Skriva út

Løgtingslóg nr. 51 frá 29 desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m. (Rentutryggingarlógin)


§ 1. Persónar, sum eru undir óavmarkaðari skattskyldu, kunnu í uppgerðini av tí skattskyldugu inntøkuni draga frá:
a) Útreiðslur til arbeiðsloysistrygging, tryggingargjøld fyri lívrentu, eftirsiturentu, avlamisrentu, eftirlønartrygging ella líknandi rentutrygging, sum er teknað fyri tann skattskylduga, ella avvarðandi hansara; somuleiðis gjøld til eftirlønarskipanir, sum vissa tí skattskylduga ella avvarðandi hansara eina leypandi árliga eftirlønarinntøku. Annuitetstryggingar (ratutryggingar) verða roknaðar rentutryggingar, tá ið tað í tryggingarskjalinum er tilskilað, at ratuútgjaldingin av tryggingarhæddini skal fara fram í 10 ár ella longur, ella tá ið tryggingin er sett saman við eini uppsettari lívrentu, ella arvarentu, alt treytað av, at tað í tryggingarskjalinum ikki er tilskilað tí, sum kann fáa veitingarnar útgoldnar, rætt til at velja millum ratuútgjald- ing ella útgjalding eina ferð með alla. Í øðrum førum koma hesar tryggingar undir skattareglurnar fyri kapitaltrygg- ingar, hvørs tryggingargjøld bert kunnu dragast frá, sum tilskilað undir b. - Innskot eina ferð með alla fyri eina tryggingar- ella eftirlønarskipan av omanfyri nevnda slagi, kann ikki á sama hátt dragast frá í inntøkuni tað árið, innskotið verður goldið, men kann dragast frá við 1/15 í hesum ári og hvørjum fylgjandi ári í 14 ár. - Tá tryggingargjøld ella onnur gjøld, sum sambært tryggingar- ella eftirlønarsáttmálar, skulu gjaldast í minni enn 15 ár, kann tey einstøku árini í gjaldstíðarskeiðinum bert dragast frá í mun til gjaldstíðarskeiðið og 15 ár; tá gjaldstíðarskeiðið er úti, kann árliga verða drigið frá tað sama sum frammanundan til alt gjaldið er drigið frá. Hækkar tryggingargjaldið (ella onnur gjøld) fyri eftirlønartrygg- ingina (eftirlønarskipan við leypandi útgjaldingum) hjá einum skattgjaldara, tí lønin er hækkað vegna framflytan í hægri starv, hækking av aldursmarki og líknandi, ella um vanlig broyting av eftirlønarkorinum hjá teimum starvsfólkum, sum hava eftirlønarrætt, verður gjørd, kann tað hækkaða árliga gjaldið dragast fult frá tað árið, tað verður goldið, sjálvt um tryggingargjaldstíðarskeiðið, sum eftir er, er styttri enn 15 ár. Tað sama er galdandi fyri dýrtíðarviðgjørdar hækkingar av tryggingargjøldum fyri rentutryggingum v.m. - Doyr hin skattskyldugi, áðrenn liðugt er at draga frá fyri innskot ella tryggingargjøld, sum omanfyri er tilskilað, kann hjúnafelagin halda fram at draga frá - treytað av, at skipanin er gjørd fyri hjúnarfelagan ella børnini hjá tí deyða og/ella tí eftirsitandi hjúnarfelaga.
b) Onnur gjøld enn tey, sum nevnd eru undir a, og sum av tí skattskylduga eru nýtt til sjúkatrygging, vanlukkutrygging, lívstrygging, eftirlønar- og einkjuuppihald, eisini gjøld frá løntakara til eina kapitaleftirlønarskipan, sum kemur undir reglurnar í § 3. - Frádrátturin í tí skattskyldugu inntøkuni kann ikki tilsamans vera størri enn 800 kr. fyri leys og 1200 kr. fyri hjún.

§ 2. Ein arbeiðsgevari kann, tá hansara skattskylduga inntøka verður uppgjørd, draga frá gjøld til eftirløning av starvsfólki hansara ella avvarðandi teirra. Hetta er galdandi, antin tey, sum sambært eftirlønarskipanina hava rætt til eftirløn, hava rætt til eina leypandi árliga eftirlønarinntøku (eftirlønarskipan við leypandi útgjaldingum) ella eina kapitalútgjalding (kapitaleftirlønarskipan). Frádrátturin er treytaður av:
1) at gjaldið verður latið sum leypandi árligt gjald, sum tilskilað í eftirlønarskipanini,
2) at gjaldið verður endaliga frábýtt ognum gjaldarans og hann ikki kann ráða yvir tí,
3) reglurnar í eftirlønarskipanini eru gjørdar soleiðis, at løntakarin - eftir § 3 - ikki skal taka eftirlønargjøld frá arbeiðsgevaranum við, tá ið tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd.
2. stk. Tilskot frá einum arbeiðsgevara, sum verða latin umframt tey í eini eftirlønarskipan tilskilaðu leypandi árligu tryggingargjøld, kunnu ikki, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd, vera drigin fult frá tað árið. Tílík tilskot kunnu, tá ið treytirnar í 1. stk. eru loknar, vera avskrivað í tí skattskyldugu inntøkuni í eitt tíðarskeið uppá 5 ár, við javnt stórum árligum hæddum.

§ 3. Ein løntakari skal ikki, tá ið skattskylduga inntøka hansara verður uppgjørd, taka tey gjøld við, sum verða latin av arbeiðsgevara hansara sum gjøld til eina eftirlønarskipan, sum vissar løntakaranum ella avvarðandi hansara eina leypandi árliga eftirlønarinntøku ella eina kapitalútgjalding. Tað er tó ein treyt, at tað í eftirlønarsáttmálanum er tilskilað, at løntakarin ikki kann avhenda, veðseta ella á annan hátt ráða yvir gjaldinum saman við rentum, bonusi v.m., so leingi, hann er í starvi sínum, og at kreditorar hansara ikki í sama tíðarskeiði kunnu halda seg skaðaleysan í hesum gjøldum. Fyri kapitaleftirlønarskipanir skal løntakarin missa rættin at ráða, og kreditorar missa rættin at halda seg skaðaleysan, í minsta lagi til løntakarin fyllir 60 ár, um ikki lægri aldursmark fyri eftirløning er ásett og góðtikið av líkningarráðnum. Harumframt kann tað tilskilast í eftirlønarsáttmálanum, at kapitaleftirløn í øllum førum kann verða útgoldin, tá ið løntakarin fer úr starvi, av tí at hann er óarbeiðsførur - fyri konufólk eisini, tá tey verða gift.
2. stk. Ásetingin í 1. stk. gildir ikki persónar, ið eru giftir við ella beinleiðis eru í slekt ella giftir við slekt í upp- ella niðurgangandi linju við arbeiðsgevaran. Sama er galdandi fyri persónar um arbeiðsgevarin er eitt partafelag og viðkomandi er partaeigari í felagnum, og í verunleikanum hevur avgerandi ávirkan á avgerðir felagsins, uttan so at tað eisini fyri aðrar persónar, sum arbeiða hjá felagnum, er gjørd eftirlønarskipan, og viðkomandi kann vísa á, at hansara skipan ikki fevnir um meira enn haldast kann vera rímuligt í mun til hina eftirlønarskipanina.

§ 4. Rentur, sum verða góðskrivaðar kontoini fyri eini eftirlønarskipan við innskoti í peningastovn v.m., skulu ikki roknast upp í ta skattskyldugu inntøkuna, so leingi tær ikki verða útgoldnar, eins og rentuskattur heldur ikki verður latin av hesum rentum.

§ 5. Sum skattskyldug inntøka roknast:
a) Leypandi útgjaldingar frá teimum í § 1, 1. stk. a nevndu rentutryggingum, her uppi í teimum arvarentum ella annuitetstryggingum, sum sambært § 1, 1. stk. a, 2. punktum, roknast sum rentutryggingar.
b) Bonusútgjaldingar fyri tryggingargjøld v.m., sum sambært § 1, 1. stk. a kunnu dragast fult frá ella verða avskrivaðar í inntøkuni. Bonus, ið verður útgoldin samlað, tá ið ein av teimum í 1. punktum umrøddu tryggingum fellur til útgjaldingar, verður sett úr gildi ella fellur burtur, verður skattað eftir reglunum í § 6, a.

§ 6. Av hesum útgjaldingum verður avgjald latið til landskassan eftir reglunum í § 7:
a) Aðrar útgjaldingar enn leypandi útgjaldingar og leypandi bonusútgjaldingar frá teimum í § 1, 1. stk. a umrøddu tryggingum, eisini útgjalding av afturkeypsvirði og viðurlag fyri at missa rættin til eina eftirlønarinntøku. Verður ein av omanfyri nevndu tryggingum broytt, soleiðis at tryggingin ikki longur lúkar treytirnar fyri fullum frádráttar- ella avskrivingarrætti fyri inngjaldingarnar, so verður henda broyting roknað sum afturkeyp, og avgjald skal latast landskassanum. Er einki afturkeypsvirði til, verður ístaðin kapitalvirðið av frítryggingarskjalshæddini, tá ið tryggingin bleiv broytt, nýtt sum grundarlag fyri útrokningini av tí avgjaldsskyldugu peningshæddini. Í teimum førum, har tryggingargjaldstíðarskeiðið er styttri enn 15 ár, verður tann avgjaldsskylduga peningshæddin minkað við partinum av teimum goldnu gjøldunum v.m., sum høvi ikki hevur verið at drigið frá, tá tann skattskylduga inntøkan varð uppgjørd.
b) Kapitalútgjaldingar samsvarandi treytunum fyri kapital- eftirlønum, tá ið løntakarin er komin upp í hesa skipan aftaná 19. oktober 1971 og hann eftir reglunum í § 3 ikki hevur tikið gjøld frá arbeiðsgevaranum til eftirlønarskipanina við í tí skattskyldugu inntøkuni. Avgjaldsskyldan fevnir bert um tann partin av útgjaldingum, sum stavar frá inngjøldum frá arbeiðsgeveranum. Tá útgjalding fer fram av tí at maður fer úr starvi av øðrum orsøkum, enn teimum í § 3, 1. stk. seinasta punktum tilskilaðu, kann Líkningarráðið geva loyvi til, at avgjald verður latið eftir omanfyri standandi reglum.
c) Somuleiðis verður avgjald latið til landskassan, tá ein kapitaleftirlønartrygging verður broytt soleiðis, at løntakarin, tá skattskylduga inntøka hansara verður uppgjørd, ikki longur hevur rætt til ikki at taka tey gjøld við, sum arbeiðsgevarin hevur latið til eftirlønarskipanina. Grundarlagið undir útrokningini av avgjaldinum til landskassan er tað afturkeypsvirðið, sum tryggingin hevur, tá broytingin fer fram, og avgjald til landskassan verður latið av tí partinum av afturkeypsvirðinum, ið stavar frá inngjaldingum frá arbeiðsgevaranum. Er einki afturkeypsvirði til, verður ístaðin roknað við frítryggingarskjalshæddini.

§ 7. Av tí avgjaldsskyldugu peningshæddini, sum er útroknað eftir reglunum í § 6, og sum er minkað niður í næstu peningshædd, sum kann býtast við 100, verður latið avgjald til landskassan uppá 35 %. Viðkomandi tryggingarfelag - ella eftirlønarkassi v.m., - hevur skyldu til, tá ið ein útgjalding, sum er umrødd í § 6, skal fara fram, at útrokna og afturhalda avgjaldið, og innan 4 vikur, aftaná at felagið hevur fingið kunnleika um avgjaldsskylduna, at inngjalda avgjaldið til landskassan. Tær í § 6 umrøddu útgjaldingar v.m. verða ikki taldar við, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. Tað í 1. stk. umrødda avgjald, kann ikki dragast frá, tá tann skattskylduga inntøkan verður uppgjørd. Útrokningin av tí í 1. stk. umrødda avgjaldi, kann innan 4 vikur, eftir at boðað er frá gjaldsskylduni, av tí avgjaldsskylduga verða kravd eftirkannað av líkningarráðnum. Kæra um avgerð líkningarráðsins kann leggjast fyri landsskattanevndina innan 4 vikur eftir at líkningarráðið hevur tikið avgerð sína. Tær fyri innkrevjing av skatti galdandi reglur, verða nýttar fyri tey í 1. stk. umrøddu avgjøld, um tær annars samsvara við ásetingunum í hesi lóg.

§ 8. Fyri útgjaldingar frá tryggingar- ella eftirlønarskipanum av teimum í § 1, 1. stk. a) nevnda slagi, sum vóru virkandi við byrjan av tí inntøkuári, sum varð nýtt til at seta í skatt fyri skattaárið 1971/72, ella tær tryggingar- ella eftirlønarskipan- ir, sum inngjalding var liðug fyri ella steðgað, galda í staðin fyri ásetingarnar í § 6 a) tær higartil galdandi reglur.

§ 9. Ein persónur, ið skal lata avgjald eftir § 5 b ella § 6 sleppur eftir áheitan undan gjaldsskylduni, um hann innan 6 mánaðar eftir gjaldsskylduna nýtir eina peningahædd av somu stødd, sum tann gjaldsskylduga, sum innskot til
1) eina rentutrygging, sbr. § 1, 1. stk. a,
2) eina eftirlønarskipan við leypandi útgjaldingum ella
3) eina kapital-eftirlønarskipan tó treytað av, at henda trygging ella eftirlønarskipan er gjørd fyri tann skattskylduga, ella avvarðandi hansara. Er innskotið minni enn tann gjaldsskylduga peningshæddin, verður gjaldsskyldan, eftir áheitan, minkað við eini peningshædd, ið svarar til innskotið. Áheitan um gjaldsundantøku skal sendast innan 6 mánaðar eftir at gjaldsskyldan kom fyri. Í tann mun, eitt innskot, eftir frammanfyri standandi reglum hevur borið gjaldsundantøku við sær, kann tað ikki avskrivast ella dragast frá tí skattskyldugu inntøkuni eftir reglunum í § 1, 1. stk. a. Í tann mun, eitt innskot til eina kapitaleftirlønarskipan hevur borið gjaldsundantøku við sær, eftir reglunum í 1. stk., skal tað roknast sum inngoldið av arbeiðsgevaranum eftir reglunum í § 6, b og c fyri viðkomandi eftirlønarskipan.

§ 10. Av tí í § 7 nevnda avgjaldi, verða 30 % latin tí ella teimum kommunum, sum tann avgjaldsskyldugi letur bústaðarkommunuskatt til, og kanska eisini vinnuskatt fyri apríl ársfjórðing í tí skattaári, sum tann skattskylduga útgjaldingin ella broytingin er farin fram í. Hava fleiri kommunur rætt til ein part av avgjaldinum, skulu tey omanfyri nevndu 30 % býtast millum viðkomandi kommunur, í tann mun, kommunuskatturin hjá tí gjaldsskylduga var býttur millum tær fyri omanfyri nevnda ársfjórðing. Er tann gjaldsskyldugi ikki skattskyldugur til nakra kommunu í apríl ársfjórðingi í viðkomandi skattaári, fær landskassin alt avgjaldið.
2. stk. Um avgjaldið møguliga verður afturgoldið, ella fyri ein part ikki fæst, ella minkað, verður minkingin býtt millum landskassan og kommununa soleiðis, sum avgjaldið verður býtt.

§ 11. Líkningarráðið kann geva loyvi til, at rætturin til frádrátt eftir reglunum í § 1, 1. stk. a eisini kann fevna um eftirlønarskipanir, sum bert fata um ellis- ella familjuuppi- haldi, um so er, at hildið verður, at tær innskotnu peningshæddirnar eru bundnar við hóskandi trygd. Í einum tílíkum loyvi kann líkningarráðið áseta, at innistandandi peningshæddir ikki skulu takast við í ognaruppgerðini, og at góðskrivaðar rentur ikki skulu takast við í skattskyldugu inntøkuni. Annars skulu ásetingarnar í hesi lóg nýtast fyri viðkomandi eftirlønarskipan, soleiðis sum tilskilað er í loyvinum.

§ 12. Tá tann skattskylduga inntøkan verður gjørd upp, kunnu gjøld til hjálpi- og studningsgrunnar, til frama fyri starvsfólk og arbeiðarar ella avvarðandi teirra, ella til tiltøk fyri ábøtur ella trygd fyri omanfyri nevndu persónar, av tí skattskylduga, tá ið hetta virkið verður rikið av honum, verða drigið frá, ávikavist avskrivaði, eftir reglunum í § 2. Tað er tó ein treyt fyri frádráttarávikavist avskrivingarrættin, at viðtøkurnar fyri viðkomandi grunn eru góðtiknar av landsstýrinum.

§ 13. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin og samstundis fer § 9 nr. 2 í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um landsskatt og kommunuskatt úr gildi.


Viðmerkingar:
Í teimum núgaldandi skattareglunum fyri eftirlønarskipanir v.m. eru ongar serligar reglur fyri teir mongu teknisku spurningar, sum kunnu koma fyri í eini eftirlønarskipan. T.d. útgjalding av afturkeypsvirði, av bonusi, spurningurin um nær ein eftirlønarskipan kemur undir reglurnar fyri fullan frádrátt, eftirløning við kapitalútgjalding o.s.fr.
Av tí at bæði tær føroysku eftirlønarskipanirnar og skattareglurnar fyri hesar, eru gjørdar eftir danskari fyrimynd, eru teir tekninsku spurningar, sum koma fyri hesum viðvíkjandi, teir somu í Føroyum og Danmark, og er tí hetta uppskot um eina føroyska rentutryggingarlóg gjørd eftir danskari fyrimynd.
Grundarlagið undir bæði teimum føroysku og donsku skattareglunum fyri eftirlønarskipanum og rentutryggingum er tað sonevnda: P-prinsippið (pensjóns-prinsippið). Hetta fevnir deils um skattareglur fyri starvsfólk (løntakarar) og deils um skattareglur fyri arbeiðsgevarar.
Starvsfólk (løntakarar) skulu ikki skattast av gjøldum, sum arbeiðsgevari letur til eftirløning, og starvsfólk (løntakarar) kunnu sjálvi draga tær útreiðslur, tey hava av eftirløning, fult frá í sjálvuppgávuni. Arbeiðsgevarin fær fullan frádrátt fyri útreiðslur til eftirløning av starvsfólki (løntakarum) sínum. Alt hetta er tó treytað av, at eftirlønarskipanin ella rentutryggingin lúkar vissar treytir, og at útgjaldingarnar verða skattskyldugar. Tað er so statt talan um at útskjóta skattskylduna so leingi inngjaldingin fer fram, og tað er óvist, hvørjar útgjaldingar møguliga skulu fara fram.
Viðvíkjandi spurninginum um skatt av útgjaldingum eina ferð með alla, av afturkeypsvirði, ella viðurlagi fyri mistan efturlønarrætt, er her skotið upp, at latið verður eitt gjald til landskassan uppá 35% av tí gjaldskyldugu útgjaldingini, og er hetta tað sama sum í Danmark.
Frádrátturin fyri kapitaltryggingar o.a. hevur verið eins fyri leys og hjún 800 kr.
Hetta verður hildið órímiligt og er tí skotið upp at hækka frádráttin fyri hjún til 1200 kr.
Sum frammanfyri ávíst eru ongar veruligar reglur um skattaliga viðgerð av tryggingarmálum og er tí umráðandi, at hesar fáast til vega og skuldi tað verið gjørt við hesari lóg.
1. viðgerð var 5. november 1971 og var málið beint í eina 5-manna skattanevnd.
15. desember var frá skattanevndini lagt fram soljóðandi.

Áliti
Málið hevur verið til viðgerðar í skattanevndini og er nevndin samt um, at við teimum nógvu og fjølbroyttu tryggingum, sum nú eru og kunnu koma fyri, er neyðugt hjá skattavaldinum at hava fyriskipaðar reglur um, hvussu tær skulu viðgerast skattliga.
Nevndin hevur ongar beinleiðis atfinningar at gera til uppskot landsstýrisins, men heldur tó, at í onkrum førum kann orðingin mistýðast og mælir tí til niðanfyri standandi broytingar.
Aftrat mælir nevndin til, at í donsku tekstini verður orðið "arbejdstager" broytt til "lønmodtager", tá ið hetta fer at hóska betri til føroyska tekstin og orðalagið í sjálvari skattalógini.

Broytingaruppskot
Í § 3, 1. stk., 1. reglu verður í føroysku tekstini "arbeiðari" broytt til "løntakari".
Í § 3, 2. stk. 1. punktum verður føroyska tekstin orðað soleiðis.
"Ásetingin í 1. stk. gildir ikki persónar, ið eru giftir við ella beinleiðis eru í slekt ella giftir við slekt í upp- ella niðurgangandi linju við arbeiðsgevaran."
§ 4 verður orðað soleiðis:
"Rentur, sum verða góðskrivaðar kontoini fyri eini eftirlønarskipan við innskoti í peningastovn v.m., skulu ikki roknast upp í ta skattskyldugu inntøkuna, so leingi tær ikki verða útgoldnar, eins og rentuskattur heldur ikki verður latin av hesum rentum."
Í § 7, 5. reglu í føroysku tekstini og 3. reglu í donsku tekstini verður "50" broytt til "100".
Minnilutin (J. Sundstein) skjýtur upp, at "35%" í § 7 verður broytt til "30%".
Annars er nevndin samd um at samtykkja uppskotið við tilskilaðu broytingum.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at