Skriva út

Løgtingslóg nr. 16 frá 14. februar 2000 um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi
(Kolvetnisskattafyrisitingarlógin)


Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1
Vanligar reglur

§ 1. Undir hesa lóg koma øll, sum verða sett í skatt eftir reglunum í løgtingslóg um skatt av inntøkum av kolvetnisvirksemi.
Stk. 2. Vanligu reglurnar í skattalóggávuni um at lata inn sjálvuppgávu, álíkning, rætt til kæru, eftirlit, innkreving og revsing eru galdandi við teimum broytingum, ið henda løgtingslóg hevur við sær.

Kapittul 2

Álíkning
§ 2. Skattskyldug, sum koma undir kolvetnisskattalógina, verða sett í skatt av Toll- og Skattaráð Føroya. Tey verða sett í skatt av:
um
1) inntøku, sum kemur undir kapitul 2 í kolvetnisskattalógini og
2) aðrari inntøku, sum er skattskyldug her á landi.
Stk. 2. Toll- og Skattaráð Føroya kann heimila Toll- og Skattstovu Føroya at útinna myndugleikan sambært stk. 1.

§ 3. Tá fullfíggjað sjálvuppgáva er latin inn, og skattavaldið ætlar at líkna aðra peningaupphædd enn ta sjálvuppgivnu, skal skattavaldið skrivliga boða tí skattskylduga frá hesum og geva honum høvi til skrivliga ella munnliga at geva til kennar áskoðan sína um ætlaðu broytingina. Í slíkum førum og í førum, tá álíknað verður, uttan at fullfíggjað sjálvuppgáva er latin inn, skal tann skattskyldugi hava skrivliga og grundgivna fráboðan um álíkningina saman við kæruvegleiðing.
Stk. 2. Hevur skattavaldið gjørt eina álíkning, kann tað sjálvboðið ella eftir áheitan frá tí skattskylduga taka hana upp til nýggja viðgerð og broyta hana. Skattavaldið kann tó ikki broyta eina álíkning, sum Landsskattakærunevndin hevur gjørt úrskurð um. Áðrenn skattavaldið broytir eina álíkning, skal tann skattskyldugi hava høvi til skrivliga ella munnliga at geva til kennar áskoðan sína. Tann skattskyldugi skal hava skrivliga og grundgivna fráboðan um slíkar broytingar saman við kæruvegleiðing.

Kapittul 3

Skattur av inntøkum av kolvetnisvirksemi
§ 4. Skattur av inntøkum av kolvetnisvirksemi, sum kemur undir kapittul 2 í kolvetnisskattalógini, fellur til gjaldingar í trimum eins stórum gjøldum, tann 1. oktober, 1. november og 1. desember í árinum aftaná inntøkuárið, jbr. § 16.
Stk. 2. Um broyting verður gjørd, sum hevur við sær, at álíknaði skatturin verður hækkaður, fellur hækkingin til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftaná, at skattarokning er send út við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum. Verður hesin skattur og skattur sambært stk. 1 ikki goldin rættstundis, verður afturat upphæddunum árlig renta skuldskrivað frá gjaldkomudegnum, samsvarandi lógini um at gjalda rentur, tá ið ov seint verður goldið.
Stk. 3. Um broyting verður gjørd, sum hevur við sær, at álíknaði skatturin verður lækkaður, skal ov nógv goldna upphæddin vera afturgoldin áðrenn tann 20. í mánaðinum aftaná, at fráboðanin er send út. Av tí ov nógv goldna skattinum verður árlig renta góðskrivað frá gjalddegi, samsvarandi lógini um at gjalda rentur, tá ið ov seint verður goldið. Áðrenn ov nógv goldni skatturin verður útgoldin, skal hann mótroknast í møguligum skattum, avgjøldum og rentum, sum landskassin eigur á hjá tí skattskylduga. Mótrokning kann eisini fremjast fyri falnar skattir, avgjøld og rentur til landskassan, sum tann skattskyldugi ábyrgdast fyri eftir § 12 í hesi lóg.

Kapittul 4

Skattur av lønarinntøku
§ 5. Skattur av inntøku eftir reglunum í § 11, stk. 2, í kolvetnisskattalógini verður kravdur inn á tann hátt, at hann, sum rindar A-inntøkuna (tann ávísingarskyldugi), skal ávísa bruttoupphæddina um eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað. Reglurnar um A-inntøku í kapittul 6 í skattalógini eru galdandi fyri tann ávísingarskylduga í tann mun, tær ikki ganga ímóti reglunum í hesi løgtingslóg og kolvetnisskattalógini.
Stk. 2. Áðrenn A-inntøka kann útgjaldast, skulu bæði tann ávísingarskyldugi og løntakarin vera skrásettir hjá skattavaldinum. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um ávísing, útrokning, innkrevjing o.a.

Kapittul 5

Skyldu at geva upplýsingar
§ 6. Loyvishavari hevur skyldu til ókravdur at savna saman og lata skattavaldinum allar upplýsingar, sum eru kravdar eftir §§ 7 og 8 í hesi lóg, og sum viðvíkja teimum skattskyldugu, sum sambært loyvi hansara reka virksemi, ið kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, sum arbeiðstakarar ella løntakarar.
Stk. 2. Loyvishavari eftir hesi lóg er hann, sum sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi hevur fingið loyvi til, og sum setir í verk forkanningar, leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann fyriseta neyvari reglur um skylduna hjá loyvishavara at savna saman upplýsingar eftir stk. 1.

§ 7. Skattskyldug, sum reka virksemi, ið kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, skulu ókravd lata avvarðandi loyvishavara eftir § 6, stk. 2, upplýsingar um arbeiðsavtalur, ið tey gera við persónar ella feløg v.m.
Stk. 2. Upplýsingarskyldan eftir stk. 1 fevnir um, hvat slag av arbeiði avtala er gjørd um, navn á persóni ella felag, sum ger arbeiðið, møguligt virkistal, nær og hvar arbeiðið verður gjørt, sáttmálaupphædd, tann væntaða útgoldna lønarupphæddin tilsamans saman við avriti av møguligari skrivligari arbeiðsavtalu.

§ 8. Arbeiðsgevari, sum rekur virksemi, ið kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, skal ókravdur lata avvarðandi loyvishavara eftir § 6, stk. 2, upplýsingar um persónar, hann hevur í starvi, og sum arbeiða á teimum økjum, sum nevnd eru í § 1 í kolvetnisskattalógini.
Stk. 2. Upplýsingarskyldan eftir stk. 1 fevnir um navn starvsfólksins, føðingardag, møguligt persóntal, bústað, skattligan heimstað, navn arbeiðsgevarans og møguligt virkistal hansara, arbeiðspláss, slag av arbeiði, og hvussu leingi arbeiðið væntast at vara, sum starvið beinleiðis hevur samband við.

§ 9. Tá loyvishavari eftir § 6, stk. 2, ger arbeiðsavtalu, sum er umrødd í § 7, ella hevur í starvi persónar, sum umrøddir eru í § 8, hevur hann samsvarandi skyldu til ókravdur at lata skattavaldinum tær í §§ 7 og 8 nevndu upplýsingar.
Stk. 2. Upplýsingar sambært §§ 7 og 8 skulu latast skattavaldinum í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at arbeiðið er byrjað.
Stk. 3. Um tær í §§ 7 og 8 nevndu upplýsingar ikki verða latnar skattavaldinum rættstundis, kann skattavaldið leggja á dagliga sekt fyri at tvinga innlating av upplýsingunum.

§ 10. Flogfeløg, reiðarí og aðrar flutningsfyritøkur hava skyldu til ókravd at lata skattavaldinum nøvn á ferðafólkum, sum tey flyta til og frá økjum, har virksemi verður rikið, sum kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur fyri, hvussu og nær hesar upplýsingar skulu latast.

Kapittul 6

Eftirlit
§ 11. skattavaldið kann uttan rættarúrskurð og uttan at siga frá frammanundan koma á staðið fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum, tað heldur, eru neyðugar fyri at fremja skatta- og avgjaldseftirlit eftir reglunum í hesi lóg, kolvetnisskattalógini ella aðrari skatta- og avgjaldslóggávu.

Kapittul 7

Ábyrgd av at rinda skatt og avgjøld til landskassan
§ 12. Ávísingarskyldug, sum ikki gera sína skyldu, tá løn verður ávíst, ella ávísa ov lítla upphædd, ábyrgjast beinleiðis mótvegis skattavaldinum fyri gjalding av írestandi falnum skattum og rentum.
Stk. 2. Loyvishavari eftir § 6, stk. 2, ábyrgist til fulnar fyri ógoldnar skattir, avgjøld og falnar rentur sambært kolvetnisskattalógini og aðrari skattalóggávu, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans ella undirarbeiðstakari í seinna liði skylda landskassanum.
Stk. 3. Kann eitt skattakrav móti einum arbeiðstakara, sum hevur skattskyldu eftir kolvetnisskattalógini, ikki gerast nágreiniliga upp, tí tann skattskyldugi hevur ikki latið inn fullfíggjaða sjálvuppgávu ella ikki hildið aðrar skyldur sambært skattalóggávuni, kann skattavaldið áseta kravið til at vera 5% av sáttmálaupphæddini fyri avvarðandi arbeiðstøku.

§ 13. Skyldugir skattir, avgjøld og falnar rentur fella til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftaná, at skattavaldið hevur sett krav fram um gjalding við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.
Stk. 2. Goldin peningakrøv eftir § 12, stk. 2, kunnu ikki dragast frá í útrokning av inntøku, tá inntøkan skal nýtast til at rokna skatt ella avgjøld. Sama er galdandi fyri útreiðslur av at gera upp møguliga fíggjarliga ábyrgd av skatti og avgjøldum, her íroknað útreiðslur av at veita trygd fyri skatta- og avgjaldskrøvum o.ø.

Kapittul 8

Sjálvuppgávan v.m.
§ 14. Sjálvuppgávan fyri inntøkuárið verður latin inn í seinasta lagi 1. juni í árinum aftan á inntøkuárið. Skattavaldið letur gera oyðubløð, sum skulu nýtast av tí skattskylduga, tá inntøkan verður sjálvuppgivin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innlating av upplýsingum og reglur um útgreiningar av roknskapartilfari, sum skal latast inn við sjálvuppgávuni.
Stk. 3. Løntakarar, sum rinda bruttoskatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, skulu ikki lata inn sjálvuppgávu.

Kapittul 9

Kæra og rættarsókn
§ 15. Tann, sum er settur í skatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, hóast hann eisini er settur í skatt eftir reglunum í skattalógini, kann kæra skattsetingina til Landsskattakærunevndina eftir reglunum í §§ 24 og 25 í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting.
Stk. 2. Tann, sum er settur í skatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, ella Toll- og Skattaráð Føroya kann skjóta úrskurð hjá Landsskattakærunevndini inn fyri Føroya rætt. Í slíkum førum skal stevning latast rættinum innan eitt ár eftir úrskurð Landsskattakærunevndarinnar.
Stk. 3. Toll- og Skattaráð Føroya er rætti stevndi í málum, sum verða skotin inn fyri Føroya rætt.

Kapittul 10

Aðrar ásetingar
§ 16. Inntøkuárið hjá teimum, sum eru skattskyldug eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, er álmanakkaárið.

§ 17. Skattskyldug, sum koma undir reglurnar í kapittul 2 í kolvetnisskattalógini, skulu goyma roknskapir og øll skjøl, sum hoyra til í 10 ár aftaná enda roknskaparársins. Hevur tann skattskyldugi loyvir ella rættindi, sum vara longri enn 10 ár, eru fyri sama tíðarskeið galdandi reglurnar um álíkning, upplýsingar, eftirlit og ábyrgd eftir hesi lóg, kolvetnisskattalógini og skatta- ella avgjaldslóggávuni annars.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu skattskylduga inntøkan skal gerast upp, og hvussu roknskapargrundarlagið skal vera, um einki er ásett í galdandi lóggávu.

Kapittul 11

Gildiskoma
§ 19. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at