Skriva út

Vegleiðing til § 28 í MVG-lógini

um skráseting av útlendskum virkjum

Meginreglan er, at útlendsk virkir skulu mvg skrásetast, sí § 28, stk. 1.

§ 28. Útlendsk virki, sum selja fyri meir enn 20.000 kr. um árið, og sum selja tænastur, nevndar í stk. 2, nr. 7-13, til virki, stovnar o.t., ella til fólk í Føroyum, skulu meirvirðisgjaldskrásetast jbr. § 5, og uppkrevja 25% í avgjaldi av søluni, tá ið tænastan verður nýtt í Føroyum.

Útlendsk virkir eru í hesi áseting at skilja sum virkir, sum ikki reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi í Føroyum, og sum heldur ikki hava deild ella líknandi í Føroyum. Tá virkir hvørki reka sjálvstøðugt vinnuvirki í Føroyum, og heldur ikki hava deild, skrivstovu ella líknandi í Føroyum, skulu tey sambært mvg-lógini skrásetast við persóni, sum er búsitandi í Føroyum ella við virki, sum hevur sølustað í Føroyum.

Tænasturnar, sum eru avgjaldsskyldugar í Føroyum, eru hesar, sí § 28, stk. 2:

  1. Heil ella lutvís avhending av upphavsrættindum, patentrættindum, lisensrættindum, rættindum til vørumerki, felagsmerki og mynstur og av øðrum tílíkum rættindum.
  2. Tænastur viðvíkjandi reklamu. Hetta merkir, at allar tænastur viðvíkjandi at gera og útbreiða reklamur gerast skyldugar.
  3. Tænastur frá ráðgevandi virkjum, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur, og dátuviðgerð og fráboðan av upplýsingum.
  4. Tænastur frá vikarstovum, eitt nú arbeiðsútleigan.
  5. Skylda til heilt ella lutvíst at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesum stykki nevndu rættindum. Hetta er serliga konkuransuklausular.
  6. Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum.
  7. Útleiga av leysafæ.
  8. Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, harímillum tænastur frá ognarmeklara, ognarhandlara o.t. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur.
  9. Tiltøk o.a. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking o.t.
  10. Arbeiði framt á leysafæ her á landi.
  11. Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi.
  12. Fjarskiftistænastur. Hetta merkir telefon- og aðrar samskiftistænastur.
  13. Útbreiðsla av útvarps- og sjónvarpssendingum.

Undantak er tó til meginregluna
Um útlendsk virkir lúka treytirnar í grein 28, stk. 3, skulu tey ikki mvg skrásetast, sí orðing niðanfyri:

§ 28, stk. 3. Avgjaldskyldug søla sambært stk. 2, nr. 1-6 og 8-13 viðvíkur ikki sølu til skrásett virkir í Føroyum, sum í síni heild kunnu rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið.

Undantakið hevur við sær, at útlendsk virkir skulu IKKI mvg-skrásetast í Føroyum, um tey selja til mvg-skrásett virkir í Føroyum, sum kunnu rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið.

Treytin er sostatt, at selt verður til føroyskt mvg-skrásett virki, sum kann rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið. Harafturat er tað ein treyt, at tær tænastur, ið verða seldar eru millum teirra, sum eru uppremsaðar í grein 28, stk. 2, nr. 1-6 og 8-13.

§ 28, stk. 3, merkir, at tá avgjaldskyldug virki í Føroyum keypa tænastur, sum eru nevndar í stk. 2, nr. 1-6 og 8-13, eru tær fríar við innflutning, tá ið keyparin í síni heild kann rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið. Endamálið við ásetingini er at spara umsiting, bæði hjá Toll- og Skattstovu Føroya og hjá virkjunum, og at lætta um gjaldsførið hjá virkjunum.

Bert nr. 7 er ikki við, og tað er tænastan ”at leiga út leysafæ”. Henda tænastan skal altíð skrásetast, um talan er um útlendsk virkir umfatað av § 28, stk. 1. (undantak til undantakið til meginregluna)

§ 28, stk. 6 er somuleiðis eitt undantak til meginregluna.

Tænastur kunnu verða innfluttar avgjaldsfrítt, um so er, at samsvarandi tænastuveitingar her í landinum, framdar av avgjaldskyldugum virkjum, høvdu verið frítiknar fyri avgjaldi.