Skriva út

FR dómur frá 12. desember 2011 (BS 1855/2010). Vinningsbýti. Niðurskriving av partapeningi. Undantaksloyvi sýtt. Serlig uppafturtøka. Fyrning

Lóg: Kapitalvinningsskattalógin § 1, stk. 2 og Lóg um toll- og skattafyrisiting § 25a og § 25b

Evni: Niðurskriving av partapeningi skattast sum vinningsbýti. Serlig uppafturtøka fremjast innan rímiliga tíð.

Stevnandi hevur goldið 2 mió. kr. í partapeningi kontant til kurs 100 til felag. Í 2003 verður partapeningurin lækkaður við 1,5 mió. kr. Stevnandi hevur søkt TAKS um loyvi at skatta niðurskrivingina av partapeninginum sambært reglunum um sølu av partabrøvum. TAKS hevur sýtt hesum og tikið avgerð um at seta stevnandi í skatt av vinningsbýti frá felagnum á 1,5 mió. kr. Stevnandi hevur ikki lyft próvbyrðuna fyri, at niðurskrivingin av partapeninginum bert er grundað í felagsins vinnuligu viðurskiftum.

Stevnandi ger galdandi, at TAKS skal gjalda aftur 525.000 kr. við rentu á kr. 0,7% um mánaðin. Herundir at broyting av álíkning er fyrnað sambært § 25a og § 25b í lóg um toll- og skattafyrisiting.

TAKS krevur frídøming.

Føroya Rættur kemur til tað niðurstøðu, at stevnandi hevur ikki lyft próvbyrðuna fyri, at niðurskrivingin av partapeninginum bert er grundað í felagsins vinnuligu viðurskiftum. Tí verður niðurskriving av partapeningi skattað sum vinningsbýti.

Men Føroya Rættur kemur tó til tað niðurstøðu, at TAKS ikki hevur fráboðað innan rímiliga tíð eftir, at TAKS hevur fingið kunnleika til tey viðurskifti, sum grundgeva fráboðanina. Rætturin grundgevur við, at TAKS ikki hevur prógvað umstøður, sum kunna liggja til grund fyri, at stevnandi ikki fær ætlanarskriv fyrr enn 1½ ár eftir, at TAKS kennir til niðurskrivingina. Stevnandi fær tískil viðhald í, at skattaálíkning ikki kann takast uppaftur eftir § 25b, stk. 1, nr. 1-6 vísandi til § 25b, stk. 3.