Lurta

Vegleiðing um gávusendingar

Gáva, hvørs tollur lítið og einki hevur at týða, er undantikin tolli og avgjaldi. Heimildin fyri undantøkuni er § 6, litra g, í tolllógini, samanber § 27, stk. 3, í mvg-lógini.

Treytir fyri undantøkuni

  1. Gávusendari skal vera privatpersónur, sum býr uttanlands, og gávumóttakari skal vera privatpersónur, sum býr í Føroyum.
  2. Gáva skal í mesta lagi hava eitt virði á 1.000 krónur við mvg:
    •    fer virðið uppum, skulu tollur og avgjald rindast av fullum virði á vøruni,
    •    kann sendari ikki vísa á kvittan ella faktura fyri prísin, kann TAKS meta um hann.
  3. Gáva skal ikki hava vinnuligt endamál, t.e., at hon:
    •    skal bert sendast av og á, t.d. vera ein føðingardagsgáva, jólagáva e.tíl.,
    •    skal bert fevna um vøru, ið er ætlað at nýta hjá móttakara ella familju hansara,
    •    skal í eginleikum og nøgd ikki geva høvi at ivast í, um endamálið er vinnuligt,
    •    skal verða send móttakaranum, uttan at hann skal gjalda nakað fyri tað.
  4. Gáva skal ikki innihalda alkohol ella tubbak.

Sendari kann hava gávu við sær í viðføri til Føroya.

Vegleiðingin er galdandi frá og við 17. november 2025.
Er ivamál um, hvørt talan er um gávu, hevur TAKS metingarmyndugleikan.


TAKS
17. november 2025

Eyðun Mørkøre, stjóri
Birta Biskopstø, deildarstjóri