Skriva út

Eftirlit og tollviðgerð av skipum

Vegleiðing frá 15. desember 2022

Heimild
Heimild um eftirlit er í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, kap. 9, sum seinast broytt 4. mai 2021, kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021 um tolleftirlit og rundskriv nr. 3/2022 um hvat manning og starvsfólk, sum starvast umborð í flogførum og ferðamannaskipum, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt.

Endamál
Í toll- og avgjaldslógunum er ásett, at tollur og avgjald skulu rindast fyri allar vørur, sum verða fluttar inn til tolløkið, undantikið tær vørur, sum eftir somu lóg eru frítiknar fyri at skula gjalda toll og avgjald.
Eftirlitið skal tryggja, at vøruflutningurin til og úr Føroyum kemur til skrásetingar og tollviðgerð, og at inn- og útflutningsreglur, sum eru ásettar við aðrari lóg, verða hildnar.

Vanligar reglur
TAKS hevur eftirlit við øllum inn- og útflutningi av vørum til og frá tolløkinum. Tað merkir, at øll flutningsfør og ferðandi, sum koma og fara, eru undir eftirliti av TAKS.
Tolløkið er alt føroyskt landøki, allir firðir og øll havleið um Føroyar út á 12 sjómíl frá beinum grundlinjum, umframt loftrúmið yvir tí.
Skip, flogfør og onnur flutningsfør, sum koma úr útlondum, ella sum hava tollvørur umborð, eru undir eftirliti av tollarunum.
Tann, sum førir eitt flutningsfar, hevur skyldu til at geva seg undir eftirlit og prógva fyri tollarunum allar neyðugar upplýsingar um far, manning, ferðafólk og farm. Eisini hevur skiparin skyldu til at vísa á allar goymslur, sum vørur eru í ella kunnu vera í. Skiparin og manningin skula vera beinasom, vera til handa og harafturat leggja fram øll skjøl, sum tollararnir meta eru av týdningi fyri eftirlitið.
Tollararnir hava ótarnaðan rætt til at gera allar kanningar, allastaðni í einum flutningsfari.

Tollfrásøgn
Ein og hvør tollviðgerð er grundað á eina tollfrásøgn. Fyri tann ferðandi kann hon verða givin munnliga ella við at fara ígjøgnum serliga rás, antin reyða ella grøna, sum er gjørd á komustaðnum til sama endamál.
Fyri skip og flogfør skal frásøgnin verða givin skrivliga. Fyri lastbilar og onnur akfør kann verða kravt, at hon skal vera skrivlig.

Tollviðgerð av skipum
Skip í hesum samanhangi merkir eisini bátar og øll onnur siglandi før.

Fráboðan
Skiparin skal syrgja fyri og hevur ábyrgdina av, at tollararnir fáa fráboðanina.
Øll skip, sum koma úr útlondum, ella sum hava ótollaðar vørur umborð, hava skyldu til at boða tollarunum frá komu. Boðini skula vera komin til tollararnar í minsta lagi 24 tímar áðrenn skipið kemur í føroyskt tolløki, ella í seinasta lagi 1 tíma aftaná at farið er úr útlendskari havn, so at tollararnir í góðari tíð kunnu vera á staðnum, tá skipið kemur.
Fráboðanin skal sendast við telduposti ella teldutøkt á annan hátt, soleiðis at øll tollskjølini verða latin tollarunum í minsta lagi 24 tímar, áðrenn skipið kemur í føroyskt tolløki ella í seinasta lagi 1 tíma aftaná at farið er úr útlendskari havn. Skjølini skulu sendast við telduposti til customs@taks.fo og skulu vera útfylt sambært teigunum í skjølunum og undirskrivað av skipara og manning.

Verjuskip
Undantikin fráboðanarskylduni eru útlendsk verjuskip, herskip og onnur partvís hernaðarlig statsskip.

Tollfrásøgnin og onnur skjøl
Tollskjøl at fylla út og lata tollarunum um eina teldupostskipan eru øll viðkomandi skjøl. Hesi eru millum annað:

  • T26 Yvirlit yvir tollskyldigar vørur
  • T27 Manningarlisti/Crew list
  • T28 Tollfrásøgn.

Teigarnir í frásøgnini (T28) skulu skrivast nágreiniliga. Skiparin ella ein, sum hann hevur givið fulltrú til, skal skriva undir frásøgnina. Skiparin hevur ábyrgdina av, at frásøgnin er røtt.
Tollfrásøgnin skal innihalda allar neyðugar upplýsingar um skipið, hvaðani tað kemur, endamálið við komuni, navn hjá umboðsmanni her í landinum og upplýsing um manning, ferðafólk og farm.
Umframt nevndu skjøl, skulu hesi skjøl eisini sendast saman við fráboðanini:

  • Farmaskjøl
  • Ferðafólkalistar
  • Bonded Stores (Ships Stores Declaration)
  • Fakturar yvir vørur, sum keyptar eru uttanlands
  • Tollfrásøgn frá síðstu havn
  • Heilsuváttan (Maritime Declaration of Health)
  • Reinførisváttan (Ship Sanitation Control Exemption Certificate).

Tollvørur (nýggjar vørur)
Frásøgnin skal eisini innihalda upplýsingar um slag og nøgd av tollvørum, sum skula vera í tollskápinum/rúminum, meðan skipið er í tolløkinum.
Tollvørur í hesum sambandi eru rúsdrekka, vín, øl, sigarettir og aðrar tubbaksvørur, parfumuvørur, sukurlátuvørur og sodavatn. Loyvt er ikki at taka út vørur úr tollskápinum/rúminum, meðan skipið er í tolløkinum, uttan við loyvi frá tollarunum.

Tollskjøl/tollpass
Kemur skip úr útlendskari havn, skal skiparin lata tollarunum tollskjølini (tollpass) frá fráfaringarhavnini yvir tollvørurnar, sum skipið hevði umborð við fráferð, og – tá biðið verður um tað – eisini rokningar fyri proviantin, tollvørur og aðrar vørur, sum eru keyptar uttanlands.
Hevur skipið ikki verið í útlendskari havn, men hevur ótollaðar vørur umborð, t.d. restproviant, sum er tikin umborð í Føroyum, skal skiparin siga tollarunum frá, og eisini lata skjølini upp á vørurnar, tá tað verður kravt.

Yvirlit yvir tollskyldigar vørur
Eisini skal skiparin lata eitt yvirlit yvir tollskyldigar vørur, vanliga nevnt tubbakslistin. Listin er eitt yvirlit yvir tollvørurnar, sum manningin hevur úti til egna nýtslu umborð á skipinum ella til at taka við sær í land.
Hvør einstakur av manningini skal skriva á listan, eisini um einki er, og skrivliga vátta, at rætt er uppgivið.
Eru tað aðrar tollskyldigar vørur, sum manningin hevur keypt, skula tær eisini skrivast á listan. Skiparin hevur ábyrgdina av, at vørurnar ikki fara í land, fyrrenn tær eru avgreiddar av tollarunum.

Manningarlistin
Skiparin skal lata tolleftirlitinum yvirlit yvir manningina, sum er við skipinum, vanliga nevnt crewlistin.
Listin er eitt yvirlit yvir navn, føðingardag, tjóðskap og passnummar hjá hvørjum av manningini.

Ferðafólkalistin
Er ferðafólk umborð á skipinum, skal skiparin lata eitt yvirlit yvir ferðafólkini, vanliga nevnt passengerlist.
Listin er eitt yvirlit yvir navn, føðingardag og tjóðskap hjá hvørjum ferðandi.

Fráboðan um tøkan pening
Ferðandi til og frá tolløkinum, sum hava við sær tøkan pening samsvarandi 10.000 evrur ella meira, skulu uttan at biðið verður um tað, steðga til tolleftirlit og hava skyldu at boða tollvaldinum frá øllum tøkum peningi, tey hava við sær. Fráboðast skal á oyðublað um ”Fráboðan um tøkan gjaldsmiðil" (T33), sum er at finna á heimasíðuni hjá TAKS.

Farmaskjøl
Hevur skipið farm, sum skal uppskipast á tolløkinum, skal skiparin lata tollarunum farmaskjølini, manifestið upp á farmin. Farmaskjølini skula innihalda upplýsingar um nøgd og slag av farmi og navn á móttakara og sendara.

Er avtala gjørd við flutningsfelagið hjá skipinum, kann flutningsfelagið lata tollarunum upplýsingarnar um farmin, eisini elektroniskt.

Reinførisváttan (Ship Sanitation Control Exemption Certificate)
Tollararnir hjá TAKS skriva út reinførisváttan til skip. Reinførisváttan er ein váttan um, at reinførið umborð er í lagi, at ongar djóraleivdir eru, og ongin smittuvandi. Verður staðfest, at hetta ikki er í lagi, sleppur skipið ikki at sigla, fyrrenn tollararnir hava fingið fráboðan og hava givið loyvi til tað.

Útlendsk skip og skip, sum regluliga sigla í útlond, eiga at hava gildiga reinførisváttan umborð. Ein reinførisváttan skal endurnýggjast eftir seks mánaðir.

Tollvørur at hava úti
Manning, sum er mynstrað umborð, kann hava toll- og avgjaldsfrítt úti eina ávísað nøgd av tollvørum til at brúka umborð á skipinum til egna nýtslu, meðan skipið er í tolløkinum, ella til at taka við í land í sambandi við avmynstring, avspáking, feriu, og eftir lidnan túr.
Fyri skipabólkarnar, sum eru nevndir niðanfyri, eru nøgdirnar hesar:

Bólkur A:
Handilsskip, útlendsk skip og útlendskir lystbátar í sigling millum tolløkið og útlond

Hvør av manningini kann brúka umborð til egna nýtslu í mesta lagi:

Rúsdrekka:
1. Rúsdrekka við yvir 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur við hægst 60 rúmprosent alkoholstyrki,
2. heitt vín o.a. við í mesta lagi 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
3. í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av

a) øl ella
b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkoholstyrki.

Í staðin fyri omanfyrinevndu nøgdir kunnu manning og starvsfólk, ið hava fylt 18 ár, flyta inn til egna nýtslu:
1. 10 litrar av øl ella cider,
2. 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
3. 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.

Tubbaksvørur:
1. Sigarettir: í mesta lagi 200 stk., ella
2. sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella
3. sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella
4. tubbak: í mesta lagi 250 gr.

Sukurlátuvørður/sodavatn:
Í mesta lagi 3 kg av sukurlátuvørum
Í mesta lagi 10 litrar av sotavatn

At taka við í land
Manning, sum mynstrar av skipi, fer í avspáking ella í feriu, kann í mesta lagi taka við sær í land toll- og avgjaldsfrítt:

Rúsdrekka:
1. Rúsdrekka við yvir 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur við hægst 60 rúmprosent alkoholstyrki,
2. heitt vín o.a. við í mesta lagi 22 rúmprosent alkoholstyrki: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og
3. í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av

a) øl ella
b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkoholstyrki.

Í staðin fyri omanfyrinevndu nøgdir kunnu manning og starvsfólk, ið hava fylt 18 ár, flyta inn til egna nýtslu:
1. 10 litrar av øl ella cider,
2. 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella
3. 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.

Tubbaksvørur:
1. Sigarettir: í mesta lagi 200 stk., ella
2. sigarillos: í mesta lagi 100 stk., ella
3. sigarir: í mesta lagi 50 stk., ella
4. tubbak: í mesta lagi 250 gr.

Sukurlátuværa/sodavatn:
Í mesta lagi 3 kg av sukurlátuvørum.
Í mesta lagi 10 litrar av sotavatn.

Vørur at koyra í tollskáp/tollrúm
Tá manningin hevur fingið út til nýtslu umborð ella til at taka við sær í land, skal restin av tollvørunum læsast inni í tollskápinum/tollrúminum. Nøgdin skal skrivast í tollfrásøgnina. Skiparin hevur ábyrgd av, at tað ikki slepst til vørurnar.

30 dagar
Toll- og avgjaldsfrítøka fyri vørur at taka við sær í land kann bara veitast við í minsta lagi 30 daga millumbili frá skipum, sum sigla í regluligari sigling millum tolløkið og útlond.

At taka úr tollskápi/tollrúmi
Er skip statt í tolløkinum í longri tíðarskeið, kunnu tollararnir loyva manningini at fáa úr tollskápinum/tollrúminum til egna nýtslu umborð á skipinum eina nýggja ransón eftir seks dagar. Manningin skal tá framhaldandi halda til og vera mynstrað umborð. Skiparin hevur ábyrgd av, at tað ikki slepst frítt til vørurnar, sum eru í tollskápinum/rúminum, og skiparin hevur eisini ábyrgd av, at nøgdirnar, sum skulu vera í tollskápinum/tollrúminum, veruliga eru har.

Aldursmark
Aldursmarkið fyri at hava rúsdrekka og sigarettir er 18 ár.

Bólkur B:
Føroysk fiskiskip, sum enda túr ella koma úr útlondum

At brúka umborð á skipinum til egna nýtslu:
Manningin undir hesum skipabólki hevur ikki rætt til at brúka umborð á skipinum til egna nýtslu tollvørur toll- og avgjaldsfrítt.

Vørur í tollskápi/tollrúmi
Ongar tollvørur skula koyrast ella vera í tollskápi/tollrúmi.

Undantikin eru langfarafiskiskip og fiskiskip, sum kunnu provianterast við rúsdrekka og tubbaksvørum eftir kunngerð nr. 118 frá 7. desember 1994 um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella sølu til ferðafólk.

Hevur skip tollvørur umborð við komu, og tað ikki kann provianterast eftir kunngerð nr. 118 frá 7. desember 1994 um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella sølu til ferðafólk, skulu tollvørurnar tollavgreiðast beinanvegin. Er talan um størri nøgdir av rúsdrekka, víni og øli, skula tær eftir ítøkiligari metan ognartakast.

At taka við í land
Manning, sum mynstrar av skipi, fer í land í avspáking, feriu ella í sambandi við lidnan túr, kann í mesta lagi taka við sær í land toll- og avgjaldsfrítt somu nøgdir sum skip í bólki A.

At koyra í tollskáp/tollrúm
Tá manningin hevur fingið tað, sum er loyvt at taka við sær í land, skal restin av tollvørunum læsast inn í tollskáp/tollrúm. Hetta er bara galdandi fyri langfarafiskiskip og tey fiskiskip, sum kunnu provianterast eftir kunngerðini um tollvørur. Skiparin hevur ábyrgd av, at tað ikki slepst frítt til vørurnar, sum eru í tollskápinum/tollrúminum, og skiparin hevur eisini ábyrgd av, at nøgdirnar, sum skulu vera í tollskápinum/tollrúminum, veruliga eru har. Onnur fiskiskip kunnu ikki hava tollvørur eftir umborð.

Bólkur C:
Føroysk lystfør, sum koma úr útlondum

Er manningin mynstrað umborð, kemur hon undir somu reglur sum fiskiskip í bólki B, sum koma úr útlondum. Er manningin ikki mynstrað umborð, skal hon tollviðgerast sum ferðandi, ið koma úr útlondum, eftir kunngerðini um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.

Ferðandi
Ferðandi, sum koma til Føroya við skipi, skula tollviðgerast eftir kunngerðini um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.

Skotvápin
Rifla, pistól og líknandi skotvápn, sum er umborð í føroyskum skipi, skal hava vápnaloyvi frá Føroya landfúta. Er einki loyvi, skal skotvápnið ognartakast, og løgreglan skal hava fráboðan skjótast gjørligt.

Skotvápn, sum er umborð á útlendskum skipi, skal læsast inni í tollskápinum/tollrúminum, meðan skipið er statt í Føroyum. Skotvápnið skal skrivast í tollfrásøgnina. Er eigarin búsitandi her í landinum, skal hann hava vápnaloyvi frá Føroya landfúta. Hevur hann ikki tað, skal vápnið ognartakast, og løgreglan skal hava fráboðan skjótast gjørligt.

Høglbyrsa og høglpatrónir eru ikki at meta sum skotvápn.

Livandi djór
Er livandi djór umborð á skipi, t.d. hundur ella ketta, skula tey vera tryggjandi bundin umborð á skipinum og skulu ikki sleppa í land ella at hava samband við djór úr landi, uttan so at loyvi fyriliggur frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Tollkanning
Tá skipið er avgreitt, kann kanningin byrja. Tollkanningin hevur til endamáls at kanna eftir, um upplýsingarnar frá skipara og manning eru rættar.

Tollararnir kunnu nokta fólki at fara frá og koma umborð á skip, meðan kanningin verður gjørd. Somuleiðis kunnu tollararnir nokta allari lossing og lasting av farminum.

Tollararnir kunnu, um tað verður hildið at vera neyðugt, halda aftur skipsskjølum, málibrøvum og tjóðskaparbrøvum, eins og teir kunnu nokta skipinum at sigla.

Tollkanningin kann gerast sum partvís kanning av skipinum, ella sum ein kanning av øllum skipinum.

Tollsektir
Verður undir tollkanningini komið fram á vørur, sum ikki eru uppgivnar til tollararnar frammanundan, er høvuðsreglan, at vørurnar koma undir tollsekt. Sektarmál av slíkum slag verða viðgjørd á staðnum sambært rundskrivinum um fyrisitingarligar sektarásetingar fyri brot á tolllógina.

Rúsevni/narkotika
Verður komið fram á rúsevni/narkotika, skula tey handfarast minst møguligt og beinanvegin tryggjast fyri óviðkomandi. Narkodeildin hjá løgregluni skal hava fráboðan beinanvegin.

Eftirlitsfrásøgn
Ein eftirlitsfrásøgn skal skrivast, um komið verður fram á rúsevni. Eftirlitsfrágreiðingin skal skrásetast í journalinum.

Fráferð og útdeklarering
Skip, sum ikki hava frakt úr Føroyum, skula vanliga ikki fráboða tað til tollararnar, men teir kunnu krevja, at tað ikki skal sigla, fyrr enn teir hava givið boð um tað.

Skip, sum hava frakt úr Føroyum, skulu senda tollarunum útgangandi manifest ella annað yvirlit, áðrenn loyst verður frá kai. Hetta kann gerast við telduposti.

Samband
Eru spurningar í sambandi við nevndu mannagongdir, eru tit vælkomin at seta tykkum í sambandi við okkum á tel: 44 73 05.

Henda vegleiðing kemur í gildi 15. desember 2022, og samstundis fer úr gildi vegleiðing viðvíkjandi eftirlit og tollviðgerð av skipum frá 20. mai 2015.

TAKS
15. desember 2022