Skriva út

Løgtingslóg nr. 16 frá 8.mars 2005 um skráseting av útflutningi av vørum

Kapittul 1

§ 1. Toll- og Skattstova Føroya innheintar upplýsingar til skráseting av útflutningi av vørum.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann lata upplýsingar til Hagstovu Føroya, sum hevur heimild at viðgera upplýsingarnar til hagtøl.

§ 2. Øll, ið flyta vøru úr Føroyum, hava skyldu til at lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar til skráseting av útflutningi av vørum. Sama er galdandi fyri speditørar.
Stk. 2. Flutningsfeløg hava skyldu til at lata Toll- og Skattstovu Føroya góðsupplýsingar í sambandi við flutning av vøru úr Føroyum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur við kunngerð, hvørjar upplýsingar skulu latast sambært hesi grein, hvussu upplýsingar skulu latast og kann gera undantak til skylduna at lata upplýsingar.

Kapittul 2

§ 3. Toll- og Skattstova Føroya kann krevja allar upplýsingar og øll skjøl, ið kunnu vera til sannan av útflutningi av vørum.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild til at koma á staðið, har mett verður, at upplýsingar eru, fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir reglunum í hesi lóg.

§ 4. Við sekt verður tann persónur revsaður, sum:

  1. Ikki gevur frásøgn jbr. § 2
  2. Gevur skeiva frásøgn jbr. § 2
  3. Leggur fram skeiv ella ófullfíggjað skjøl
  4. Annars gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar

Stk. 2. Løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya hevur heimild at áleggja sekt. Málið kann verða viðgjørt uttan rættarsókn, um viðkomandi játtar seg sekan í brotsgerðini og játtar at gjalda eina ásetta sekt. Sektin, ið verður áløgd, skal ikki vera minni enn kr. 500 og ikki meir enn kr. 25.000. Sektin fellur til gjaldingar 14 dagar eftir, at kravið er útskrivað. Sektir sambært hesi lóg fara í landskassan.
Stk. 4. Verður sektin ikki goldin rættstundis, er heimild hjá Toll- og Skattstovu Føroya at innkrevja sektina við panting.
Stk. 5. Toll- og Skattstova Føroya fremur panting sambært stk. 4 eftir reglunum í skattalógini um innkrevjing av skattum.

Kapittul 3

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Kunngjørd 09.03.2005).

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at