Skriva út

Løgtingslóg nr. 75 frá 13. mai 1992 um umhvørvisgjald á smyrjiolju.


Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Umráði
§ 1. Til landskassan verður at rinda kr. 1,00 fyri hvønn litur av smyrjiolju (tariff-nr. 27.10.00.81 og 27.10.00.89 í toll- og vøruskránni)

Gjald
§ 2. Gjaldið skal rindast av tí, sum innflytir ella framleiðir nevndu vørur.
Stk. 2. Gjaldið verður innkravt av tollvaldinum og gjaldsskylda, frítøka, endurrindan, innkrevjing, eftirlit o.a., verða sum ásett í løgtingslóg um toll.

Innsavningarskipan og viðgerð
§ 3. Landsstýrinum verður heimilað at gera avtalu við innsavnara og burturbeinara, um innsavnan og viðgerð av spillolju og um gjald fyri hetta.

Revsireglur
§ 4. Brot á §§ 1 og 2 verða revsað sambært ásetingunum í kap. 10 í løgtingslóg um toll.

Gildi o.a.
§ 5. Landsstýrinum verður heimilað at áseta, at aðrir líknandi oljuúrdráttir, eitt nú hydraulikolja og gearolja eisini koma undir reglurnar í hesi lóg.

§ 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst.

  • Lógir
Sí skjøl, sum eru knýtt at lógini
Sí lógina, sum skjølini eru knýtt at