Skriva út

Løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg, og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin)

§ 1. Endamálið við hesi løgtingslóg er at umskipa skuld, ið fólk hava til landskassan.

§ 2. Reglurnar í hesi løgtingslóg fevna um skuld av:
1) Skatti/AM-gjaldi til landskassan, ið eru endaliga álíknað
2) Meirvirðisgjaldi
3) Tolli
4) Lønhæddaravgjaldi
5) Framleiðslugjaldi
6) Vinnulánum og veðhaldum givin av Føroya Landsstýri
7) Lestrarláni givið av Stuðulsstovninum
Stk. 2. Rentur, umsitingarligar sektir, gjøld og aðrar útreiðslur, tengdar at teimum í stk. 1 nevndu krøvum, eru somuleiðis fevnd av løgtingslógini.
Stk. 3. Reglurnar í hesi løgtingslóg fevna ikki um skuld til landsstovnar og -grunnar, ið ikki eru við á løgtingsfíggjarlóg.

§ 3. Skuld, ið er fevnd av § 2, kann eftir umsókn umskipast, um:
1) skuldarin prógvar, at hann ikki er førur fyri og innan fyri næstu árini eingi útlit hevur fyri at kunna lúka sínar gjaldskyldur til landskassan, og
2) viðurskiftini hjá skuldaranum og umstøðurnar annars tala fyri hesum.
Stk. 2. Tá mett verður um, hvørt treytin í stk. 1, nr. 1) er lokin, skal dentur eisini leggjast á ognar - og inntøkuviðurskiftini hjá øllum húskinum.
Stk. 3. Tá mett verður um, hvørt treytin í stk. 1, nr. 2) er lokin, skal dentur serliga leggjast á, um skuldarin einans ella fyri ein stóran part hevur skuld til tað almenna, áhugan hjá skuldaranum í at fáa skuldina eftirgivna, hvussu gomul skuldin er, hvussu skuldin er íkomin og higartil afturgoldin, umframt skuldarans viðurskifti undir viðgerðini av eftirgevingarmálinum.

§ 4. Skuld sambært § 2 kann vera heilt ella lutvíst eftirgivin ella umskipað. Verður skuldin lutvíst eftirgivin ella umskipað, skal avtala gerast um gjaldskáa og/ella avdráttarskipan fyri tann partin av skuldini, sum ikki er eftirgivin. Í gjaldskáa- og avdráttartíðarskeiðinum verður skuldin ikki rentað.

§ 5. Kann skuldarin ikki prógva, at hann lýkur krøvini sambært § 3, stk. 1, nr. 1), kann gjaldskái veitast í staðin fyri eftirgeving. Í gjaldskáatíðarskeiðinum kann rentutilskrivingin verða steðgað.

§ 6. Ásetingarnar í § 3, stk. 1, nr. 2) og § 7 eru eisini galdandi, tá talan er um partvísa eftirgeving, ella tá ið gjaldskái er gjørdur eftir hesi lóg.

§ 7. Umskipanin ella eftirgevingin kann detta burtur, um:
1) skuldarin í sambandi við eftirgevingarmálið hevur gjørt seg sekan í svikaligum viðurskiftum, ella hevur tagt við upplýsingum, sum hava avgerandi týdning fyri viðgerðina, ella
2) skuldarin grovliga skúgvar til viks sínar skyldur sambært gjørdari avtalu um gjaldskáa- og avdráttarskipan.

§ 8. Ein nevnd viðger og tekur avgerðir sambært hesi lóg.
Stk. 2. Í nevndini eru 3 av landsstýrismanninum tilnevndir limir. Formaðurin skal vera lógkønur. Næstformaðurin skal vera roknskaparkønur. Ein av limunum skal vera fyrisitingarkønur.
Stk. 3 Á sama hátt tilnevnir landsstýrismaðurin 3 varalimir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin útnevnir formannin og næstformannin, ið eru ávikavist lógar- og roknskaparkønir. Starvstíðin hjá nevndini er 4 ár.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivarahjálp, og ger av, um fastur skrivari skal setast í starv, ella um skrivaraarbeiðið skal liggja hjá almennum kærustovni.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri nevndina.
Stk. 7. Nevndin hevur heimild at útvega sær neyðugar upplýsingar um fíggjarstøðuna hjá umsøkjara og annars upplýsingar, ið eru neyðugar fyri viðgerðina av málinum.
Stk. 8. Avgerðir sambært hesi lóg kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.

§ 9. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um krøv til skjalprógv og annað til tess at útinna hesa lóg.

§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis, sum henda løgtingslóg fær gildi, fara úr gildi § 156 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum og § 13 í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønhæddaravgjald við seinni broytingum.
Stk. 3. Mál um eftirgeving av skattaskuld v.m, ið ikki eru endað, áðrenn henda lóg kemur í gildi, skulu viðgerast eftir hesi lóg.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at