Lógin er sett úr gildi
Skriva út

Løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt. (Skattalógin)


KAPITTUL 1.

Skattskyldan
§ 1. Fulla skattskyldu hevur:
1) Hvør persónur, ið hevur bústað í Føroyum.
2) Hvør persónur, sum kemur undir nr. 1, og sum dvølur uttan fyri Føroyar í bráðfeingi. Tað er bráðfeingisdvøl uttanlands, so leingi tað ikki hevur verið longri enn 4 ár. Tó fellur skattskyldan burtur frá tí degi, ið ein sambært sýndum skjølum eigur at svara inntøkuskatt uttanlands, sum búsettur har.
3) Hvør persónur, sum fær sær tilhald í Grønlandi minni enn 2 ár, íroknað frítíðarferðum o.t. Giftur persónur, sum hevur húski sítt í Føroyum og hvørs tilhald í Grønlandi - bert slitið við frítíðarferðum o.t. - er í minsta lagi 2 ár, verður skattaður við helvtini av skattskyldugu inntøkuni í Føroyum, frádrigið helvtini av skattinum, hann hevur rindað í Grønlandi av somu inntøku. Innkrevjingarvaldið kann veita freist við skattgjaldingini í førum, tá tað má haldast vera sannað, at tilhaldið í Grønlandi fer at vara 2 ár ella longur.
4) Hvør persónur, ið uttan at hava bústað her, innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið hevur dvalt her í minst 180 dagar, annaðhvørt hann hevur verið burtur ímillum ella ikki.
5) Hvør persónur, sum er við føroyskum skipi, tá hann seinast hevur verið skattskyldugur eftir reglunum í nr. 1-4.
6) Hvør persónur, sum er við føroyskum skipi uttan annars at vera skattskyldugur eftir hesi grein, tá hann í 12 mánaðir hevur verið minst 180 dagar samfeldar ella í skiftum í hesum starvi. Skattskyldan fellur tó burtur frá tí degi, ið avvarðandi persónur smb. sýndum skjølum er settur í inntøkuskatt í øðrum landi, Danmark ella Grønlandi eftir reglum, ið galda fyri búsett har.
7) Deyðsbúgv, sum verða tikin til skiftisviðgerð í Føroyum.
8) Partafeløg og onnur vinnufeløg skrásett í Føroyum har sum ikki allir felagsmenn ábyrgast persónliga fyri skuldbindingar felagsins, og sum býta avlopið í lutfalli við tann pening, sum felagsmenn hava lagt í felagið. Luttakarar í feløgum, sum nú koma undir nevndu reglur og sum eru stovnað fyri 20. apríl 1972, verða framvegis undir higartil galdandi skattareglum viðvíkjandi rakstri av ognum, ið eru útvegaðar fyri 20. apríl 1972 eins og skipsbyggisáttmálum, gjørdum fyri nevnda dag, meðan rakstur av ognum, útvegaðum frá hesum degi koma undir omanfyri nevndu reglur, og skal roknskapurin verða lagdur til rættis eftir hesum.
9) Sínámillum tryggingarfeløg, tó einans tá ið tey tryggjauttan at skuldbinda seg til sínámillum ábyrgd, ella tá ið tey umframt tryggingarstarvsemi hava einhvørja vinnu, har uppií rakstur, burturleigu av ella tað at lata annan hava í hondum fastogn.
10) Fastognalánsfeløg, útlánsfeløg og onnur veðlánsfeløg eins og sparikassar og lánsgrunnar, har einans stovnarar ella ábyrgdarmenn eiga lut í avlopinum, somuleiðis onnur tílík feløg v.m. í tann mun, tey reka vinnu, ið er uttanfyri samtyktir teirra, haruppií rakstur, burturleigu av ella tað at lata annan hava í hondum fastogn.
11) Keypssamtøkur, sum hava til endamáls at keypa, útvega ella framleiða limunum vørur og tænastur til eginnýtslu, og sum - burtursæð frá vanligari rentu av innskoti limanna - býta avlopið sundur millum limirnar í mun til, hvussu nógv teir hava keypt av vørum og tænastum.
12) Framleiðslu- og sølufeløg, sum hava til endamáls at hagreiða, góðska ella selja framleiðslu limanna, og sum - burtursæð frá vanligari rentu av innskoti limanna - býta avlopið sundur millum limirnar í mun til, hvussu nógv teir hava latið felagnum av úrdráttum til hagreiðingar, góðskingar ella sølu.
13) Keypsfeløg, sum hava til endamáls at keypa, útvega ella framleiða limunum vørur og tænastur, sum bert verða nýttar vinnuliga av limunum, og sum - burtursæð frá vanligari rentu av innskoti limanna - býta avlopið sundur millum limirnar í mun til, hvussu nógv teir hava keypt av vørum og tænastum.
14) Onnur feløg, felagsskapir, legat og aðrar stovnanir í tann mun, tey hava inntøku av vinnu, har uppií rakstur, burturleigu av ella tað at lata annan hava í hondum fastogn. Avlop, sum hesi feløg, felagsskapir, legat og aðrar stovnanir vinna við at lata vørur, tænastur v. m. til limir, verður ikki mett at vera vinnuligt.

§ 2. Avmarkaða skattskyldu hevur hvør persónur, og hvørt felag v.m., sum ikki kemur undir fyrimælini í 1. §, og deyðsbúgv undir skiftisviðgerð uttanlands, í tann mun tey her nevndu
a) hava inntøku her í landinum av slíkum slag, sum er umrøtt í 60. §, 1. stk. nr. 1, og stavar frá virksemi her á landi,
b) hava inntøku her í landinum, sum sambært 60. §, 1. stk., nr. 2-7 er A-inntøka, ella smb. 60. §, 2. stk. verður at rokna sum A-inntøka,
c) fáa gjald fyri royalty úr Føroyum,
d) sum eigarar ella sameigarar reka ella taka lut í vinnu, ið hevur fast rakstrarstað í Føroym, ella sum á annan hátt eiga lut í avlopinum av slíkari vinnu, ella sum samløgumenn ella samútgerðamenn eiga lut í samføgufelag ella samútgerðarfelag, ið er skrásett í Føroyum
e) sum ánarar, samánarar, nýtarar ella inntøkunjótarar, fáa inntøku ella avgjald av fastogn í Føroyum,
f) fáa inntøku við at lata annan hava í hondum virki ella fasta ogn í Føroyum,
2. stk. Skattskyldan fevnir einans um tílíkar inntøkur, sum nevndar eru í 1. stk., og bert tær útreiðslur, sum standast av at vinna hesar inntøkur, kunnu verða frádrignar. Men um tílík vinna, sum umrødd er í 1. stk. d) verður rikin sum útibúgv frá virki skattgjaldarans uttanlands, tá skal til útibúgvið teljast tann vinningur, sum ætlast má, at útibúgvið hevði havt, um tað var sjálvstøðug fyritøka, sum óheft handlaði við høvuðsvirkið.

§ 3. Undantikin skattsskyldu eru
a) kongur og drotning,
b) ættarmenn kongs, sum eru komnir av donskum kongum í fyrsta liði, ella sum sambært 11. § í grundlóg ríkisins fáa árspening eins og hjúnafelagar teirra. Teir skulu tó svara skatt av inntøkum, ið teir hava av vinnu uttan fyri ríkistænastuna, og sum teir sjálvir reka ella taka lut í,
c) danska ríkið, landskassi Føroya eins og tær stovnarnir, har ið inntøkur og útløgur eru fyriskipaðar í fíggjarlógum danska ríkisins ella løgtingsins, og virki og stonarnir, sum eru ogn landsins ella kommununar, og sum verða rikin fyri landskassans ella kommunuanna rokning.
d) útlendskir sendikonslar og sendistarvsmenn í konsultænastu, tá teir ikki eru ríkisborgarar. Tó eru hesir skyldugir at gjalda skatt av tílíkari inntøku, sum nevnd er í 2. §,
e) kirkjur, ið eiga sjálvar seg viðvíkjandi kirkjuhúsum við grund og kirkjugarði,
f) tjóðbanki Danmarkar.
2. stk. Landsstýrið kann gera av, at persónur, sum verður skattaður smb. 1. §, 2) fær fult ella partvíst skattafrælsi um so er, at inntøkan er fingin í samband við kirkjulig ella manngóð endamál. Áður enn avgerð er tikin, fær landsstýrið sær álit í málinum frá viðkomandi bygda(r)ráð.
3. stk. Landsstýrið kann gera av, at tey feløg og stovnanir v.m., sum nevnd eru í 1. § 1. stk. nr. 9, 10 og 14, fáa fult ella avmarkað skattafrælsi, um so er, at inntøkan eftir stovnanar- skipan, lógum ella samtyktum teirra einans skal verða nýtt til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listalig, vísindalig ella tílík endamál. Áður enn avgerð er tikin, fær landsstýrið sær álit í málinum frá bygda(r)ráðnum, sum málið kemur við.

§ 4. Giftur maður verður skattaður av allari inntøku síni og inntøku konu sínari, tá tey búgva saman. Hetta er tó bert galdandi, um bæði maður og kona eru skattskyldug her í landinum eftir 1. §.
2. stk. Kona, sum samskattað er við mannin, verður sett í skatt fyri seg av teimum inntøkum, ið vendar eru undir a), b) og c):
a) sjálvstøðugum virki ella vinnu uttan fyri vinnu og virki mansins,
b) avlamis- og fólkapensjón, eftirløn, arbeiðsloysisstuðli, sjúkraløn og dagpeningi,
c) uppihaldspeningi, haldi, studningi, gávum, samsýningum o.tl., sum bert verður veitt henni, og sum ikki verður latið av manni hennara, sum hon býr saman við.
3. stk. Kona, sum livir alsamt skild frá manni sínum, verður sett í skatt serstakt av allari inntøku síni, har uppií uppihaldspeningi.
4. stk. Hjún verða mett at liva hvørt sær alsamt, tá annað teirra hevur fastan bústað ella støðugt tilhald uttanlands, ella tá tey hava búð hvørt sær í 2 ár í stytsta lagi, og hetta hevur ført til tað, at felags húsarhald er slitið, og annaðhvørt hetta stendst av endaligum sambúðarsliti ella yrki hjúnanna.

§ 5. Børn verða sett sjálvstøðugt í skatt av allari inntøku síni, herí eisini av eftirløn, barnaviðbót, einkjubarnapeningi v.m. og inntøku av ogn.
2. stk. Um børn, sum fyrst i inntøkuárinum ikki hava fylt 16 ár, hava vinnu í vinnuvirki foreldranna, stjúk- ella fosturforeldranna, kunnu hesi ikki draga lønina til børnini frá, tá ið tey gera skattskyldugu inntøkuna upp. Lønin skal heldur ikki takast við í skattskyldugu inntøkuni hja børnunum.
3. stk. Tá inntøkan hjá børnum, ið búgva heima og sjálv eru skattskyldug, verður mett til skatt, verður ikki talt upp í tað, sum tey fáa til uppihald, heilt ella lutvíst frá húsbóndanum, uttan so at hetta uppihald er viðurlag fyri starv í virki húsbóndans ella vinnu, og tað tí er drigið frá skattskyldugu inntøku hansara.
4. stk. Hevur eitt barn fingið eina innløguveiting ella ogn sum gávu frá foreldrum, stjúk- ella fosturforeldrum, verður vinningur av hesi innløguveiting ella vinningurin av ognini tikin við í skattskyldugu inntøkuni hjá gevara, um hann er undir fullari skattskyldu. Hetta er tó bert galdandi til endan á tí álmanakkaári, ið barnið fyllir 18 ár, ella giftist.

2. KAPITTUL

Nær skattskyldan tekur við og heldur uppat.
§ 6. Skattskyldan stendur við í tí tíðarskeiði, har treytirnar í 1. og 2. § eru loknar, tó við teimum undantøkum, ið nevnd verða niðanfyri.
2. stk. Við teimum undantøkum, sum nevnd eru niðanfyri, fer samskatting fram eftir 4. § 1. stk., hvat inntøkuni viðvíkur í tí tíðarskeiði, sum treytirnar fyri samskatting eru uppfyltar.

§ 7. Hjá persónum, sum fáa sær bústað í Føroyum uttan at seta búgv her, tekur skattskyldan sambært 1. § nr. 1, tó ikki við fyrr enn teir setast í búgv her.
2. stk. Reglan í 1. § nr. 2 verður bert gjørd galdandi við flyting uttanlands íroknað Danmark og Grønland, tá persónurin frammanundan hevur búð í Føroyum í eitt samfelt tíðarskeið upp á minst 4 ár.

§ 8. Hjá persónum, sum nevndir eru í 1. § nr. 4, tekur skattskyldan við frá tí degi, sum treytar skattskyldu, tá teir av fyrstan tíî komu higar til lands.

§ 9. Um kvinna, sum var tald sjálvstøðugur skattgjaldari, giftist í inntøkuárinum, verður hon frá og við hesum inntøkuári samanskattað við mannin, tó verður hon sett í skatt fyri seg av teimum inntøkum, ið nevndar eru í 4. § 2. stk. Skattsetingin fevnir eisini um tær inntøkur, hon hevur vunnið, áðrenn hon giftist.

§ 10. Verða hjún sundurlisin ella skild, verða tey hvørt sær sett í inntøkuskatt frá tí at dómur varð uppsagdur ella loyvi givið. Konan verður tá sett í skatt av tí, sum hon í inntøkuárinum hevur í inntøku av egnari vinnu og í inntøku av serogn, og somuleiðis av inntøku í inntøkuárinum av tí parti úr felagsbúnum, sum verður skiftur henni, meðan maðurin verður skattaður av eftirverandi inntøkum.
2. stk. Slíta hjún sambúð sína, tó at tey hvørki verða sundurlisin ella skild, verða tey sett í inntøkuskatt hvørt sær frá og viî tí degi, nýtt inntøkuár byrjar, um sannað verður, at treytirnar fyri, at tey mugu roknast fyri at liva alsamt skild, sambært 4. §4.stk. eru fyri hendi, nú ið árið byrjar. Tá tey verða sett í skatt fyri hetta inntøkuár og í tann mun, tað er neyðugt, eisini fyri næsta, verður farið eftir reglunum í 1. stk. Flyta tey saman aftur, áðrenn fyrsta inntøkuárið, ið tey eru sett í skatt hvørt sær, er at enda komið, falla hesar skattsetingar burtur, og maðurin verður settur í inntøkuskatt fyri alt inntøkuárið, av samanløgdu inntøku hjúnanna. Tó verða reglurnar í 4. § 1. og 2. stk. eisini at galda í hesum føri.

§ 11. Doyr skattgjaldari, fellur skattskyldan burtur frá tí degi, hann er deyður.

§ 12. Fellur skattskyldan hjá giftum manni burtur, meðan hjúnini eru samskattað, verður konan sjálvstøðugt skattskyldug eftir reglunum í 1. § ella 2. §, samstundis sum skattskyldan hjá manninum fellur burtur.
2. stk. Inntøkur, sum konan tá hevur vunnið, og sum eftir 4. § 2. stk. skulu skattast fyri seg, verða taldar við í skattskyldugu inntøku hennara í tí inntøkuári, tá skattskyldan hjá manninum fellur burtur.

§ 13. Doyr giftur persónur, og velur eftirsitandi hjúnafelagin í beinleiðis sambandi við andlátið at sita í óskiftum búgvi við felagsbúnum, verður eftirsitandi hjúnafelagin at seta í skatt av allari inntøku hjúnanna í tí inntøkuári, andlátið var. Hevur konan áðrenn maðurin doyði havt inntøku av tílíkum slag, sum nevnt er í 4. § 2. stk., verður bæði gjørd ein álíkning av hesi inntøku, og ein álíkning av allar aðrari inntøku hjúnanna. Eftirsitandi hjúnafelagin kemur skattliga fult og heilt í stað hins deyða. Fyribilsskattir, sum goldnir eru undan andlátinum, verða góðskrivaðir tí eftirsitandi hjúnafelagnum.

§ 14. Í øllum øðrum førum, enn tá eftirsitandi hjúnafelagin jvb. 13. § velur at sita í óskiftum búgvi, er skatturin hjá tí deyða av inntøkuni í inntøkuárinum, tá andlátið var, endaligur við gjaldingini av tí fyribilsskatti, sum fall til gjaldingar undan andlátinum, ella sum skuldi verið eftirhildin í inntøkum, sum eru vunnar fyri deyðadagin.
2. stk. Búgvið ella skattavaldið kunnu tó krevja, at endalig álíkning verður gjørd fyri tíðarskeiðið frá byrjanini av inntøkuárinum til andlátið. Er tann endaligi álíknaði skatturin fyri áðurnevnda tíðarskeið við afturatløgdum írestandi skatti o.ø. sambært 78. § og við frádrátti fyri eitt møguligt skattaendurgjald, sum tilskilað í 79. §, minst 5.000 kr. hægri enn tann inngoldni fyribilsskatturin í sama tíðarskeiði, skal búgvið gjalda henda munin. Er tann inngoldni fyribilsskatturin minst 100 kr. hægri enn tann endaliga álíknaði skatturin fyri sama tíðarskeið við afturatløgdum írestandi skatti o.ø., sambært 78. §, og við frádrátti fyri eitt møguligt skattaendurgjald, sum tilskilað í 79. §, kann búgvið krevja henda mun afturgoldnan.
3. stk. Til tess, at skattavaldið kann gera av um ein endalig álíkning skal fara fram, kann áleggjast búnum innan 6 mánaðir eftir andlátið at lata skattavaldinum eina uppgerð yvir ogn og skuld við andlátið, umframt eina uppgerð yvir inntøkur hins deyða frá inntøkuársins byrjan til andlátið. Verður seinni enn 4 mánaðir eftir andlátið avgjørt, hvussu búgvið skal viðgerast, skal uppgerðin tá latast skattavaldinum innan 2 mánaðir eftir, at avgerðin er tikin.
4. stk. Um búgvið ynskir eina endaliga álíkning, skal tað boða skattamyndugleikunum frá hesum, og lata inn vanliga sjálvuppgávu innan ta freist, sum ásett er í 3. stk.
5. stk. Krav skattavaldsins um eina endaliga álíkning skal vera reist innan 6 mánaðir eftir andlátið. Er uppgerðin skattavaldinum í hendi seinni enn 4 mánaðir eftir andlátiî, skal kravið tó verða reist innan 2 mánaðir eftir móttøkuna. Setur skattavaldið fram krav um eina endaliga álíkning, skal verða boðað búnum frá hesum innan 2 mánaðir eftir, at tann uppgerð, ið nevnd er í 3. stk. er komin skattavaldinum í hendur.
6. stk. Viðvíkjandi ognum, sum kunnu avskrivast, verður í teirri uppgerð, ið nevnd er í 3. stk. tilskilað tað skattliga virði, sum ognin varð ásett til við endan á seinasta inntøkuári. Harumframt kann roknast lutfalslig avskriving fyri tíðina fram til andlátið, eftir somu reglum, sum hin deyði hevði kunnað nýtt í inntøkuárinum. Fyri maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn verður saldovirðið, áðrenn avskriving verður gjørd, javnað við útveganar- og søluupphæddunum á ognum, sum eru útvegaðar ella seldar eftir at seinasta inntøkuár er endað.
7. stk. Líkningarráð Føroya setur annars nærri reglur um uppgerðarháttin. Krevjast kann, at búgv, sum verða skift privat, skulu lata uppgerð inn. Hetta fer fram á tann hátt, at áløgd verður daglig sekt, sum skiftirætturin ásetur. Verður uppgerðin ikki latin inn rættstundis, er harnæst heimilað skiftirættinum at gera av, at búgvið skal koma undir almenna skiftisviðgerð. Skiftirætturin skal taka búgvið til almenna skiftisviðgerð, um uppgerðin ikki er latin inn innan 3 mánaðir eftir, at freistin er úti.
8. stk. Reglurnar í 1. stk. eru ikki galdandi, um eftirsitandi hjúnafelagin velur at sita í óskiftum búgvi, samstundis við at serognin hjá tí deyða verður skift. Í tílíkum førum verður inntøkan fyri tíðina innan andlátið í síni heild at skattast eftir 13. §. Búgvið skal tó innan somu tíðarfreistir, sum ásettar eru í 3. stk., lata inn uppgerð yvir ogn og skuld, sum á deyðadegnum eru serogn hjá tí deyða. Viðvíkjandi hesi uppgerð verður víst á 6. stk.
9. stk. Um búgvið hevur so lítið virði, at skifti ikki fer fram, verða tó reglurnar í 1. stk. somuleiðis nýttar.

§ 15. Skattskyldan fyri deyðsbúgv, sum tikin eru til almenna skiftisviðgerð her í landinum, fevnir um inntøkur, sum vunnar eru í tíðini frá andlátinum og til tann dagin, sum í teirri endaligu uppgerðini verður nýttur sum uppgerðar- og skildagur. Skattskyldan fevnir harumframt um inntøku, sum er fingin til vega í sambandi við útlutan av ognum til arvingar ella eftirsitandi hjúnafelaga, bæði undir sjálvari skiftisviðgerðini og á skildegnum fyri uppgerðina.
2. stk. Búgv, ið verða skift í beinleiðis sambandi við andlátið, skulu ikki gjalda inntøkuskatt treytað av, at endalig búsuppgerð verður gjørd og latin skattavaldinum innan 15 mánaðir eftir andlátið, og at skattskylduga inntøkan hjá búnum ikki fer upp um 25.000 kr.
3. stk. Skattskyldan hjá búgvum, sum vera skift alment ella vera tikin frá privatari til almenna skiftisviðgerð, og skiftisvið- viðgerðin er endað innan 15 mánaðir eftir andlátið, og sum ikki eftir 2. stk. eru frítikin fyri at gjalda skatt, fevnir um inntøkur frá deyðadegnum til tann dagin, sum nýttur verður sum skildagur í tí endaligu búsuppgerðini. Úttøka frá búnum, sum verður gjørd áðrenn búgvið er endaliga uppgjørt, kann eftirkannast av skattavaldinum, jvb. 16. §.

§ 16. Virðisásetingin í uppgerðini kann vera tað skattliga bókførda virðið ella annað rímiligt mett virði.

§ 17. Fyri búgv, sum verða skift privat, ella búgv, sum frá almennari skiftisviðgerð verða latin til privat skifti, og sum ikki sambært 15. §, 2. stk. eru frítikin fyri at gjalda skatt, eru reglurnar í 15. §, 3. stk. galdandi til 15 mánaðir eftir andlátið.
2. stk. Heldur tað privata skiftið fram eftir tað áður umrøddu tíðarfreist, skal búgvið, áðrenn ein mánaður er liðin, lata inn uppgerð um støðuna hjá búnum, tá freistin var útrunnin. Í hesi uppgerð verður tilskilað, hvørjar ognir eru latnar arvingum, hjúnafelaga ella legatarum, møguliga til fleiri í felag, og hvørjar ognir, ið enn eru til taks í búnum.
3. stk. Samstundis við uppgerðina verður latin inn vanlig sjálvuppgáva viðvíkjandi inntøku hjá búnum frá deyðadegnum til endan á 15 mánaða tíðarskeiðnum.
4. stk. Skattskyldan hjá búnum heldur uppat, tá freistin er útrunnin. Frá hesum tíðarbili og frameftir verða arvingar og hjúnafelagin skattskyldugir í mun til sín part í búnum. Inntøka og tap av ognum, sum enn ikki eru latin arvingunum við endan á ásettu freistini, verða roknað við í inntøkuuppgerðini hjá búnum í sama mun, sum um hesar vóru seldar, tá freistin gekk út til tær upphæddir, sum ásettar eru í teirri uppgerð, sum nevnd er í 2. stk., jvb. tó 16. §. Arvingar og hjúnafelagin skulu hereftir nýta hesar upphæddir sum skattlig útveganarvirði.

§ 18. Í sambandi við uppafturtøku av einum alment skiftum búgvi tekur skattskyldan ikki við, fyrr enn skiftirætturin hevur tikið endaliga avgerð um uppafturtøku. Reglurnar í 15. §, 2. stk., eru ikki galdandi fyri tílík búgv. Annars eru somu reglur galdandi viðvíkjandi uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni, sum galdandi eru fyri búgv, sum verða skift beinleiðis í sambandi við andlátið. Líkningarráð Føroya ásetur nærri reglur viðvíkjandi uppgerðarháttinum.
2. stk. Í sambandi við uppafturtøku av einum privat skiftum búgvi, hvílir skattskyldan á teimum, ið eiga lut í búnum.

§ 19. Verður eitt óskift búgv skift, meðan eftirsitandi hjúnafelagin enn er á lívi, verða inntøkur hjá felagsbúnum fluttar til búgvið frá tí degi, tá skiftirætturin hevur játtað áheitanina um skiftið.
2. stk. Innan 2 mánaðir eftir, at áheitanin er játtað, skal búgvið lata inn eina uppgerð yvir ta ogn og skuld, sum er tikin við í skiftinum. Viðvíkjandi hesi uppgerð eru reglurnar í 14. §, 6. stk. galdandi, tá áheitanin er játtað. Er búgvið framvegis til viðgerðar við endan á tí inntøkuári, tá ið áheitanin um skifti varð játtað, hevur búgvið fyri hetta inntøkuár rætt til avskrivingar. Er búgvið skift, hevur tann, ið hevur fingið tillutað ognina, rætt til avskrivingar. Annars eru reglurnar í 15. §, 2. stk., galdandi, roknað frá tí at áheitanin um skifti varð játtað.
3. stk. Um eitt búgv, sum í beinleiðis sambandi við andlátið hevur verið undir almennari skiftisviðgerð, verður latið eftirsitandi hjúnafelaganum til at sita í óskiftum búgvi, so verður inntøkan frá deyðadegnum at skatta hjá tí eftirsitandi hjúnafelaganum. Skattsetingin av inntøkuni í tí ári, tá ið skattgjaldarin doyði, verður gjørd sambært reglunum í 13. §, samstundis sum møgulig skattseting sambært reglunum í 14. § verður strikað.
4. stk. Hesar reglur eru eisini galdandi um eitt búgv, sum í beinleiðis sambandi við andlátið hevur verið skift privat, verður latið til eftirsitandi hjúnafelagin til at sita í óskiftum búgvi.
5. stk. Verður eitt búgv, sum er undir almennari skiftisviðgerð, latið til privat skifti, eftir at 15 mánaðir eru lidnir frá andlátinum, galda reglurnar í 17. §, 2. og 4. stk., við tað, at henda yvirtøka kemur í staðin fyri, at tann freist upp á 15 mánaðir, ið er ásett í nevndu grein, er útrunnin.
6. stk. Verður eitt búgv, sum skift er privat, tikið til almenna skiftisviðgerð, aftaná at 15 mánaðir eru gingnir frá deyðadegnum, verður búgvið ikki skattskyldugt, men eru arvingar og hjúnafelagin framhaldandi skattskyldugir av teirra lutum í búnum.

§ 20. Landsstýrið ásetir nærri reglur viðvíkjandi sjálvuppgávuni hjá búnum og endaligar búsuppgerðir, og um frágreiðingar frá skiftirættinum til skattavaldið.
2. stk. Áðrenn eitt búgv verður latið til privat skifti, verður álagt arvingunum og hjúnafelaga, ið eigur lut í búnum, at skjóta ein persón upp teirra vegna, sum øll krøv eftir 14. §, 2. stk. um endaliga álíkning og regulering av fyribils skattgjalding kunnu beinast til, og annars allar aðrar fráboðanir, um skattligu viðurskifti hjá tí deyða og búnum.

§ 21. Nýstovnaðî feløg ella aðrir stovnar, sum eiga heimstað her á landi, við roknskaparári, ið endar í seinasta lagi 31. desember, verða sett í skatt av allari inntøkuni í roknskapar-skeiðînum, sama hvussu langt tað er, og skal sjálvuppgávan latast inn í seinasta lagi 1. juni. Skatturin fellur til gjaldingar í 3 gjøldum 1. oktober, 1. november og 1. desember. Á samsvarandi hátt verður farið fram, tá feløg v.m., sum ikki hava verið skattskyldug higar til dags, taka upp virki, ið er skattskyldugt. Partafeløg, har helvtin ella meiri av partapeninginum er á somu hondum, skulu hava sama roknskaparár.
2. stk. Tá feløg v.m., ið eiga heimstað her á landi, verða avtikin ella taka upp skattfrælst virki, stendur skattskyldan við, til tað skattaárið er úti, sum felagið var tikið av ella tók upp skattfrælst virksemi. Umframt tað skal slíkt felag v.m. fyri sama skattaár verða sett serstakliga í inntøkuskatt av inntøkuni í tíðini frá útgongd roknskaparársins, ið síðsta vanliga skattseting felagsins er gjørd eftir, og til felagið varð avtikið ella tók upp skattfrælst virki. Avtøkustjóri, ávikavist nevndin, skal í seinasta lagi 4 vikur aftan á avtøku ella upptøku av skattfrælsum virki geva líkningarráðnum boð um hetta og leggja hjá yvirlit yvir inntøkurnar í nevnda tíðarskeiði; hetta yvirlit verður gjørt eftir reglunum um sjálvuppgávu, um tær annars kunnu nýtast. Verður ikki boðað frá, soleiðis sum her er fyriskipað, verður avtøkustjóra, ávikavist nevndini, áløgd sekt so stór, sum landsstýrið leggur á. Avtøkustjóri, ávikavist nevndin, kann eisini verða tvingað til at lata inn áðurnevndu boð og inntøkuuppgerð við at álagdar verða dagbøtur so stórar, sum landsstýrið leggur á.
3. stk. Hóast reglurnar í 1. stk. kann 1. roknskaparskeið ikki fevna um meira enn tvey álmanakkaár.
4. stk. Nýstovnað partafeløg kunnu yvirtaka ognir frá verandi virki, um gomlu eigarnir verða lutfalsliga líka stórir partaeigarar til skattliga bókført virði, ella annað rímiligt virðismett virði.

§ 22. Persónur, sum sambært 2. § hevur avmarkaða skattskyldu her á landi, verður fyrstu ferð settur í skatt sambært reglunum í 24. §, 2. stk.
2. stk. Feløg v.m., sum sambært 2. § hava avmarkaða skattskyldu her á landi, verða fyrstu ferð sett í skatt sambært reglunum í 21. §, 1. stk.
3. stk. Er inntøkukeldan uppathildin, áðrenn endalig álíkning kann verða gjørd eftir 1. stk., skal líknað verða av allari inntøkuni, sum vunnin er eftir reglum og stigum, sum galdandi eru fyri inntøkuárið, hildið verður uppat í.
4. stk. Heldur inntøkukeldan uppat, stendur skattskyldan við til tað inntøkuárið er úti, ið hildið varð uppat í, og skal tá umframt verða álíknaður skattur við serstakari líkning av inntøkuni í tíðini frá enda roknskaparársins, ið seinasta vanliga endaliga skattseting varð gjørd eftir og til hildið varð uppat, eftir reglum og stigum, sum galdandi eru fyri sama skattaár.

3. KAPITTUL

Hin skattskylduga inntøkan.
§ 23. Inntøkuskattur til land og kommunu verður svaraður árliga av inntøku í samsvari við reglurnar, sum settar eru í hesi lóg.
2. stk. Skattaárið er tað tíðarskeiðið, sum skattaálíkningin er gjørd fyri, og sum skattskyldan er miðað eftir.

§ 24. Í hesi lóg merkir inntøkuárið tað roknskaparskeið, sum hin skattskylduga inntøkan er vunnin í. Skattskylduga inntøkan verður roknað av allari inntøkuni í inntøkuárinum.
2. stk. Inntøkuárið hjá persónliga skattskyldugum er álmanakkaárið fyri ta endaligu álíkningina. Er skattskyldan bert fyri eitt styttri tíðarskeið, verða allir loyvdir frádráttir eisini roknaðir lutfalsliga fyri sama tíðarskeið, ið skattskyldan er fyri. Hvat feløgum v.m. sambært § 1, 1. stk. nr. 8-14 viðvíkur, og sum reka sjálvstøðuga vinnu, verður skattur fyri ávíst skattaár lagdur út á inntøkuna í tí inntøkuári, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum frammanundan.
3. stk. Til at hava annað inntøkuár enn tað, ið feløg v.m. higartil hava nýtt til uppgerðar av skattskyldugari inntøku, krevst loyvi frá líkningarráðnum frammanundan. Verður av tílíkari roknskaparumskipan eitt inntøkuskeið styttri ella longri enn 12 mánaðir, tá skal inntøkan í hesum tíðarskeiði, tá hon er mett til skatt, verða hækkað ella lækkað til peningshædd, sum svarar til inntøkuna í 12 mánaðum. Deyðsbúgv skulu hava sama inntøkuár sum hin deyði.

§ 25. Fyri skattskylduga inntøku verður, við teimum avmarkanum og undantøkum, ið sett eru í hesari lóg, roknað alt tað, sum hin skattskyldugi í inntøkuárinum (sbr. 24. §) hevur lagt inn í peningi ella peningsvirîð, hetta uttan mun til um inntøkan stavar úr Føroyum ella ikki t.d.
1) av sigling, fiskiskapi, hvalaveiðu, landbúnaði, fuglaveiði, ídnaði, handli, handverki ella aðrari vinnu ella virki, hvørjum sum er, soleiðis eisini alt, sum fingið er fyri ella er at rokna fyri endurgjald fyri vísindaliga, listaliga ella bókmentaliga starvsemi ella fyri vinnu, almenna ella privata tænastu ella hjálparveiting, hvørja sum er,
2) burturleiga ella burturfesting av fastari ogn, leysafæ ella rættindum og lunnindum, og eisini av bústaði ella húsarúmd til vinnu í egnum húsum,
3) renta ella vinningur av skuldabrøvum, partabrøvum og øðrum virðisbrøvum, av útistandandi fíggjarkrøvum og av útlæntum peningi, tó ikki renta av peningi innistandandi í føroyskum peningastovni, sambært løgtingslóg nr. 4 frá 26. mars 1953, og vinningsbýti frá partafeløgum v.m. skrásettum í Føroyum sambært 1. § nr. 8,
4) av rætti til tíðarviss gjøld, sum t.d. eftirløn, bíðipeningi, uppihaldspeningi, lívrentu, eftirseturentu, arvarentu o.t., haldi, fólka- og avlamiseftirløn, avgjaldi av ella ókeypis nýtslu av fastogn ella leysafæ o.t.,
5) av tilfallandi vinnu, sum t.d. starvi sum skiftistjóri, avtøkustjóri o.t., eins og aðrari tilfallandi inntøku, sum t.d. studningum, gávum (sbr. tó 29. § nr. 3), inntøku av happadrátti og øðrum eydnuspæli eins og øðrum inntøkum, sum ikki ber til at telja upp í tær inntøkur, ið nevndar eru frammanfyri í 1-4.
6) Íløgustudningur, ið veittur verður eftir lóg um "egnsud- vikling" ella løgtingslóg um menningargrunn fyri ídnað, handverk og tænastufyritøkur verður tikin við í skatt- skyldugu inntøkuni yvir eitt 20 ára skeið, ið byrjar við tí inntøkuári, hin skattskyldugi fær studningin. Hin skattskyld- ugi ger sjálvur av hvussu stórur partur av studninginum verður tikin við í inntøkuna hvørt árið sær í 20 ára skeiðnum.

§ 26. Virðið á vørum og framleiðslum, sum skattgjaldarin hevur tikið út úr virki sínum til at nýta ella hava í húshaldi sínum ella til gávu, verður mett eftir keypsvirðinum á hesum vørum og framleiðslum.
2. stk. Nýtir skattgjaldarin fyri seg sjálvan bilar, skip, vognar, ross og tílíkt, sum hoyra til virki hansara, verður virðið á hesum mett til so stóran part av tí árliga kostnaðinum av teim nýttu rakstraramboðum, heruppií avskrivingar av tí, sum svarar til eginnýtsluna. Somuleiðis um vinnufólk í virkinum eisini starva í húshaldi hansara, tá verður virðið á hesum starvi mett til so stóran part av øllum starvsviðurgjaldinum hjá hesum vinnufólki, heruppií vistarhald, at hann svarar til starvið í húshaldinum.
3. stk. Vørur á goymslu, ráevni eins og hálv- og fullvirkaðar vørur verða tald upp í inntøkuuppgerðina við tí keypsvirði, ávikavist framleiðsluvirði, sum vørurnar hava, tá inntøkuárið gongur út, har ið keypsvirðið, ávikavist framleiðsluvirðið, í royndum hevur verið lægri, er loyvt at rokna við tí. Líkningarráðið ásetir nærri reglur fyri uppgerðina.

§ 27. Ágóði av sølu ella avhending av ognum hjá hinum skattskyldugu verður roknaður fyri skattskylduga inntøku, tá søla av slíkum ognum fellur undir vinnu hansara, ella tá hann hevur keypt ognarlutin fyri at selja hann aftur við ágóða. Selur hin skattskyldugi fastogn, skip eins og partabrøv og tílík almenn virðisskjøl , og hava tey verið ogn hansara styttri enn 2 ár, má ætlast, at hann hevur ognast tey til tess at selja aftur við ágóða, uttan prógvað verður, at so var ikki.

§ 28. Løn og onnur samsýning samb. Starvssáttmála millum arbeiðsgevara og løntakara, sum liður í vanligu arbeiðsgongd arbeiðsgevarans, og sum fellur til gjaldingar aftan á avvarðandi vinnuskeið, er skattskyldug í tí inntøkuári, hon er útgoldin. Er lønin ella samsýningin ikki útgoldin við endan á tí álmanakkaári, sum kemur beint aftaná tað álmanakkaár, har løntakarin hevur vunnið sær endaligan rætt til hana, skal hon tó takast við sum skattskyldug inntøka í hesum seinna álmanakkaárinum.
2. stk. Reglurnar frammanfyri verða at nýta samsvarandi, viðvíkjandi aðrari A-inntøku enn løn.
3. stk. Heldur skattskylda løntakarans uppat, er tann inntøkan, sum nevnd er í 1. og 2. stk. í seinasta lagi skattskyldug, tá skattskyldan heldur uppat.
4. stk. Líkningarráðið hevur heimild at áseta, at A-inntøka av ávísum slag ikki skal koma undir reglurnar í 1. og 2. stk., so- leiðis at hon verður skattskyldug í tí ári, hon er vunnin, smb. 25. §. Serstakar reglur verða at galda fyri frítíðarløn.

§ 29. Til skattskylduga inntøku teljast ikki:
1) vinningur av sølu av ognum hjá hinum skattskylduga, tá hann fellur ikki undir reglurnar í 27. §, ella reglurnar í 1. og 2. kap. í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
2) ognarvøkstur, sum stavar av tí, at óseldir ognarlutir hjá hinum skattskylduga hækka í virði - eins og ognarminking av tí, at teir lækka í virði, heldur ikki má verða drigin frá inntøkuni, sbr. tó 26. §, 3. stk.,
3) gávur, sum hin skattskyldugi ella persónar, ið verða skattaðir saman við honum, hava fingið frá hjúnafelaga, avkomi, foreldrum (heruppií eisini ættleiðingarforeldrum) ella abba og ommu, sbr. tó her 5. §, 4. stk., somuleiðis ognarvøkstur, ið stavar frá arvi og greiðslu frammanundan burtur av arvi, falnum og ófalnum, ella av tí at eftirsitandi hjúnafelagi tekur við felagsbúgvi til at sita í óskiftum búgvi,
4) ognarvøkstur, ið stavar av giftu,
5) útgoldin lívstryggingarpeningur og tílíkt, eins og endurgjald sambært vanlukku-, avlamis- og sjúkratrygging, tá endurgjald er ikki latið sum tíðarviss gjøld ella sum endurgjald fyri mista vinnuinnløgu,
6) útgoldið endurgjald sambært trygging av fastogn ella leysafæ, uttan so at søluvirðið, um hesir ognarlutir høvdu verið seldir, átti at teljast upp í ta skattskyldugu inntøkuna,
7) gjøld, sum hitt almenna hevur fyriskipað einans til at gjalda kostnað av almennum ella embætisligum starvi, tá tey ikki innihalda nakra samsýning fyri vinnu, og somuleiðis tilsvarandi gjøld, ið loyvishavandi og privat virki rinda.
8) vinningur av burturluting v.m., jvb. løgtingslóg nr. 11 frá 9. apríl 1968 og happadráttinum, jvb. løgtingslóg nr. 49 frá 16. juni 1950 við seinni broytingum, eins og vinningar í donskum og føroyskum premiulánsbrøvum,
9) tann partur av teirri samsýning fólkatingsmenn eiga, sum eftir ríkislóg er kostnaðarviðbót, og tann kostnaðarviðbót, sum eftir løgtingslóg verður veitt løgtingsmonnum eftir bústaði,
10) sømdarpeningur goldin sambært lóg nr. 93 frá 20. mars 1940 um "udbetaling af hædersgaver til danske sømænd og fiskere og deres efterladte" og sambært lóg nr. 383 frá 9. august 1945 um "visse hædersgaver til danske søfarende og fiskere og deres efterladte",
11) virði av vistarhaldi hjá sjófólki umborð,
12) sømdar- og heiðurspeningur, sum veittur verður uttan umsókn, tó undantiknar fastar árligar veitingar. Studningur, sum tað almenna ella góðkendir gávufægrunnar og aðrir grunnar lata lesandi og lærlingum,
13) ellisviðbót eftir 10. §., persónlig viðbót eftir 14. §. og hjálpar-, røktar- og avlamisviðbót eftir 16. § í lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 um fólkapensjón við seinni broytingum, avlamisgjøld eftir § 4, 2. stk., hjálpar- og røktarviðbót eftir 11. §, persónlig viðbót eftir § 15, avlamisveiting, hjálpar- og røktarviðbót hartil eftir 16. §, veitingar eftir 31. § og 32. § og avlamisviðbót og hjálparviðbót eftir 45. § í lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 um avlamispensjón v.m. við seinni broytingum og veitingar eftir § 15, § 16, § 17 og § 18 og persónligar viðbøtur eftir § 9 og § 13 og § 29 í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 um almenna forsorg við seinni broytingum.
14) tað sum útgoldið verður limunum í teimum í 1. § nr. 11 nevndu keypssamtøkum í mun til tað, teir hava keypt av vørum og tænastum,

§ 30. Av vinningsbýti, sum sambært 25. § nr. 3 ikki er undir skattskyldu hjá móttakara, verður latið eitt avgjald til landskassan uppá 20%. Felag, sum útlutar vinningsbýti, skal halda aftur hetta avgjald og í seinasta lagi 14 dagar aftaná aðalfundarsamtykt um hetta rinda peningin til Føroya Gjaldstovu.
2. stk. Hevur felag v.m. ikki goldið afturhildna avgjaldið sambært 1. stk., verður renta at rokna viî 1% um mánaðin frá 1. í tí mánaði, sum kemur aftan á at avgjaldið, skuldi verið goldið sambært 1. stk., og til goldið er. Rentan kann ikki verða frádrigin, tá skattskylduga inntøka felagsins verður uppgjørd. Reglurnar í 135. §, 3. stk. um rættin til at panta avgjaldið er eisini galdandi í hesum føri.
3. Stk. Fyri vinningsbýti av partabrøvum og lutaprógvum verður roknað alt, ið partaeigarar ella luthavarar fáa útgoldið sum partur av avlopi felagsins í síðsta roknskaparári ella undanfarnum árum, annaðhvørt hetta avlop er tilkomið sum innvunnið rakstraravlop, av sølu ella uppskriving av ognum felagsins, ella á annan hátt, og annaðhvørt tað er útgoldið sum vinningsbýti, sum útlán, tá felagið er avtikið, ella tílíkt.
4. stk. Fyri vinningsbýti, tá felag verður avtikið, verður roknað alt, sum útlutað verður avvarðandi partaeigara meira enn av inngoldnum partapeningi.

§ 31. Tá skattskyldug inntøka verður uppgjørd, skal frá inntøkuni verða drigin rakstrarkostnaður, t.e. tær útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við, so sum
a) eftirlønir ella tilskot til eftirløningar teirra, sum starva ella hava starvað í vinnu skattgjaldarans,
b) gjald til yrkisfeløg fyri vinnurekandi,
c) útreiðslur til umvælingar, tryggingar og umsitingar av húsum, skipum, maskinum, innbúgvi og øðrum rakstraramboðum, sum hin skattskyldugi hevur nýtt í virki sínum, tó ikki meira enn nýtt er til at bøta um slit og brek, sum á er komið eftir tað, at hann hevur fingið sær nevndu rakstraramboî,
d) peningur, sum í útgerðarstarvi á sjónum verður lagdur niðurfyri til klassingar og umvælingar av skipi. Hesar avsetingar tilsamans kunnu í mesta lagi verða 10 % av tí fyrstu 100.000 kr. av útveganarvirðinum og 5 % av útveganarvirðinum omanfyri 1.000.000 kr. og kunnu bert verða gjørdar undir einum av vinningi í rakstri skipsins áðrenn gjørdar avskrivingar. Avsetingarnar skulu inntøkuførast aftur í seinasta lagi 4. inntøkuár aftaná avsetingarárið ella tað árið, skipið verður latið av hondum.
e) árlig avskriving skipað við serligari lóg. Avskriving
hjá persónum má tó ikki verða størri enn so, at skattskylduga inntøkan í minsta lagi er líka stór sum livikostnaðurin eftir tí prístalsgrundarlag, sum hvørja tíð er galdandi. Frá og við 1. januar 1976 galdandi frá og við inntøkuárinum 1975 verður prístalsgrundarlagið at útrokna sum tað 1. juli 1975 útroknaða prístalsgrundarlag, faldað við galdandi prístali og deilt við 100.

§ 32. Annars skulu, tá inntøkan verður uppgjørd, dragast frá útreiðslur til royndar- og granskingarvirksemi, sum hin skattskyldugi hevur havt, áðrenn sjálv vinnan er byrjað. Hesar útreiðslur kunnu dragast frá skattskyldugu inntøkuni tað árið, vinnan er byrjað og tey næstu 3 inntøkuárini. Hin skattskyldigi ger sjálvur av, hvussu stórur partur av útreiðslunum verður drigin frá inntøkuni hvørt árið sær. Útreiðslur til royndar- og granskingarvirksemi í sambandi við ráevni í undirgrundini koma ikki undir hesar reglur.

§ 33. Annars skal tá inntøkan verður uppgjørd dragast frá,
1) renta av íløgu- og rakstrarskuld í sambandi við vinnuvirki,
2) tá ið skattgjaldari veitir lán til eitt virki við vinnuligum endamáli ella gevur ábyrgd til banka ella annan áognara fyri vinnuvirki og av hesi orsøk er fyri tapi, er honum loyvt at draga hetta tap frá í skattskyldugu inntøkuni, sbr. nr. 6,
3) avseting til rakstrargrunn hjá teimum í 1. §, nr. 8, 11, 12 og 13 umrøddu feløgum. Henda avseting kann í mesta lagi vera 15 % av skattskyldugari inntøku, áðrenn avseting til íløgugrunn, tó í mesta lagi 500.000 kr. um árið. Henda avseting skal í seinasta lagi fimta inntøkuárið aftan á avsetingarárið inntøkuførast aftur,
4) útreiðslur til ferðing, lýsingar o.t., sum í sambandi við vinnuvirki standast av at selja vørur og tænastur í inntøkuárinum og seinni inntøkuár,
5) útreiðslur til provisión, stovningarprovisión ella premiu í sambandi við lántøku ella ábyrgd,
6) um so er, at skattauppgerðin eitt ár vísir hall, kann hetta verða drigið frá í skattskyldugu inntøkuni 3 tey næstu árini og soleiðis, at fyrsta árið verður alt hallið drigið frá, um inntøka er til tess og annars so nógv, sum inntøka er til. Hall í sambandi við trotabúgv, gjaldsteðg o.t. verður tó bert loyvt frádrigið í tann mun skuldin ella partur av henni er goldin. Tann goldni parturin kann tá dragast frá í gjaldingarárinum.
7) hjá persóni, sum hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart, fólka-, avlamis-, einkju- og aðra pensjón ein løntakarafrádráttur, sum er 2.000 kr., um inntøkan er undir 10.000 kr., tó í mesta lagi ájavnt við inntøkuna. Er inntøkan 10.000 kr. ella hægri, er frádrátturin 20 % av inntøkuni, tó hægst 4.000 kr. Hava bæði maður og kona inntøku, eiga bæði rætt til frádráttin. Frá og við 1. oktober 1979 verður løntakarafrádrátturin uppá 4.000 kr. prístalsviðgjørdur við prístalinum pr. 1. oktober 1978 sett til 100. Broytingin í løntakarafrádráttinum verður útroknað hvønn 1. oktober og kunngjørd av Líkningarráð Føroya, sum galdandandi fyri komandi inntøkuár,
8) hjá persóni, sum hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart, neyðugar útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað eftir reglunum í a)- g).
a) Útreiðslur til ferðing við bili millum bústað og arbeiðsstað verða loyvdar frádrignar við ávísari upphædd fyri hvønn koyrdan kilometur.
b) Kann almenn ferðsla verða nýtt í staðin, verður frádrátturin loyvdur ájavnt við ferðakostnaðin við almenna ferðasambandinum.
c) Fyri ferðing millum bústað og arbeiðsstað sjóvegis verður frádráttur loyvdur ájavnt við útreiðslur, men tó ongantíð meira enn svarandi til ferðakostnaðin við almennum ferðasambandi. ºtreiðslurnar sambært reglunum í a) - c) verða tó bert loyvdar frádrignar í tann mun, samanlagda upphæddin fer upp um eina ávísa upphædd, sbr. g).
d) Fyri ferðing millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands verður frádráttur loyvdur sambært skjalprógvaðum útreiðslum. ºtreiðslurnar verða tó bert loyvdar frádrignar í tann mun samanlagda upphæddin fer upp um fyrr nevndu ávísu upphædd sbr. g).
e) Giftur persónur, sum flytir í aðra kommunu at arbeiða har, fær frádrátt fyri dupult húsarhald, soleiðis at loyvdur verður ein ávísur mánaðarligur frádráttur fyri leigu av høli og ein ávísur frádráttur um dagin fyri eykaútreiðslur til kost. ºtreiðslurnar verða tó bert loyvdar frádrignar í tann mun samanlagda upphæddin fer upp um fyrrnevndu ávísu upphædd sbr. g).
f) Persóni, sum við loyvi frá landsst_rinum hevur útvegað sær avlamisakfar eftir reglunum í løgtingslóg um innflutningsgjald, og sum n_tir avlamisakfarið til ferðing millum bústað og arbeiðsstað, verður umframt frádráttirnar í a) - e) loyvdur ein fastur frádráttur uppá 6.000 kr. um árið, tó í mesta lagi ájavnt við lønarinntøkuna. Frá og við 1. oktober 1982 verður frádrátturin prístalsviðgjørdur við prístalinum 1. oktober 1981 sett til 100.
g) Tær føstu upphæddir, ið nevndar eru í a) til f) verða ásettar av Líkningarráðnum í seinasta lagi 1. juli galdandi fyri komandi inntøkuár.
9) Uppihaldspeningur til hjúnafelaga skattgjaldarans, skildan ella sundurlisnan, ella til børn yngri enn 18 ár, og sum tað almenna hevur álagt honum at hjálpa ella lata uppihaldspening til, og sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga. Bert undirhaldspeningur fyri tíðina til barnið fyllir 18 ár kann dragast frá. Hesin peningur er skattskyldug inntøka hjá barninum. Tá hjún í royndum liva hvørt sær á slíkan hátt, at skilnaður ber við sær, at konan verður sjálv skattskyldug, verður farið fram, sum vóru tey sundurlisin.
10) Útreiðslur til onnur leypandi gjøld til persónar, ið búgva her á landi, sum t.d. hald og uppihaldspeningur, ið skattgjaldarin hevur bundið seg til at reiða út, tó bert um tey eru at rokna fyri viðurlag fyri fíggjarliga veiting, ið skattgjaldarin hevur fingið, tá skuldbindingin varð stovnað.

§ 34. Tá skattskylduga inntøkan hjá giftari kvinnu verður uppgjørd eftir 4. §, 2. og 3. stk., skulu frá inntøkuni verða drignar tær útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna nevndu inntøkur, tryggja tær og halda teimum við sbr. 31. og 33. §§.
2. stk. Skattligar avskrivingar av ognarlutum, sum verða n_ttir í vinnuvirki hjá øðrum hjúnafelaganum, verða gjørdar av hesum, hetta uttan mun til, um hann sjálvur ella hin hjúnafelagin er ánari.
3. stk. Flytur annar hjúnafelagin ognir til hin hjúnafelagan til nýtslu í vinnuvirki hansara, skal vinningur ella hall ikki teljast við í skattskyldugu inntøkuni hjá fyrrnevnda.
4. stk. Aftan á yvirflyting verða ognirnar avskrivingarliga og viðvíkjandi vinningi/halli viðgjørdar, sum um tær vóru útvegaðar av móttakaranum tá og fyri somu peningahædd, sum tær í sínari tíð vórðu útvegaðar fyri og verða fyrr gjørdar avskrivingar mettar, sum gjørdar av honum.
5. stk. Uttan mun til fyriskipanirnar í 3. stk. verða reglurnar í 31. § í avskrivingarlógini galdandi, um ognirnar við yvirflyting til hin hjúnafelagan verða fluttar til aðra nýtslu.

§ 35. Tá skattskyldug inntøka verður uppgjørd, verður tikin við staðfestur kursvinningur og drigið frá staðfest kurstap av fíggjarkrøvum og skuld í fremmandum gjaldoyra, tá hetta hevur samband við vinnuvirki skattgjaldarans.
2. stk. Kursvinningur ella -tap í fremmandum gjaldoyra, skal verða tikin við í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni tað árið, vinningurin er staðfestur, og tapið goldið.

§ 36. Keypssamtøkur, sum eru skattskyldugar sbr. 1. §, nr. 11, kunnu, tá skattskyldug inntøka verður uppgjørd, draga frá afturberingina, sum verður útgoldin limunum í mun til tað, teir hava keypt av vørum og tænastum.

§ 37. Upp í skattskyldugu inntøkuna hjá partafelagi verður ikki taldur vinningur av virðishækking, tá partafelagið gevur út partabrøv ella veksur um partapeningin.
2. stk. Um partafelag við heimstaði her á landi, sum er undir ræði móðurfelags við heimstaði uttanlands, í handilsligu og fíggjarligu viðurskiftum sínum við hetta felag er undirgivið øðrum korum, enn sjálvstøðug fyritøka hevði verið, skal upp í skattskyldugu inntøkuna hjá dótturfelagnum her verða taldur tann vinningur, sum ætlast má, at tað hevði havt, um tað var sjálvstøðug fyritøka, ið óheft gjørdi keyp við móðurfelagið.

§ 38. Rentur av útistandandi skatti og ov seint goldnum skatti annars, ið nevndar eru í 78. § og 135. §, kunnu ikki dragast frá tí skattskyldugu inntøkuni. Rentur av ov nógv goldnum skatti, ið nevndar eru í 79. §, 3. og 4. stk., skulu ikki teljast við í skattskyldugu inntøkuni.

§ 39. Eftirsitandi hjúnafelagi, sum valt hevur at sita í óskiftum búgv, ger í tí inntøkuári, sum andlátið var, upp allar inntøkur hjúnanna, sum ásett í 13. §. Verða smb. ásetanini í hesi § gjørdar tvær álíkningar, verður inntøkuskattur roknaður út eftir hvørjari av hesum álíkningunum sær, og eftirsitandi hjúnafelagin verður síðani at svara skatt við báðum skattaupphæddunum samanløgdum.

§ 40. Tá endaliga líkningin hjá tí deyða, jvb. 14. §, 2. stk. verður gjørd, skulu verða viðtaldar allar inntøkur, sum hann hevur vunnið fram til deyðadagin. Her íroknaðar eru allar A-inntøkur hansara, jvb. 60. §, eisini tær, sum møguliga ikki verða útgoldnar fyrr enn aftan á deyðadagin og allar B-inntøkur fram til deyðadagin.
2. stk. Somuleiðis skal eftirsitandi hjúnafelagi skatta av øllum A-inntøkum sínum í inntøkuárinum og teimum B-inntøkum, sum ikki ganga inn í búgvið.
3. stk. Tá inntøkan hjá deyðsbúgvum, ið nevnd eru í 1. §, nr. 7, verður uppgjørd, skal takast við øll inntøka og allar útreiðslur í tíðini frá deyðadegnum og til tann dagin tann endaliga uppgerðin av búnum verður gjørd. Um so er at hetta tíðarskeið er styttri enn 15 mánaðir, verður tað tá at rokna sum eitt inntøkuskeið.
4. stk. Er búgvið ikki skift innan 15 mánaðir, verður tað at lata inn vanliga sjálvuppgávu yvir inntøkur og útreiðslur í inntøkuárinum, jvb. 24. §, 3. stk., síðsta punktum, soleiðis at fyrsta inntøkuskeið tess verður tíðin frá deyðadegnum og til næsta 31. desember.
5. stk. Inntøkuuppgerðin hjá búnum verður í hesum førum at fylgja somu reglum, sum galda fyri skattskyldugar persónar. Tó kann avseting í íløgugrunn ikki verða gjørd.
6. stk. Allar ognir í búnum verða avskrivingarliga og viðvíkjandi vinningi/halli viðgjørdar, sum um tær vóru útvegaðar av búnum upprunaliga og fyri somu peningshædd, sum tær í sínari tíð vóru útvegaðar fyri og verða fyrrgjørdar avskrivingar mettar sum gjørdar av búnum. Vinningur og hall, sum koma fram við sølu av ognum í búnum, verða tald við í tann mun, vinningurin ella hallið hevði verið talt við í inntøkuuppgerðini hjá tí deyða, um sølan hevði verið gjørd av honum.
7. stk. Tá endaliga uppgerðin hjá búnum smb. galdandi skiftisreglum verður gjørd, skulu tær ognir, sum kunnu avskrivast og ognir, sum koma undir 27. § verða mettar sum tær eru avhendar uppgerðardagin. Avhending verður her mett sum søla fyri virði í vanligum handli. Somuleiðis skulu í hesi uppgerð allar burturleggingar av einum og hvørjum slag verða tiknar til inntøku aftur.

4. KAPITTUL

Skattur til tilhaldskommunu.
§ 41. Skyldu at svara skatt til kommununa hava allir persónar og feløg v.m., sum hava skattskyldu til landskassan.
2. stk. Skattskyldugir persónar svara skatt til ta kommunu, har teir hava fast tilhald fyri seg og húski sítt 1. oktober í árinum framman undan inntøkuárinum, og feløg v.m. har tey eru skrásett, sbr. tó 48. §. Uppihaldari, sum flytur í aðra kommunu at arbeiða har, er framvegis einans skattskyldugur í heimakommunu síni, so leingi hann heldur hús í henni.
3. stk. Fast tilhald, ið er styttri enn 3 mánaðir, verður ikki í nakrari kommunu roknað fyri at stovna skattskyldu, uttan so at hetta er framhald av føstum tilhaldi á sama stað áður, og skattgjaldarin alt samanlagt hevur hildið til har í 3 mánaðir í minsta lagi. Men hevur persónur ikki í skattaárinum havt 3 mánaða fast tilhald í nakrari kommunu í landinum, tá hava kortini allar kommunur, har hann í skattaárinum hevur fast tilhald, rætt til at skatta hann eftir tí, sum hetta tilhaldið hevur vart, um so er, at tað ikki var styttri enn ein mánað.
4. stk. Teir, ið starva í sigling ella fiskiskapi, verða, um teir hava ikki bústað ella fast tilhald í nakrari kommunu 1. oktober í árinum framman undan inntøkuárinum skattaðir í teirri kommunu, har ið teir vanliga halda til, tá teir eru ikki á sjónum. Ber ikki til at staðfesta tílíkan vanligan tilhaldsstað, skal skatturin verða goldin í teirri kommunu, skipið hevur heimstað, ella, um skipið eigur heima uttanlands, í teirri kommunu, har sum hesir skattgjaldarar seinast hava verið skattskyldugir til tilhaldskommununa. Ñ ivamálum hevur landsstýrið ta endaligu avgerðina.
5. stk. Persónar, sum í heilum skifta tilhald, gjalda skatt til ta kommunu, sum helst má verða hildin at vera heimakommuna teirra. Ñ ivamálum hevur landsstýrið ta endaligu avgerðina.
6. stk. Deyðsbúgv verður skattað í teirri kommunu, har hin deyði seinast hevði skattskyldu til tilhaldskommununa.

§ 42. Hevur persónur tilhald í eini kommunu, av tí at hann er á sjúkrahúsi ella er settur í fangahús ella tílíkt, og uppfyllir hann samstundis tað, sum krevst til at verða settur í tilhaldskommunuskatt í aðrari kommunu í landinum, tá skal hann ikki gjalda tilhaldskommunuskatt í fyrrnevndu kommunu. Hetta sama hevur gildi fyri tann, sum heldur til í eini kommunu, av tí at hann er har í almennum ørindum, og sum samstundis uppfyllir tað, sum krevst til at verða settur í tilhaldskommunuskatt í aðrari kommunu í landinum.

§ 43. Bygda(r)ráðið kann, um tað ikki heldur, at skattakommunan hjá einum skattskyldugum 1. oktober er tann rætta jvb. 41. §, 2. - 6. stk., kæra um hetta áðrenn 1. mai árið eftir. Um hin skattskyldugi er settur í skatt sambært 2. stk. er kærufreistin 5 mánaðir aftan á, at skattskyldan hevur tikið við. Skattaborgarin kann kæra um avgerðina innan 3 mánaðir aftan á, at hann hevur fingið fráboðanina um, til hvørja kommunu hann er tilhaldsskattskyldugur. Um kommunurnar ikki eru samdar um, til hvørja kommunu ein persónur er kommunuskattskyldugur, ella semja ikki kann fáast við ein persón um hetta, kann spurningurin leggjast fyri landsstýrið. Tó kann skattaborgarin innan 4 vikur aftan á, at hann hevur fingið boð um úrskurð landsstýrisins kæra til dómsvaldið.
2. stk. Um skattskyldan tekur við í álmanakkaárinum, verður skatturin latin til ta kommunu, sum hin skattskyldugi má haldast at hava tað tilhald í, sum umrøtt er í 41. §. Um skattskyldan tekur við í tíðarskeiðinum frá 1. oktober til 31. desember í eini kommunu, verður skattur fyri komandi álmanakkaárið eisini goldin til hesa kommunu.

§ 44. Flytur skattgjaldarin úr skattakommununi í inntøkuárinum, skal skattakommunan lata ein part av tí kommunuskatti, sum er álíknaður fráflutta skattgjaldaranum til tilflytingarkommununa. Hetta er bert galdandi um fasta tilhaldið í tilflytingarkommununi sambært 41. § varir í minsta lagi 3 mánaðir samfelt.
2. stk. Skatturin verður býttur lutfalsliga í mun til tað tíðarskeið skattgjaldarin hevur búð í tilflytingarkommununi. Hesin lutfalsligi partur verður roknaður frá byrjanini av tí fjórðingsári, sum kemur beint aftan á tilflytingina og til endan av tí fjórðingsári tá ið møgulig fráflyting aftur fer fram, samanber 1. stk. Hendir flyting 1. í einum fjórðingsári, so er hesin dagur at meta sum fráflytingardagur.
3. stk. Flytur skattgjaldari burtur úr Føroyum, skal hann, til skattskyldan heldur uppat, gjalda skattin til ta kommunu, sum hann var skattskyldugur í, tá hann flutti burtur. Men um skattgjaldarin eftir tað, at hann læt bústað sín frá sær, framvegis er skattskyldugur her á landi sambært 1. §, nr. 5, tá verða reglurnar í 41. §, 3. stk. nýttar.

§ 45. Kommuna, sum ikki metir seg at hava fingið sín part av kommunuskattinum sbr. 44. § 2. stk., ella ikki metir býtið av kommunuskattinum hjá einum persóni millum kommunurnar at vera rættan, kann í seinasta lagi 1 ár og 3 mánaðir aftan á tað álmanakkaárið er úti, ið kært verður um, senda kæru um hetta til skattakommununa við upplýsingum um tað tíðarskeiðið, skatta- borgarin hevur búð í kommununi. Um kommunur ikki verða samdar um, hvør skal hava skattin ella um býtið av honum, hevur líkningarráðið ta endaligu avgerðina. Líkningarráðið ger nærri reglur fyri, hvussu býti av upphæddini millum kommunurnar verður útroknað.

§ 46. Kommunuskatturin verður álíknaður av somu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álagdur.
2. stk. Rentur, provisión, stovningarprovisión ella premia, sum ikki koma undir frádrátt eftir § 33, nr. 1) ella nr. 5) í hesi lóg, verða frádrigin í útroknaða kommunuskattinum við 14% av upphæddini. Hjúnafelagar gera sjálvir av, hvussu upphæddin, sum ikki kemur undir frádrátt eftir § 33, nr. 1) ella nr. 5) í hesi lóg skal býtast teirra millum. Tó má samanlagdi frádrátturin, tey fáa í kommunuskatti, ikki fara upp um 14% av samanløgdu upphæddini. Um so er, at samanlagdi kommunuskatturin hjá hjúnafelaganum aftaná, at 14% av samanløgdu upphæddini er drigin frá, tá vísir hall, kann hetta verða drigið frá í kommunuskattinum 3 tey næstu árini og soleiðis, at fyrsta árið verður alt hallið drigið frá, um kommunuskattur er til tess og annars so nógv, sum kommunuskattur er til.
3. stk. Bygda(r)ráðini kunnu avgera, at í útroknaða kommunuskattinum kann verða játtaður ein barnafrádráttur. Upphæddin skal vera viðtikin av bygda(r)ráðnum áðrenn 1. oktober, sum galdandi fyri komandi inntøkuár.

§ 47. Allar skattskyldugar inntøkur, sum eru funnar eftir reglunum í hesari lóg, undantiknar tær, sum nevndar eru í § 2, 1. stk. a), b), h) og i), verða skattaðar við prosenti (líkningarprosentinum), sum er tað sama fyri allar persónligar skattgjaldarar í kommununi. ñður enn inntøkuskatturin verður roknaður, verður skattskylduga inntøkan hjá øllum skattskyldugum javnað niður til fyrsta krónutal, ið kann býtast við 100. Bygda(r)ráðið ásetur líkningarprosentið fyri kommunu- og kirkjuskatt í seinnu helvt av september mánaði, sum galdandi fyri álmanakkaárið eftir. Líkningarprosentið skal standa á endaligu skattarokningini. 2. stk. Um persónsfrádrátturin í landsskattinum sambært serstakari løgtingslóg ikki verður nýttur til fulnar, skal restin dragast frá í útroknaða kommunuskattinum.
3. stk. Munurin millum álíknaða kommunuskattin og tað, sum hin skattskyldugi skal gjalda sambært 2. stk., verður goldin kommunukassanum av landskassanum, soleiðis at kommunan fær álíknaða kommunuskattin, tó hægst 15 % av skattskyldugu inntøkuni. Fyri børn undir 16 ár, sum sjálvstøðugt eru sett til skatt, verður tó bert reglan í 1. og 2. stk. galdandi.

5. KAPITTUL

Skattur til atvinnukommununa.
§ 48. Persónar, deyðsbúgv og feløg v.m., sum eftir reglunum í hesi lóg hava skattskyldu til eina kommunu her á landi sum tilhalds (heima-) kommunu, og sum hava atvinnu smb. 2. stk. í hesi § í aðrari kommunu enn tilhaldskommununi, skulu av teirri inntøku, sum tey hava havt í inntøkuárinum, smb. 24. §, gjalda skatt til atvinnukommununa eftir teimum reglum, sum her fylgja.
2. stk. Atvinnu í eini kommunu hevur tann persónur, tað deyðsbúgv, felag v.m. ella felagsskapur (smb. § 1, nr. 7-15), ið
1) sum eigari ella sameigari rekur ella á annan hátt eigur lut í avlopinum av eini vinnu (sum t.d. handverks-, verksmiðju-, handils-, banka-, umboðssølu-, tryggingar-, vinnutakara-, sakførara-, læknavirki, vinnu sum vertur, vinnu við fólka- ella vøruflutningi ella aðrari vinnu, líkari áðurnevndu), sum hevur samband við kommununa, av tí at har er fastur rakstrarstaður - útibúgv, handilsstova, framleiðslustaður og annað fast arbeiðspláss, umboðsmaður, vørugoymsla, haðan bíleggingar verða avgreiddar regluliga ella tílíkt.
2) Nýtir, eigur ella hevur gjaldsfría fastogn ella fær avgjald av slíkari.
§ 49. Byrjar persónur í árinum vinnu av áðurnevnda slag, sum hann gerst skattskyldugur av, tekur skattskyldan til atvinnukommununa við frá tí degi, atvinnan byrjar.
2. stk. Verður atvinna hjá persóni niðurløgd í árinum, heldur skattskyldan til atvinnukommununa uppat frá hesum degi, og verður skatturin javnaður við endaligu álíkningina, sum gjørd verður, tá inntøkuskeiðið er endað.
3. stk. Flytur í árinum persónur, sum bæði hevur fast tilhald í eini kommunu, og sum hevur tað í 48. § 2. stk. nevnda samband við hana, og sum er settur í tilhaldskommunuskatt til hana, úr kommununi, verður hann atvinnuskattskyldugur til hana frá tí degi, tilhaldsskattskyldan helt uppat.
4. stk. Skyldan hjá persóni at gjalda skatt til atvinnukommununa, fellur burtur, tá
1) persónliga skattskylda hjá viðkomandi annars heldur uppat eftir reglunum í hesi lóg,
2) frá tí degi, at atvinnuskattskyldugur persónur, sum er fluttur til atvinnukommununa at halda til, verður settur í tilhaldskommunuskatt til hennara.
5. stk. Feløg v.m. verða skattskyldug til eina atvinnukommunu, tá tey har taka upp tað í 48. § 2. stk. nevnda vinnuliga virki, og heldur henda skattskylda uppat, tá nevnda virki verður niðurlagt.

§ 50. Teir í 48.§ nevndu persónar, sum koma undir reglurnar í hesum kapitli, skulu tá fyribilsskattaskráseting og endalig álíkning verður gjørd, lata inn uppgerð til tilhaldskommununa yvir allar inntøkur og útreiðslur uttan mun til um tær stava frá vinnu í atvinnu- ella tilhaldskommunu, og skal uppgerðin verða lagað soleiðis at skilliga sæst, hvussu inntøkur og útreiðslur eru uppgjørdar og hvussu tær býta seg millum atvinnu og tilhaldskommunu.
2. stk. Tilhaldskommunan letur beinan vegin atvinnukommununi eitt eintak av teirri uppgerð, ið viðvíkur atvinnuinntøkuni og saman við henni roknskap og øll innsend skjøl, sum hava samband við atvinnuinntøkuna.
3. stk. Tey í 49. §, 5. stk. nevndu feløg lata inn sjálvuppgávu og roknskap eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri persónligar skattgjaldarar smb. 1. stk. í hesi §.

§ 51. Líkningarvaldið í atvinnukommununi álíknar atvinnuskattin hjá persónligum skattgjaldara út frá tílíkari inntøku, ið nevnd er í 48. §, 2. stk., og sum vunnin er í atvinnukommununi í inntøkuárinum.
2. stk. Atvinnuskatturin verður álíknaður eftir somu reglum og við somu stigum, sum tilhaldskommunuskatturin er álíknaður eftir.
3. stk. Líkningarvaldið í atvinnukommununi sigur tilhaldskomm- ununi frá álíkningini, og verður skatturin av álíkningunum í bæði atvinnu- og tilhaldskommunu útroknaður og fráboðaður skattgjaldaranum undir einum, sbr. 71. og 73. §§.
4. stk. Rættin til at skattleggja tey í 48. § nevndu feløg, eigur tann kommuna, sum felagið hevur høvuðsskrivstovu í, ella haðan felagið verður stjórnað (heimstaðarkommunan). Av tí kommunuskatti, sum verður álíknaður í heimstaðarkommununi av samanlagdu inntøkum felagsins, eigur atvinnukommunan so stóran part, sum fellur á ta inntøku, sum vunnin er í atvinnukommununi, og verður hann goldin saman við skattinum til heimstaðarkommununa, smb. reglurnar í 21. §, 1. stk. Heimstaðarkommunan boðar atvinnukommununi frá álíkningini.
5. stk. Tann skattskyldugi er skyldugur at geva líkningarvaldinum í atvinnukommununi allar tær upplýsingar, ið verða hildnar at vera neyðugar við viðgerðina. Verða tær umbidnu upplýsingar ikki latnar, verða reglurnar í 103. §, 3. stk. nýttar.
6. stk. Skattgjaldarin, tilhalds- og atvinnukommunan hava rætt til at kæra um álíkningina eftir somu reglum, sum nevndar eru í 87. § og 98. §.

§ 52. Frádráttir í inntøkuni smb. 31. §, sum ikki hava samband við atvinnuinntøkuna, verða, tá skatturin verður býttur millum atvinnu- og tilhaldskommunu, fyrst mótroknaðir í inntøkuni í tilhaldskommununi, og verða bert yvirfluttir til frádrátt í atvinnuinntøkuni í tann mun, teir ikki rúmast innan fyri inntøkuna í tilhaldskommununi.
2. stk. Hevur persónur rentufrádrátt smb. 46. §, 2. stk. í tí persónliga kommunuskattinum í tilhaldskommununi, og vísir hesin kommunuskattur hall, aftan á at reglan í 46. §, 2. stk. um flyting millum hjúnafelagar er nýtt, kann hetta hall verða frádrigið í kommunuskattinum í atvinnukommununi. Um eisini tá verður hall, kann tað verða frádrigið í kommunuskattinum árið eftir, soleiðis at fyrst verður frádráttur loyvdur í kommunuskattinum í tilhaldskommununi. Um tá verður hall, kann frádráttur verða loyvdur í tí kommunuskattinum, sum skal gjaldast til atvinnukommununa (smb. Regluna í 33. §, nr. 6).

§ 53. Heldur líkningarvaldið í atvinnukommununi, at tann skattur, ið eftir reglunum frammanfyri kann verða álíknaður í atvinnu- kommununi, verður so lítil, at hann lønir ikki ómakin og útreiðslurnar, ið standast av at siga frá skattaálíkningini, er henni loyvt at sleppa hesum kravi.

6. KAPITTUL

Skattaútrokning og - innheinting.
§ 54. Reglurnar um, hvussu skatturin til landskassan fyri persónar, feløg, deyðsbúgv v.m. sum hava fulla ella avmarkaða skattskyldu her á landi, verður útroknaður, verða ásettar við serstakari løgtingslóg. Ñ hesi lóg skal somuleiðis ásetast, hvørjir frádráttir skulu veitast í tí útroknaða landsskattinum.
2. stk. Um samlaði inntøkuskatturin til landskassa og kommunukassa fer upp um 50 % av skattskyldugu inntøkuni, verður tann ov nógv álíknaði inntøkuskatturin lækkaður lutfalsliga til landskassa og kommunukassa.

§ 55. Allir lands-, kommunu- og kirkjuskattir verða innheintaðir av Føroya Gjaldstovu eftir reglunum í hesum kapitli. Avgjald av vinningsbýti, sum sambært 25. § nr. 3 ikki er undir skattskyldu hjá móttakara, verður innheintað eftir reglunum í 30. §.

§ 56. Landsstýrið fyrisetir nærri reglur um innheintingina. Kommunu- stýrini hava skyldu til uttan tarn at útvega innheintingarvaldinum allar tær upplýsingar, ið tað heldur verða neyðugt fyri innkrevjingina.

§ 57. Skattur sambært 55. § verður goldin hjá skattskyldugum persónum í inntøkuárinum við fyribilsgjøldum, sum antin verða eftirhildin í skattskyldugu inntøkuni eftir reglunum í 63. § ella goldin sambært skattarokning.
2. stk. Fyribilsskattur, ið verður hildin eftir smb. reglurnar í 63. §, verður nevndur "A-skattur". Fyribilsskattur, ið hjá skattskyldugum persónum verður goldin sambært skattarokning, verður nevndur "B-skattur". Skattskylduga inntøkan, sum A-skattur verður eftirhildin í, verður nevnd "A-inntøka". Skattskyldug inntøka, sum A-skattur ikki verður eftirhildin í, verður nevnd "B-inntøka".

§ 58. Samanlagdur fyribilsskattur í einum álmanakkaári skal um gjørligt verða ájavnur við skattin, sum verður álíknaður aftan á at álmanakkaárið er lokið. Hesin skattur verður nevndur "endaligur skattur".

§ 59. Um lands-, kommunu- og kirkjuskattaprosentið fyri eitt inntøkuár ikki er ásett í seinasta lagi 1. oktober, sum galdandi fyri komandi inntøkuár, kann landsstýrið gera av, at fyribilsskatturin verður útroknaður eftir teimum seinast ásettu skattaprosentum.

§ 60. Sum A-inntøka verður roknað:
1) Alt, sum er lagt inn í peningi, og í hesum sambandi frítt vistarhald og fría ferðing til og úr Føroyum, fyri persónligt arbeiði í tænastu fyri onnur, heruppí løn, frítíðarløn, samsýningar, tantieme, provisión og tílíkar samsýningar.
2) Veitingar, sum koma í staðin fyri tær í 1) nevndu samsýningar v.m., so sum dagpeningur, stuðul undir arbeiðsloysi og sjúku og verkfals- og verkbanssamsýningar og aðrar líkar samsýningar.
3) Samsýningar til sjónleikarar, tónleikarar, artistar ella útinnandi listafólk sum heild, eins og til fyrilesarar ella ítróttafólk. Hetta er galdandi, uttan mun til um inntøkan er útgoldin til triðjamann (møguliga felag).
4) Pensiónir og bíðipeningur og tílíkar skattskyldugar veitingar, tá tær hava havt samband við arbeiði í tænastu fyri onnur og aðrar skattskyldugar útgjaldingar frá pensiónsskipanum við leypandi útgjaldingum ella frá ratutryggingum, sum teknaðar eru við tí í huga at fáa pensión útgoldna.
5) Fólka- og avlamispensión og aðrar skattskyldugar almanna- veitingar.
6) Studningar og aðrir skattskyldugir styrkir, veittir av almennum myndugleikum ella stovnum og felagsskapum ella av almennum ella privatum grunnum, gávufægrunnum og tílíkum.
7) Samsýningar sum limur av ella sum hjálparmaður hjá øllum sløgum av stýrum, nevndum, ráðum og tílíkum.
2. stk. Sum A-inntøka, kunnu eftir nærri reglum frá líkningarráðnum, eisini verða roknaðar:
1) Aðrar skattskyldugar inntøkur, sum fyri tað mesta verða avroknaðar móttakara sum nettoinntøkur.
2) Peningur, ið verður vunnin við avreiðing í Føroyum av fiski og úrdráttum frá fiskivinnuni v.m.

§ 61. Ein inntøka verður ikki roknað sum A-inntøka, tá hon verður goldin av:
a) Útlendskum sendistarvsstovum og limum teirra og av útlendskum sendikonslum.
b) Persónum, deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum, stovnanum v.m., sum ikki hava heimting her á landi.

§ 62. Líkningarráðið kann, tá serligar grundir eru til tess, gera av, at ein ávís inntøka ella eitt ávíst slag av inntøkum, sum koma undir 60. §, 1. stk., ikki skulu verða A-inntøkur. Fyri inntøku, sum sambært avgerð líkningarráðsins ikki er A-inntøka, verður upplýsingarskyldan sambært § 118 varðveitt.
2. stk. Í øllum ivamálum ger líkningarráðið av, um ein inntøka er A-inntøka. Avgerð líkningarráðsins kann kærast til landsstýrið.

§ 63. Áðrenn A-inntøka verður goldin skattgjaldara, skal A-skattur avroknast í upphæddini. Hann, hvørs vegna A-inntøka verður útgoldin (hin ávísingarskyldugi), skal gjalda A-inntøkuna inn til eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað. Avrokningarstaðið avroknar A-skatt, og flytur hann til landskassan, men restupphæddin verður útgoldin tí ávísingarskylduga.
2. stk. Tá A-inntøka verður inngoldin til avrokningarstaðið, skal tann ávísingarskyldugi geva avrokningarstaðnum upplýsingar um inntøkuupphæddina, tíðarskeiðið,inntøkan er vunnin í, persón- nummar, navn og bústað skattgjaldarans. Líkningarráðið kann áseta nærri reglur um, hvussu hesar upplýsingar skulu latast avrokningarstaðnum. Dregur skattgjaldari seg undan at upplýsa persónnummar, navn og bústað, kann skattavaldið veita tí ávísingarskylduga hesar upplýsingar.
3. stk. Í staðin fyri at gera eftir reglunum í 2. stk., kann tann ávísingarskyldugi í serstøkum førum lata skattgjaldaranum eina lønarávísan, sum kann loysast út á einum av landsstýrinum góðkendum avrokningarstað. Líkningarráðið ásetur nærri reglur hesum viðvíkjandi.
4 stk. Persónar, sum ikki eru skrásettir í fólkayvirlitinum, skulu, áðrenn A-inntøkur verða ávístar teimum, venda sær til skattavaldið á staðnum, sum síðan letur teimum eitt nummarprógv, sum tann ávísingarskyldugi skal nýta í lønarávísingini.
5. stk. Skattavaldið skal geva teimum í 1. stk. nevndu avrokningarstøðum upplýsingar um, við hvørjari upphædd fyribils- skattur skal verða eftirhildin í hvørjari útgjalding sær.
6. stk. Eftirhildin skattur í A-inntøkuni gongur fram um onnur krøv í inntøkuni, heruppií mótkrøv bæði frá ávísingarskylduga og avrokningarstaði.

§ 64. Eftirhildin fyribilsskattur, smb. 63. §, 5. stk., má ikki vera meira enn 50 % av tí einstøku útgoldnu A-inntøkuni. Ñ førum, har írestandi skattur, smbr. 78.§, er fluttur frá árinum fyri, kann tó eftirhaldast við upp til 55 % av A-inntøkuni, smbr. 136. §, 2. stk.

§ 65. Um hann, hvørs vegna tann umrødda inntøkan verður útgoldin, ikki hevur heimating í Føroyum, smb. 61 §, b), og útgjalding verður gjørd av fulltrúa hansara, sum hevur heimating her, er hesin skyldugur at ávísa inntøkuna gjøgnum tey í 63. §, 1. stk. nevndu avrokningarstøð.

§ 66. Landsstýrið kann gera sáttmála við ríkisstýrið um, at í inntøku í tænastu fyri onnur, sum verður útgoldin av persónum, feløgum v.m., heruppií fulltrúum, sum hava heimating í Danmark, til persónar, sum eru undir fullari ella avmarkaðari skattskyldu her á landi, verður skattur hildin eftir, og eisini gera sáttmála um, hvussu hesin skattur skal avroknast við Føroyar.

§ 67. Grundarlagið undir fyribils skattgjaldingini er fyribilsskatta- skrásetingin, sum verður gjørd eftir reglunum í 67. - 76. §§.
2. stk. Líkningarráðið setir fólk frá skattafyrisitingini at standa fyri fyribilsskattaskrásetingini fyri hvørja kommunu sær. Avgerðir um skrásetingina kunnu verða lagdar fyri líkningarvaldið á staðnum til avgerðar.
3. stk. Líkningarráðið skipar fyri stovnseting og umsiting av eini skattgjaldaraskrá, sum myndar grundarlagið undir tí tilfari, ið fyribilsskattaskrásetingin verður gjørd eftir. Í skattgjaldaraskránni verða tær upplýsingar skrásettar, sum fyri hvønn skattgjaldara sær mynda grundarlagið undir fyribils skattgjaldingini.
4. stk. Við skattgjaldaraskránni sum grundarlag verða fyri hvørt inntøkuár sær tey fólk skrivað í manntal, sum væntandi skulu forskotsskrásetast. Líkningarráðið ásetir nærri reglur fyri,í hvørji kommunu persónur skal fyribilsskrásetast.
5. stk. Fyribilsskattaskrásetingin verður gjørd, um ikki reglurnar í 68.og 69. §§ eru galdandi, sambært teimum upplýsingum, líkningarmyndugleikarnir hava um inntøkuviðurskiftini hjá tí skattskylduga við seinastu álíkning ella fyribilsskattaskráseting.

§ 68. Um ein persónur ikki áður er álíknaður ella fyribilsskattaskrásettur, skal hann geva frágreiðing um síni væntaðu inntøkuviðurskifti. Síðan verður mett um av líkningarvaldinum, um henda frágreiðing skal verða løgd til grund undir fyribilsskattaskrásetingini. Landsstýrið ásetir nærri reglur um, hvussu umsóknin skal verða orðað,og ásetir tíðarfreist fyri, nær hon skal verða innlatin.

§ 69. Metir skattskyldugur persónur, at inntøkuviðurskifti hansara í einum inntøkuári koma at víkja munandi frá teirri inntøku, ið seinast varð løgd til grund undir álíkningina ella fyribils- skattaskrásetingina, kann hann søkja um at fáa fyribilsskatta- skrásetingina broytta, so hon samsvarar við hansara meting um komandi inntøkuviðurskifti. Líkningarvaldið metir um, í hvønn mun hesar upplýsingar skulu verða lagdar til grund undir komandi fyribilsskattaskrásetingini. Landsstýrið kann gera nærri reglur um, hvussu umsóknin skal verða orðað og áseta tíðarfreist fyri, nær hon skal verða innlatin.
2. stk. Líkningarvaldið kann eisini seta ein skattgjaldara í fyribilsskatt, tá mett verður, at hansara inntøkuviðurskifti í einum inntøkuári fara at víkja munandi frá teirri inntøku, sum seinasta álíkning ella fyribilsskattaskráseting varð gjørd eftir.
3. stk. Um inntøkuviðurskiftini broytast í inntøkuárinum, kann hin skattskyldugi fáa broytt fyribilsskattaskrásetingina fyri tað, sum eftir er av inntøkuárinum eftir reglunum í 1. stk. Líkningarvaldið kann eisini broyta fyribilsskattaskrásetingina í inntøkuárinum eftir reglunum í 2. stk.
4. stk. Áðrenn líkningarvaldið skal meta um inntøkuviður- skiftini eftir 2. og 3. stk., kann tað krevja, at hin skattskyldugi letur allar neyðugar upplýsingar.

§ 70. Verður mett, at hin skattskyldugi skal gjalda fyribilsskatt av A-inntøkum, og ikki hevur B-inntøku, verður tann A-skattur, sum skal verða eftirhildin í hvørjari útgjalding sær, útroknaður aftaná at inntøkan er minkað við teimum ónýttu frádráttum, sum hin skattskyldugi eigur rætt til fyri farna partin av avvarðandi inntøkuári. Líkningarráðið ger nærri reglur um hetta.

§ 71. Verður mett, at ein persónur skal gjalda fyribilsskatt av B-inntøku, og ikki hevur A-inntøku, verður fyribilsskatturin goldin sambært skattarokning. Hann verður roknaður av einari ætlaðari B-inntøku, sum er lækkað við teimum frádráttum, sum mett verður, at skattgjaldarin hevur rætt til, tá endaliga inntøkuuppgerðin og skattaútrokningin verður gjørd fyri hetta inntøkuárið.

§ 72. Um skattskylduga inntøkan hjá persóni í inntøkuárinum ikki verður mett at verða so stór, at skattur skal gjaldast, kann skattavaldið gera av, at skattur ikki skal haldast eftir í A-inntøkuni. Reglan kann tó bert verða nýtt upp til eina ávísa inntøkuupphædd, sum er ájøvn við teir samanløgdu árligu frádráttirnar.
2. stk. Hin skattskyldugi kann eftir áheitan fáa upplýsingar um, hvussu stór inntøka hansara kann verða áðrenn A-skattur verður eftirhildin.

§ 73. Verður mett, at hin skattskyldugi skal gjalda fyribilsskatt bæði av A-inntøku og B-inntøku, ger líkningarráðið av, í hvønn mun fyribilsskatturin skal verða eftirhildin ella goldin sambært A-skat.

§ 74. B-skattur fellur til gjaldingar í 12 gjøldum hin 1. í hvørjum mánaði við gjaldfreist til 20. í gjaldmánaðinum. Ber seinasti gjalddagur uppá ein halgidag ella leygardag, verður freistin longd til næsta gerandisdag. Um samanlagda árliga upphæddin, ið skal gjaldast í B-skatti, er minni enn 1.000 kr. fellur B-skatturin til gjaldingar í tveimum líka stórum gjøldum hin 1. juni og hin 1. desember við somu gjaldfreist, sum eftir 1. og 2. punktum.

§ 75. Meta líkningarvaldini, at longu goldin fyribilsskattur er munandi hægri enn endaligi skatturin við møguligum írestandi skatti v.m. løgdum afturat eftir 78. § og tað tykist at vera órímiligt at steðga eftir tí í 79. § ásettu tíð fyri afturgjalding, verður ein upphædd, sum svarar til tann eftir meti ov nógv goldna skattin afturgoldin beinanveg.
2. stk. Endurgjald eftir 79. §, 3. stk. verður ikki góðskrivað tí skatti, sum verður afturgoldin eftir 1. stk.

§ 76. Skattskyldugur kann gjalda meira í fyribilsskatti enn tað, sum kravt er inn við skattarokning ella er eftirhildið. Tílík inngjalding kann eisini verða goldin aftan á at inntøkuárið er lokið, tó í seinasta lagi 31. mai í tí ári, sum álíknað er í.

§ 77. Í tí endaliga skattinum, sum álíknaður verður skattskylduga í einum ári við møguligum írestandi skatti v.m. løgdum afturat, sum nevnt í 78. §, 3. stk., verða niðanfyri nevndu gjøld viðvíkjandi sama
a) Fyribilsskattur av A-inntøku, sum skal verða uppíroknaður, tá ið skattskyldugi verður settur endaliga í skatt.
b) A-skattur, sum skattavaldið hevur álagt tí skattskylduga at gjalda smb. 116.
c) Fyribilsskattur, sum sambært skattarokning skuldi verið goldin.
d) Gjøld, sum skattskyldugi hevur goldið sambært 76. §.
2. stk. Við uppgerð av upphæddini, sum skal verða mótroknað eftir 1. stk., verður skattur, sum er afturgoldin sambært 75. § frádrigin.

§ 78. Skattskyldugur skal gjalda ta upphædd, sum endaligur skattur við møguligum írestandi skatti v.m. afturatløgdum eftir 3. stk. er hægri enn fyribilsskatturin, sum varð mótroknaður eftir 77. §. Hesin skattur verður nevndur "írestandi skattur". Landsstýrið kann áseta minstamark fyri innkrevjing av írestandi skatti.
2. stk. Við gjalding av írestandi skatti skulu 9% av írestandi skattinum verða goldin landskassanum sum eykagjald.
3. stk. Er írestandi skatturin við ískoyti eftir 2. stk. minni enn 5.000 kr., og er útskrivingardagurin av endaligu álíkningini fyri 1. desember í líkningarárinum, verður skatturin goymdur sum skyldugur skattur og roknaður við í A-ella B-skattin fyri komandi ár. Skattur, goldin í einum ári, sum írestandi skattur v.m. er fluttur til, verður fyrst roknaður sum inngjald fyri yvirflutta írestandi skattin v.m.
4. stk. Er útskrivingin av endaligu álíkningini sum nevnt í 3. stk. gjørd aftan á 1. desember í álíkningarárinum, fellur írestandi skatturin til gjaldingar eftir reglunum í 5. stk.
5. stk. Er tann írestandi skatturin við ískoyti eftir stk. 2 5.000 kr. ella meira, fellur øll upphæddin til gjaldingar í trimum javnstórum gjøldum, hin 1. oktober, 1. november og 1. desember í álíkningarárinum við somu gjaldsfreist sum B-skattagjøldini fyri hesar mánaðir. Er endaliga uppgerðin útskrivað 1. september í álíkningarárinum ella seinri, fella gjøldini til gjaldingar tann 1. í hvørjum av teimum trimum komandi mánaðunum. Goldið verður bert í heilum krónum.
6. stk. Er ein persónur ikki skattskyldugur við byrjan av árinum aftan á álíkningarárið, verður írestandi skattur innheintaður sbr. reglunum í 5. stk. , smb. tó 80. §, 5. stk. Ger eftirsitandi hjúnafelagi av at sita við óskiftum búgvi, ella fellur búgvið eftir 57. §, 1. stk. í skiftilógini uttan skiftisviðgerð til tann, ið situr eftir, verður írestandi skattur v.m. hjá tí deyða, fyri árið frammanundan, innheintaður hjá eftirsitandi hjúnafelaga eftir reglunum í 5. stk.

§ 79. Er endaligi skatturin við møguligum írestandi skatti v.m. løgdum afturat eftir 78. § 3. stk. minni enn fyribilsskatturin, sum verður mótroknaður eftir 77 §, verður tað, ið eftir er, nevnt "avlopsskattur".
2. stk. Er avlopsskatturin við endurgjaldi afturatløgdum eftir 3. stk. 25 kr. ella meira, fær skattskyldugi peningin afturgoldnan.
3. stk. Skattskyldugi fær í endurgjaldi 9 % av avlopsskatti, ið verður afturgoldin. Verður hesin skattur mótroknaður í peningi, sum eftir 76. § er inngoldin, eftir at álmanakkaárið er úti, sum skattgjaldingin viðvíkur, verður einki endurgjald latið. Er upphæddin, sum endurgjald verður roknað av, størri enn 100.000 kr., verður endurgjald ikki latið av tí, sum er omanfyri hesa upphædd.
4. stk. Afturgjalding av avlopsskatti við endurgjaldi eftir 3. stk. fer fram áðrenn 1. august í álíkningarárinum. Um afturgjaldingin er aftan á 1. august, verður renta roknað fyri hvønn byrjaðan mánað frá 1. desember við 1 %. ñðrenn afturgjalding verður framd, verður møgulig eftirstøða av persónligum skatti við tilskrivaðum rentum mótroknað.
5. stk. Allar upphæddir verða bert goldnar aftur í heilum krónum.

§ 80. Um ein broyting verður gjørd aftan á 1. juni í álíkningarárinum í einari endaligari álíkning, og hetta hevur við sær, at írestandi skattur skal gjaldast ella at írestandi skattur verður hækkaður, so galda reglurnar í 78. § 4. og 5. stk. viðvíkjandi gjalding við ískoyti eftir 78. § 2. stk.
2. stk. Um broytt endalig álíkning, sum er gjørd aftan á 1. juni í líkningarárinum ávirkar, at avlopsskattur, sum er afturgoldin skattskylduga, smb. 79. §, verður lækkaður ella fellur burtur, skal hann gjalda peningin aftur saman við endurgjaldinum eftir 79. § 3. stk. og rentur eftir 79. § 4. stk. samsvarandi reglunum í 78. § 4. og 5. stk.
3. stk. Um ein broytt endalig álíkning, sum er gjørd aftan á 1. juni í líkningarárinum ger, at írestandi skattur verður lækkaður ella fellur burtur, verður upphæddin, sum írestandi skattur er lækkaður við og ískoyti eftir 78. § 2. stk. útgoldin skattskylduga innan mánaðurin er úti, sum kemur aftaná broytingardagin. Av higartil uppkravda peninginum eigur skattskyldugi 1 % í rentu fyri hvønn byrjaða mánað frá gjalddegi. Fyri upphæddir, sum eru kravdar eftir 78. § 3. stk., verður rentan tó roknað frá 1. september í líkningarárinum. ñðrenn útgjalding verða gjøld av írestandi skatti, sum ikki eru fallin til gjaldingar eftir 78. § og møguligar eftirstøður av skatti við tilskrivaðum rentum, mótroknað.
4. stk. Um ein broytt endalig álíkning, sum er gjørd aftan á 1. juni í líkningarárinum gevur tað úrslit, at avlopsskattur skal gjaldast tí skattskylduga ella at meira avlopsskattur enn frammanundan roknað skal afturgjaldast, verður upphæddin afturgoldin við endurgjaldi eftir 79. § 3. stk. og møguligum rentum eftir 79. § 4.stk. innan mánaðurin er úti, sum kemur aftan á broytingardagin. Undan afturgjalding verða møguligar eftirstøður og tilskrivaðar rentur mótroknaðar.
5. stk. Skatturin hjá deyðsbúgvum umframt írestandi skattur av einari endaligari álíkning fellur til gjaldingar 3 mánaðir aftan á, at endaliga álíkningin er útskrivað við gjaldfreist til 20. í gjaldmánaðinum. Fellur seinasti gjalddagur á ein halgidag ella leygardag, verður freistin longd til næsta gerandisdag.

§ 81. Skatturin hjá partafeløgum v.m., deyðsbúgvum, feløgum o.l. smb. 1. § nr. 7 - 15, fellur til gjaldingar í 3 gjøldum, 1. oktober, 1. november og 1. desember við gjaldfreist til 20. í mánaðinum.
2. stk. Um broyting verður gjørd, og hetta hevur við sær, at álíknaði skatturin verður hækkaður, fellur hækkingin til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftan á, at skattarokning er útsend, við gjaldfreist til 20. í mánaðinum. Verður skatturin eftir 1. og 2. stk. ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 1 % fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum, sbr. tó ásetingina í 146. §, 1. stk. 1.
3. stk. Um broyting verður gjørd, og hetta hevur við sær, at álíknaði skatturin verður lækkaður, skal ov nógv goldna upphæddin verða afturgoldin innan tann 20. í mánaðinum aftan á, at fráboðanin er útsend. Av tí ov nógv goldna skattinum verður góðskrivað ein renta uppá 1 % pr. byrjaðan mánað frá inngjaldingardegnum at rokna.

§ 82. Skattavaldið skal, tá skattgjaldari biður um, geva honum fráboðan um A-inntøku og eftirhildnan A-skatt fyri tað tíðarskeið, sum farið er av árinum.

§ 83. Landskassin avroknar hvørjari kommunu tann partin av endaliga skattinum, sum er kommunu- og kirkjuskattur.
Stk. 2. Landskassin rindar við byrjan av hvørjum mánaði hvørjari kommunu eitt forskot av kommunu- og kirkjuskatti. Mánaðarliga forskotið skal vera ájavnt við kommununnar part av teimum fyribilsskattum, ið inngoldnir eru í mánaðinum frammanundan. 1. november á hvørjum ári ger landskassin eina fullfíggjaða uppgerð til allar kommunur yvir tann samanlagda inngoldna kommunu- og kirkjuskattin og somuleiðis eitt yvirlit yvir eftirstøðurnar smb. endaligu álíkningina fyri seinasta inntøkuár. Harumframt skal henda uppgerð vísa, hvussu nógv er útgoldið kommununi sum forskot í inntøkuárinum. Er munurin millum samanlagda inngoldna kommunu- og kirkjuskattin og ta upphædd, sum kommunan hevur fingið sum forskot, kommununi til góðar, verður hann útgoldin, smb. 4. stk. og 4. stk a. Er munurin landskassanum til góðar, verður hann eftirhildin smb. 4. stk. b.
3. stk. 1. november í hvørjum ári, verður harafturat uppgjørt og avroknað í kommunu- og kirkjuskatti tað, sum er inngingið fyri eldri ár síðani seinastu avrokning, og harumframt upphædddir, sum vegna broyting í álíkning, eftirgeving av skatti, skattur, ið ikki fæst inn, ella av aðrari orsøk er lagdur afturat ella drigin frá síðan seinastu avrokning. Tær her nevndu upphæddir verða avroknaðar eftir reglunum í 4. stk.
4. stk. Er munurin kommununi til góðar smb. 2. og 3. stk. minni enn 5% av samanløgdu mánaðarligu upphæddunum, sum eftir 2. stk. eru goldnar kommununi sum forskot, verður hesin útgoldin í einum tann 1. november í tí ári, sum endaligi skatturin verður roknaður.
a) Fer munurin upp um 5 % av samanløgdu mánaðarligu upphæddunum, sum eftir 2. og 3. stk. eru goldnar kommununi sum forskot, verður 1. november í tí ári, tá endaligi skatturin verður roknaður, ein upphædd goldin kommununi, sum svarar til nevndu 5 %, meðan tað, sum tá er eftir av muninum við 8 % í rentu afturatløgdum, verður goldið við 1/12 um mánaðin saman við forskotunum eftir 2. stk.
b) Er munurin smb. 2. og 3. stk. landskassanum til góðar, verður hann so skjótt sum gjørligt mótroknaður í teimum mánaðarligu upphæddunum, sum kommunan eigur at fáa eftir 2. stk. við 1/2 um mánaðin.
5. stk. Um striking av skatti, eftirgeving ella skattur, sum ikki fæst inn, saman við írestandi skatti v.m. ger, at ógoldin skattur stendur eftir, so bera kommunurnar og landið sín lutfalsliga part av tapinum.
6. stk. Kommununnar partur av inntøkuskattinum av deyðsbúgvum verður avroknaður av landskassanum saman við avrokningini eftir 2. - 4. stk.
7. stk. Kommununnar partur av inngoldna skattinum hjá feløgum, ið nevnd eru í 21. § og 81. §, og sum skulu rinda álíknaða skattin hvønn 1. oktober, 1. november og 1. desember, verður goldin kommununum saman við forskotinum 1. november, 1. desember og 1. januar.
a) Goldnar eftirstøður av skatti smb. hesum stk. verða avroknaðar kommununum smb. reglunum í 3. stk í hesi grein.
b) Upphæddir, sum vegna broyting í álíkning eru lagdar afturat ella drignar frá skattinum hjá feløgum síðan seinastu avrokning, verða avroknaðar kommununum eftir reglunum í 4. stk.

7. KAPITTUL

Skipan og starv kommunala líkningarvaldanna.
§ 84. Bygda(r)ráðini skipa fyri skattaálíkningini í kommununi, men kunnu eisini viðtaka at velja eina líkningarnevnd, sum sjálvstøðugt tekur sær av skattingini. Talið á nevndarlimum skal verða stakt, minst 3 og hægst 7. Fyri hvørjar av hesum verða eisini valdir tiltakslimir, sum kunnu verða innkallaðir um tí fasta liminum berst frá.
2. stk. Nevndin verður vald á fyrsta fundi aftan á nýval. Nevndarlimirnir verða valdir ímillum tey, sum eru valbær til bygda(r)ráðið. Nevndin skipar seg við formanni og næstformanni.
3. stk. Sigur limur seg úr nevndini, verður nýggjur valdur í hansara stað fyri alt valskeiðið.
4. stk. Nevndin er viðtøkufør, tá ið í minsta lagi helmingurin av limunum er á fundi, ella tiltakslimir teirra. Allar avgerðir skulu fyri at hava gildi verða samtyktar av minst helminginum av teimum, ið á fundi eru.
5. stk. Formaðurin ella í hansara stað næstformaðurin skulu luttaka í øllum avgerðum. Um eitt uppskot fær líka nógvar atkvøður fyri sum ímóti, er atkvøða formansins ella í hansara stað næstformansins avgerandi.
6. stk. Eingin limur má taka lut í viðgerð av skattseting, tá málið varðar:
a) hann sjálvan ella hjúnafelaga hansara,
b) nakran, ið er skyldur ella svágdur við hann í beinan ættlegg upp- ella niður eftir, systkin hansara ella hjúnafelaga teirra, ættleidd børn hansara ella fosturbørn, ella ættleiðingar - ella fosturforeldur hansara,
c) felag ella felagsskapur v.m., sum hann er nevndar- ella stjórnarlimur í, ella hjá juridiskum persóni ella felag o.s.f., sum hann er knýttur at, tá hesin kann hava áhuga í úrslitinum av málinum.
7. stk. Limur skal sjálvur siga frá, um hann heldur iva vera um habilitet sín eftir 6. stk. Um so er, skal avvarðandi fara av fundinum, meðan málið verður viðgjørt.
8. stk. Bygda(r)ráðið kann við loyvi landsstýrisins veita formanninum eina serliga árliga samsýning.
9. stk. Fyri luttøku á líkningarnevndarfundum verður veitt fundarsamsýning, sum er hin sama sum fundarsamsýningar annars í øðrum nevndum í bygda(r)ráðnum. Samsýning verður ásett av landsstýrinum.
10. stk. Landsstýrið ger eina starvsskipan, sum líkningarnevndirnar skulu arbeiða eftir. Í bygda(r)ráðum, har ongin líkningarnevnd er vald, verður slík starvsskipan eisini nýtt í tann mun, tað er gjørligt. Um bygda(r)ráðini ynskja at gera avvik frá teimum skal tað verða góðtikið av landsstýrinum.

§ 85. Líkningarráð Føroya hevur skyldu til at skipa fyri hóskandi fyrisiting, soleiðis at deildarskrivstovur verða settar á stovn fyri størri øki. Deildarskrivstovurnar hava í hesum sambandi skyldu til, tá líkningin kemur fyri, at fyrireika øll mál til líkningarnevndirnar/bygda(r)ráðini og gera uppskot til og avgreiða nevndaravgerðir. Landsstýrið ger í teirri í 84. §, 10. stk. nevndu starvsskipan nærri reglur hesum viðvíkjandi.

§ 86. Hevur kommunala líkningarvaldið ikki farið eftir sjálvuppgávuni hjá skattgjaldara, sum hann hevur latið inn rættstundis, skal tað boða skattgjaldaranum at koma á fund við líkningarvaldið, ella geva honum møguleika til skrivliga at veita greiniligar upplýsingar ella sannanir. Í hesum føri og eisini tá ið rættstundis sjálvuppgáva er ikki innlatin, skal líkningarvaldið skrivliga gera hann kunnugan við broytingina av inntøku hansara, orsøkina til broytingina og møguleika fyri at kæra sæmbært 87. §.
2. stk. Líkiningarnevndin/bygda(r)ráðið kann sambært teimum reglum, ið landsstýrið ger smb. 84. §, 10. stk., lata kommunalu skattafyrisitingina gera álíkningar teirra vegna. Slíkar avgerðir tiknar av skattafyrisitingini kann skattgjaldarin kæra til líkningarnevndina sambært 87. §
3. stk. Verður nú vegna kæru ella við nærri kanning av skattsetingini álíkningin tikin upp aftur til nærri viðgerðar av kommunala líkningarvaldinum og møguliga broytt, skal verða givið skattgjaldara loyvi til skrivliga ella munnliga at veita greiniligar upplýsingar og sannanir. Ñ hesum føri skal í fráboðanini til skattgjaldara grundgeving verða givin fyri broytingini og upplýst skal verða um kærumøguleikan sambært 87. §.

§ 87. Kæra um álíkningina eftir reglunum í 86. §, 1., 2. og 3. stk. verður send kommunala líkningarvaldinum. Kæran skal vera skrivlig og grundgeving fyri kæruni skal vera við, og skal hon vera móttikin áðrenn 4 vikur eru farnar frá tí skattgjaldari hevur fingið boðum álikningina, sum kært verður um. Kæra um avgerðina hjá kommunala líkningarvaldinum kann verða send landsskattanevndini, og skal slík kæra verða send inn í seinasta lagi 4 vikur aftan á, at skattgjaldari hevur fingið boð um avgerðina.

§ 88. Fyri 15. januar fær kommunala líkningarvaldið ein navnalista frá felags skattaskrásetingini yvir allar persónar, feløg o.s.fr., sum skulu verða sett í skatt til kommununa.
2. stk. Í serstaka deild á navnalistanum verða settir allir teir persónar, feløg, stovnanir og deyðsbúgv, sum ikki eiga heima her á landi, men sum í kommununi hava tílíka inntøku, sum nevnd er í 2. § í hesi lóg.

§ 89. Felags skattaskrásetingin sendir beint aftaná 1. oktober kommunala líkningarvaldinum ein lista, sum er eins og tann, ið nevndur er í § 88, men nú við endaligu inntøkuni hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara.
2. stk. Beinanvegin aftan á 1. oktober verður tann listi, ið umrøddur er í 1. stk., lagdur fram til alment eftirlit í 11 dagar á høgligum staði fyri íbúgvarnar, eftir at tað frammanundan er kunngjørt soleiðis, sum vanligt er í kommununi. ñ listanum skal vera sagt frá tí høvi, ið skattgjaldari hevur til at kæra um álíkningina, sbr. §§ 86 og 87.
3. stk. Um so er, at skattgjaldari, ið lýkur treytirnar fyri at verða tikin við í tí almennu skattaálíkningina í tilhaldskommununi, skuldi verið umlopin, tá líknað varð, verður hann settur í skatt serstakliga.
4. stk. Kommunuala líkningarvaldið skal í seinasta lagi 1. oktober senda Líkningarráð Føoyra eitt eintak av tí skattalista, sum nevndur er í 1. stk., saman við øllum teimum skjølum, sum álíkningin er gjørd eftir.

§ 90. Verður skattgjaldari, sum ikki stendur á navnalistanum, sambært avgerð av hægri valdi skrivaður á listan og settur í skatt, skal líkningarvaldið heita á hann um at lata inn sjálvuppgávu innan fyri hóskandi freist, sum líkningarvaldið setur. Hann verður so settur í skatt eftir somu reglum, sum galda fyri vanliga líkning, uttan tað at freistin fyri at senda líkningarvaldinum kæru um skattsetingina er 14 dagar frá tí, at hann fekk at vita av henni.

§ 91. Hvørki skattalisti, skattaútrokning ella partur av teimum mega verða gjørd almannakunnug.

8. KAPITTUL

Líkningarráðið.
§ 92. Líkningarráð Føroya hevur eftirlit við skattaálíkningini.
Stk. 2. Líkningarráðið er skipað av 3 limum og 3 varamonnum, sum landsstýrið tilnevnir fyri 4 ár, og ger landsstýrið samstundis av, hvør skal vera formaður, og hvør skal taka sæti hansara, um honum berst frá. Ein av ráðslimunum skal vera roknskaparkønur, annar lógkønur og triði fastognar- og byggikønur (tað sama er galdandi fyri varamenn).
Stk. 3. Somu reglur, sum eru galdandi um, hvør hevur skyldu at taka við skipan í bygda(r)ráði og líkningarnevnd, eru galdandi fyri limir líkningarráðsins.
Stk. 4. Limirnir fáa samsýning, sum landsstýrið ásetur.
Stk. 5 Fyrisitingarliga verður líkningarráðið skipað við høvuðsskrivstovu og deildarskrivstovum, ið nevndar eru í 85. §.
Stk. 6. Til tess at veita líkningarráðnum hjálp, tá biðið verður um tað viðvíkjandi serliga margbroyttum og truplum málum, kann landsstýrið skipa fyri serkønari hjálp. Hjálparmenn fáa løn, sum landsstýrið ásetur.

§ 93. Líkningarráðið hevur eftirlit við skattaálíkningini og ansar eftir, at hon í øllum kommunum fer fram á rættan og samlíkan hátt og í samsvari við reglurnar í hesari lóg og við skattasamtyktina hjá kommununi. Líkningarráðið hevur heimild til at geva teimum kommunalu líkningarvaldunum rættleiðingar líkningini viðvíkjandi, og eru tey skyldug at fylgja hesum rættleiðingum. Somuleiðis kann líkningarráðið - bæði meðan líknað verður og seinni - áleggja líkningarvaldunum í kommununum at líkna skattin uppaftur fyri einstakar skattgjaldarar ella allar.
Stk. 2. Líkningarráðið kann eisini, bæði meðan líknað verður og seinni, broyta skattsetingar, sum kommunalu líkningarvaldini hava gjørt. Skal skattseting verða hækkað eftir ætli, má hetta tó verða gjørt, áður enn 2 ár eru liðin frá tí, at skattaárið gekk út. áðrenn álíkning verður broytt, skal skattgjaldarin og kommunala líkningarvaldið fáa høvi til skrivliga at gera grein á hesum máli.
Stk. 3. Líkningarráðið hevur rætt til, tá ið tað er eftirynskjandi, at senda persón, ið hevur fingið umboð til tess, fyri seg á fundir, sum tey kommunalu líkningarvaldini hava, tó við ongum atkvøðurætti. Ráðið hevur eisini heimild til at stevna hesum valdum saman til fundar til at geva leiðbeining um líkningina.
Stk. 4. Mál viðvíkjandi eftirgjalding og sektarábyrgd sambært 14. kapitli verða viðgjørd í líkningarráðnum, sum greiðir landsstýrinum tilmæli um, hvussu málið eigur at verða avgjørt.

§ 94. Øllum teimum, sum sett eru í skatt eftir avgerð líkningarráðsins, ella sum líkningarráðið hevur broytt skattaálíkningina hjá, er heimilt at kæra til landsskattanevndina, og skal slík kæra verða send skrivliga innan ein mánað eftir tað, at tey hava fingið boð um úrskurð líkningarráðsins, jvb. 97. §, 1. stk.

§ 95. Líkningarráðið fyrisitur tað í 67. - 76. §§ nevndu fyribilsskráseting. Somuleiðis hevur ráðið skyldu at skipa fyri tí í 125. § umrødda arbeiðsgevaraeftirliti.

9. KAPITTUL

Landsskattanevndin.
§ 96. Landsskattanevndin viðger skattakærur, soleiðis sum henda lóg sigur.
Stk. 2. Í landsskattanevndini sita 5 løgtingsvaldir limir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og varaformanni og hevur sær fastan skrivara, sum skal vera lóg- og roknskaparkønur. Á sama hátt velur tingið 5 varalimir. Starvstíð nevndarinnar og varalimanna er 4 ár.
Stk. 3. Reglurnar í 92. §, 6. stk., hava samsvarandi gildi fyri landsskattanevndina.
Stk. 4. Limirnir fáa løn ella samsýning, sum landsstýrið ásetur.

§ 97. Somu reglur, um hvør kann luttaka í viðgerð av skattseting sambært 84. §, 6. stk. er eisini galdandi fyri limir í landsskattanevndini.
Stk. 2. Eingin kann samstundis vera limur í fleiri enn einum av teimum skattavaldum, ið nevnd eru í 84., 92. og 96. §§.

§ 98. Landsskattanevndin ger úrskurð um kærur um tær metingar av tí skattskyldugu inntøkuni, sum kommunalu líkningarvaldini ella líkningarráðið hava gjørt.
Stk. 2. Skattgjaldari kann sjálvur senda inn kæru um skattseting. Tó kann skattgjaldari ikki skjóta skattseting til landsskatta- nevndina, hevur hann ikki í rættari tíð sent kæru um hana til kommunala líkningarvaldið, sambært 87. §, uttan so at hann heldur fram, at hann er ikki skattskyldugur, ella tað eru gjørd slík formlig mistøk, tá hann varð settur í skatt, at tey kunnu ógilda skattsetingina; í slíkum førum er loyvt at kæra. Kæra skal verða send, áðrenn 4 vikur eru lidnar frá tí, at skattgjaldarin fekk boð um avgerðina hjá líkningarvaldinum.
Stk. 3. Eisini er hvørjum skattgjaldara heimilt at kæra um tað, at inntøka hjá øðrum skattgjaldara helst er ov lágt mett.
Stk. 4. Er kæra ov seint inn latin, ella eru treytirnar fyri at gera úrskurð um hana eftir tí, ið framman fyri er ásett, annars ikki til, verður hon ikki viðgjørd. Tó er landsskattanevndini heimilt at taka kærur til viðgerðar í teimum førum, ið nevnd eru í 2. stk., og tá hon heldur fullgóð forføll vera, tó at tær vanligu treytir fyri hesum eru ikki uppfyltar.
Stk. 5. Kæra um landsskattaálíkningina verður send landsskatta- nevndini beinleiðis innan 4 vikur aftan á, at skattakravið er fingið, jvb. annars reglurnar í hesari grein og í 99. §.

§ 99. Kæra til landsskattanevndina skal verða send skrivliga og skal styðja seg til grundir og hjáløgd próvskjøl. Tá hin kærandi ella skattgjaldarin, sum lut eigur í máli, biður um tað, skal hann ella umboðsmaður hansara sleppa at siga fram sína áskoðan munnliga fyri nevndini. Tá so er, skal líkningarráðið hava fráboðan og hava rætt til eisini at verða umboðað á fundinum.
Stk. 2. Nevndin leitar sær ummæli frá líkningarráðnum um ta innkomnu kæru. ñðrenn líkningarráðið gevur hetta, krevur tað kommunala líkningarvaldið eftir áliti í málinum og roynir annars at fáa til vega teir upplýsingar, ið tørva til at gera úrskurð í málinum. Líkningarráðið hevur annars, tá teir biðja um tað, rætt til at lata persón í umboði sínum geva landsskattanevndini ummæli sítt munnliga; somuleiðis kann nevndin biðja líkningarráðið senda mann fyri seg, tá nevndin hevur mál til viðgerðar.
Stk. 3. Í teimum førum, tá ið beinleiðis er ætlað um inntøku skattgjaldara, stendur tann meting við, ið kommunala líkningarvaldið, møguliga líkningarráðið, hevur gjørt, uttan so at hann, ið kærir, kemur við tílíkum upplýsingum og sannanum afturat, at landssskattanevndin av tí verður før fyri sjálv at ætla um málið.
Stk. 4. Landsskattanevndin ger úrskurð um tær innkomnu kærur, og skal støðutakanin hjá nevndini verða grundgivin. Nevndin hevur heimild til at taka alla skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er.
Stk. 5. Úrskurður landsskattanevndarinnar skal skjótast inn fyri Føroya Rætt innan 6 mánaðir eru farnir.

10. KAPITTUL

Sjálvuppgávan og hvat ið stendst av tí, at eingin er.
§ 100. Persónar, deyðsbúgv, feløg og felagsskapir v.m., sum koma undir reglurnar í 1. kapitli um inntøkuskattskyldu, skulu sjálv geva upp inntøku sína í samsvari við reglurnar, sum her fylgja eftir.
Stk. 2. Í seinasta lagi hin 1. januar krevur líkningarráðið við serligari kunngerð allar, sum skulu verða settir í skatt, at geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn tær freistir, ið eru tilskilaðar í 3. stk., eru úti. Í kunngerðini skal greidliga verða tilskilað, at um skattgjaldarin ikki gevur upp inntøku sína, verður farið fram, sum í 104 § er sagt.
Stk. 3. Sjálvuppgávan av inntøkuni skal vera innlatin til líkningarráðið í seinasta lagi 15. mars. Sjálvuppgávur frá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m., smbr. § 1, 1. stk. nr. 7-15 skulu vera innlatnar í seinasta lagi 1. juni. Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá ið hon í seinasta lagi nevnda dag er fingin líkningarráðnum ella latin í postin.
Stk. 4. Í sjálvuppgávuni skal vera tilskilað, hvussu stór inntøkan er í teimum ymisku høvuðsinntøkugreinunum, og annars skulu allar sundurliðingar vera gjørdar, sum landsstýrið fyriskipar eftir samráð við líkningarráðið. Eisini inntøkur, sum ikki skulu roknast við í skattskyldugu inntøkuna, kunnu krevjast greiniliga tilskilaðar í sjálvuppgávuni. Skattskyldugir persónar, sum ikki hava skyldu at lata inn roknskap saman við sjálvuppgávuni, skulu í tann mun, líkningarráðið heldur tað verða neyðugt, verða skyldugir at siga frá størri útveganum í sambandi við eginnýtsluna, heruppií eisini løn til húshjálp við meira. Líkningarráðið kann eisini í samband við sjálvuppgávuna gera av, at á sjálvuppgávuni skulu vera upplýsingar og sundurliðingar, sum kunnu hava týdning fyri fyribilsskattaskrásetingina fyri komandi ár.
Stk. 5. Sjálvuppgávan av ognini, jmt. 110 §, skal vera innlatin til líkningarráðið eftir somu reglum og við somu freistum, sum nevndar eru í 3. stk. í ognaruppgerðini skal, umframt samantaldu eginognina, annaðhvørt ognin er verulig, ella skuldhall er, vera tílík sundurliðing av ognum og skuldum, sum landsstýrið fyriskipar eftir samráð við líkningarráðið.
Stk. 6. Allir teir, sum sambært 103. § lata inn fíggjarstøðu, og sum eiga ogn - hvør hon so er - sum er ikki tald upp í fíggjarstøðuna, skulu lata líkningarráðnum yvirlit yvir hesa ogn við somu freistum, sum fyrisettar eru í 5. stk., og uppgjørda eftir teimum reglum, sum fyriskipaðar eru í 110. §.

§ 101. Oyðubløð við navni, bústaði og persónnummari v.m. á til sjálvuppgávur verða gjørd eftir skipan líkningarráðsins, og tey verða gjøgnum kommunalu líkningarvaldini í góðari tíð send øllum, ið eru at rokna fyri skattskyldug. At einhvør skattskyldugur fær ikki oyðubløð sendandi, loysir hann ikki frá skyldu síni at lata inn sjálvuppgávu ella frá teimum avleiðingum, ið standast av tí, at persónur letur ikki inn sjálvuppgávu.

§ 102. Sjálvuppgáva skal verða undirskrivað, sum gjørd eftir bestu sannføring.
Stk. 2. Fyri tey, ið eru yngri enn 16 ár, og tey, ið hava mist fíggjarræði, skrivar verji undir.
Stk. 3. Skrivar fulltrúi undir sjálvuppgávu fyri hond skattgjaldara, ber hann, ið fulltrú gav, ábyrgdina, sbr. tó 139. §.

§ 103. Øll tey, ið eru skyldug at føra roknskap, eins og deyðsbúgv, feløg, felagsskapir og aðrar stovnanir, skulu lata fylgja við sjálvuppgávuni rakstrarroknskap og fíggjarstøðu í byrjan og enda rakstrarársins.
Stk. 2. Landsstýrið hevur heimild til eftir tilmæli frá líkningarráðnum at áseta, at tey, ið hava atvinnu, sum lóggávan annars ikki fyriskipar bókhaldsskyldu, skulu vera skyldug at føra roknskap, sum ger teimum krøvum fulnað, ið líkningarráðið setur sum lægsta mark, og at tey, áðrenn sjálvuppgávufreistin er úti, skulu senda líkningarvaldinum rakstrarroknskap og fíggjarstøðu, ið eru gjørd úr hesum roknskapartilfari.
Stk. 3. Um nú skattgjaldari, sum sambært tí, ið frammanfyri er ásett, er skyldugur at senda inn rakstrarroknskap og fíggjarstand, ikki ger hetta, tá verður inntøkuuppgáva hansara mett ógild, og hann verður at ganga undir tað, ið av hesum stendst viðvíkjandi skattseting og rætti til kæru. Kommunala líkningarvaldið hevur umframt heimild til at seta freist, nær ið roknskapurin og sjálvuppgávan skal verða innsend og leggja við 100 kr. í dagsekt frá tí degi, at freistin er úti, og til tilfarið kemur inn. Somuleiðis hevur líkningarráðið eisini heimild til at tvinga innsending við at leggja á dagliga sekt. Sektin fellur til landskassan, og viðvíkjandi feløgum ber hvør nevndarlimur ábyrgd fyri gjaldingini.

§ 104. Um fullfíggjað sjálvuppgáva av inntøku ikki er innlatin rættstundis, eins og frammanfyri er ásett, verður farið fram á henda hátt:
a) Líkningarvaldið metir inntøkuna til eina peningshædd, sum er í minsta lagi 25 % hægri enn nevndin veit um ella ætlar. Verður inntøkan ætlað, verður hon í minsta lagi sett 25% hægri, enn hon var sett til skattaárið frammanundan. Verður fullfíggjað sjálvuppgáva latin inn aftan á, at innsendingarfreistin er úti, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkaður við 1% fyri hvønn dag, ið er liðin frá tí, at innsendingarfreistin gekk út, tó í mesta lagi við 10%. Hækkingin skal í minsta lagi verða 100 kr. og í mesta lagi 5.000 kr. Landsstýrið kann, har serligar umstøður tala fyri, heilt ella partvís eftirgeva hækkingina.
b) Verður í rættari tíð fyri líkningarvaldinum mælt í móti metingini til skatt, tá kann hon bert vera lækkað í tann mun, hin metta inntøkan er hægri enn hin veruliga inntøkan, hækkað við teimum prosentum, ið tilskilað eru í a). Sama er galdandi, um avgerð líkningarnevndarinnar verður skotin til landsskattanevndina.
c) Verður tann metingin, ið varð gjørd, tá skattur var álagdur, skotin til landsskattanevndina, uttan at mælt er í móti álíkningini í rættari tíð, sum sagt er í b), tá kann metingin bert verða lækkað í tann mun, hon er meira enn hin veruliga inntøkan hækkað við 30 %, um so er, at kæran ikki verður afturrikin samb. 98. §, 4.stk.

§ 105. Líkningarráðið kann gera reglur um, at persónar, feløg og onnur, sum hava roknskaparskyldu, kunnu fáa freistina við at lata inn sjálvuppgávu longda. Henda freist kann tó ikki leingjast útum 15. august í álíkningarárinum.
Stk. 2. Kommunala líkningarvaldinum/líkningarráðnum er heimilað, tá ið serligar grundir eru til tess, at leingja freistina, sum sambært 1. stk. er sett av líkningarráðnum.
Stk. 3. Tær avleiðingar, ið nevndar eru í 104. § og 119. §, 2. stk., og sum standast av tí, ikki at lata inn sjálvuppgávu av inntøku ella ogn, ella av ikki rættstundis at lata inn roknskap, hevur líkningarráðið heimild til at lina ella heilt at lata fella burtur, tá skattgjaldarin søkir um tað og til undanførslu hevur grund, sum ráðið telur fullgóða.

§ 106. Er skattgjaldari settur í skatt eftir reglunum í §§ 103 og 104, av tí at hann hevur ikki latið inn gilda sjálvuppgávu av inntøkuni, og verður tað seinni upplýst, at veruliga inntøka hansara hevur verið størri enn ætlað, tá skal hann aftan á gjalda tvífaldan tann inntøkuskatt, sum í vantar, um so er, at hann er ikki sekur til revsingar sambært 139.

§ 107. Líkningarráðið kann gera reglur um, at persónur, sum ikki hevur havt inntøku í álmanakkaárinum, bert kann lata kommunala líkningarvaldinum eina undirskrivaða váttan um hetta. Oyðubløð til slíkar váttanir verða gjørd av líkningarráðnum. Annars galda her somu freistir, sum eru galdandi fyri innlating av sjálvuppgávuni smb. 100. §, 3. stk., jmt. 106. §.

§ 108. Børn, sum við byrjan inntøkuársins ikki hava fylt 16 ár, hava ikki skyldu at lata inn sjálvuppgávu, um tey ikki hava inntøkur av slíkum slag, sum umrøddar eru í 5. §, 1. stk.

§ 109. Hevur gift kvinna havt inntøku í inntøkuárinum av teimum sløgum, ið nevnd eru í 4. §, 2. stk., skal hon sjálv lata inn sjálvuppgávu av inntøkum sínum sambært reglunum í hesum kapitli.
Stk. 2. Sambúgvandi hjúnafelagin hevur rætt til at gera seg kunnugan við sjálvuppgávuna hjá hinum hjúnafelagnum, áðrenn hon verður latin líkningarvaldinum. Eisini hevur líkningarvaldið skyldu til, um biðið verður um tað, at lata hjúnafelaga fáa upplýsingar um inntøkuna og skattaútrokningina hjá hinum hjúnafelagnum.
Stk. 3. Hjúnafelagar kunnu, sambært vanligu reglunum um kæru, kæra um skattsetingina hvørt hjá øðrum, og um at annar teirra ikki er settur í skatt. Tá so er, skal tann hjúnafelagi, sum kært er um, fáa høvi til at koma við nærri upplýsingum og próvførslu, áðrenn nakar úrskurður verður gjørdur.

11. KAPITTUL

Ognaruppgerðin.
§ 110. Øll, sum eru undir skattskyldu til inntøkuskatt eftir hesi lóg, hava við teimum undantøkum og avmarkanum, ið settar eru niðanfyri, skyldu til at lata líkningarráðnum fullfíggjað yvirlit yvir allar ognir og fíggjarlig rættindi síni við tilskilan av virðinum. Hesar ognir og rættindi eru millum annað:
1) fastognir (grundøki við húsum ella uttan, eins og hús á annara manna øki),
2) før,
3) vørur, ráevni, maskinur, innbúgv, innistøða og leysafæ, ið nýtt er í vinnu,
4) motorakfør, flogfør, ross og hestavognar, ið skattgjaldari nýtir sjálvur,
5) peningur og peningagildi, útistandandi skuldir, skuldabrøv, inniogn í banka, sparikassa ella aðrari peningastovnan, partabrøv, lutaprógv og aðrir partar í feløgum, somuleiðis lista- og frímerkjasøvn eins og skartgripir, tá ið virðið teirra eru meira enn 25.000 kr.,
6) verulig forrættindi, rættur til at fáa landsskyld, arvafestigjald eins og onnur støðug rættindi, ið eru avhendilig.
2. stk. Til ogn í deyðsbúgvi, sum er tikið til almenna skiftisviðgerð her á landi, teljast allar ognir eftir hin deyða, tílíkar sum omanfyri nevndar, sum eru tiknar til skiftis, tá ognin verður uppgjørd, soleiðis at við ognarmetingina verða ikki tald við øll virði, sum áður eru útlutað arvingum búsins.
3. stk. Letur persónur ikki inn sjálvuppgávu av ogn síni í rættari tíð, soleiðis sum fyriskipað er í 100. §, 6. stk., og 110. §, 1. stk., ger tað sjálvuppgávu hansara av inntøkuni til einkis. Líkningarráðið broytir tá ta av tí kommunala líkningarvaldinum gjørdu álíkning eftir reglunum í 104. §.

§ 111. Við meting av ognum verður farið eftir hesum reglum:
1) Meting av fastogn skal fara fram eftir virðinum í vanligum handli. Tá fastognin verður mett, skulu umframt grundøki og hús teljast við øll føst verk eins og múr og naglfastur útbúnaður og , sum ognini fylgja. Tá víkur at landbúnaði, verður harumframt talt við alt, sum liggur niðurfyri av sáð og fóðurevnum, tá uppgjørt verður, í tann mun hetta ikki er meira enn tað, sum tørvar til at halda ognina í góðum rakstrarstandi. Við meting av hagajørð verður hagaseyðurin viðtaldur, uttan tað sum er kenning. Eftir tilmæli frá líkningarráðnum ger landsstýrið, tá ið tað verður hildið neyðugt, líkningarvaldunum gjøllari leiðbeiningar viðvíkjandi hvørjum meginreglum, tey skulu fylgja, og hvørja atferð tey skulu hava við fastognameting.
2) Skip skulu verða mett eftir søluvirði teirra. Við metingini verður serstakliga farið eftir, hvussu høgt skipið er tryggjað; men um keypsvirðið er hægri, tá avskrivingar, ið eru góðkendar í inntøkuuppgerðini, eru frádrignar, verður farið eftir hesum virðinum.
3) Vørur, ráevni, hálv- og fullvirkaðar vørur skulu verða sett til sama virði, sum nýtt er, tá hin skattskylduga inntøkan verður uppgjørd, sbr. 26. §, 3. stk. Í landbúnaði verða sáð og fóðurevni á goymslu einans mett serstakliga, tá ið tey eru meira enn tað, sum tørvar til at halda ognina í góðum rakstri, sbr. nr. 1.
4) Maskinur, innbúgv og onnur rakstraramboð, sum eftir reglunum í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m., koma undir skattfrælsa avskriving, verða mett til keypsvirði, tá fyrst skattfrælsar avskrivingar eru frádrignar. Rakstraramboð, sum verða endurnýggjað yvir raksturin, verða mett til 50 % av keypsvirðinum.
5) Innistøðan á garðinum verður mett til meðalvirði, sum líkningarráðið setir.
6) Flutningsfør, sum skattgjaldarin nýtir sjálvur, verða mett eftir søluvirðinum.
7) Útistandandi skuldir, verða mettar til navnvirði, uttan so at tað má ætlast, at virðið er annað.
8) Virðisbrøv verða mett eftir kursvirði teirra, um so er, at tey verða alment virðismett.
9) Onnur virðisbrøv verða mett eftir navnvirði, uttan so at ætlast má, at tey hava annað virði.
10) Avhendilig forrættindi eins og støðug rættindi, ið eru avhendilig, verða mett eftir ætlaðum søluvirði. Um hesi rættindi heimila støðuga árliga inntøku, verður virðið á teimum mett til 20 ferðir ta árligu inntøkuna.
§ 112. Til ognina verður ikki talt:
1) rættindi, sum eru treytað av nøkrum, ið er óvist,
2) ogn, sum er fingin í arv ella til gávu við tilskilan, at annar fær inntøkurnar fyri fyrst, og at hann, ið ognina eigur, ikki hevur ráð yvir ognini, ímeðan hin fær inntøkurnar,
3) ogn, sum er fingin í arv ella gávu við tilskilan, at inntøkurnar fyri fyrst skulu goymast, og at hann, ið ognina eigur, hvørki skal hava ráð yvir ogn ella inntøkum,
4) nýtslurættindi ella krøv til tíðarviss gjøld, ið eru veitt skattgjaldaranum alla ævi hansara ella styttri óvissa tíð sum rættur, ið ikki má avhendast, sum t.d. rættur til eftirløn, lívrentu o.t., leiguleysan bústað, hald, leypandi gjøld sambært vanlukkutryggingarsáttmála o.t.
§ 113. Við uppgerð av ogn eru skuldir skattgjaldarans frádrignar.
2. stk. Til skuld verður ikki talt:
a) ábyrgdir, sum enn ikki eru gjaldkomnar,
b) aðrar skuldbindingar, sum eru treytaðar av nøkrum, ið er óvist.
Stk. 3. Virðið á skuldbindingum skattgjaldarans til at lata tíðarviss gjøld, ið eru persónligur rættur, sum ikki er avhendiligur, og sum eru veitt honum, ið eigur rættin, alla ævi hansara ella styttri óvissa tíð, sum t.d. eftirløn, lívrenta o.t., leiguleysur bústaður, hald o.t., kann ikki verða drigið frá, tá ognin verður gjørd upp. Somuleiðis kann heldur ikki verða drigið frá virðið á tí nýtslurætti av sama slagi, sum nevndur er frammanfyri, ið hvílir á ognini. Hetta er galdandi uttan mun til, um trygd er latin fyri,at skuldbindingin verður hildin.

§ 114. Ogn, sum persónur hevur inntøkurnar av ella nýtir, meðan annar persónur hevur fingið ognarrættin, tó uttan at hava ráð á henni, so leingi hin fyrr nevndi hevur inntøkurnar ella nýtsluna, verður til helvtar tald uppí ogn hansara, ið inntøkuna ella nýtslu hevur.
2. stk. Men hevur hann, ið fær inntøkurnar av ognini ella nýtir hana, sjálvur avkannað sær ognarrættin, tá skal ognin øll verða tald upp í ognaruppgerð hansara.
3. stk. Um maður hevur givið burtur ogn og lagt tað band á, at inntøkurnar fyri fyrst verða lagdar til goymslu, og at tann ella teir, ið gávuna fáa, ikki fyri fyrst fáa ráð á ognini við goymdum inntøkum, tá skal hann framvegis telja ognina við teimum burturgoymdu inntøkunum upp í ognaruppgerð sína.

§ 115. Ognin verður gjørd upp undir einum eftir standinum, tá tað inntøkuárið gongur út, sum inntøkuskatturin er álagdur eftir, um ikki øðrvísi er skipað í hesi lóg.

§ 116. Ogn, sum gift kona eigur, ið býr saman við manni sínum, verður tald upp í ognaruppgerð hansara, tó at ognin er serogn hennara. Somuleiðis telur húsbóndin upp í ognaruppgerð sína og hjá børnum, sum eru yngri enn 16 ár, um so er, at inntøkan av henni skal verða tald upp í skattskyldugu inntøku húsbóndans.

§ 117. Um nú maður og kona skiljast ella verða sundurlisin, tá sendir hvørt hjúnið sær inn ognaruppgerð frá byrjanini á tí skattaárinum, ið kemur aftan á dómsuppsøgnina ella skilnaðar- loyvið. Maðurin dregur frá í uppgerð síni tær ognir, sum tilkoma konuni, ella sum vóru hennara serogn, og sum hon nú ræður yvir einsamøll. Konan setur í ognaruppgerð sína tann part av felagsognini, sum maðurin hevur kunnað drigið frá í uppgerð síni.

12. KAPITTUL

Skylda at geva upplýsingar um lønir o.a.
§ 118. Til eftiransingina við álíkningini skulu á hvørjum ári innan 31. januar, uttan at biðið verður um tað, hesar upplýsingar verða latnar:
a) Øll, hvørs vegna inntøka, sum smb. 60. § er at rokna sum A-inntøka, er útgoldin í inntøkuárinum frammanundan, skulu, fyri hvønn løntakara sær, lata upplýsingar um ta samanlagdu inntøkuna, sum gevast skal upp, tá hann skal geva upp til skatt fyri avvarðandi ár, smb. 28. §. Harafturat skal verða upplýst, í hvørjum tíðarskeiði inntøkan er vunnin, navn móttakarans, persónsnummar, bústaður, bústaðarkommuna og møguliga aðrar upplýsingar, ið eru neyðugar til at sanna, hvør móttakarin er.
b) Upplýsingarskyldugi skal, hvat viðvíkur teimum undir a) nevndu løntakarum, smb. reglum frá líkningarráðnum, upplýsa um møguligar fríar ágóðar, sum hann hevur latið.
c) Upplýsingarskyldan, sum nevnd er undir a), fevnir eisini um útgoldna ella góðskrivaða samsýning til rithøvund ella tónaskald eins og samsýningar til útinnandi listafólk av einum og hvørjum slag, í tann mun samsýningin er undir reglunum í a). Somuleiðis útgjalding av avgjaldi fyri nýtslu av einkarrætti, fyrimynd, vørumerki o.l., uttan mun til um avgjaldið verður goldið leypandi ella í einum.
2. stk. Upplýsingarskyldugi skal siga frá samanlagdu inntøkuni, sum er nevnd í 1. stk. a) ávikavist 1. stk. c). Upplýsingarskyldugur, sum hevur skyldu at lata inn roknskap saman við sjálvuppgávuni, skal í roknskapinum skila til, hvar tær lønir, samsýningar v.m., sum eru undir upplýsingarskylduni í 1. stk. a) og c) eru bókaðar, soleiðis at víst verður sammeting millum ársroknskapin og tær í 1. punktum nevndu samanlagdu inntøkuupphæddum. Partafeløg, ið ikki hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu lata inn yvirlit yvir, hvussu tær í roknskapinum bókaðu lønir v.m. eru býttar út á teir partar av álmanakkaárinum, sum eru roknskaparskeiðið.
3. stk. Um hann, hvørs vegna avvarðandi inntøka verður útgoldin, ikki hevur heimating í Føroyum, og fulltrúi, sum hevur heimating í Føroyum, stendur fyri útgjaldingunum, hvílir upplýsingarskyldan smb. 1. og 2. stk. á fulltrúanum.
4. stk. Reglurnar í 63. §, 2. stk., verða nýttar á samsvarandi hátt, tá løntakarin skal lata upplýsingarskylduga upplýsingar, ið skulu sanna, hvør hann er.
5. stk. Heldur upplýsingarskyldugi uppat við virki sínum, kann skattavaldið krevja, at tær í 1. og 2. stk. nevndu upplýsingar verða innlatnar, áðrenn 10 dagar eru farnir, frá tí at tær verða umbidnar. Heldur skattskylda løntakarans uppat í Føroyum, kann verða kravt, at tær í 1. stk. nevndu upplýsingar verða innlatnar við somu freist.
6. stk. Løntakarin skal hava avrit av teimum upplýsingum, sum smb. hesi grein eru latnar um hann.
7. stk. Tær upplýsingar, sum nevndar eru í 1. og 2. stk., skulu eftir leiðbeining frá líkningarráðnum, latast á serstøkum oyðibløðum. Líkningarráðið kann í hesum sambandi krevja, at upplýsingar eisini skulu latast um serstakar veitingar, sum eru útgoldnar sum partur av inntøkuni smb. 1. stk., ella sum endurgjald fyri goldnar útreiðslur, sum t.d. endurgjald fyri ferðir, flutning ella umboðan.
8. stk. Líkningarráðið kann, fyri bólkar av upplýsingarskyldugum ella fyri ávís sløg av inntøkum, lætta um krøvini til upplýsingarnar. Tey í 2. stk. nevndu krøv kunnu tó varðveitast, tá tað snýr seg um inntøkur, ið annars høvdu komið undir 1. stk.

§ 119. Øll, sum reka vinnu, hava, annaðhvørt tey sambært lógina eru skyldug at føra roknskap ella ikki, skyldu til at leggja fyri líkningarvaldini roknskapartilfar sítt við fylgiskjølum, bæði fyri eldri og inniverandi ár, tá hetta verður kravt, og annars øll skjøl, sum kunnu verða til sannan av álíkningini. Sama skylda liggur á feløgum v.m., felagsskapum, stovnum, gávufægrunnum og sjálvsognarstovnum, antin teir reka vinnu ella ikki. Er roknskapartilfarið v.m. hjá triðjamanni, skal hann, sjálvt um hann hevur rætt til at afturhalda tað, lata líkningarvaldinum tað, sum aftan á nýtslu skulu lata triðjamanni tað aftur. Sýtir skattgjaldari at lata líkningarmyndugleikunum roknskapartilfar v.m., kann líkningarráðið áleggja dagliga sekt, til tilfarið er útflýggjað.
2. stk. Øll, sum reka vinnu, hava, annaðhvørt tey sambært lógini hava roknskaparskyldu ella ikki, skyldu til at lata líkningarráðið ella persón, sum líkningarráðið tilnevnir, sleppa á staðið at eftirkanna roknskapartilfarið og øll skjøl, sum kunnu vera av týdningi fyri rættleikan av álíkningini. Eisini kann líkningarráðið á staðnum gera kassauppgerð v.m.
3. stk. Eisini hevur líkningarráðið ella tann persónur, ið líkningarráðið tilnevnir, rætt til at koma á staðið at gera upp og meta um vørugoymsluna, innistøðu, innbúgv, maskinur og onnur amboð. Landsstýrið kann gera av, at løgreglan hjálpir í slíkum førum.

§ 120. Øll almenn vald og stjórnir fyri peningastovnar, feløg, tryggingarvirki, felagsskapir, stovnar, gávufægrunnar og aðrar stovnanir eru skyldug eftir áheitan ókeypis at lata líkningarráðnum ella tí persóni, sum líkningarráðið hevur tilnevnt, allar tær upplýsingar, ið kunnu vera til leiðbeiningar í starvi tess - tó einans eftir avgerð landsstýrisins, tá tað er um fleiri ónevndar skattgjaldarar at røða. Somu skyldu hava sakførarar og grannskoðarar í viðurskiftum sínum við viðskiftafólk.
2. stk. Bankar, vekslarar og aðrar peningastovnanir og persónar, ið hava slíkan handil við virðisskjølum, at teir eru skyldugir at halda bøkur eftir lóg, skulu, tá teir verða kravdir, geva líkningarráðnum tær upplýsingar um keyp og sølu av virðisskjølum, sum kunnu verða til leiðbeiningar tá skattur verður álagdur. Har ið keypari ella seljari er umboðaður av sakførara ella øðrum fulltrúa, hevur hann skyldu at siga frá navni, føðingardegi ella persónsnummari og bústaði hjá klienti sínum.
3. stk. Verksmiðjueigarar, heilsølumenn, ídnaðarvirki, fiskavirki og onnur vinnurekandi, tá landsstýrið ger av, at tey hava so miklan handil ella handla við ella framleiða slíka vøru, at tey eiga at verða sett javnt við teir, ið framman fyri eru nevndir, skulu, tá tey verða kravd, geva líkningarvaldinum upplýsingar um viðskifti síni við einstakar nevndar, viðskiftamenn ella útvegamenn, tó einans viðvíkjandi handli við slíkum vørum, sum keyparin ella útvegamaðurin, ið spurt er um, selur ella framleiðir í vinnu ella virki sínum.

§ 121. Somu reglur, sum nevndar eru í 120.§, 3. stk., galda eisini fyri nevndir fyri feløgum v.m., komanditfeløgum, partsreiðaríum, felagsskapum av einum og hvørjum slag, stovnum, gávufægrunnum og øðrum stovnanum og grunnum, hetta uttan mun til um tey eru skattskyldug ella ikki.

§ 122. Tey í 1. §, nr. 12 og 13 nevndu feløg hava umframt tær í 120. §, 3. stk. nevndu skyldur, eisini skyldu til at upplýsa fyri líkningarmyndugleikunum um viðskifti síni við einstakar nevndar limir. Henda skylda fevnir um øll viðskifti teirra við ávísar limir, tá hon kann verða líkningarmyndugleikunum til leiðbeiningar í starvi teirra, tó einans eftir avgerð landsstýrisins, tá um fleiri ónevndar limir er at røða.

§ 123. Uttan mun til ásetingarnar í lóg um Postverk Føroya, um tagnarskyldu v.m., so eru somu reglur galdandi fyri Postgirostovuna um upplýsingarskyldu v.m. fyri líkningarráðnum, sum er álagt øðrum peningastovnum í hesi lóg.

§ 124. Føroya Gjaldstova og herundir tollvaldið hava skyldu til at veita skattavaldinum upplýsingar um viðurskifti, sum kunnu hava týdning fyri skattaálíkningina og skattainnkrevjingina. Landsstýrið kann gera nærri reglur í hesum sambandi.

§ 125. Fyri hvørja kommunu í landinum verður førd ein skrá yvir allar ávísingarskyldugar eftir reglum, sum landsstýrið ger í samráð við líkningarráðið.
2. stk. Í hesum reglum kann verða álagt teimum ávísingarskyldugu at geva líkningarráðnum upplýsingar um:
1) nær ávísingarskyldan er byrjað, og nær hon er endað,
2) broyting av bústaði hjá einum ávísingarskyldugum.
3. stk. Líkningarráðið hevur eftirlit við, at teir ávísingar- skyldugu halda tær skyldur, sum henda lóg áleggur teimum. Líkningarráðið kann koma á staðið hjá einum ávísingarskyldugum, uttan mun til um hann førir roknskap ella ikki, og har kanna alt roknskapartilfarið og øll tey skjøl, sum kunnu hava týdning fyri hetta eftirlit. Eisini hava allir ávísingarskyldugir, sum gera roknskap, uttan mun til um teir hava bókhaldsskyldu sambært lóg ella ikki, skyldu til eftir áheitan at senda alt roknskapar- tilfarið við øllum skjølum til líkningarráðið.
4. stk. Ber nakar seg undan at gera eftir krøvunum í 2. og 3. stk., kann verða áløgd daglig sekt, sum landsstýrið ásetur.
5. stk. Líkningarráðið ger nærri reglur fyri, hvussu ásetingarnar í 3. stk. skulu nýtast. Líkningarráðnum er heimilt at krevja, at løgreglan hjálpir skattavaldinum í sambandi við ásetingarnar í 3. stk. 1)
6. stk. Skattavaldið kann eisini í sambandi við nevnda eftirlit krevja upplýsingar frá móttakarum av A-inntøku.

§ 126. Ber nakar seg undan at gera eftir kravi, ið er komið frá líkningarvaldunum sambært reglunum í hesum kapitli, ger landsstýrið av, um hann er skyldigur til tess, og tað hevur heimild til, um tað gerst neyðugt, at tvinga hann til at útinna hesa skyldu við at leggja á dagliga sekt.

§ 127. Í alment skiftum búgvum, sum skiftirætturin tekur til viðgerðar, skal skiftistjóri, áðrenn 2 mánaðir eru lidnir frá andláti, ókravdur upplýsa líkningarráðnum um ognina, ið hin deyði læt eftir seg, tá hon er ikki minni enn 25.000 kr., og skal hann, tá kravt verður, geva tílíkar upplýsingar afturat, sum kunnu fáast til vegar til at fáa greiði á spurninginum, um sjálvuppgávurnar hjá hinum deyða hava verið rangar. Gerst tað neyðugt, hevur líkningarráðið heimild til at leggja á dagsekt til at tvinga hann at útinna hesa skyldu.
Stk. 2. Áðrenn 2 mánaðir eru lidnir frá tí, at tær seinast kravdu upplýsingar eru fingnar, skal verða sagt búnum frá, at krav verður gjørt í búnum sambært 137.§. Fyrr enn áðurnevndu freistir eru úti, má búsviðgerðin ikki verða lokin, uttan so at líkningarráðið hevur váttað, at tílíkt krav ikki verður gjørt. Verður ikki sagt búnum frá í rættari tíð, fellur samábyrgd arvinganna sambært § 147, 6. stk., burtur. 1)
Stk. 3. Eisini skal skiftirættur greiða líkningarráðnum frá innihaldinum, bæði í teimum tilsøgnum um búskifti, sum arvingar senda inn, ið skifta sjálvir, og í teimum búsuppgerðum, sum eft- irlivandi hjúnafelagi, ið verður sitandi í óskiftum búgvi, skal senda inn sambært regluni í kgl. fyriskipan nr. 468 frá 8. november 1921, 31. §, um so er, at skuldleysar ognir í búnum eru ikki minni enn 25.000 kr. Frágreiðingin, sum hann skal senda líkningarráðnum innan 2 mánaðir eftir tað, at arvatilsøgnin ella búsuppgerðin er komin skiftirætti í hendur, skal, annaðhvørt sum avskrift av tilsøgnini og uppgerðini ella sum úrdráttur úr teimum, geva upplýsingar um navnið á hinum deyða, starv hansara og bústað, og harumframt greiða frá arvaviðurskiftunum og geva greiniligt yvirlit yvir ognir og skuldir í búnum.

§ 128. Har líkningarvaldini sambært hesi lóg hava fingið rætt til at krevja upplýsingar, sum tey skulu nýta, tá skattur verður lagdur á, eigur landsskattanevndin sama rætt, tá hon viðger kærur.

13. KAPITTUL

Skuldbindingar- og innheintingarreglur.
§ 129. Hann, sum letur vera við at avrokna A-inntøkur gjøgnum tey av landsstýrinum góðkendu avrokningarstøð, hevur sjálvur fyri skattavaldinum beinleiðis ábyrgd av, at tann skattaupphædd, sum vantar í, verður goldin, uttan so hann kann prógva, at hann ikki við vansketni hevur latið vera við
at gingið undir reglurnar í hesi lóg.
2. stk. Hann, sum hevur avroknað A-inntøku gjøgnum tey av landsstýrinum góðkendu avrokningarstøð, hevur loyst seg frá fleiri krøvum frá skattavaldinum um at gjalda meira skatt av tí avroknaðu A-inntøkuni.
Stk. 3. Um kravið móti ávísingarskylduga ikki kann verða uppgjørt, vegna hansara serligu viðurskifti, kann skattavaldið fyribils meta um kravið.

§ 130. Um ongin A-skattur er eftirhildin í A-inntøku, ella ov lítið er eftirhildið, skal móttakarin av hesi inntøku beinanveg gjalda ta írestandi upphæddina til skattavaldið.

§ 131. Tann, sum í Føroyum hevur fulltrú fyri teir í 2. § skattskyldugu, tekur ábyrgdina av, at teir skattir, sum verða álagdir hesum skattskyldugu, verða goldnir.

§ 132. Er ikki gjørligt at innheinta skattin frá skattgjaldara, er loyvt at panta hjá hjúnafelaga hansara, um skatturin hevur sín uppruna frá skattaskeiði, tá hjúnini vórðu skattað saman.

§ 133. Teir skattir, sum verða álíknaðir einum persóni aftan á at hann er deyður, hevur búgvið ella arvingarnir ábyrgd av verða goldin. Arvingarnir hava samábyrgd, men bert í mun til ta upphædd, teir móttaka ella hava fingið frammanundan av arvi ella arvaforskoti, hjúnafelagin tó eisini við sínum búluti.

§ 134. Um eitt felag ella ein felagsskapur v.m. verður avtikið, og ognin skift sundur millum partaeigararnar ella limir, uttan at nakar peningur verður lagdur burturfrá til at gjalda tann skatt, sum hvílir á felagsskapinum, skulu partaeigarar ella limir saman við avtøkustjóra ella - har slíkur ikki er valdur ella tilnevndur - nevndin vera skyldugir at gjalda skattin og bera samábyrgd av hesum. Av avtøkustjóra/nevndini kann samábyrgd ikki verða kravd fyri meira enn tað samanløgdu upphæddina sum er skift sundur millum partaeigarar ella limir, og partaeigarar og limir skuldbindast bert í mun til tað, sum er skift sundur millum teirra.

§ 135. Hevur skattgjaldari ikki goldið skattin, áðrenn gjaldsfreistin er úti, skal hann gjalda rentu av tí skatti, hann skyldar, 1% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegi. Renta av skatti, sum hin skattskyldugi skyldar, verður gjørd upp eina ferð um mánaðin, og kravd saman við írestandi skatti fyri tey ávísu árini.
2. stk. Er skattur, sum ávísingarskyldugur, smb. 129. § eftir hesi lóg skal gjalda inn til tað almenna, ikki goldin rættstundis, skal tann ávísingarskyldugi gjalda rentu, sum fellur til landskassan við 1,5 % fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum.
3. stk. Er upphædd, heruppií sekt, sum eftir hesi lóg skal gjaldast tí almenna, ikki goldin rættstundis, kann upphæddin við afturatkomnum eykagjøldum, rentum o.t., krevjast inn við panting eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum.
4. stk. Er ikki gjørligt at heinta skattin hjá skattskylduga sjálvum ella hjúnafelaga hansara, kann innheinting, um tað gerst neyðugt, verða gjørd í ogn, sum børnini eiga, um vinningur av ognini sambært 5. §, 4. stk., verður skattaður hjá foreldrunum. Hetta er ikki galdandi við innheinting av skatti, sum ein ávísingarskyldugur skuldi havt avroknað.

§ 136. Er upphædd, sum skal gjaldast eftir hesi lóg, ikki goldin tá gjaldfreistin var úti, kann innkrevjingarvaldið síggja til, at upphæddin við afturatkomnum eykagjøldum, rentum o.t. verður eftirhildin í A-inntøku skattgjaldarans. Tá eftirhalding verður sett í verk, skal skattgjaldarin fáa fráboðan um hetta.
2. stk. Eftirhald eftir 1. stk. kann saman við eftirhalding av A-skatti annars í mesta lagi verða 65% av A-inntøkuni.
3. stk. Eftirhald eftir 1. og 2. stk. kann verða gjørt hjá hjúnafelaga skattgjaldarans, í tann mun hesin ábyrgdist fyri gjalding av skattinum.
4. stk. Reglurnar í 1. - 3. stk. verða eisini nýttar, tá tað snýr seg um innkrevjing av skattum og avgjøldum, sum stava frá tíðini, áðrenn henda lóg kom í gildi.
4. stk. Reglurnar í 63. §, 6. stk. verða nýttar á sama hátt við eftirhalding eftir 1. - 4. stk
6. stk. Reglurnar í 125., 129. og 146. §§ verða nýttar á sama hátt, tá hildið verður eftir smb. fyriskipanini í hesi grein.

§ 137. Deyðsbúgv og trotabúgv svara fyri skattaeftirstøðum ávikavist hjá hinum deyða og hjá trotamanninum.

§ 138. Eingin skattgjaldari kann koma sær undan skyldu síni at rinda tann skatt, ið longu er fallin til gjaldingar, hvørki við at kæra um skattsetingina ella, um hann verður pantaður fyri skattin, við at mótmæla hjá pantifútanum, uttan so at vald, ið hevur heimild til tess, fyrst hevur gjørt av, at broyting eigur at verða, ella at skattsetingin er gjørd av órættum ella er ógild

14. KAPITTUL

Um revsing fyri at geva rangt upp o.a. og um eftirgjalding av ov lítið goldnum skatti og revsireglur annars.
§ 139. Greiðir persónur av svikalistum rangt frá, leggur burturúr ella gevur á annan hátt villeiðandi upplýsingar at fara eftir, tá skattskyldug inntøka hjá honum sjálvum ella hjá skattgjaldara, ið hann umboðar, skal verða mett til skatt, ella at nýta, tá skattur hansara sjálvs ella skattgjaldara, ið hann umboðar, sambært hesi lóg skal verða útroknaður, verður hann annahvørt hitt almenna hevur mist nakað av tí ella ikki, revsaður við sekt upp til 5 ferðir ta peningshædd, ið av svikum hansara er, ella um farið var eftir upplýsingum, hevði verið tikið frá tí almenna. Men er hetta, ið fremmanfyri er nevnt, einans gjørt av stórum gáloysi, er sektin upp til 3 ferðir aður nevndu peningsupphædd.
2. stk. Landsstýrið dømir sektanina, uttan so at tað ella hin seki vil, at málið verður avgjørt við rættargangi.
3. stk. Dømdur sektarpeningur sambært tí, ið frammanfyri er ásett, verður býttur millum teir kassar, ið hava rætt til skattin, eftir tí, sum hvør eigur av skattinum.
4. stk. Sekt sambært tí, ið frammanfyri er sagt, ber til at krevja úr deyðsbúgvi hansara, sum dømdur var í sekt. Hevur tann, ið sektaður er, virkað fyri felag v.m., og hann ikki rindar sektina, ber til at krevja felagið v.m. eftir henni og kann heinta hana inn við panting, eftir reglunum í 135. §, 3. stk.

§ 140. Tann, sum í starvi sínum hjálpir skattgjaldara at skriva sjálvuppgávu hansara til líkningarvaldið og undandregur ella roynir at undandrega tí almenna skatt, verður resaður við varðhaldi ella, um nøkur avsakan er, við sekt. Hevur hann í hesum starvi bara sýnt stórt gáloysi , verður hann sektaður.
2. stk. Hann, sum annars við vilja veitir hjálp til at gera slíkt, sum nevnt er í 1. punktum í 139. §, 1. stk., og hann, sum til nýtslu í eftirlitinum við skattaálíkningini, við vilja gevur rangar upplýsingar, ella sum við vilja hjálpir í hesum, verður revsaður við sekt, ella, er svikið serstakliga stórt, við varðhaldi.

§ 141. Í málum, har ið persónur eftir 139. og 140 § § má ætlast at koma undir revsing, er landsstýrinum heimilt at krevja, at løgreglan hjálpir líkningarvaldinum at fáa málið greitt.

§ 142. Hann, sum verður dømdur sekur í misbroti, sum umrøtt er í 139. §, skal umframt sektina, sum har er ásett, gjalda aftaná tann skatt, sum hann hevur goldið ov lítið; tey feløg v.m., sum umrødd eru í 1.§ nr. 8-14, skulu harafturat gjalda 12% p.a. í rentu frá tí, at skattaárið, sum kravið er galdandi fyri, gekk út.
2. stk. Somu skyldu til at gjalda skatt aftaná, sum er undandrigin, møguliga við rentu eins og nevnt er í 1. stk., hevur hvør tann, sum upplýst verður um, at hann ikki hevur verið skattaður av allari inntøku síni, uttan at hann tó hevur gjørt nakað til sakar, sum revsing er løgd við. Verður málið ikki við samtykki landsstýrisins avgjørt við sátt og semjing, leggja dómstólarnir á, hvussu stóra skattaupphædd hann skal gjalda aftaná. Tá renta av eftirkravinum verður roknað, verður hon bert roknað av sjálvum eftirgjaldinum og ikki av eykagjaldinum, sum verður lagt afturat eftir 106. §.
3. stk. Skattuphæddin eftir hesari grein fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftan á, at rokning er send av gjaldstovuni, og hevur skattgjaldari gjaldfreist til 20. í mánaðinum, og verður kravt sambært reglunum í 76, 1. og 2. stk. Skattgjaldið og eykagjaldið ver til at innheinta við panting smb. 135 , 3.stk., og fyri henda skatt gildir sami forgongurrættur í deyðs- og trotabúgvum, sum fyri annan skatt.

§ 143. Kemur tað ið ljósmála, aftaná at skattgjaldari er deyður, at hann hevur goldið ov lítlan inntøkuskatt, tá skal altíð verða goldin tvíføld tann peningshædd, sum í vantar. Sama er, tá skattgjaldarin, meðan hann var á lívi, er saksøktur vegna eftirkrav eftir skatti, sum hann hevur goldið ovlítið, men er deyður áðrenn málið er lokið.
2. stk. Hesa ábyrgd, ið nevnd er í 1. stk., ber búgvið ella arvingarnar; arvingarnir tó einans í tann mun, teir hava tikið við arvi ella fingið arv greiddan frammanundan. Innan fyri hetta mark bera arvingarnir við tí undantaki, ið nevnt er í § 127, stk. 2 í síðstu málsgrein, samábyrgd av tí, at skatturin verður goldin, og ber til at heinta hann inn við panting hjá teimum, um tað verður neyðugt. Livir hjúnafelagi eftir hin deyða, hvørs ognir ikki verða tiknar upp í viðgerðina av búnum, tá ber til, um eftirskatturin ikki fæst goldin úr búnum ella frá arvingunum innan fyri vanligan pantingarfreist, at innheinta hann við panting úr ognunum hjá tí eftirlivandi hjúninum í tann mun, kravið hevur sín uppruna frá skattaskeiði, tá hjúnini vórðu skattað saman.
3. stk. Dómstólarnir áseta ta peningshædd, ið skal verða goldin aftan á, um málið ikki við samtykki landsstýrisins verður avgjørt við sátt og semju.

§ 144. Tá viðurskiftini í stórum mæla fyri tí, soleiðis tá trongd er, hevur landsstýrið heimild til at geva upp ella lækka eftirkrav, ið ásett er eftir 142. og 143. §, somuleiðis eisini sektir og eykagjøld, ið áløgd eru eftir reglunum í hesum kapitli. Viðvíkjandi teimum eftirkrøvum, sektum og eykagjøldum, ið falla til kommununa, hevur bygda(r)ráðið somu heimild til at geva upp til lækka.

§ 145. Tann í 103. §, 3. stk. umtalaða sekt kann eftir teimum vanligu reglunum verða innheintað við panting.
2. stk. Hann, sum ikki ger eftir teirri fyriskipan, sum er fráboðað av landsstýrinum sambært § 103, 2. stk., um at halda roknskap, ella sum ger seg sekan í stórari ógreiðslu við at halda slíkan roknskap, ella við at goyma hetta saman við øllum teimum skjølum, sum ásett verða í krøvunum, kann verða dømdur í sekt.

§ 146. Revsaður við sekt verður tann, sum við vilja ella við stórum gáloysni
1) letur vera við at avrokna A-inntøku gjøgnum tey av landsstýrinum góðkendu avrokningarstøð, jvb. 63. §, ella ikki heldur eftir avgjaldi í vinningsbýti sambært 30. §,
2) letur vera við at geva tær í 30. §, umrøddu upplýsingar,
3) gevur rangar ella villeiðandi upplýsingar um tey í 30. § umrøddu viðurskiftir,
4) ikki uppfyllir tær í 118. § nevndu skyldur. Sektir upp til 5.000 kr. kunnu tó áleggjast av líkningarráðnum.
§ 147. Somuleiðis, sum røtt er um í 146. §, verður tann sektaður, sum
1) tekur ímóti A-inntøku, sum hann er vitandi um, at A-skattur sum ásett, ikki er avroknaður í,
2) við vilja ella við stórum gáloysi gevur rangar ella villeiðandi upplýsingar, sum nýtast skulu til avgerðir eftir 60. §, 3. og 4. stk., 63. §, 4. stk. 68. §, 80. §. ella 82. §. ella í sambandi við eina í hesum reglum nevndu umsóknum dylur upplýsingar, sum hava tydning fyri, hvussu málið verður loyst.

§ 148. Í teimum fyriskipanum, sum verða gjørdar sambært hesi lóg, kann sekt eisini verða áløgd fyri ikki at halda ásetingarnar í fyriskipanini.

§ 149. Er eitt av teimum í 146. § og 148. § umrøddu lógarbrotum gjørt av einum partafelag v.m. ella tílíkum, kann verða álagt felagnum sektarábyrgd.

§ 150. Um lógarbrotið ikki verður mett at hava við sær onnur tiltøk enn sekt, kann landsstýrið ella tann, landsstýrið gevur heimild til tess, boða honum sum hetta viðvíkur, at málið kann verða avgjørt uttan rættarviðgerð, um so er, at hann viðgongur seg sekan í lógarbrotinum og váttar, at hann, innan eina nærri ásetta freist, sum eftir áheitan kann verða longd, vil gjalda eina í fráboðanini tilskilaða sekt.
2. stk. Verður sektin goldin rættstundis, ella verður hon aftan á, at hon er góðtikin, innheintað, falla øll krøv um seinni revsing burtur.

15. KAPITTUL

Ymisk fyrimæli.
§ 151. Skattavaldinum, herundir eins væl líkningarvaldini sum limir í landsskattanevndini og tey ið innheinta, er bannað, undir ábyrgd í borgarligari revsilóg fyri Føroyar, at siga óviðkomandi frá nøkrum av tí, sum teir fáa at vita um inntøku- og ognarviðurskifti, vinnuviðurskifti ella viðurskifti sum viðkoma heimlívinum hjá skattskyldugum ella ávísingarskyldugum, meðan teir røkja starv sítt sambært hesi lóg. Tað sama hevur gildi fyri tað hjálparfólk, sum starvar hjá skattavaldinum og annars hvønn og ein, sum hevur gjørt avtalu við tað almenna um at átaka sær eitt arbeiði og fær at vita um slík viðurskiftir. Er avtalan gjørd við eitt virki, so fevnir tagnarskyldan um øll tey í virkinum, sum fáa at vita um slík viðurskiftir.
Stk. 2. Tey, sum koma undir hetta, skulu, tá tey taka við starvi, skrivliga lova at halda hesa tagnarskyldu.
Stk. 3. Almannakunngerð av tílíkum, sum eftir lóg ikki er loyvt at gera almannakunnugt, sbr. 91. §, verður revsað við sektum. ñkæra kann reisast bæði um skattgjaldarin ella um landsstýrið krevur tað.

§ 152. Hevur kommunala líkningarvaldið ikki, áðrenn tær ásettu freistir eru lidnar, greitt úr hondum tað, ið henda lóg býður teimum at gera, er landsstýrinum heimilt, fyri at fáa tey at gera sína skyldu, at áleggja hvørjum limi dagsekt, sum ikki hevur fullgóða avsakan.

§ 153. Hvørjum tí persóni, sum eftir §§ 21., 2. stk., 103., 3. stk., 104., 1. stk., 125., 4. stk., 126., 1. stk., 127., 1. stk., 139., 1. stk., 140., 143. 1. stk., 145. 2. stk., 146., 147., 148., 149., 151. 3. stk. og 152 verður álagt sekt, er loyvt innan 14 dagar eftir, at hann hevur fingið boð um sektina, at krevja málið avgjørt av rættinum.
Stk. 2. Sektir eftir hesi lóg falla til landskassan, har ið annað ikki er ásett.

§ 154. Í føri persónar ella feløg v.m., sum eru skattskyldug eftir hesi lóg, eisini verða skattað í Danmark, Grønlandi ella øðrum ríki av somu inntøku, sum skattur er lagdur á í Føroyum, skal landsstýrinum vera heimilt at hjálpa til sáttmálagerð við Danmark, Grønland ella annað ríki skattaðu inntøkuni, sum eisini er skattað í Føroyum.

§ 155. Landsstýrið kann, um samsvarandi játtanir fáast aftur ímóti í sáttmála við Danmark, Grønland ella annað ríki játta slíkar broytingar í skylduni til at greiða skattir til tað almenna, at tað kemst undan hesi tvíføldu skattaálíkning, um samsvarandi játtanir fáast afturímóti.
Stk. 2. Har sáttmáli er gjørdur ella skal gerast um at sleppa undan tvinnanda skatting, kann landsstýrið, um samsvarandi játtanir fáast aftur ímóti í sáttmála við Danmark, Grønland ella avvarðandi fremmanda ríki, samtykkja reglur um,
1) at føroyskt yvirvald skal biðja um og fráboða upplýsingar, til brúk hjá skattamyndugleikunum í donskum, grønlendskum ella avvarðandi fremmanda ríki, sum eru umrøddir í slíkum sáttmálum, ella tá avgerðir skulu takast um aðrar skattir, avgjøld v.m. sum verða innheintaðir av tí almenna, ella hvar lógin annars gevur loyvi til, at hesir skattir verða pantaðir,
2) at skattakrøv og krøv um avgjøld, av teimum sløgum sum eru umrødd í slíkum sáttmálum, og sum er álíknað í Danmark, Grønlandi ella avvarðandi fremmanda ríki, og kunnu verða innheintað í teimum, skulu kunna verða innheintað í Føroyum, eftir somu reglum sum galda her fyri innheinting av slíkum krøvum. Við somu treytum kunnu eisini reglur gerast um innheinting av øðrum skattum og avgjøldum v.m., sum verða innheintað av tí almenna, ella sum lógin loyvir verða pantað,
3) at í inntøku, sum verður útgoldin av persónum, feløgum v.m. ella fulltrúum fyri slík, og sum hava heimating í Føroyum, skal skattur kunna verða eftirhildin til danskar ella grønlendskar myndugleikar ella myndugleikar í fremmandum ríki sbr. 66. §.
Stk. 3. Skattur, sum er goldin í Grønlandi av inntøku haðan, antin hann er beinleiðis álíknaður ella afturhildin, kann verða drigin frá tí inntøkuskatti, sum latin skal verða í Føroyum av hesari inntøku. Frádrigið kann tó ikki verða meira enn skatturin, sum lutfalsliga fellur á ta í Grønlandi skattaðu inntøkuna, sum eisini er skattað í Føroyum.
Stk. 4. Landsstýrinum er eisini heimilt at seta reglur fyri í hvønn mun myndugleikar aðrastaðni í kongsríkinum skulu kunna útinna tað eftirlit, ið umrøtt er í 12. kapitli.

§ 156. Landsstýrið hevur heimild til, tá umstøðurnar almikið tala fyri tí, at geva eftir ella lækka landsskatt, sum er endaliga álíknaður sum írestandi skattur eftir hesi lóg.

§ 157. Bygda(r)ráðunum er einans loyvt at geva eftir persónligan endaliga álíknaðan kommunuskatt v.m. í serstøkum førum, tá inntøka skattgjaldarans av sjúku, andláti, tungum húsi, vinnuloysi ella øðrum tílíkum umstøðum hevur verið stóran mun minni enn inntøkan í tí ári írestandi kommunuskatturin er álíknaður eftir, og tá fíggjarligu kor hansara annars mugu ætlast at vera til hindurs fyri, at hann fær goldið allan tann álíknaða írestandi skattin. Umsókn um at fáa skatt eftirgivnan skal verða send bygda(r)ráðnum skrivliga, í kommunum við fastari sosialnevnd skal umsóknin sendast til hesa, og avgerð um hetta skal - tá neyðturvuligir upplýsingar eru fingnir til vegar - verða tikin á bygda(r)ráðsfundi.

16. KAPITTUL

Nær lógin fær gildi. Bráðfengis fyrimæli.
§ 158. Landsstýrið setur nærri reglur fyri, hvussu henda lóg skal verða framd.

§ 159. Øll mál viðvíkjandi skattgjaldi fyri skattaskeiði áðrenn henda lóg kemur í gildi, og sakarábyrgd fyri upplýsingar, sum givnar eru, áður enn henda lóg kemur í gildi, skulu framvegis verða viðgjørd eftir higartil galdandi reglum, um so er, at annað ikki er ásett í løgtingslóg.

§ 160. Nær henda lóg fær gildi, verður ásett við kunngerð frá Føroya Landsstýri.

§ 161. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 við seinni broytingum um landsskatt og kommunuskatt og 45. § í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar.
Stk. 2. Tær eftir lógini frá 2. juli 1963 givnu kunngerðir v.m. verða framvegis í gildi, í tann mun tær ikki ganga móti hesi lóg.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at