Skriva út

Løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum


§ 1. Rætt til rentustuðul eftir hesi lóg hevur ein og hvør persónur, sum

  1. er skrásettur í landsfólkayvirlitinum sum búgvandi í Føroyum
  2. er fult skattskyldugur í Føroyum, og
  3. hevur rentur av lánum, sum nevnd eru í § 2 í hesi lóg.

2. stk. Landsstýrið kann í ávísum føri játta rentustuðul til persónar, sum ikki lúka treytirnar í stk. 1, nr. 1 og nr. 2. Landsstýrið ásetur nærri reglur hesum viðvíkjandi.

§ 2. Rentustuðul verður veittur fyri rentur

  1. av lánum, sum eru avtalað áðrenn 18. januar 1991, og
  2. av lánum, sum eru avtalað 18. januar 1991 ella seinni, og sum eru tikin til:
    a. keyp ella bygging, umvæling ella umbygging av egnum bústaði,
    b. útbúgving,
    c. gjalding av ábyrgd sambært § 33, nr. 2 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, um so er, at ábyrgdin er avtalað áðrenn 3. desember 1994.

§ 3. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 1, verður rentustuðul í mesta lagi veittur við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av samlaðu rentuútreiðslunum.
2. stk. Fyri tey lán, sum nevnd eru í § 2, nr. 2, verður rentustuðul í mesta lagi veittur við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av kr. 60.000 - skattskyldugum hjúnum, sum búgva saman, tó í mesta lagi við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av samanløgdum kr. 120.000 fyri hvørt ár.
3. stk. Landsstýrið kann eftir umsókn, og tá serligar umstøður eru, játta persóni, sum er stakur, hægri rentustuðul fyri eitt ár, tó ikki hægri enn kr. 120.000.

§ 4. Rentustuðul verður veittur fyri rentuútreiðslur sambært uppgerð frá viðkomandi peningastovni.
2. stk. Tá talan er um lestrarlán, verður veittur rentustuðul fyri rentu, ið samansavnað er í tíðini, áðrenn afturgjalding byrjar, og fyri rentu, ið tilskrivað verður í afturgjaldstíðini.

§ 5. Tann árliga prosentupphæddin verður í

1997- 2000:48%
2001:44%
2002:42%
2003 og seinni:40%


§ 6. Landið rindar rentustuðulin.
2. stk. Rentustuðulin verður útgoldin primo í hvørjum mánaði, fyrstu ferð í februar 1997.
3. stk. Stuðul, nevndur í stk. 1, verður sum niðanfyri tilskilað, samanborið við § 5, býttur millum kommunu og land:

ÁrLandiðKommunan
1997- 2000:33%15%
2001:31%13%
2002:29%13%
2003 og seinni:27%13%


4. stk. Útreiðslurnar av rentustuðlinum hevur tann kommuna, har viðkomandi er tilmeldaður, tá stuðulin verður útgoldin. Um rentustuðul verður játtaður sambært § 1, stk. 2 ber fráflytingarkommunan útreiðslurnar.
5. stk. Kommununar partur av rentustuðlinum verður mótroknaður í teirri skattaupphædd, sum útgoldin verður kommununi hvønn mánaða. Mótrokningin verður gjørd í útgjaldinum í tí mánaði, sum kemur beint aftaná mánaðan, tá rentustuðulin er útgoldin.

§ 7. Rentustuðul verður bert veittur eftir umsókn.
2. stk. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um rentustuðul.
3. stk. Landsstýrið ásetur nærri reglur um krøv til skjalprógv, sum neyðug eru fyri at støða kann takast til, um ein persónur hevur rætt til rentustuðul.

§ 8. Fær ein persónur endurgjald á annan hátt fyri rentuútreiðslur, hevur hesin persónur samtíðis ikki rætt til rentustuðul eftir hesi lóg.
2. stk. Landsstýrið ásetur nærri reglur um, hvør ið ikki hevur rætt til rentustuðul eftir hesi lóg.

§ 9. Viðvíkjandi upplýsingarskyldu í samband við lán verður kapittul 12, um skyldu at geva upplýsingar um lønir o.a. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, tilsvarandi galdandi.

§ 10. Rentustuðul kann ikki vera fyri rættarsókn, fyrr enn hann er útgoldin. Avtala um transport er útgjaldaranum óviðkomandi.

§ 11. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1997.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at