Skriva út

FR dómur frá 21. oktober 2013 (BS 1/2013). Samskatting. Kapitalvinningur

Evni: Samskatting av kapitalvinningsinntøku.

Lóg: § 9 í lóg um áseting av skatti, § 54 í skattalógini, § 14 kapitalvinningsskattalógini.

TAKS hevur tikið avgerð um, at samskatting av feløgum bert er galdandi fyri uppgerð av skattskyldugari inntøku eftir skattalógini, og ikki uppgerð av skattskyldugari kapitalvinningsinntøku.

Stevnandi ger galdandi, at TAKS skal viðurkenna, at samskatting eisini er galdandi fyri uppgerð av skattskyldugari kapitalvinningsinntøku.

TAKS krevur frídøming.

Føroya Rættur kemur til tað niðurstøðu, at tá tað ikki framgongur týðiliga hvørki í lóg ella viðmerkingum, at samskattingarheimildin í ásetingarlógini § 9 skal fevna um inntøku, sum ikki er skattskyldug eftir skattalógini, so er einki grundarlag fyri hesum.