Skriva út

Løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald

Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1. Sambært hesi lóg skal avgjald rindast til landskassan í øllum liðum av vinnuligari sølu av vørum og tænastum og við innflutning úr útlondum.

I. Vavið á avgjaldsskylduni
§ 2. Avgjaldsskyldan er galdandi fyri allar nýggjar og brúktar vørur. Gass, vatn, ravmagn, hiti o.t. eru at rokna sum vørur.
2. stk. Avgjaldsskyldan er galdandi fyri allar tænastur, undantikið tær, sum eru nevndar í 3. stk.
3. stk. Hesar tænastur eru undantiknar avgjaldsskylduni:
a. Viðgerð á sjúkrahúsi, læknavirksemi, tannlækna- og annað dentalvirksemi, kiropraktik, fysioterapi og onnur verulig heilsurøkt.
b. Almanna umsorgan og stuðul, herímillum vøggustovur, barnagarðar, frítíðarheim, vistarheim, umlættingarheim o.t. privatir ella almennir stovnar.
c. Undirvísing í skúla ella á fróðskaparsetri, faklig útbúgving, herímillum endurútbúgving, og onnur frálæra, ið líkist skúla ella fakligari útbúgving. Undirvísing í máli, tónleiki, fimleiki, handarbeiði, tekning, bókhaldi og maskinskriving er at rokna sum sovorðin útbúgving.
d. Mentunarligt virksemi, herímillum bókasøvn og forngripasøvn, o.t. Tó eru útvarps- og sjónvarpssendingar, sýning av sjónleiki og filmi, konsertir o.t. avgjaldsskyldug.
e. Ítróttur og ítróttartiltøk. Tó eru tiltøk, sum professionellir ítróttarluttakarar luttaka í, avgjaldsskyldug, fótbóltsdystir tó bert, tá professionellir leikarar eru á báðum liðum.
f. Fólkaflutningur.
g. Tænastur hjá postverkinum.Tó er pakkapostur avgjaldsskyldugur.
h. Útleiga, uppsiting og umsiting av fastari ogn. Tó er útleiga av kamari á hotelli, gistingarhúsi o.t. avgjaldsskyldug, útleiga av kamari á virki, ið leigar út í tíðarskeið, sum er styttri enn 1 mánað, og útleiga av camping-, parkerings- og reklamuplássi.
i. Tryggingarvirksemi.
j. Banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi. Tó er útleiga av bankaboksum avgjaldsskyldug.
k. Eydnuspæl og tílíkt.
l. Rithøvunda- og tónaskaldavirksemi og annað listarligt virksemi.
m. Tænastur beinleiðis í samband við jarðarferðir.
n. Ferðamannastovuvirksemi og ferðamanna leiðbeiningar- og upplýsingarvirksemi.
4. stk. Landsstýrið kann áseta nærri treytir fyri tey undantøk frá avgjaldsskyldu, ið eru nevnd í 3. stk.
5. stk. Landsstýrið kann áseta nærri reglur fyri frítøku frá avgjalddskylduni í samband við tiltøk, hvørs yvirskot óskerd fara til vælgerandi endamál ella endamál, sum á annan hátt eru almannagagnlig.

II. Virki, ið skulu rinda avgjald

§ 3. Avgjald skal rindast av:
a. Tí, sum rekur sjálvstøðugt vinnuvirki við sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum.
b. Lutafeløgum og øðrum feløgum, hóast felagið bert selur til limir ella bert selur vørur og tænastur hjá limum.
c. Almennum veitingarvirkjum, sum selja vørur og avgjaldsskyldugar tænastur.
d. Øðrum ríkis-, lands- ella kommunalum stovnum, í tann mun teir selja vørur og avgjaldsskyldugar tænastur í kapping við vinnurekandi virki.
e. Tí, sum skipar fyri uppboðssølum.
2. stk. Í samráð við nevndina, sum er umrødd í § 35, avger landsstýrið, í hvønn mun vinnurekandi virki og feløg skulu rinda avgjald av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, tá tær bert verða framleiddar ella gjørdar til egna nýtslu hjá virkinum ella felagnum, og í hvønn mun kommunur kunnu fáa endurgoldið avgjald sambært hesi lóg av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum.
3. stk. Latingar av gassi, vatni, ravmagni og hita sum liður í útleigu av húsi ella húsarúmi hevur ikki við sær skyldu at rinda avgjald.
4. stk. Søla av egnum listaverki av tí slagnum, ið hoyrir undir vøruflokk 9701-9703 í toll- og vøruskránni hevur ikki við sær skyldu at rinda avgjald.
5. stk. Servering og útleiga av kamari á skúlum og skeiðvirksemi í samband við egna frálæru hevur ikki við sær skyldu at rinda avgjald.

§ 4. Tann, sum hevur eina árliga sølu av vørum og tænastum, ið er minni enn 20.000 kr., skal ikki rinda avgjald sambært § 3.
2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur, soleiðis at onnur virki verða frítikin fyri at rinda avgjald sambært § 3.

§ 5. Tann, sum sambært §§ 3-4 skal rinda avgjald, skal fráboða virki sítt til skrásetingar hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Hetta er eisini galdandi fyri útlendsk virki. Hevur eitt virki ikki deild ella tílíkt her á landi, skal tað skrásetast við persóni, ið er búsitandi her á landi, ella við virki, sum hevur sølustað her á landi.
2. stk. Hevur viðkomandi fleiri virki, skulu hesi fráboðast til skrásetingar undir einum. Verður roknskapur førdur fyri hvørt virki sær, kunnu virkini kortini eftir áheitan verða skrásett hvørt sær.
3. stk. Skrásetingarskyldug virki, sum ikki hava sama ánara, kunnu eftir áheitan verða skrásett undir einum.
4. stk. Virki, sum verða skrásett undir einum, eru at rokna sum eitt virki.
5. stk. Fráboðan til skrásetingar skal fara fram í seinasta lagi 8 dagar, áðrenn virksemi byrjar. Broytingar í ánaraviðurskiftum, leiðsluábyrgd ella staði skulu fráboðast, áðrenn 8 dagar eftir, at broytingin er farin fram.
6. stk. Skrásett virki fáa útflýggjað prógv um skráseting.
7. stk. Virki, ið eru skrásetingarskyldug sambært hesi lóg, skulu fráboða virki sítt til skrásetingar hjá Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 31. oktober 1992.

§ 6. Landsstýrið kann áseta reglur um skráseting eftir áheitan frá virkjum, sum selja aðrar tænastur enn tær, ið sambært § 2 eru avgjaldsskyldugar (sjálvboðin skráseting).
2. stk. Virki, ið eru sjálvboðin skrásett, skulu rinda avgjald av sølu av tænastum, sum eru umfevndar av sjálvbodnu skrásetingini.
3. stk. Sjálvboðin skráseting kann í fyrsta lagi halda uppat 2 ár eftir skrásetingina.

III. Avgjaldsskylduga virðið

§ 7. Við sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum er avgjaldsskylduga virðið, samsýningin, ikki íroknað avgjaldið sambært hesi lóg.
2. stk. Við í avgjaldsskylduga virðið skal roknast:
a. Tey avgjøld sambært øðrum avgjaldslógum, sum eru uppkravd í undanfarnum søluliðum, ella sum skulu rindast í samband við innflutning úr útlondum, ella sum eitt virki hevur skyldu at gjalda í samband við viðkomandi sølu.
b. Tær útreiðslurnar til pakking, sending, trygging og tílíkt, sum eru við í prísinum, ella sum latarin krevur serstakt gjald fyri frá móttakaranum.
c. Íbindingar- og stovningargjald og aðrar upphæddir, sum latarin krevur frá móttakaranum sum treyt fyri, at vørur og avgjaldsskyldugar tænastur kunnu verða latnar.
d. Umboðsløn o.t. og uppboðssøluløn.
e. Kassaavsláttur og annar avsláttur, ið er treytaður av krøvum, sum ikki eru lokin við latingina (faktureringina).
f. Ískoyti til avgjalding og fígging o.t.
3. stk. Rentur, ið vera roknaðar av tí til eina og hvørja tíð skylduga partinum av keypspeninginum, kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga virðið, treytað av at tað er ávíst í keypssáttmálanum ella fylgiskjali viðvíkjandi gjalding, hvussu stórur partur rentan er av hvørjari einstakari gjalding.

§ 8. Fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, sum verða brúktar av handhavanum av virkinum, er avgjaldsskylduga virðið keypsprísurin ella framleiðsluprísurin, ikki íroknað avgjaldið sambært hesi lóg, javnber tó 3. stk. Sama er galdandi fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, sum verða brúktar til endamál, sum ikki viðvíkja sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum hjá virkinum, ella til endamál, sum nevnt í § 16, 3. stk. Við í avgjaldsskylduga virðið skulu roknast avgjøld, sum nevnt í § 7, 2. stk. punkt a. Hevur virki sjálvt innflutt vørurnar frá útlondum, verður eitt sambært reglunum í § 27, 2. stk. ásett virði við møguligum tolli løgdum aftrat, roknað sum keypsprísurin.
2. stk. Fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, sum heilt ella fyri ein part verða latnar móti aðrari gjalding enn við peningi (býtishandil), er avgjaldsskylduga virðið vanligi prísurin hjá virkinum við sølu av viðkomandi vøru ella tænastu. Er eingin slíkur vanligur søluprísur, er avgjaldsskylduga virðið ein roknaður søluprísur, sum skal fevna um allar útreiðslur og vinning, sum vanliga verða roknað við í avgjaldsskylduga virðið fyri vørur ella tænastur av viðkomandi slagi.
3. stk. Fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, sum eitt virki nýtir við bygging av fastari ogn til nýtslu hjá handhavanum av virkinum, verður avgjaldsskylduga virðið ásett á tann hátt, sum er nevndur í 2. stk. Sama er galdandi fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, sum virkið brúkar við bygging av fastari ogn fyri egna rokning, tá ið ognin skal nýtast til endamál, sum ikki viðvíkja keypi og sølu hjá virkinum av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, herímillum til sølu ella útleigu, ella til endamál sum nevnt í § 16, 3. stk.

§ 9. Eru felags áhugamál millum lataran og móttakaran av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, t.d. soleiðis, at annar er búskaparligt áhugaður í virki ella ogn hjá hinum partinum, kann landsstýrið krevja, at avgjaldsskylduga virðið skal ásetast á tann hátt, sum er ásettur í § 8, 2. stk.
2. stk. Fyri bólkar av virkjum kann landsstýrið áseta fyridømispeninganøgd, sum vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, ið verða nýttar sum nevnt í § 8, 1. stk., kunnu avgjaldsavgreiðast sambært. Í førum tá ið avgjaldsskylduga virðið verður ásett eftir eini útrokning, kunnu somuleiðis ásetast reglur um avgjaldsavgreiðslu sambært fyridømispeninganøgd.

§ 10. Við sølu av brúktum persónmotorakførum og av vøru- og lastmotorakførum kann ein sølumaður - tá avgjald ikki er fakturerað sambært hesi lóg við útflýggjan til sølumannin - avgjaldsavgreiða akfarið grundað á eitt avgjaldsskyldugt virði, sum er 83,33% av muninum millum keypsprísin og søluprísin, avgjaldið íroknað. Fer søluprísurin ikki upp um keypsprísin, verður einki avgjald roknað.
2. stk. Fyri virki, ið leiga út motorakfør, og fyri koyriskúlar verður reglan sambært 1. stk. í hesi grein galdandi.
3. stk. Verður avgjaldið roknað sambært grundarlagnum, í 1. ella 2. stk., má hvørki avgjaldsupphæddin ella nakað annað, sum ger tað møguligt at rokna avgjaldsupphæddina, vera nevnt í fakturanum fyri viðkomandi sølu.
4. stk. Sum brúkt akfør eru at rokna akfør, sum, tá ognað verður, eru ella hava verið skrásett her á landi, javnber ferðslulógina.

IV. Vavið á avgjaldsskyldugari sølu

§ 11. Avgjaldsskyldug søla hjá skrásettum virkjum fevnir um latingar móti gjalding og vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, sum eru framleiddar ella umboðaðar á virkinum, og sum verða tiknar í nýtslu av handhavanum á virkinum. Harumframt fevnir avgjaldsskyldug søla um vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, ið verða tiknar í nýtslu til endamál, sum ikki viðvíkja sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum hjá virkinum, ella til endamál sum nevnt í § 16, 3. stk.
2. stk. Avgjaldsskyldug søla á ríkis-, lands- ella kommunalum stovnum av tí slagnum, sum er nevnt í § 3, 1. stk., punkt d, fevnir einans um latingar móti gjalding til annan enn viðkomandi ríkis-, lands- ella kommunalan stovn, ella tær kommunur, sum eru partaeigarar í stovninum.
3. stk. Við í avgjaldsskylduga sølu skal roknast søla v.m. av vørum, sum virkið hevur móttikið í umboðssølu ella søluumboði.
4. stk. Søla v.m. av maskinum og øðrum rakstrargøgnum hjá virkinum verður roknað við í avgjaldsskylduga sølu. Sama er galdandi fyri vørugoymslu, maskinur og onnur rakstrargøgn, tá virkið frámeldar frá skráseting.

§ 12. Avgjaldsskyldug søla fevnir ikki um:
a. Vørur, sum av virkinum verða útfluttar til útlond, og tænastur, sum vera gjørdar í útlondum.
b. Flutning av vørum her á landi, tá flutningurin fer fram beinleiðis til ella frá útlondum.
c. Arbeiðstænastur á vørur, tá tænastan verður gjørd fyri útlendska rokning, og virkið eftir viðgerðina útflytir vørurnar til útlond, og konstruktión og skapan av vørum fyri útlendska rokning, tá framleiðslan av vørunum skal fara fram uttanlands.
d. Prosjekteringsarbeiði v.m. viðvíkjandi bygningum og aðrari fastari ogn uttanlands.
e. Neyðuga útgerð, sum verður latin til nýtslu um borð á flogfari og skipi í uttanlandsferðslu (undantikið sportsflogfør og lystfør), og tænastur, sum verða gjørdar fyri slík flogfør og skip.
f. Sølu og útleigu av flogførum og av skipum, sum eru 5 GT og meira, undantikið sportsflogfør og lystfør.
g. Umvælingar-, viðlíkahalds- og ísetingararbeiði av fastari útgerð í tey flogfør og skip, sum eru nevnd í punkt f, og tilfar, sum er latið av viðkomandi virki í hesum sambandi.
h. Søla av tíðindabløðum.
i. Útlendsk tíðarrit í blaðhaldi, tá haldaragjaldið er fingið í lag millum haldaran og útlendska útgevaran.
j. Søla undantikin sølu til heilsølu ella smásølu av fiski og skeljadýrum, lindýrum og øðrum ryggleysum vatndýrum (jbr. 3. kap. í Toll- og vøruskránni).
2. stk. Landsstýrið kann áseta nærri treytir fyri nýtslu av 1. stk. og gera av, at tænastur, sum verða gjørdar fyri útlendska rokning í øðrum førum, kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu.
3. stk. Landsstýrið ásetir reglur um, at hóast ásettu regluna í 2. stk. kann søla, ið er útleiging av kamari til útlendsk ferðafólk, haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu.
4. stk. Landsstýrið kann áseta, um og í hvønn mun vistir, sum verða latnir skipum ella flogførum til nýtslu um borð ella til sølu til ferðafólk v.m., kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu.
5. stk. Við í avgjaldsskylduga sølu skal ikki roknast søla av vørum, sum burturav eru fingnar ella tiknar í nýtslu til tey endamál, sum eru nevnd í § 16, 3. stk.
6. stk. Avhending av vørugoymslu, maskinum og øðrum rakstrargøgnum kann ikki roknast við í avgjaldsskylduga sølu, tá avhendingin fer fram sum liður í eini avhending av virkinum ella einum parti av hesum, og nýggi handhavin rekur skrásett virki. Virkið skal innan 8 dagar eftir avhendingina geva Toll- og skattstovu Føroya fráboðan um navn og bústað hjá nýggja handhavanum og um søluprísin á vørugoymslu, maskinum og øðrum rakstrargøgnum, ið verða avhendað.
7. stk. Landsstýrið ásetir reglur um, at avgjaldsskyldug søla sambært hesi lóg ikki fevnir um sølu av bókum.

V. Uppgerð av avgjaldsskyldugari sølu

§ 13. Avgjaldsskyldug søla hjá einum virki í einum avgjaldstíðarskeiði verður uppgjørd sum samlaða avgjaldsskylduga virðið á teimum latingum av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, sum eru farnar fram innan tíðarskeiðið.
2. stk. Fylgir fakturi fyri eina lating, er faktureringin at rokna sum lating, í tann mun fakturering fer fram innan ella skjótast aftaná, at latingin er endað.
3. stk. Fer gjaldingin heilt ella partvís fram, áðrenn latingin er endað, ella áðrenn fakturin verður givin út, skulu 83,33% av upphæddini roknast við í avgjaldsskylduga sølu fyri tað avgjaldstíðarskeiðið, sum gjaldingin er farin fram í.
4. stk. Vørur, sum verða latnar í umboðssølu ella søluumboði, kunnu annaðhvørt verða roknaðar við í avgjaldsskylduga sølu í tí tíðarskeiði, tá ið útflýggjanin fer fram, ella sølu í tí tíðarskeiði, tá ið avrokningin við umboðssølumannin ella søluumboðsmannin fer fram. Í seinast nevnda føri má fakturi sambært § 17 ikki verða givin út, fyrr enn avrokning fer fram.
5. stk. Við uppgerð av avgjaldsskyldugari sølu kunnu verða frádrigin 83,33% av upphæddum, sum eru endurrindaðar viðskiftafólki fyri vørur, sum virki hevur fingið aftur.
6. stk. Við uppgerð av avgjaldsskyldugari sølu kunnu 83,33% verða frádrigin av staðfestum tapi av krøvum viðvíkjandi latnum vørum og avgjaldsskyldugum tænastum. Verða krøvini seinni heilt ella partvís goldin, skulu 81,30% av móttiknu upphæddunum roknast við í avgjaldsskyldugu søluna, uttan so at gjaldingin fæst sambært § 96 í konkurslógini.
7. stk. Við uppgerð av avgjaldsskyldugari sølu kunnu kassaavsláttur og annar avsláttur, sum er treytaður av krøvum, sum ikki eru lokin við latingina, verða drigin frá, um so er, at avslátturin seinni verður effektivur, og treytað av, at avslátturin er veittur einum skrásettum virki, sum kann rokna avgjaldið við fyri viðkomandi lating við uppgerð av sínum inngangandi avgjaldi, javnber § 15, 3. stk. Frádrátturin er treytaður av, at kreditnota verður útflýggjað fyri veittan avsláttur, har avgjaldið er tilskilað, javnber § 17, 1. og 2. stk.
8. stk. Vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, ið verða nýttar av handhavanum á virkinum, verða roknaðar við í avgjaldsskylduga sølu í tí avgjaldstíðarskeiðinum, tá tær eru tiknar í nýtslu. Sama er galdandi fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, sum verða nýttar til endamál, sum ikki viðvíkja sølu hjá virkinum av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, ella til endamál, sum nevnt í § 16, 3. stk.

VI. Avgjaldssatsurin

§ 14. Avgjaldið er 20% av avgjaldsskyldugu søluni.

VII. Avgjaldið

§ 15. Skrásett virki skulu fyri hvørt avgjaldstíðarskeið gjalda landskassanum munin millum útgangandi og inngangandi avgjald, javnber § 20. Er inngangandi avgjaldið fyri eitt avgjaldstíðarskeið størri enn útgangandi avgjaldið fyri sama tíðarskeið, fær virkið munin endurrindaðan sambært reglunum í § 24.
2. stk. Útgangandi avgjaldið í einum avgjaldstíðarskeiði er avgjaldið av avgjaldsskyldugari sølu í tíðarskeiðinum, javnber V. kapittul.
3. stk. Inngangandi avgjaldið er avgjaldið sambært hesi lóg av keypi v.m. hjá einum virki av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum til nýtslu hjá virkinum, javnber tó § 16.
4. stk. Inngangandi avgjaldið í einum avgjaldstíðarskeiði er tað avgjaldið, sum í tíðarskeiðinum er fakturerað til eitt virki av latarunum, og tað avgjaldið, sum sambært § 27 er álagt teimum vørum, sum virkið í tíðarskeiðinum hevur innflutt úr útlondum.

§ 16. Við í inngangandi avgjaldið verður bert roknað avgjald av innkeypi v.m., ið burturav viðvíkur sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum.
2. stk. Landsstýrið kann áseta reglur, soleiðis at nærri ásettir partar av inngangandi avgjaldi kunnu roknast av keypum v.m., ið ikki burturav viðvíkja sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum. Landsstýrið kann harumframt áseta reglur um regulering av frádrátti fyri inngangandi avgjald, tá íløgugøgn, herímillum føst ogn, gerast nýtsla, sum ber eina broyting við sær í rættinum til frádrátt. Regulering kann fara fram upp til 5 ár, fyri fasta ogn upp til 10 ár, eftir at íløgugøgnið er útvegað.
3. stk. Við í inngangandi avgjald kann ikki roknast avgjald av keypi v.m., sum viðvíkur:
a. Mati til handhava og starvsfólkið á virkinum.
b. Útvegan og rakstur av íbúð fyri handhava og starvsfólk á virkinum.
c. Naturaliusamsýning til starvsfólkið á virkinum.
d. Útvegan og rakstri av vøggustovu, barnagarði, frítíðarheimi, feriuheimi, summarhúsi o.t. fyri starvsfólkið á virkinum.
e. Umboðan og gávum.
f. Útvegan og rakstri av persónakførum.
4. stk. Ríkis-, lands- og kommunalir stovnar av tí slagnum, sum eru nevndir í § 3, 1. stk. punkt d, kunnu einans rokna keyp v.m., sum viðvíkur tí partinum av sølu, sum er avgjaldsskyldugur, við í inngangandi avgjaldið. Hevur stovnurin sølu til útlond v.m., javnber § 12, 1-4 stk., kann avgjaldið av keypi viðvíkjandi hesum parti av sølu eisini roknast við í inngangandi avgjaldið.
5. stk. Verða vørur v.m., sum verða nýttar av handhavanum á virkinum, roknaðar við í avgjaldsskylduga sølu hjá virkinum sambært § 11, 1. stk., kann avgjaldið av keypunum roknast við í inngangandi avgjaldið. Sama er galdandi fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur, ið verða nýttar til endamál, sum ikki viðvíkja sølu hjá virkinum av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, ella til endamál sum nevnt í 3. stk.
6. stk. Virki, ið útleiga ella selja motorakfør ella reka koyriskúla, kunnu uttan mun til regluna í 3. stk. punkt f, rokna avgjaldið av innkeypi v.m. til hesi endamál við í inngangandi avgjaldið.

VIII. Roknskaparreglur

§ 17. Fyri eina og hvørja lating av vørum ella avgjaldsskyldugum tænastum frá einum skrásettum virki skal fakturi útflýggjast móttakaranum. Verður kravt at ein partur av einari samlaðari lating verður goldin, áðrenn latingin er endað, skal serstakur fakturi útflýggjast fyri henda partin. Fakturin skal innihalda útflýggingardagfesting og upplýsing um navn og bústað hjá lataranum og hjá móttakaranum og slag, rúmd og prís á latingini. Harumframt skal støddin á avgjaldsupphæddini vera tilskilað á fakturanum, ella tað skal vera skilligt, at avgjaldið er 16,67% av samlaða gjaldinum fyri avgjaldsskyldugu latingina. Latarin skal tilskila støddina á avgjaldsupphæddini á fakturanum, um so er, at móttakarin er eitt skrásett virki, ið biður um hetta. Latarin skal umframt hetta eftir áheitan frá einum tílíkum móttakara tilskila prísin, ikki íroknað avgjald, fyri teir einstøku postarnar á fakturanum.
2. stk. Fer aftursending av vørum fram, aftaná at fakturin er útflýggjaður, skal kreditnota útflýggjast. Sama er galdandi, um latarin, aftaná at fakturin er útflýggjaður, veitir frádrátt í prísinum á latingini, og avslátturin ikki er avsláttur sambært § 7, 2. stk., punkt e. Fer eftirgjalding fram, skal ein eftirgjaldsfakturi útflýggjast.
3. stk. Skylda at útflýggja faktura verður mett sum lokin, tá móttakarin av avgjaldsskyldugu latingini gevur lataranum avrokningarskjal, sum lýkur tær treytir, ið eru ásettar í 1. stk. um fakturar.
4. stk. Tá eitt skrásett virki letur vørur ella avgjaldsskyldugar tænastur til eitt annað skrásett virki móti heilari ella partvís gjalding við vørum ella avgjaldsskyldugum tænastum (býtishandil), er tað nóg mikið, um annar av pørtunum útflýggjar faktura, um so er, at hann eisini inniheldur upplýsing um slag, rúmd og prís fyri tað, sum er móttikið í býtinum. Kunnu báðir partar til fulnar rokna avgjaldið av tí, teir hava móttikið, við í inngangandi avgjald, kann avgjaldið roknast grundað á munin millum gjøldini.
5. stk. Tvítøk av fakturum og kreditnotum og móttikin avrokningarskjøl skulu goymast av lataranum.
6. stk. Fevnir ein fakturi (avrokningarskjal) bæði um avgjaldsskyldugar og avgjaldsfríar latingar, skal tað vera skilligt á fakturanum, hvørjar latingar eru avgjaldsskyldugar. Tílíkar latingar skulu tilskilast hvør sær við serstakari samanteljing.
7. stk. Sambært nærri reglum ásettar av landsstýrinum, kunnu frávik gerast í reglunum í 1. stk. um innihald á faktura viðvíkjandi flutningstænastu og sølu frá marknaðarsølu o.t.
8. stk. Við sølu til privatar brúkarar er ikki neyðugt at útflýggja faktura sambært reglunum í 1. stk. Smásølur og onnur virki, hvørs søla einans fer fram til privatar brúkarar, kunnu eisini lata vera við at útflýggja faktura fyri aðra sølu, undantikið tá móttakarin er eitt skrásett virki, ið biður um faktura.
9. stk. Virki, ið ikki eru skrásett, mugu ikki tilskila avgjaldsupphæddina á faktura ella á annan hátt tilskila, at avgjald er roknað við í upphæddina á fakturanum. Móttekur eitt ikki skrásett virki eitt avrokningarskjal, har avgjaldsupphædd er tilskilað, ella har tað á annan hátt er tilskilað, at avrokningin er íroknað avgjald, skal virkið boða tí, sum hevur útflýggjað avrokningarskjalið, frá hesum og afturrinda møguliga móttikna avgjaldið.
10. stk. Virki, sum móti 9. stk., 1. punktum, tilskila avgjaldsupphædd á einum faktura ella á annan hátt tilskila, at avgjald er roknað við í upphæddina á fakturanum, skulu gjalda avgjaldsupphæddina til landskassan. Sama er galdandi, um eitt skrásett virki á einum faktura tilskilar avgjald við ov stórari upphædd ella á einum faktura fyri latingar, sum ikki eru avgjaldsskyldugar, tilskilar avgjaldsupphædd ella á annan hátt tilskilar, at avgjald er roknað við í upphæddina á fakturanum. Verður mistakið rættað yvir fyri keyparanum, er inngjalding tó ikki neyðug.
11. stk. Við prístilskilan fyri vørur og avgjaldsskyldugar tænastur skal týðiliga gerast vart við, um avgjald sambært hesi lóg ikki er roknað við í prísin.

§ 18. Skrásett virki skulu føra roknskap yvir keyp og sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, sum kann vera grundarlag fyri uppgerð av avgjaldsskylduni fyri hvørt avgjaldstíðarskeið og fyri eftirlitið við rættari greiðslu av avgjaldinum.
2. stk. Roknskapurin skal innihalda serstøk konti, sum vísa støddina á inngangandi og útgangandi avgjaldinum. Avgjaldskontiini kunnu førast við tíðarposteringum, um avgjaldsupphæddirnar beinleiðis kunnu roknast grundað á roknskapskontiini yvir keyp og sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum.
3. stk. Virki, ið ikki føra vanligar handilsbøkur, ella hvørs handilsbøkur ikki verða førdar samsvarandi 1. og 2. stk., skulu føra roknskap í einum serligum roknskaparhefti, sum verður útflýggjað av Toll- og Skattstovu Føroya.
4. stk. Til skjals fyri inngangandi avgjaldið skulu skrásett virki kunna leggja fram fakturar (avrokningarskjøl), ið lúka tær treytir, ið eru nevndar í § 17, 1. stk. javnber 4. og 7. stk., ella fráboðanir frá Toll- og Skattstovu Føroya um støddina á tí avgjaldi, ið sambært § 27 er álagt vørum, sum virki hevur innflutt úr útlondum. Fakturar, upp á hægst 200 kr., ið eru útgivnir av smásølum ella øðrum virkjum, hvørs søla einans fer fram til privatar brúkarar, kunnu leggjast fram sum skjalprógv, hóast fakturarnir ikki innihalda upplýsingar um navn og bústað hjá móttakaranum.
5. stk. Landsstýrið ásetir nærri reglur viðvíkjandi roknskaparførslu hjá skrásettum virkjum.

§ 19. Skrásett virki og virki, ið sambært § 4, 1. stk. eru frítikin frá avgjaldsskyldu, skulu goyma roknskapartilfarið, herímillum fakturar, fakturatvítøk og kassastrimlar v.m., viðvíkjandi keypi og sølu av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum 5 ár eftir endan á roknskaparárinum.
2. stk. Skrásett virki skulu eina ferð um árið grundað á eina uppteljing av vørugoymsluni hjá virkinum gera uppgerð yvir virðið á goymsluni. Uppgerðin skal goymast 5 ár eftir endan á roknskaparárinum.

IX. Avrokning av avgjaldinum

§ 20. Skrásett virki skulu seinast 25 dagar aftaná hvørt avgjaldstíðarskeið fráboða Toll- og Skattstovu Føroya støddina á útgangandi og inngangandi avgjaldi í tíðarskeiðinum og støddina á sølu sambært § 12, 1-4, ikki skal roknast við í avgjaldsskylduga sølu. Upphæddirnar skulu tilskilast í heilum krónum, við tað at oyru ikki verða tald við. Uppgerðin, sum skal vera undirskrivað av ábyrgdarleiðsluni á virkinum, skal skrivast á eitt serligt oyðiblað, sum eisini verður nýtt, tá avgjaldið verður inngoldið.
2. stk. Avgjaldstíðarskeiðini eru 4 um árið: januar, februar og mars, apríl, mai og juni, juli, august og september og oktober, november og desember.
3. stk. Virkir, ið javnan hava negativa avgjaldsupphædd, kunnu fáa loyvi at avrokna eina ferð um vikuna. Avgjaldstíðarskeiðið kann bert broytast soleiðis, at hetta fer fram í byrjanini av avgjaldstíðarskeiðinum sambært 2. stk. Søkjast skal um hetta loyvi ein mánað frammanundan. Verður loyvið játtað virkjum sambært 3. stk., kunnu virkini ikki nýta avgjaldstíðarskeið sambært 2. stk. tey næstu 2 árini frá tí, at loyvið er játtað.

§ 21. Um uppgerð fyri eitt avgjaldstíðarskeið ikki verður innlatin til ásetta tíð, verður avgjaldið fyri viðkomandi avgjaldstíðarskeið hækkað við 1%, tó í minsta lagi við 300 kr. og í hægsta lagi við 1.000 kr.
2. stk. Toll- og Skattstova Føroya kann fráboða frítøku fyri hækking av avgjaldi sambært 1. stk, tá tað av serligum orsøkum verður hildið at vera rímiligt.
3. stk. Hevur Toll- og Skattstova Føroya aftaná lokna innlatingarfreist ikki móttikið uppgerð fyri eitt avgjaldstíðarskeið, kann Toll- og Skattstova Føroya fyribils áseta avgjald hjá virkinum út frá einari meting.

§ 22. Avgjaldið fyri eitt avgjaldstíðarskeið fellur til gjaldingar og skal inngjaldast í seinasta lagi 25 dagar aftaná endan á avgjaldstíðarskeiðinum.
2. stk. Verður avgjaldið ikki goldið til tíðina, skal 1,5% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum at rokna, tó í minsta lagi 100 kr. fyri eitt avgjaldstíðarskeið. Renta verður ikki goldin av einari hækking sambært § 21, 1. stk. av avgjaldinum.

§ 23. Viðvíkjandi virkjum, sum bert skulu rekast í styttri tíð, kann Toll- og Skattstova Føroya áseta, at avgjaldstíðarskeiðið, er tað tíðarskeiðið, sum virkið skal rekast í. Toll- og Skattstova Føroya kann harumframt stytta freistirnar fyri at senda inn uppgerð og gjalda avgjald hjá tílíkum virkjum.
2. stk. Hevur eitt virki fleiri ferðir ikki inngoldið avgjald rættstundis, kann Toll- og Skattstova Føroya stytta avgjaldstíðarskeiðið hjá virkinum og freistina fyri at senda inn uppgerð og gjalding av avgjaldi. Sama er galdandi, um handhavin á einum virki við útinning er mettur ikki at vera førur fyri at gjalda skuldina, um handhavin hevur steðgað síni gjalding ella er undir sjálvbodnari skuldsemju ella í avtøku, ella um virkið er eitt partafelag, og hetta er í avtøku sambært reglunum um ógjaldfør vinnufeløg. Hetta er somuleiðis galdandi fyri virki, um búgv handhavans er undir fíggjartrotsviðgerð ella undir neyðskuldsemjusamráðingum, ella um deyðsbúgv handhavans verður viðgjørt sambært kapittul III í lóg um skifti av deyðsbúgvi og felagsbúgvi.

§ 24. Er inngangandi avgjaldið hjá einum virki fyri eitt avgjaldstíðarskeið størri enn útgangandi avgjaldið, verður avgjaldsyvirskotið útgoldið virkinum.
2. stk. Er uppgerðin rættstundis móttikin, fer útgjalding sambært 1. stk. fram, í seinasta lagi 3 vikur eftir at avgjaldsuppgerðin fyri viðkomandi tíðarskeið er móttikin. Kann Toll- og Skattstova Føroya vegna viðurskiftini hjá virkinum ikki hava eftirlit við uppgerðini, verður útgjaldingarfreistin avbrotin, til viðurskiftini hjá virkinum ikki longur forða eftirliti.
3. stk. Útgjalding fer bert fram, um avgjaldsuppgerð viðvíkjandi undanfarnum avgjaldstíðarskeiðum er móttikin. Krav um avgjald (og møguligar rentur) fyri hesi tíðarskeið verða mótroknað við útgjalding, hóast avgjaldskravið ikki er fallið til gjaldingar.

§ 25. Fyri gjalding av avgjaldi sambært hesi lóg ábyrgdast tann, ið sum ánari, uppsitari ella tílíkt rekur virkið fyri egna rokning. Eru fleiri virki, ið ikki hava sama ánara, skrásett undir einum, sbr. § 5, 3. stk., bera viðkomandi samábyrgd fyri gjalding av avgjaldi viðvíkjandi teimum virkjum, ið eru umfevnd av felags skrásetingini. Er eitt útlendskt virki skrásett við einum umboði her á landi sambært § 5, 1. stk, 3. pkt., bera hesin og virkið samábyrgd fyri gjalding av avgjaldinum.

§ 26. Meirvirðisavgjald, ið er fallið til gjaldingar, kann verða innheintað við panting.

X. Avgjald av innflutningi úr útlondum

§ 27. Vørur, ið verða innfluttar úr útlondum, eru avgjaldsskyldugar í samband við innflutningin. Avgjaldið verður avroknað sambært reglunum í 7. kapitli í løgtingslóg um toll, ið er galdandi samsvarandi sambært hesi lóg.
2. stk. Avgjaldið er 20% av einum virði, ið er ásett samsvarandi reglunum um tollvirðið á virðistollskyldugum vørum, møguliga við tolli og øðrum avgjaldi løgdum aftrat, sum skulu gjaldast í samband við innflutning, undantikið avgjaldið smb. hesi lóg.
3. stk. Avgjaldsfrítøka kann játtast við innflutning av vørum í sama mun og undir somu treytum sum ásettar eru um frítøku sambært tolllógini §§ 6, 7 og 9.
4. stk. Flogfør og skip upp á 5 GT og meira, undantikið sportsflogfør og lystfør, kunnu innflytast avgjaldsfrítt.
5. stk. Tíðindabløð kunnu innflytast avgjaldsfrítt. Útlendsk tíðarrit, ið koma beinleiðis til haldaran, kunnu eisini innflytast avgjaldsfrítt.
6. stk. Listamenn kunnu avgjaldsfrítt innflyta egin listaverk av tí slagnum, ið hoyrir undir vøruflokk 9701-9703 í toll- og vøruskránni.
7. stk. Í samráð við nevndina, ið er umrødd í § 35, kann landsstýrið, undir heilt serligum umstøðum loyva avgjaldsfríum innflutningi av vørum í øðrum førum enn teimum, sum nevnd eru í 3-6 stk.
8. stk. Vørur, ið fyribils verða útfluttar við tí fyri eyga at endurinnflyta tær eftir tilevning, virking, innballing, umvæling ella reingerð, kunnu av Toll- og Skattstovu Føroya sambært nærri ásettum treytum loyvast at verða avgjaldsavgreiddar við 20% av útreiðslunum, í hesum eru sendingar- og tryggingarútreiðslur v.m., við tilevningina, sum er gjørd uttan fyri landið íroknað møguligan toll og aðrar útreiðslur sum nevnt í 2. stk.

§ 28. Landsstýrið kann áseta reglur um, at tann, sum í útlondum keypir avgjaldsskyldugar tænastur til at nýta her á landi, skal rinda 20% av samsýningini fyri viðkomandi tænastur.

XI. Eftirlitsreglur

§ 29. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at kanna høli, ið verða nýtt í samband við raksturin av skrásetingarskyldugum virkjum, og til at kanna vøru á goymslu, handilsbøkur og annað roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá virkjunum.
2. stk. Handhavin og starvsfólkið á virkinum skulu veita Toll- og Skattstovu Føroya neyðuga vegleiðing og hjálp, tá kanningar sum nevndar í 1. stk. verða gjørdar.
3. stk. Tilfarið, ið er nevnt í 1. stk., skal eftir áheitan frá Toll- og Skattstovu Føroya latast ella sendast Toll- og Skattstovu Føroya.

§ 30. Latarar til skrásetingarskyldug virki skulu eftir áheitan geva Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um teirra latingar av vørum og tænastum til hesi virki.
2. stk. Vinnurekandi skulu eftir áheitan geva Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um teirra keyp av vørum og tænastum til virkið.
3. stk. Peningastovnar, herímillum postgiroskrivstovan og advokatar og onnur, ið taka ímóti miðlum til umsiting ella sum vinnuliga læna út pening, skulu eftir áheitan geva Toll- og Skattstovu Føroya eina og hvørja upplýsing um teirra búskaparligu viðurskifti við navnfest skrásetingarskyldug virki.
4. stk. Toll og Skattstova Føroya hevur heimild til at kanna vøru á goymslu v.m. hjá virkjum, ið eru nevnd í 1. og 2. stk. og til at skoða sáttmálar v.m. hjá virkjum, ið fíggja skrásett virki.

§ 31. Almennir myndugleikar skulu eftir áheitan geva Toll- og Skattstovu Føroya eina og hvørja upplýsing til brúk fyri skráseting av virkjum og til eftirlits við gjalding ella afturgjalding av avgjaldinum.
2. stk. Løgreglan veitir Toll- og Skattstovu Føroya hjálp sambært reglum, ið verða ásettar eftir samráðing millum landsstýrið og landfútan.

§ 32. Verður staðfest, at eitt virki hevur givið skeiva fráboðan sambært § 20, 1. stk., soleiðis at virki hevur goldið ov lítið avgjald ella fingið útgoldið ov nógv í endurrindan, verður skylduga upphæddin kravd frá virkinum til gjaldingar í seinasta lagi 14 dagar eftir kravið. Sama er galdandi, tá eitt virki ikki hevur latið uppgerðina inn, og tá fyribils ásetta avgjaldsskyldan sambært § 21, 3. stk., hevur verið ov lítil.
2. stk. Kann støddin á avgjaldsupphæddini, sum virkið skyldar, ikki gerast upp grundað á roknskapin hjá virkinum, kann Toll- og Skattstova Føroya gera eina metta áseting av avgjaldinum. Sama er galdandi, um eitt virki hevur fingið ov nógv í avgjaldsendurrindi og støddin av tí upphædd, sum virkið tí skal afturgjalda, ikki kann gerast upp grundað á roknskapin hjá virkinum. Avgerðin skal innihalda upplýsingar um møguleika at klaga sum nevnt í 3. stk.
3. stk. Ein avgerð sambært 2. stk. kann av einum virki leggjast fyri nevndina, sum er umrødd í § 35. Áheitan um at leggja fyri nevndina skal vera fráboðað Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 4 vikur aftan á, at virkið er kunnað um ásetingina.
4. stk. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skulu 1,5% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá 1. í tí mánaði, sum virkið skal gjalda upphæddina í, tó í minsta lagi 100 kr.

XII. Revsireglur

§ 33. Við bót verður tann revsaður, ið við vilja ella av grovum ósketni:
a. Gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella ikki gevur upplýsingar at nýta til avgjaldseftirlitið ella eftirlit við útgjaldingum sambært § 24.
b. Brýtur § 5, 1. stk., 2 stk., 1. punktum, ella 5. stk., § 10, 3. stk., § 12, 6. stk., 2. punktum, § 13, 4. stk., 2. punktum, § 17, 1., 2., 5., 6., 9. ella 11., stk., § 18, 3. stk., § 19, § 20, 1. stk., § 29, 2. ella 3. stk, § 30, 1., 2. ella 3. stk.
c. Letur vera við at gera sum ásett í § 3, 2. stk., ella § 9, 1. stk.
d. Setir til viks treytir, sum eru ásettar sambært § 2, 4. og 5. stk., § 4, 2. stk. og § 12, 2. stk.
2. stk. Í fyriskipanum sambært hesi lóg kann revsing við bót áleggjast tí, sum við vilja ella av grovum ósketni brýtur reglurnar í fyriskipanunum.
3. stk. Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum við vilja fyri at fáa avgjald útgoldið úr landskassanum sambært § 24, verður revsaður við bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.
4. stk. Fyri lógarbrot, sum verða framd av partafeløgum, lutafeløgum ella tílíkum, kann sektarábyrgd verða áløgd felagnum sum so.

§ 34. Verður lógarbrot mett ikki at føra strangari revsing við sær enn bót, kann Toll- og Skattstova Føroya kunna viðkomandi um, at sakin kann verða avgjørd uttan rættarsókn, um hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar seg til reiðar innan fyri eina nærri ásetta freist at gjalda eina bót.
2. stk. Viðvíkjandi kunningini, sum er nevnd í 1. stk., koma reglurnar í rættargangslógini um innihald av ákæruriti í løgreglumálum í nýtslu samsvarandi.
3. stk. Verður bótin goldin rættstundis, ella verður hon sambært avgerð innheintað ella avsitin, fellur víðari rættarsókn burtur.
4. stk. Tá sakarmál um lógarbrot nevnd í § 33 verða løgd fyri rættin, verða tey viðgjørd sum løgreglumál. Rættarráðini í rættargangslógini kapittul 72 og 73 kunnu nýtast í sama mun sum í ríkisadvokatmálum.

XIII. Aðrar reglur

§ 35. Landsstýrið setir eina nevnd við 3 limum, ið hava fjølbroyttan kunnleika til fyrisiting og vinnulívsviðurskifti.
2. stk. Í minsta lagi ein av limunum í nevndini skal vera løgfrøðingur og ikki hava sítt dagliga yrki hjá tí almenna, og verður hesin, ella eru teir fleiri, ein av hesum, formaður í nevndini.
3. stk. Við viðgerð av málum, ið sambært nevndarinnar metan krevja serligan starvsgreinaligan, tøknifrøðiligan ella handilsligan kunnleika, kann nevndin boðsenda kønum ráðgevum.
4. stk. Nevndin hevur endaliga fyrisitingarliga avgerð um:
a. Spurningar um vavið á avgjaldsskylduni.
b. Spurningar um avgjaldsskylduga virðið.
c. Spurningar um vavið á frítøkuni, sum er nevnd í § 12, 1. stk., punkt f og h, og § 27, 4. og 5. stk.
d. Spurningar sambært § 15, 3. stk. og § 16, 3. stk. viðvíkjandi inngangandi avgjaldi.
e. Spurningar um, hvat ið er alment veitingarvirki sambært § 3, 1. stk., punkt c.
f. Klagur um tær ásetingar, ið sambært § 32, 2. stk. verða gjørdar eftir meting av Toll- og Skattstovu Føroya.
5. stk. Tann, sum hevur biðið nevndina um eina avgerð, kann eftir áheitan fáa atgongd til munnliga at framleggja málið fyri nevndina. Í sovorðnum førum skal umboð fyri Toll- og Skattstovu Føroya eisini hava henda møguleika.
6. stk. Starvsskipanin hjá nevndini og reglur um kunngerð av avgerðum, ið nevndin tekur, verða ásettar av landsstýrinum.

§ 36. Landsstýrið ásetir reglur um endurrindan av avgjaldi, sum útlendsk virki hava goldið við keyp, tilevning v.m., goymslu ella við flutning av vørum, ið verða útfluttar til útlond.

§ 37. Avgjald sambært hesi lóg fer í landskassan.

§ 38. Toll og Skattstovu Føroya, eins væl og limum í tí í § 35 nevndu nevndini, er bannað, undir ábyrgd í borgarligari revsilóg fyri Føroyar, at siga óviðkomandi frá upplýsingum viðvíkjandi privatum, fíggjar- og vinnuviðurskiftum, sum teir fáa at vita, meðan teir røkja starv sítt sambært hesi lóg. Tað sama hevur gildi fyri tað hjálparfólk, sum starvar hjá Toll- og Skattstovu Føroya og annars hvønn og ein, sum hevur gjørt avtalu við tað almenna um at átaka sær eitt arbeiði og fær at vita um slík viðurskifti. Er avtalan gjørd við eitt virki, fevnir tagnarskyldan um øll tey í virkinum, sum fáa at vita um slík viðurskifti.
2. stk. Hagstovan verður ikki mett at vera óviðkomandi sambært 1. stk.

XIV. Skiftis- og ígildissetanarreglur

§ 39. Landsstýrið kann áseta neyðugar reglur fyri fremjing av lógini, herímillum skipa fyri neyðugum eftirlitsfyriskipanum.

§ 40. Virki, ið eru skrásetingarskyldug sambært hesi lóg, og sum hava uppgjørt goymsluna pr. 31. december 1992, og sum hava sent inn uppgerðina áðrenn 1. februar 1993, fáa 100% av innflutningsgjaldinum sambært løgtingslóg nr. 119 frá 23. desember 1991 um innflutningsgjald, ið er goldið fyri vørur, ið eru innfluttar til víðari sølu, og sum ikki eru seldar áðrenn 1. januar 1993, endurgoldið í 1993.
2. stk. Innflutningsgjaldið sambært hesi grein verður endurgoldið í mun til bókførda skattliga virðið á vørugoymsluni og verður útgoldið í 3 pørtum í samsvari við avrokningartíðarskeiðið sambært § 20, fyrstu ferð í sambandi við annað avrokningarskeið í 1993.
3. stk. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um krøv, ið skulu lúkast, áðrenn afturrindan sambært hesi grein verður framd.
4. stk. Í kunngerð sett sambært 3. stk. kann landsstýrið áseta, at vørugoymslan skal gerast upp sambært skattligu reglunum um uppgerð av vørugoymslu, og at uppgerðin skal váttast av løggildum ella skrásettum grannskoðara.

§ 41. Hóast goldið verður fyri latingar av avgjaldsskyldugum vørum og tænastum áðrenn 1. januar 1993, eru latingar, ið fara fram aftan á 31. desember 1992 avgjaldsskyldugar sambært § 1 í hesi lóg.

§ 42. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1993. Tó kemur § 5 í lógini í gildi 1. oktober 1992.
2. stk. Virki, ið eru skrásetingarskyldug sambært § 5, skulu fráboða seg til skrásetingar í seinasta lagi 20. november 1992.

§ 43. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 119 frá 23. desember 1991 um innflutningsgjald og tær kunngerðir, ið eru settar sambært lóg nr. 9 frá 27. februar 1961 við seinni broytingum um serligt innflutningsgjald og lóg nr. 32 frá 19. mai 1979 við seinni broytingum um eykainnflutningsgjøld, og sum ikki fóru úr gildi, tá ið lóg nr. 119 frá 23. desember 1991 um innflutningsgjøld kom í gildi.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at