Skriva út

Løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Lógarøki
§ 1. Skyldu til at rinda tøkugjald og loyvisskatt sbrt. hesari løgtingslóg hava allar fyritøkur og allir einstaklingar, sum reka vinnuliga alivinnu í Føroyum. Sum alivinna verður roknað virksemi á smoltstøðum, aling av fiski í sjónum og kryvjing á landi.

Tøkugjald
§ 2. Fyritøkur og einstaklingar, sum eru fevnd av § 1, skulu í sambandi við tøku av alifiski rinda avgjald til landskassan.
Stk. 2. Avgjaldsgrundarlagið er grundað á mánaðarligu tøkuna av alifiski í kruvdari vekt, faldað við miðal altjóða marknaðarprísinum í sama mánaði.
Stk. 3. Við átekning í fíggjarlógini til inntøkujáttanina í fíggjarárinum verður ásett, hvør altjóða marknaðarprísur verður nýttur.
Stk. 4. Gjaldið er 0,5% av avgjaldsgrundarlagnum.
Stk. 5. Gjald verður ikki rindað av tøku, ið landsdjóralæknin hevur álagt alara at fremja, og sum ikki kann seljast til marknaðarvirði.
Stk. 6. Upplýsingar um mánaðarligu tøkuna av alifiski skulu innan 15. í mánaðinum aftan á tøkuna latast TAKS. Um upplýsingarnar um tøku ikki verða latnar TAKS innan ásettu freistina, verður sekt á kr. 1.000 løgd afturat tøkugjaldinum fyri avvarðandi mánað.
Stk. 7. Tøkugjaldið fellur til gjaldingar í 4 gjøldum ávikavist 1. februar, 1. mai, 1. august og 1. oktober við gjaldfreist til 20. í mánaðinum. Verður tøkugjaldið ikki goldið rættstundis, verður renta roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum
Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, hvussu gjaldið verður rindað, eins og hann kunnar um marknaðarprísin sbrt. stk. 3.

Loyvisskattur
§ 3. Inntøka frá alivinnu sbrt. § 1 verður áløgd ein loyvisskatt, sum er 4,5% av skattskyldugu inntøkuni. Loyvisskatturin fer í landskassan.
Stk. 2. Skattskyldug, sbrt. hesi grein, hava skyldu til at fyribilsskráseta seg við inntøku eftir hesi grein, innan 1. oktober í inntøkuárinum.
Stk. 3. Í skattaroknskapinum hjá teimum, sum hava inntøku eftir hesi grein, skal serstøk uppgerð gerast fyri loyvisskattin. Uppgerðin verður latin inn saman við sjálvuppgávuni. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.
Stk. 4. Loyvisskatturin fellur til gjaldingar í 3 gjøldum ávikavist 1. oktober, 1. november og 1. desember í inntøkuárinum við gjaldfreist til 20. í mánaðinum. Verður skatturin eftir hesi grein ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum.
Stk. 5. Fyri avlopsskatt, ið stavar frá inngjaldi eftir hesi grein, verður renta ikki latin.

Kærumøguleikar
§ 4. Avgerðir, tiknar sbrt. hesi løgtingslóg, kunnu innan 4 vikur kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Stk. 2. Freistin verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Pantiheimild
§ 5. Avgjald, skattur og sekt, sum stava frá hesi løgtingslóg, og eru fallin til gjaldingar, kunnu saman við rentum og innkrevjingarkostnaði verða innheintað við panting.
Stk. 2. TAKS fremur pantingina eftir reglunum í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt fyri innkrevjing av skattum.

Gildiskoma
§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi frá framløgudegnum. Men tó fær § 3 gildi frá 1. januar 2014.

Framløgudagur er 7. mars 2014
Givið út 23. mai 2014

Lm. nr. 130/2013


Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaðurm.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at