Lurta

Vegleiðing um útlendsk akfør

Tíðaravmarkaður toll- og avgjaldsfríur innflutningur av útlendskum akførum

Vegleiðingin fevnir um akfør, sum verða innflutt til egna nýtslu av privatpersónum, og akfør, sum verða innflutt til vinnuligt virksemi. 

Sambært § 7, litra g í tolllógini verður tollvaldinum heimilað at veita tollfrían innflutning við eftirlit fyri motorakfør, ið persónar, sum ikki eru fastbúgvandi her, eiga, og sum teir sjálvir flyta inn higar fyri stutta tíð til egna nýtslu, meðan teir eru her, og tá ið hesi før ikki verða brúkt til vinnuligan flutning. 

Innflutningur av akførum til egna nýtslu

•    Meginregla: Akfør, sum verða innflutt til Føroyar, skulu tollavgreiðast.
•    Undantak fyri tolli og avgjøldum: Persónar, sum ikki eru skrásettir sum fastbúgvandi í Føroyum, kunnu flyta inn egið akfar til egna nýtslu toll- og avgjaldsfrítt. 
•    Tíðaravmarking: Akfarið kann vera í Føroyum í mesta lagi 3 mánaðir innan fyri eitt 12-mánaða tíðarskeið. Er akfarið í Føroyum longri enn 3 mánaðir í einum 12-mánaða tíðarskeiði, skal tað tollavgreiðast.
Hevur Akstovan givið loyvi til, at akfarið í avmarkað tíðarskeið kann koyra í Føroyum, uttan at fáa føroyska nummarplátu, ger TAKS vanliga frávik fyri tollavgreiðslu í eitt longri tíðarskeið enn 3 mánaðir. Hetta verður gjørt í samsvari við loyvið frá Akstovuni.
•    Einki vinnuligt virksemi: Akfarið má ikki nýtast til vinnuligt virksemi í Føroyum. 
•    Flyting til Føroyar: Verður eigarin skrásettur at búgva í Føroyum, skal akfarið tollavgreiðast. 

Innflutningur av akførum til vinnuligt virksemi

•    Meginregla: Akfør, sum verða innflutt til Føroya til vinnuligt virksemi, skulu tollavgreiðast. 
•    Undantak: Við loyvi frá TAKS kunnu akfør innflytast til vinnuligt virksemi, uttan at rinda toll og onnur innflutningsgjøld, um talan bert er um at fremja beinleiðis vøruflutning til og úr Føroyum. 
•    Undantak: Akfør hjá sølu- og umsjónarfólki, ið brúka akførini til egna bráðfengisnýtslu, kunnu koma undir undantakið.
•    Undantak fyri bussar: Bussar kunnu fáa fyribils undantaksloyvi, tá persónsflutningurin í Føroyum bert fevnir um tey ferðafólk, sum komu við bussinum, og um bussurin fer úr aftur Føroyum við somu ferðafólkum. 

Mvg-skylda

Undantak frá tolli og innflutningsgjøldum broytir ikki møguliga mvg-skyldu fyri virksemið í Føroyum. Serliga skal mvg-skráseting gerast, um mvg-skyldiga sølan fer upp um 50.000 kr. í einum ári. 

Heimildir

•    § 7, litra g í tolllógini
•    § 27, stk. 3 í meirvirðisgjaldslógini

Vegleiðingin er galdandi frá 29. apríl 2026. 

TAKS

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.