyst ella frígivin. Verður skuldin innloyst við avdráttum, verður íroknaður skattskyldugu inntøkuna so stórur partur, sum svarar til lutfallið millum innloysingarvirðið við frádrátti av útveganarvirðinum og innloysingarvirðið.
Stk. 4. Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv skal vinningur bert roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, um vinningurin er meir enn 10.000 kr. samanlagt um árið. Tap kann bert dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14 av lánsbrøvum, skuldarbrøvum og pantibrøvum, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaði.
Stk. 5. Tap av skuldarum og tap av viðurlagsvinnu verða viðgjørd eftir reglunum í skattalógini.
Stk. 6. Valutakurstap av fíggjarkrøvum og skuld, ið hava samband við skattgjaldarans vinnuvirki, verða viðgjørd eftir reglunum í skattalógini. Tapið verður tikið við í skattskyldugu inntøkuna tað árið, tapið er goldið.

§ 7 Vinningur ella tap við eftirgeving, fyrning, samanrenning, fyrilokan av skuld og orsakað av neyð- skuldarsemju og sjálvbodnari skuldarsemju verða roknað við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14 í tann mun, skuldin verður niðurskrivað niður um kursvirðið á kravinum fyri kravánaranum, tá skuldin varð eftirgivin v.m.
Stk. 2. Reglan í stk. 1 er ikki galdandi, um talan er um gávu, arvaforskot ella arv frá einum av teimum í skattalógini § 29, nr. 3 nevndu persónum. Keyps- og sølurættindi

§ 8. Vinningur ella tap av keyps- og sølurættindum, ið eru fevnd av § 1, nr. 4 skulu roknast við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14 tað árið, vinningurin ella tapið eru ásannað (realisasjónsprinsippið).
Stk. 2. Vinningur ella tap verða gjørd upp sum munurin millum útveganarupphædd og avhendingarupphædd.

Vinningsbýti
§ 9. Vinningsbýti verður roknað við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14. Feløg og grunnar v.m., sum eru fult skattskyldug í Føroyum og eiga 25% ella meiri av partapeninginum/innskotspeninginum í tí útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda skatt av vinningsbýtinum. Skattur skal ikki latast av vinningsbýti til partabrøv/innskotsprógv, sum tað útlutandi felagið sjálvt eigur.
Stk. 2. Av vinningsbýti, sum eitt dótturfelag hevur goldið móðurfelagnum skattafrítt 8. desember 1998 ella seinni, og sum av móðurfelagnum er brúkt til at gjalda skuld, sum beinleiðis ella óbeinleiðis stavar frá keypi av partabrøvum í dótturfelagnum frá likamligum persónum, verður latin skattur á 20% av tí partinum av vinningsbýtinum/útgjaldinum, sum svarar til munin millum áljóðandi virðið á teimum keyptu partabrøvunum og keypspeningin fyri partabrøvini. Henda áseting er bert galdandi, um sølan av partabrøvunum til móðurfelagið er skattafrí.

Rentuinntøkur
§ 10. Fyri likamligar persónar og deyðsbúgv verða rentuinntøkur roknaðar upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14. Fyri feløg og grunnar v.m. verður rentuinntøkan roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.
Stk 2. Niðanfyristandandi rentuinntøkur verða tó ikki skattaðar.
1) Rentur, sum verða góðskrivaðar kontuni fyri eina eftirlønarskipan við innskoti í peningastovni v.m., so leingi tær ikki verða útgoldnar.
2) Renta av ov nógv goldnum skatti.
3) Rentutilskriving av innilæstum dýrtíðarviðbótum, sbrt. lov nr. 7 af 9 januar 1980 om Lønmodtagernes Dyrtidsfond med senere ændringer.

Kapittul 4
Aðrar ásetingar
§ 11. Latan og móttøka av gávu ella arvaforskoti verða roknað sum avhending og útvegan. Avhendingarupphæddin og útveganarupphæddin verða roknað sum virðið í vanligum handli, tá gávan verð- ur latin.
Stk. 2. Endurgjald og tryggingarpeningur verða í hesi lóg javnsett við avhendingarupphædd.

§ 12. Tá vinningur ella tap í sambandi við útlutan av teimum í § 1 nevndu ognum úr einum deyðsbúgvi til hjúnafelaga, arvingar og legatarar verða uppgjørd, verða ásannaður vinningur og ásannað tap ikki roknað upp í skattskyldugu inntøkuna hjá búgvinum.
Stk. 2. Tá virðisbrøv verða útlutað úr einum deyðsbúgvi, kemur móttakarin av útlutingini í skattligu støðuna hjá tí deyða.
Stk. 3. Við teimum avmarkingum, sum tilskilaðar eru í stk. 1 og 2, verða reglurnar í samtíðarskattalógini um skattseting í samband við deyða at nýta í sambandi við sølu av ognum, sum eru fevndar av hesi lóg.

§ 13. Við avhendan í livandi lívi av teimum í §1, nr. 1 nevndu virðisbrøvum kunna partarnir við avhendanina nýta reglurnar í stk. 6 - 8 undir fylgjandi treytum:
1) Avhendanin er til børn, barnabørn, systkin, børn hjá systkjum ella barnabørn hjá systkjum,
2) avhendarin er høvuðsparteigari, jbr. stk. 2 – 4, og
3) hvør avhendan av partabrøvum er í minsta lagi 10% av atkvøðuvirðinum.
Stk. 2. Viðurskifti viðvíkjandi ættleiddum børnum, stjúkbørnum og fosturbørnum í stk. 1 eru javnsett natúrligum ættarbondum.
Stk. 3. Høvuðsparteigari er tann, sum eigur 25% ella meira av partapeninginum, ella sum ræður yvir meira enn 50% av atkvøðuvirðinum. Tá partapeningurin verður gjørdur upp í einum felag, verður sæð burtur frá felagsins egnu partabrøvum.
Stk. 4. Tá avgerast skal, um tann skattskyldugi eigur í minsta lagi 25% av partapeninginum í einum felag ella ræður yvir meira enn 50% av tí samlaða atkvøðuvirðinum, verða partabrøv, sum um somu tíð eru ogn hjá hjúnafelaga, foreldrum, ommum og abbum, børnum og barnabørnum hjá skattskylduga, og hjúnafeløgum teirra ella deyðsbúgv eftir nevndu persónum, íroknað. Viðurskifti viðvíkjandi ættleiddum børnum, stjúkbørnum og fosturbørnum eru javnsett natúrligum ættarbondum. Harumframt skulu íroknast partabrøv, sum eru ogn hjá feløgum, grunnum v.m., har nevndu persónar orsakað av ognarhaldi, viðtøkuavgerð, avtalu ella felags leiðslu hava avgerandi ávirkan.
Stk. 5. Umbýtilig lánsbrøv skulu ikki íroknast, tá avgerast skal, um avhendarin eftir stk. 3 og 4 eigur 25% ella meira av partapeninginum ella ræður yvir meira enn 50% av atkvøðuvirðinum av partapeninginum.
Stk. 6. Vinningur ella tap við avhendan skattast ikki hjá avhendaranum. Útvegarin kemur skattliga í avhendarans stað við avhendanina. Tá útvegarans vinningur ella tap við avhendan skal gerast upp, roknast partabrøvini sum útvegað fyri ta útveganarupphædd, tey vóru fingin til vega av avhendaranum.
Stk. 7. Ásetingarnar í stk. 5 eru ikki galdandi, um útvegarin ikki er fult skattskyldugur í Føroyum, ella útvegarin, sambært ásetingunum í einum tvískattasáttmála, ikki er heimahoyrandi í Føroyum.
Stk. 8. Útvegarin kann ikki í vinningi av virðisbrøvum eftir hesi grein draga frá hall, sum stavar frá tíð- ini áðrenn útveganina av hesum virðisbrøvum.
Stk. 9. Avgerðin um, at útvegarin kemur í avhendarans skattliga stað, skal fráboðast í seinasta lagi, tá avhendarin letur inn sjálvuppgávu.

Kapittul 5
Almennar ásetingar Uppgerð v.m.
§ 14. Ein uppgerð verður gjørd, har vinningur og tap eftir §§ 4, 6, 7, 8, 9, 10 og 28 verða løgd saman.
Stk. 2. Vísir uppgerðin ein vinning, verður latin skattur upp á 35%. Feløg og grunnar v.m. lata skatt upp á 20%.
Stk. 3. Vísir uppgerðin hall, kann hetta dragast frá í uppgerðini eftir hesi grein tey næstu 5 árini. Í hesum tíðarskeiði kann tapið einans flytast til frádrátt fyri eitt seinni inntøkuár, treytað av, at tað ikki rúmast innan fyri ein møguligan nettovinning í einum inntøkuári frammanundan.

§ 15. Feløg og grunnar v.m., sum útluta vinningsbýti, skulu halda aftur ein skatt á 35%. Tá útlutað verður til feløg og grunnar v.m. skal haldast aftur ein skattur á 20%. Í seinasta lagi 14 dagar aftan á aðalfundarsamtykt um hetta, skal felagið, grunnurin v.m. rinda peningin til Toll- og Skattstovu Føroya og leggja við yvirlit yvir, hvussu skatturin er roknaður, og hvørji feløg og grunnar v.m. ikki skulu rinda skatt. Skatturin áliggur tó móttakaranum.
Stk. 2. Hevur felag v.m. ikki goldið afturhildnan skatt sambært stk. 1, verður renta at rokna við 1% um mánaðin frá 1. degi í tí mánaði, sum kemur, eftir at skatturin skuldi verið goldin sambært stk. 1, og til goldið er. Rentan kann ikki dragast frá, tá felagsins skattskylduga inntøka verður gjørd upp eftir skattalógini.
Stk. 3. Vinningsbýti frá feløgum og grunnum v.m., sum ikki eru fevnd av § 1 í skattalógini, verður givið upp, og skatturin goldin sambært ásetingunum í § 18.

§ 16. Renta, sum føroyskir peningastovnar og postgiro geva likamligum persónum og deyðsbúgvum av innistandandi peningi, herav ábyrgdarpeningi í føroyskum sparikassum, er fevnd av hesi grein. Skatturin áliggur kontuhavaranum, men verður av peningastovni ella postgiro, kontuhavarans vegna, rindaður við 35% burtur av tí tilskrivaðu rentuni.
Stk. 2. Peningastovnar og postgiro skulu í seinasta lagi tann 15. í mánaðinum aftaná rentustilskriving avrokna rentuskattin av innistandandi peningi, herundir ábyrgdarpeningi í føroyskum sparikassum, til Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 3. Um skattur ikki er goldin rættstundis sambært stk. 2, verður renta roknað við 1% um mánaðin frá 1. degi í tí manaði, sum kemur eftir, at skatturin skuldi verið goldin, og til goldið er.
Stk. 4. Renta kann ikki dragast frá skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.

§ 17. Aðrar rentur enn tær í § 16 nevndu verða av likamligum persónum og deyðsbúgvum givnar upp, og skatturin goldin sambært ásetingunum í § 18.

§ 18. Tað áliggur skattskylduga at geva upp skattskyldugu upphæddina sambært § 14, § 15 og § 17 á oyðiblað, sum Toll- og Skattstova Føroya letur gera. Oyðiblaðið skal latast Toll- og Skattstovu Føroya samstundis, sum sjálvuppgávan eigur at verða latin inn sambært reglunum í skattalógini. Tey, sum bert hava rentuinntøku frá føroyskum peningastovni ella postgiro, har skatturin er rindaður sambært § 16, skulu tó ikki lata inn oyðiblað.
Stk. 2. Tað áliggur tí skattskylduga at rinda tann í stk. 1 nevnda skatt til Toll- og Skattstovu Føroya. Skatturin fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir, at uppgerð er skrivað út við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.
Stk. 3. Um skatturin ikki er goldin rættstundis sambært stk. 2, verður renta roknað av skattinum við 1% um mánaðin frá 1. degi í tí mánaði, sum kemur eftir, at skatturin skuldi verið goldin, og til goldið er. Rentan kann ikki dragast frá, tá skattskylduga inntøkan verður uppgjørd eftir skattalógini.
Stk. 4. Skatturin eftir hesi lóg fer í landskassan.
Stk. 5. Inntøka hjá feløgum og grunnum v.m., sum skal roknast við í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini, skal gevast upp og rindast eftir reglunum í skattalógini.

Skattur goldin í øðrum landi
§ 19. Skattur, sum er goldin øðrum landi av inntøku haðani, har tvískattasáttmáli ikki er gjørdur, annað- hvørt skatturin er beinleiðis álíknaður ella afturhildin, kann verða drigin frá í tí skatti, sum latin skal verða í Føroyum av hesari inntøku. Frádrigin kann tó ikki verða meira enn tann skattur, sum lutfalsliga fellur á ta í øðrum landi skattaðu inntøkuna, sum eisini er skattað í Føroyum.

Kæra
§ 20. Avgerðir eftir hesi lóg verða tiknar av økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Avgerðir tiknar sambært kap. 1-4 í hesi lóg kunnu innan 4 vikur kærast til Landsskattakærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.
Stk. 3. Freistin í stk. 1 verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Eftirlit
§ 21. Øll, ið eru fevnd av hesi lóg, hava skyldu at leggja fyri Toll- og Skattstovu Føroya, tá hetta verð- ur kravt, øll skjøl, ið kunnu verða til sannan av álíkningini. Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at koma á staðið, fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum hon heldur eru neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi lóg.

Pantiheimild
§ 22. Skattur og sekt, sum stava frá inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi lóg, og eru fallin til gjaldingar, kunnu saman við rentum og innkrevjingarkostnaði verða innheintað við panting.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya fremur panting sambært stk. 1 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.

Revsing
§ 23. Tann, sum við tí í hyggju at sleppa undan at gjalda skatt av inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi lóg, greiðir rangt frá, ella á annan hátt gevur villleið- andi upplýsingar, verður revsaður við sekt ella fongsli upp í 2 ár.
Stk. 2. Er misbrotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt.
Stk. 3. Er lógarbrotið eftir hesi grein framt av einum partafelag, smápartafelag ella tílíkum, kann sektaraábyrgd verða áløgd felagnum sum so.

§ 24. Við sekt verður tann persónur revsaður, sum við vilja ella av stórum gáloysni
1) letur vera við at halda aftur ella avrokna skatt av vinningsbýti eftir § 15
2) letur vera við at avrokna skatt av rentuinntøku eftir § 16.
Stk. 2. Á sama hátt verður tann revsaður, sum móttekur vinningsbýti ella rentuinntøkur vitandi um, at skattur ikki er hildin aftur, sum álagt.
Stk. 3. Er lógarbrotið eftir hesi grein framt av einum partafelag, smápartafelag ella tílíkum, kann sektara- ábyrgd verða áløgd felagnum sum so.

§ 25. Verður lógarbrotið mett ikki at hava harðari revsing við sær enn sekt, kann Toll- og Skattstova Føroya kunna viðkomandi um, at málið kann verða avgjørt uttan rættarsókn, um hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar seg til reiðar innan fyri eina ásetta freist at gjalda eina sekt.
Stk. 2. Viðvíkjandi kunningini, sum er nevnd í stk. 1, verða reglurnar í rættargangslógini um innihald av ákæruriti í løgreglumálum brúktar.
Stk. 3. Verður sektin goldin rættstundis, fellur víðari rættarsókn burtur.
Stk. 4. Tá sakarmál um lógarbrot, nevnd í § 23 og § 24, verða løgd fyri rættin, verða tey viðgjørd sum løgreglumál. Rættarráðini í kap. 72 og 73 í rættargangslógini kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.

Kapittul 6
Gildiskoma
§ 26. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri vinning og tap, sum eru staðfest, fyri rentuinntøkur, sum eru tilskrivaðar, og fyri vinningsbýti, ið er útlutað 16. november 2001 ella seinni.
Stk 2 Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fara úr gildi løgtingslóg nr 40 frá 17. apríl 1986 um skatt av vinningi í sambandi við sølu av virðisbrøvum og løgtingslóg nr. 87 frá 5. juni 1992 um rentuskatt.

Kapittul 7
Skiftisreglur
§ 27. Reglurnar í §§ 28, 29 og 30 fevna um sølu og aðra avhending av teimum í § 1, nr. 1 nevndu virðisbrøvum, ið eru útvegað, áðrenn henda lógin kemur í gildi.

§ 28. Vinningur ella tap í sambandi við sølu av virðisbrøvum verða roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, tá ið hin skattskyldugi hevur útvegað virðisbrøvini minni enn trý ár frammanundan, at søla er farin fram.
Stk. 2. Vinningur ella tap í sambandi við sølu av virðisbrøvum, sum eru staðfest meira enn trý ár eftir, at virðisbrøvini eru útvegað, verða ikki roknað upp í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni.
Stk. 3. Er talan um virðisbrøv, nevnd í § 29, verður vinningur ella tap, sum eru staðfest meira enn 3 ár eftir útveganina, skattað eftir § 14. Við avhending aftaná 10. árið aftaná útveganina av virðisbrøvunum, verður eingin skattur latin.

§ 29. Skattskylda eftir § 28, stk. 3 fyriliggur, tá ið hin skattskyldugi selur partabrøv í einum partafelag, har viðkomandi, onkuntíð innan fyri tey seinastu 5 árini undan virðisbrævasøluni, sjálvur ella saman við niðanfyri nevndu persónum hevur átt 25% ella meira av partapeninginum ella havt ræði yvir meira enn 50% av atkvøðuvirðinum. Við uppgerð av partapeninginum í einum felag verður sæð burtur frá felagsins egnu partabrøvum.
Stk. 2. Í sambandi við avgerðina, um hin skattskyldugi, herundir deyðsbúgv hjá tí skattskylduga, hevur átt í minsta lagi 25% av partapeninginum í einum felag ella havt ræði yvir meira enn 50% av tí samlaða atkvøðuvirðinum, verða tald við tey partabrøv, sum hjúnafelagin hjá tí skattskylduga samstundis átti, og somuleiðis foreldur hansara og abbar og ommur, umframt børn og barnabørn og hjúnafelagar hjá hesum ella deyðsbúgv eftir nevndu persónar.
Stk. 3. Partabrøv, sum ein fyrrverandi hjúnafelagi hjá teimum í stk. 2 nevndu persónum hevur átt, og partabrøv, ið ein núverandi hjúnafelagi hjá teimum í stk. 2 nevndu persónum hevur selt áðrenn giftuna, verða ikki roknað við.
Stk. 4. Herumframt verða partabrøv tald við, sum hoyra til feløg, har frammanfyri nevndu, orsakað av partabrævaogn, viðtøkum, avtalu ella felags leiðslu, hava havt eina avgerandi ávirkan.

§ 30. Vinningur ella tap eftir § 28 verður gjørt upp sum munurin millum útveganarupphæddina og avhendingarupphæddina fyri avvarðandi partabrøv v.m. Hevur partabrævaeigari fleiri partabrøv við somu rættindum í sama felag, verður tað, sum fyrst er útvegað, roknað sum fyrst avhendað (FIFO prinsippið).
Stk. 2. Frípartabrøv, rættindi til frípartabrøv og tekningsrættindi, ið eru tillutað, verða roknað fyri útvegað fyri 0 kr.

§ 31. Hall, ið skattgjaldarin hevði rætt til at føra fram eftir virðisbrævaskattalógini, kann førast fram til frádrátt í uppgerðini eftir § 14. Tó kann hall ongantíð førast fram meira enn 5 ár eftir tað árið, hallið varð staðfest.


Tórshavn, 21. desember 2001

Anfinn Kallsberg, (sign.)
løgmaður

L.m. 35/2001

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at