Skriva út

Kunning frá TAKS í samband við arbeiðsgevaraeftirlit hjá byggivinnuni

Í 2008 hevur TAKS verið á eftirlitisvitjan hjá fleiri fyritøkum í føroysku byggivinnuni. Dentur hevur verið lagdur á mannagongdir viðv. skattafríum veitingum sambært § 29, nr. 7) í skattalógini og rundskriv nr. 4 frá 23. mai 2007.

Nógv føroysk feløg innan byggivinnuna hava seinastu árini havt virksemi í Danmark. Virksemi hjá hesum feløgum hevur verið, at starvsfólk hava verið leigaði út til donsk feløg. Sambært reglum hjá danska SKAT skulu hesi starvsfólk gjalda 30 % í skatti til danska skattavaldið. Tað er ábyrgdin hjá tí danska felagnum, sum leigar tey føroysku starvsfólkini, at syrgja fyri, at danski skatturin verður goldin. Sí vegleiðing E nr. 125 á www.skat.dk.

Í rundskrivi nr. 4 frá 23. mai 2007 er ásett, at sambært § 29, nr. 7) í skattalógini verða ikki tald við í skattskyldugu inntøkuna:

"Gjøld, sum hitt almenna hevur fyriskipað einans til at gjalda kostna av almennum ella embætisligum starvi, tá tey ikki innihalda nakra samsýning fyri vinnu, og somuleiðis tilsvarandi gjøld, ið loyvishavandi og privat virki rinda".

Hetta merkir, at arbeiðsgevarin ikki kann gjalda út løn ella partar av lønini sum skattafríar veitingar. Skattafríu veitingarnar skulu tískil gjaldast út afturat vanligu lønini.

Á teimum eftirlitunum, sum TAKS hevur verið á, er í fleiri førum staðfest, at arbeiðsgevarin hevur lækkað vanligu lønina við skattafríu veitingunum, við tí úrsliti, at upphæddin, sum fellur til skattingar, er ov lág.

DømiSkeivtRætt
Tímaløn fyri eina viku 40 t á 130kr. 5.200kr. 5.200
Dag- og náttarviðbót 5 d á 610kr. 3.050kr. 3.050
 Skattskyldug inntøkakr. 2.150kr. 5.200


Um skattskylduga inntøkan verður lækkað við skattafríu veitingunum, verður tímalønin kr. 53,75 (kr. 2.150 / 40 t). Við hesum verður inntøkan væl lægri enn vanliga tímalønin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og kann tað tí skjótt staðfestast, at skattafríu veitingarnar eru útgoldnar sum partur av lønini.

Um føroyski løntakarin verður skattskyldugur í Danmark, í samband við arbeiðsútleigan, kunnu skattafríu veitingarnar verða tiknar við í skattskyldugu inntøkuna í Danmark. Tað eru ásetingar í norðurlendska tvískattasáttmálanum sum gera av, um føroyski løntakarin skal gjalda skatt í Danmark ella ikki.

Stórur partur av vinnuni hevur havt tað áskoðan, at skattafríar veitingar kunnu leggjast afturat lønini, sjálvt um talan er um skiftandi arbeiðsstøð. Í hesum sambandi vil TAKS staðiliga vísa á, hvussu ásetingarnar í Skattalógini § 29, nr. 7 og rundskriv nr. 4 frá 23. mai 2007 um skattafríar veitingar skulu skiljast.


Vegleiðandi reglur um, nær ein hevur rætt til skattafríar veitingar eftir § 29, nr. 7) í skattalógini

Í galdandi rundskrivi er ásett, at sambært § 29, nr. 7) í Skattalógini verða ikki tald við í skattskyldugu inntøkuna: ”Gjøld, sum hitt almenna hevur fyriskipað einans til at gjalda kostna av almennum ella embætisligum starvi, tá tey ikki innihalda nakra samsýning fyri vinnu, og somuleiðis tilsvarandi gjøld, ið loyvishavandi og privat virki rinda.”

Tá ferðast verður í arbeiðsørindum fyri arbeiðsgevara, er man vanliga í føstum starvi, fær fasta løn, hevur fastan arbeiðsstað og er burtur aðrastaðni í arbeiðsørindum.

Fastur arbeiðsstaður er t.d. kontór, bygningur, verkstaður ella líknandi – t.v.s. ein staður har starvsfólkini halda til dagliga.

Tá starvsfólk hava skiftandi arbeiðsstøð og ferðast til hesi skiftandi arbeiðsstøð, verður hetta ikki roknað sum ferðing eftir § 29, nr. 7) í Skattalógini.

§ 29, nr. 7) í Skattalógini verður bert brúkt fyri ferðing frá einum føstum arbeiðsstaði. Vanligir handverkarar koma sjálvdan undir hesar reglur, tí teir hava sum oftast skiftandi arbeiðsstøð.

Dømi 1
Sum dømi kann nevnast, at um ein stjóri/starvsfólk fer uttanlands á ein fund/skeið/ørindi, fær hann skattafría samsýning eftir § 29 nr. 7) í skattalógini til at dekka útreiðslurnar av ferðini. Tað vil siga, at hann fær ferð, dag- og náttarpening endurgoldið fyri allar dagar, hann er burtur, eisini undir ferðing. Hann fær ikki eyka løn fyri hetta tíðarskeiðið hann er í arbeiðsørindum, men fær bert goldið tær eyka útreiðslurnar, hann hevur.

Hann hevur samstundis sína føstu løn og sín fasta arbeiðsstað í Føroyum, á skrivstovuni e.l.

Hevði hann farið uttanlands og fingið løn fyri at arbeitt uttanlands, kemur hann ikki undir § 29, nr. 7) í Skattalógini, men hevði í staðin rætt til samdøgursfrádrátt eftir § 33, nr. 12 í Skattalógini (300 kr. um døgnið), um treytirnar annars eru loknar.

Dømi 2
Ein timburmaður, sum fer uttanlands at arbeiða, kemur ikki undir § 29, nr. 7) í Skattalógini. Hetta er óansæð um arbeiðsgevarin hevur søkt eftir fólki til at arbeiða uttanlands, ella um timburmaðurin hevur arbeitt í Føroyum áðrenn farið verður uttanlands.

Tá timburmaðurin fer uttanlands at arbeiða, fær hann sína løn/samsýning fyri at arbeiða uttanlands. Um hann ikki arbeiðir, fær hann ikki løn. Tá ferðast timburmaðurin ikki í arbeiðsørindum frá einum føstum arbeiðsstaði í Føroyum, men hevur fast arbeiðsstað ella skiftandi arbeiðsstøð uttanlands - og hevur tí ikki rætt til skattafríar veitingar eftir § 29, nr. 7) í Skattalógini.

Ístaðin kemur hann undir § 33, nr. 12 í Skattalógini, ið gevur ein frádrátt uppá 300 kr. um døgnið, um hann er uttanlands antin í 2 mðr. samanhangandi ella í minsta lagi 100 dagar í einum 12 mðr. tíðarskeiði.

Dømi 3
Ein handverkari, sum arbeiðir í Føroyum og hevur skiftandi arbeiðsstøð, kann ikki roknast at hava fast arbeiðsstað, og hann kann tískil ikki fáa skattafríar veitingar eftir § 29, nr. 7) í Skattalógini.

Viðkomandi hevur í staðin rætt til ferðastuðul ella stuðul til dupult húsarhald, um hann lýkur treytirnar.

Av tí at so stórur partur av vinnuni ikki hevur fylgt galdandi ásetingum, hevur TAKS gjørt av ikki at gera broytingar hjá teimum persónum, sum hava fingið útgoldið skattafríar veitingar afturat teirra vanligu A-inntøku.

Í teimum førum har TAKS hevur staðfest, at skattskylduga lønin er lækka við skattafríum veitingum ella tá persónarnir ikki hava goldið skatt í Danmark sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum verður víðari málsviðgerð gjørd.

TAKS
2. juni 2010