Skriva út

ØLR dómur frá 16. juni 2016. Meting. Fyrning

Undanfarin rættur: FR dómur frá 30. maj 2014 (BS 1496/2013)

Evni: uppafturtøka av álíkning í samband við meting. Fyrning.

Lóg: Lóg um toll- og skattafyrisiting § 25a, stk. 2.

Spurningurin er um stevnandi kann fáa álíkning fyri 2007 og 2008 uppafturtikna í samband við metta inntøku.

Stevnandi ger galdandi, at TAKS skal ganga umsókn um uppafturtøku av meting fyri 2007 og 2008 á møti. TAKS krevur frídøming.

Føroya Rættur metir ikki, at tað er prógva, at stevnandi áðrenn innlating av sjálvuppgávu og roknskapi í 2012, hevur biðið um uppafturtøku av álíkning, tá tað áðrenn hetta tíðarskeiði ikki fyriliggja nýggir upplýsingar í málinum. Umbøn um uppafturtøku er sostatt ov seint sent inn sambært § 25a, stk. 2. Talan er ikki um umstøður, sum koma undir reglurnar um serliga uppafturtøku sambært § 25b. Stevnandi vísir á manglandi vegleiðing í mun til fyrning, og til hetta sigur rætturin, at tað ikki áliggur TAKS ein generel vegleiðingarskylda viðvíkjandi freistum fyri uppafturtøku.

Dómurin verður ankaður til landsrættin, har stevnandi harumframt ger galdandi, at hann ikki hevur móttikið eina skattauppgerð fyri 2007, og harvið ikki fingið kæruvegleiðing fyri viðkomandi ár. TAKS ger hesum viðvíkjandi galdandi, at tað sambært upplýsingum í málinum má verða galdandi, at stevnandi hevur móttikið uppgerð viðvíkjandi 2007 við tilhoyrandi kæruvegleiðing.

Landsrætturin:

Landsrætturin metir ikki, at tað er prógv fyri, at stevnandi hevur biðið um uppafturtøku fyri 2007 og 2008 áðrenn 3 ára freistina í § 25a, stk. 2. Eisini tekur landsrætturin undir við, at manglandi upplýsing um 3 ára freistina fyri uppafturtøku av álíkning ikki førir til, at tað kann síggjast burtur frá freistini. Harumframt metir landsrætturin ikki, at tað er grundarlag fyri at taka undir við sjónarmiði hjá stevnandi um manglandi uppgerð fyri 2007.

Landsrætturin staðfestir tí dómin í Føroya Rætti.