Skriva út

C. SUBJEKTIV SKATTSKYLDA, LIKAMLIGIR PERSÓNAR, TVÍSKATTING

Full og avmarkað skattskylda
Persónar, feløg, felagsskapir v.m og deyðsbúgv, sum eru fevnd av § 1 í skattalógini, eru undir fullari skattskyldu í Føroyum.
Full skattskylda merkir, at skattasubjektið er skattskyldugt av øllum inntøkum tess, uttan mun til um inntøkurnar stava frá Føroyum ella ikki. Hetta verður nevnt globalinntøkuprincippið.
Undir avmarkaða skattskyldu í Føroyum koma persónar og feløg v.m fevnd av § 2 í skattalógini, og verða hesi bert skattaði av ítøkuliga nevndum inntøkum. Hetta verður nevnt territorialprincippið.
Sigast kann, at hesi eyðkenni eru avgerandi fyri skattastøðuna hjá tí einstaka, tá avgerast skal, um viðkomandi er undir fullari ella avmarkaðari skattskyldu í Føroyum:
- tá talan er um fulla skattskyldu, skal vera til staðar eitt ávíst persónligt tilknýti til Føroyar,
- tá talan er um avmarkaða skattskyldu er nóg mikið, at talan er um eitt fíggjarligt tilknýti til Føroyar


C.1. Full skattskylda

Avgerðandi fyri fulla skattskyldu eftir § 1 í skattalógini er tað persónliga tilknýtið, tann einstaki hevur til Føroyar.
Talan er um persón sum:
- hevur bústað í Føroyum,
- er lesandi ella lærlingar uttanlands, og sum áðrenn lestur ella læru hevur havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár,
- uttan at hava bústað í Føroyum, innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið, dvølur her í minst 180 dagar,
- er við føroyskum skipi, tá hann seinast hevur verið skattskyldugur eftir reglunum í nr. 1-4.

Bústaður
Meginreglan fyri skattskyldu í Føroyum er § 1, stk. 1, nr. 1, sum fevnir um persónar, sum hava bústað í Føroyum.
Bústaðarhugtakið er mangan trupult at nýta í prakis. Hetta stendst eina mest av, at bústaður í hesum sambandi er at skilja sum at hava búgv.
Tá talan er um at hava búgv í einum landi, er avgerandi, um skattgjaldarin ynskir at hava heimstað sín í landinum. Tá avgerast skal, um ein persónur lýkir treytina um fulla skattskyldu vegna bústað í Føroyum, verður sostatt dentur m.a. lagdur á, um viðkomandi hevur stovnað húski, hevur bústað til tøkan í Føroyum, hevur leigað sær bústað ella á annan hátt við sínum gerðum hevur víst, at tað er hansara ætlan at hava heimstað í Føroyum. Í teimum førum ein út frá slíkum metingum kann siga, at viðkomandi hevur sett búgv í Føroyum, kemur viðkomandi undir fulla skattskyldu í Føroyum eftir § 1, stk. 1, nr. 1 í skattalógini.
Tað er tað veruliga persónliga tilknýti, sum verður avgerðandi fyri skattliga bústaðarhugtakið. Fysiska hjástøða skattgjaldarans er ikki altavgerðandi eins og formlig viðurskifti, so sum til- og frámelding til fólkayvirlitið, ikki hava nakran sjálvstøðugan leiklut í tílíkum metingum, men eru bert vegleiðandi.

Við fráflyting
Sambært § 6 í skattalógini er meginreglan tann, at fulla skattskyldan stendur við í tí tíðarskeiði, har treytirnar í § 1 eru loknar t.v.s. tá viðkomandi t.d. hevur búgv í Føroyum.
Í fráflytingarstøðum er avgerandi, um skattgjaldarin endaliga hevur sýnt og avgjørt, at hann ikki longur ynskir at hava heimstað her.
Hóast støðutakanin av, nær bústaðartreytin í skattalógini í samband við fráflyting er lokin, verður gjørd út frá eini heildarmetan av viðurskiftum skattgjaldarans, er varðveiting av ræði yvir einum bústaði aloftast avgerandi fyritreytin í metingini. T.d. vil framhaldandi nýtslurættur til higartil nýtta bústaðin aloftast merkja, at bústaður eftir § 1, stk. 1, nr. 1 er varðveittur, um ikki onnur viðurskifti vísa, at viðkomandi hevur ætlanir um at seta búgv í øðrum landi og fráflytingin úr Føroyum tí ikki bert er fyribils. Hetta stendst av, at persónliga tilknýtið til eitt land oftast kann setast í mun til, hvørjar bústaðarfyritreytir viðkomandi skapar sær í landinum, ella varðveitir í landinum.
Tankin er sostatt, at tilætlað varðveitsla av bústaði er eitt tekin um, at viðkomandi ikki hevur slept tilknýtinum til landið.
Uttanlandsdvølurin er tá oftast ein fyribils dvølur, tí viðkomandi hevur ætlanir um at venda aftur. Orsakað av hesum er skilligt, at einki er til hindurs fyri, at skattgjaldari skattliga kann hava bústað her í landinum, hóast hann dvølur í longri tíð uttanlands.
Í teimum førum tá skattgjaldarin eftir fráflyting enn hevur ræði á einum bústaði, vil hetta sum áður nevnt vanliga vera haldgóð treyt fyri at meta bústaðin eftir § 1, stk. 1, nr. 1 sum varðveittan, um ikki skattgjaldarin veruliga hevur havt ítøkiligar ætlanir um at seta varandi búgv í útlandinum. Tað sama er galdandi, um ein hjúnafelagi einsamallur flytur uttanlands, uttan so at flytingin hevur tilknýtið til samlívs- og bústaðarslit. Í førum tá eftirverandi hjúnafelagin víðariførir felags heim teirra, vilja bústaðartreytirnar eftir § 1, stk. 1, nr. 1 verða varðveittar fyri fráflytandi hjúnafelagan.
Er hinvegin talan um samlív- og bústaðarslit vil spurningurin um skattastøðuna hjá tí fráflytandi verða tengdur at eini ítøkiligari metan av støðuni hjá hesum. Í slíkum førum verður aloftast ein heildarmetan av teimum fyriliggjandi veruligu umstøðunum, sum t.d. vinnuáhugamál og tilknýti til annað land, avgerandi fyri skattastøðuna hjá tí fráflytandi. Bústaður eftir § 1, stk. 1, nr. 1 verður ikki mettur sum varðveittur, um skattgjaldari í nevndu førum eftir fráflyting ikki á ein ella annan hátt, heilt ella lutvíst, hevur ræði á einum
bústaði í Føroyum.
Hóast nevndu almennu reglur, kann ein heildarmetan í ávísum førum føra til, at bústaðurin út frá teim veruligu viðurskiftunum verður mettur sum varðveittur.
Um skattgjaldari, sum støðugt hevur búð hjá foreldrum sínum flytur uttanlands, men varðveitir sínar bústaðarmøguleikar uttan broyting t.d. við framhaldandi at hava ræði á egnum kamari, kann bústaður í Føroyum verða mettur sum varðveittur. Hetta ger seg tó einamest galdandi, tá viðkomandi ikki kann sigast at hava tikið fast tilhald aðrastaðni, eitt nú tí viðkomandi altíð, tá arbeiðið loyvir tað, er heima í Føroyum.
Viðurskiftini í sambandi við varðveitan av bústaði mugu sjálvsagt eisini setast í mun til aktuellu møguleikarnar fyri sølu ella útleigan av ognini. Um tað eftir ítøkiligari metan verður komið til, at varðveitingin av bústaðnum, ella tað at eingin útleigan er, stendst av úrslitaleysum útleiguroyndum, ella er grundað á, at søla vildi ført við sær stórt fíggjartap fyri skattgjaldaran, so kann flyting eftir ítøkiligari metan sigast at vera farin fram, sum viðførir, at treytirnar í § 1, stk. 1, nr. 1 ikki eru til staðar, hóast viðkomandi enn eigur og hevur ræði á einum bústaði. Fyritreytin fyri slíkari avgerð er tó altíð, at uttanlandsdvølurin/flytingin samstundis ikki bert er at meta sum ein stutt fyribilsskipan, men sum ein tilætlað bústaðaruppgeving í Føroyum í nøkur ár, eins og tað samstundis verða gjørdar royndir at skapa fast tilhald í útlandinum. Avgerandi í slíkum førum er eisini, at tað ikki er einkultur familjulimur, ið flytir, meðan restin av familjuni býr eftir í húsinum.

Varðveitan av bústaði eftir fráflyting verður í praksis mett út frá objektivum kriterium. Tað skal tó ikki gloymast, at persónligu ætlanir skattgjaldarans hava stóran týdning fyri skattastøðuna. Meir sekundært tilknýti til Føroyar, so sum um viðkomandi eigur lut í akfari skrásett í Føroyum, hevur limaskap í áhugafeløgum v.m, hava ikki sjálvstøðugan týdning, men røkjan av frítíðaráhugamálum skattgjaldarans, t.v.s. hvar hann er í frítíð síni, kann gerast partur av eini heildarmetan.

Við tilflyting
Um persónur, sum hevur búð uttan fyri Føroyar, keypir hús í Føroyum ella leigar sær íbúð her eina ávísa tíð ella uttan serliga tíðaravmarking, og flytir inn møguliga við húsfólki, samstundis sum tað møguliga verður upplýst, at hann hevur selt hús sítt ella sagt upp íbúðina sína uttan fyri Føroyar, tekur fulla skattskyldan við beinanvegin, viðkomandi tekur búgv í Føroyum.
Full skattskylda verður tí ikki stovnað treytaleyst við eitt og hvørt bústaðarkeyp í Føroyum, tí § 7 stk. 2 í skattalógini ásetir, at fulla skattskyldan fyri persón, ið fær sær bústað í Føroyum, uttan at seta búgv her samstundis, fyrst tekur við, tá viðkomandi setist í búgv her ella fær tilhald her.
Hetta merkir, at í førum, har persónur, sum higartil hevur búð og verið skattskyldugur uttanlands, útvegar sær hús ella leigar sær íbúð í Føroyum, uttan samstundis at taka búgv her, verður viðkomandi í samsvari við omanfyri standandi ikki treytaleyst mettur at hava bústað eftir § 1, stk. 1, nr. 1.
Fulla skattskyldan verður tá, sambært § 7 stk.1, ikki stovnað, fyrr enn viðkomandi eisini hevur tikið búgv. Stuttur dvølur, so sum feria, førir í slíkum førum ikki til, at viðkomandi harvið hevur sett búgv í Føroyum, sjálvt um bústaður er útvegaður.
Tað verður gjørd ein ítøkilig metan av, um dvølurin er feriulíknandi ella ikki, og um fulla skattskyldan, eftir ítøkiligari metan, kann vera stovnað beinanvegin við byrjan av fyrsta dvøli eftir bústaðarútveganina.
Í landsskattanevndarmáli nr. 39/1989 var útlendskur skattgjaldari, sum hevði fingið arbeiði í Føroyum, fluttur til Føroyar saman við familjuni tann 5. mai 1984. Familjan hevði leigað sær íbúð í Føroyum, meðan bústaður teirra í útlandinum var útleigaður við 3 mánaðar uppsagnarfreist. Kona skattgjaldarans flutti úr Føroyum aftur longu 20. september 1984, meðan skattgjaldarin sjálvur flutti 15. oktober 1984. Hann hevði sostatt verið í Føroyum í tilsamans 163 dagar. Líkningarvaldið metti viðkomandi at vera undir avmarkaðari skattskyldu í hesum tíðarskeiði út frá tí sjónarmiði, at skattgjaldarin ikki hevði havt ætlanir um at vera verandi í Føroyum, at dvølurin var minni enn 180 dagar, og at dvølurin tí bert var at meta sum fyribils dvølur, tí skattgjaldarin hevði ætlað sær av landinum aftur í samband við, at konan
skuldi føða barn í desember. Skattgjaldarin hevði gjørt avtalu við arbeiðsgevaran í Føroyum um, at hann - um tað gjørdist neyðugt - kundi fara úr starvinum nakað áðrenn konan skuldi eiga.
Skattgjaldarin kærdi avgerðina til landsskattanevndina við pástandi um fulla skattskyldu. Landsskattanevndin metti, at viðkomandi ikki var skattskyldugur eftir § 1, stk. 1, nr. 1 sum fult skattskyldugur, tí viðkomandi hevði ikki havt ætlanir um at verða verandi her í longri tíð, og at hann ei heldur kom undir § 1, stk. 1, nr. 4, tá dvølurin var styttri enn 180 dagar. Landsskattanevndin metti tí viðkomandi at vera undir avmarkaðari skattskyldu eftir § 2.
Um persónur hevur bústað bæði í Føroyum og í øðrum landi, kann talan verða um fulla skattskyldu í báðum londum (dupult domicil). Tann tvískatting, sum kann koma fyri í slíkum førum, má verða loyst við tvískattasáttmála ella eftir vanligu linkingarregluni í § 154 í skattalógini, har skattgjaldari, ið hevur goldið skatt í útlandinum, fær frádrátt í føroyska skattinum fyri tann skatt, sum hann hevur goldið uttanlands, tó ikki meir enn ta upphædd, ið svarar til tann føroyska skattin av somu inntøku. (sí um tvískatting)

Lesandi og lærlingar uttanlands
Tann, ið fer uttanlands í útbúgvingarørindum, kann varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, um viðkomandi áðrenn lestur ella læru hevur havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár, sbr. § 1, stk. 1, nr. 3 í skattalógini.
4 ára tíðarskeiðið er ikki treytað av, at talan er um 4 ára samanhangandi tíðarskeið beinleiðis frammanundan lesnaðinum.
Sambært kunngerð nr. 109 frá 5. juli 2001 skulu lesandi og lærlingar uttanlands skiljast sum persónar, sum fara uttanlands í lestrar- ella útbúgvingarørindum við t.d. lærdan háskúla, skúla innan handil og ídnað, sjóvinnu, landbúnað, handverk, flogvinnu, sjúkrarøkt ella tænastuvinnu.
Talan er bert um dømir, sum nevnd verða í kunngerðini, tí er ikki talan um nakra úttømandi áseting av hvørji eru at meta sum lesandi ella lærlingar.
Í kunngerðini er ásett, at viðkomandi persónar skulu lata TAKS upplýsingar um útbúgvingina, útbúgvingarstað og ásetta lestrartíð og skulu altíð kunna váttað, at ein framhaldandi er undir útbúgving. Upplýsingar um broytingar í útbúvingini, t.d. um persónur gevst við útbúgvingini ella skift verður til aðra útbúgving, skulu eisini latast TAKS.
Ein og hvør persónur, sum er undir reglunum um fulla skattskyldu sum lesandi, hevur skyldu til at senda TAKS sjálvuppgávu og ognaruppgerð hvørt ár so leingi, skipanin stendur við.

180 daga dvølur
Persónar koma undir fulla skattskyldu eftir § 1, stk. 1, nr. 4 í skattalógini, um teir uttan at hava bústað her, dvølja her í minsta lagi í 180 dagar í einum 12 mánaða skeiði t.v.s. ikki neyðturviliga 180 dagar í einum álmanakkaári. Mótvegis reglunum í nr. 1 er her talan um skattskyldu, sum beinleiðis er tengd at, at persónurin veruliga er til staðar í Føroyum, tí her er tað sjálvt dagatilhaldið, ið er avgerandi. Sambært § 8 í skattalógini tekur skattskyldan hjá persónum, sum nevndir eru í § 1, stk. 1, nr. 4, við frá tí degi, sum treytar skattskyldu, tá teir av fyrstan tíð komu higar til lands. Tað vil við øðrum orðum siga, at fulla skattskyldan tekur við afturvirkandi frá fyrsta degi, viðkomandi
kom til Føroyar.
Í teim førum har persónur júst er fluttur til Føroyar, og tað ikki kann verða avgjørt, um eitt styttri tilhald fer at vara meira enn 180 dagar, verður skatturin fyribils eftirhildin hjá slíkum persóni eftir reglunum fyri avmarkaða skattskyldug, t.v.s. vanliga við 42 %. Avmarkað skattskylda av allari A-inntøku tekur við frá fyrsta degi, A-inntøka verður útgoldin, og tí skal A-skattur avroknast í allari inntøkuni hjá hesum persóni. Um nú ein ætlaður styttri steðgur fer út um 180 dagar, tekur fulla skattskyldan við frá fyrsta degi, viðkomandi kom higar til lands. Avmarkaða skattskyldan hjá hesum persóni verður tí avloyst av fullari skattskyldu, soleiðis at tann fyribils skatturin, sum er afturhildin við
prosentinum fyri avmarkað skattskyldug, verður mettur sum fyribilsskattur, sum so seinni verður mótroknaður í tí endaliga skattinum, tá endaliga álíkningin sum fult skattskyldugur verður gjørd.

Tilhald umborð á føroyskum skipi
Eftir § 1, stk. 1, nr. 5 í skattalógini eru allir persónar, ið eru umborð á føroyskum skipum, t.v.s skipum við heimstaði í Føroyum, fult skattskyldugir í Føroyum, um teir, áðrenn teir fóru umborð, vóru skattskyldugir eftir reglunum í § 1, stk. 1, nr. 1-4, og vil tað millum annað siga, at teir antin hava havt bústað í Føroyum ella hava havt tilhald í Føroyum meir enn 180 dagar. Hetta merkir
eisini, at útlendingar, ið ikki frammanundan teirra uppihaldi umborð á føroyskum skipi, og sum ikki hava havt persónligt tilknýti til Føroyar, eitt nú vegna bústað ella 180 daga tilhald, ikki gerast fult skattskyldugir við at verða umborð á føroyskum skipi.

Globalmeginreglan
Teir persónar, sum eru undir fullari skattskyldu til Føroyar, skulu geva upp til skattingar alla skattskyldugu inntøkuna uttan mun til, hvaðani inntøkan stavar. Henda skyldan verður vanliga nevnd globalmeginreglan; meginreglan er galdandi í teimum flestu framkomnu skattaskipanunum.
Meðan sjálvuppgávan skal fevna um alla inntøkuna uttan mun til, hvar hon er vunnin, kann skattgjaldarin geva upplýsingar um møguligan skatt, sum hann hevur goldið uttanlands av somu inntøku. Hann kann so fáa ein ávísan frádrátt í útroknaða skattinum í Føroyum. Víst verður til brotið um tvískatt.


C.2. Avmarkað skattskylda

Tá støða skal takast til, um persónur lýkir treytirnar fyri at koma undir reglurnar fyri avmarkaða skattskyldu í Føroyum, er avgerandi, um viðkomandi hevur eitt fíggjarligt tilknýti til Føroyar. Hetta ger seg sum meginreglu galdandi, tá persónurin hevur:
a. A-inntøku her í landinum,
b. ið stavar frá virksemi her í landinum.
§ 2 hevur reglur um avmarkaða skattskyldu fyri persónar, sum ikki koma undir § 1, men sum hava inntøku av ávísum slag í Føroyum.
Avmarkaða skattskyldan kann, um viðkomandi hevur dvøl í Føroyum, vara upp til 180 dagar, sbr. § 1, nr. 4. Avmarkað skattskyldug verða av A-inntøku síni skattað við føstum skattaprosenti, ið er 42 %, um ikki onnur serlig fyriskipan er gjørd fyri inntøkuslagið. Avmarkað skattskylda tekur við, tá treytin fyri skattskyldu er lokin, tað kann verða frá tí degi, viðkomandi fær løn, sum stavar frá virksemi her á landi.
Um løn verður útgoldin frá útlendskum arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimating í Føroyum, er talan ikki um A-inntøku, sbr. § 61 í skattalógini, hóast arbeiðið er gjørt í Føroyum. Viðkomandi arbeiðstakari verður tí ikki avmarkað skattskyldugur í Føroyum av inntøkuni, hóast hon er vunnin her í landinum.
Útlendskar fyritøkur vera ikki mettar at hava heimating í Føroyum uttan so, at virksemi teirra í Føroyum verður útint um deild í Føroyum. Í førum, har talan ikki er um heimating í Føroyum fyri arbeiðsgevaran, men útgjalding av lønum hansara verður gjørd av fulltrúa hansara, sum hevur heimating í Føroyum, er inntøkan at meta sum A-inntøka, og arbeiðstakarin verður tá avmarkað skattskyldugur í Føroyum.
Heimating í Føroyum hava persónar, sum hava bústað her, og felagsskapir v.m., tá høvuðsskrivstova v.m. er í Føroyum. Partafeløg, sum eru skrásett í Føroyum, hava heimating her. Snýr tað seg um útlendsk partafeløg, er spurningurin, um felagið hjá Skráseting Føroya er skrásett við deildarskrivstova í Føroyum ella ikki.
Ein arbeiðstakari, sum ikki er undir fullari skattskyldu í Føroyum, og sum í útlandinum ger arbeiði fyri føroyskan arbeiðsgevara, er ikki avmarkað skattskyldugur til Føroyar av inntøku síni.
§ 2 í skattalógini nevnir úttømandi øll inntøkusløg, sum føra til avmarkaða skattskyldu.
Sambært § 2, stk. 2 fevnir avmarkaða skattskyldan einans um tílíkar inntøkur, sum nevndar eru í stk. 1, og bert tær útreiðslur, sum standast av at vinna hesar inntøkur, kunnu vera frádrignar.
Avmarkað skattskyldug skulu lata sjálvuppgávu inn í Føroyum við tí inntøku, sum kemur undir § 2 í skattalógini. Innlatingarfreistin er tann sama sum fyri fult skattskyldugar persónar, feløg v.m.

Persónar verða avmarkað skattskyldugir um teir:
a. hava inntøku her í landinum, sum ásett í skattalógini § 60 stk. 1, nr.1 og stavar frá virksemi her á landi. T.v.s. allar inntøkur av persónligum arbeiði í tænastu fyri onnur eru skattskyldugar hjá móttakaranum, sjálvt um hann ikki er fult skattskyldugur í Føroyum. T.v.s. alt, sum er lagt inn í peningi, og í hesum sambandi frítt vistarhald, fyri persónligt arbeiði í tænastu fyri onnur, herundir løn, frítíðarløn, samsýningar, tantiéme og provisjón.
Treytin fyri avmarkaða skattskyldu er í hesum føri, at ein hevur inntøku úr Føroyum frá arbeiðsgevara, sum hevur heimating í Føroyum, ella at talan er um útlendskan arbeiðsgevara, har lønin verður goldin gjøgnum fulltrúa við heimatingi í Føroyum.
b. hava inntøku her í landinum, sum sambært skattalógini § 60, stk. 1, nr. 2-7 er A-inntøka ella eftir § 60 stk. 2, verður roknað sum A-inntøka.
Her er talan um:

  1. veitingar, sum koma ístaðin fyri tær í § 60, nr. 1) nevndu samsýningar v.m., so sum dagpeningur, stuðul undir arbeiðsloysi og sjúku og aðrar líknandi samsýningar,
  2. samsýningar til útinnandi listafólk eins og til fyrilesarar ella ítróttafólk,
  3. pensjónir og bíðipeningur,
  4. fólka- og avlamispensjón og aðrar skattskyldugar almannaveitingar,
  5. studningur og annar skattskyldugar styrkur,
  6. samsýning sum limur av ella sum hjálparmaður hjá øllum sløgum av stýrum, nevndum, ráðum og tílíkum.

Tað hevur m.a ongan týdning, um tær í § 60, stk. 1, nr. 7 nevndu samsýningar eru vunnar sum nevndarlimur fyri virksemi uttan fyri Føroyar ella í Føroyum. Heldur ikki fyri tær í § 60, stk. 1, nr. 4 nevndu pensjónir v.m. hevur tað nakran týdning, um fyrrverandi tænastan er gjørd uttanlands ella her heima.
Avgerandi er, at inntøkan verður útgoldin frá "arbeiðsgevara" við heimatingi í Føroyum.

Nýtslugjald/royalty
c. fáa nýtslugjald/royalty

Her verður avgjørt, at útlendskur persónur ella felag, sum fær nýtslugjald úr Føroyum, kemur undir avmarkaða skattskyldu í Føroyum.
Royalty merkir gjalding av øllum slag, sum fæst sum samsýning fyri at nýta ella hava rættin til at nýta hvønn ein upphavsrætt til bókmentaligt, listarligt ella vísindaligt verk, heruppií spælifilmar, filmar og bond til útvarps- og sjónvarpssendingar, øll einkarættindi, vørumerki, mynstur ella fyrimyndir, tekningar, loyniligan formála (“formel”) ella framleiðsluhátt ella fyri upplýsingar um ídnaðar-, handils- ella vísindaligar royndir.
Royalty er bert rindan fyri nýtsluna av teimum ávísu rættindunum ella ognarlutunum. Tað vil siga, at keyp av rættindum ella ognarlutum ikki er fevnt av ásetingini. Talan er bert um keyp, um upphavsrætturin heilt ella deildvíst fer yvir til keyparan.
Tað hevur ongan týdning, um talan er um eina eingangsrindan, ella um talan er um leypandi rindan av gjaldinum.
Eitt nú er gjald fyri nýtslu av ella fyri rættin til at nýta software fevnt av hugtakinum nýtslugjald/royalty.
Rindan fyri upplýsingar um ídnaðar-, handils-, ella vísindaligar royndir, er tað, sum vanliga verður nevnt knowhow. Hetta er vanliga tekniskir upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at endurframleiða eina vøru.

Tá talan er um avmarkaða skattskyldu fyri nýtslugjald, er skatturin 25% av nýtslugjaldinum, og er hetta ein bruttoskattur. Tað vil siga, at útlendska felagið ella persónurin, sum hevur rætt til gjaldið, ikki hevur rætt til frádrátt fyri møguligar rakstrarútreiðslur. Sambært § 7 í ásetingarlógini skal tann, sum rindar gjaldið, (tað føroyska felagið ella persónurin) halda aftur avgjaldið og rinda peningin til TAKS.
Um talan er um nýtslugjald til eigara, sum er heimahoyrandi í einum landi, sum Føroyar hava tvískattaavtalu við, so hava Føroyar ikki rætt til at skatta nýtslugjaldið, og tá skal tann, sum rindar nýtslugjaldið, ikki halda aftur skattin. (Víst verður til brotið um tvískatt).

Fastur rakstrarstaður
d. sum eigarar ella sameigarar reka ella taka lut í vinnu, ið hevur fast rakstrarstað í Føroyum.

Um persónur sum eigari ella sameigari rekur ella tekur lut í vinnu, ið hevur fast rakstrarstað í Føroyum, ella sum á annan hátt eigur lut í avlopinum av slíkari vinnu, ella sum samløgumaður (kommanditist) ella sum samútgerðamaður (partsreiðari) eigur lut í samløgufelag (kommanditfelag), samútgerðarfelag (partsreiðarí), ið er skrásett í Føroyum, kann viðkomandi gerast avmarkað skattskyldugur við:
- at reka ella taka lut í vinnuvirki við føstum rakstrarstaði í Føroyum,
- at hava rætt til lut í avlopinum av slíkum virki, ið t.d. kann vera leypandi veitingar ella avlop við avtøku av slíkum virki, um veitingarnar/ samsýningarnar ikki eru vinningsbýti, avdráttur uppá skuld, rentur ella royalties,
- at hava burturleigað slíkt vinnuvirki.
Tá støða skal takast til, um talan er um fastan rakstrarstað í Føroyum, verður dentur lagdur á somu útgreinan av málberingini "fastur rakstrarstaður", sum er gjørd í tvísskattasáttmálunum. Víst verður til grein 5 í tvískattasáttmálanum millum Norðurlond. Eftir hesum fevnir fastur rakstrarstaður serstakliga um:

a. stað, haðani virkið verður stjórnað,
b. deild,
c. skrivstovu,
d. verksmiðju,
e. verkstað og
f. náms-, olju- ella gasskeldu, grótbrot ella hvønn annan stað, har náttúruríkidømi verður vunnið.

Byggi-, nýgerðar-, innlegginar- ella uppsetingararbeiði ella virksemi, sum fevnir um ráðlegging, eftirlit, ráðgeving ella aðra persónliga hjálp í samband við slíka ætlan, kemur undir heitið fastur rakstrarstaður, sambært § 2, stk. 3 í skattalógini, men bert um so er, at ætlanin ella virksemið er í gerð í Føroyum í meir enn 30 dagar.
Í landsskattanevndaravgerð nr. 13/1986 hevði kærarin havt tilhald í Føroyum í tíðarskeiðnum frá 1. januar 1985 til 3. apríl 1985 og í hesum tíðarskeiði arbeitt sum múrari. Kommunala líkningarvaldið metti viðkomandi at vera undir avmarkaðari skattskyldu. Kommunala líkningarvaldið metti, at talan var um A-inntøku og ikki sjálvstøðugt vinnuvirksemi og noktaði tí frádrátt fyri ymiskar frádrignar útreiðslur.
Líkningarráð Føroya mælti landsskattanevndini til at geva kæraranum fult viðhald, tá mett var, at talan var um sjálvstøðugt vinnuvirksemi, og tá virksemi hjá skattgjaldaranum í Føroyum hevði verið sera stutt og ongar upplýsingar bendu á, at skattgjaldarin hevði sett á stovn eitt fast rakstrarstað.
Sambært grein 5, sbr. grein 6 í tágaldandi tvískattasáttmálanum við Danmark átti tí Danmark rættin til at skatta inntøkuna, sum skattgjaldarin í tíðarskeiðnum 1. januar 1985 til 3. apríl 1985 hevði vunnið í Føroyum. Hesum tók landsskattanevndin undir við.
Avmarkaða skattskyldan fevnir um alla ta inntøku, sum kann tilognast virkseminum, sum verður rikið av tí fasta rakstrarstaðnum. Hetta er eisini vinningur ella tap við avhendan av ognarlutum, sum knýta seg til fasta rakstrarstaðið í Føroyum.

Um fasti rakstrarstaðurin verður rikin sum útibúgv frá virki skattgjaldarans uttanlands, skal til útibúgvið teljast tann vinningur, sum ætlast má, at útibúgvið hevði havt, um tað var sjálvstøðug fyritøka, sum óheft handlaði við høvuðsvirkið. Víst verður til § 2, stk 2 í skattalógini.

Inntøka ella avgjald av fastari ogn
e. hava inntøkur ella avgjald av fastogn í Føroyum

Um persónur sum eigari, sameigari, nýtari ella inntøkunjótari fær inntøku ella avgjald av fastogn í Føroyum gerst viðkomandi avmarkað skattskyldugur av inntøkuni. Skattingin fer fram eftir galdandi skattastiga.

Inntøka við at lata annan hava í hond virki ella fastogn
f. fáa inntøkur við at lata annan hava í hond virki ella fastogn í Føroyum.

Um persónur, ið ikki er skattskyldugur eftir § 1, fær inntøku við at lata annan hava í hondum virki ella fasta ogn í Føroyum, verður viðkomandi avmarkað skattskyldugur av slíkari inntøku.

Vinningsbýti
g. fáa vinningsbýti úr Føroyum.

Við vinnngsbýti er m.a. at skilja inntøka av partabrøvum, lutaprógvum ella øðrum rættindum, sum ikki eru skuldarbrøv, og sum geva rætt til lut í vinningi eins og aðrari inntøku frá felagnum, hvørs inntøka er undir somu skattligu viðgerð sum inntøka av partabrøvum.
Í mun til skattingina av vinningsbýti er oftast neyðugt at kanna eftir, um vinningsbýtið verður goldið til persón, ið er heimahoyrandi í landi, Føroyar hava tvískattasáttmála við, tí sum meginregla kann skattingin verða býtt millum londini sambært tvískattasáttmála. Føroyar kunnu soleiðis hava rætt til lutvísa skatting av vinningsbýti úr Føroyum, ið verður útgoldið til persón, sum er heimahoyrandi í hinum landinum.
Skattingin av vinningbýti fyri persónar er 35 % og fyri feløg 18 %, sambært kapitalvinningskattalógini.
Í § 29 er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 2010–2013 verður 35%-skatturin, ið er nevndur í §§ 14, stk. 2, 15, stk. 1 og 16, stk. 1 broyttur soleiðis, at hann í 2010 er 39%, í 2011 er skatturin 38%, í 2012 er skatturin 37% og í 2013 er skatturin 36%.

A-inntøka sambært § 60, stk. 1, nr. 8 í skattalógini
h. fáa A-inntøka sambært § 60, stk. 1, nr. 8 stavandi frá arbeiði, sum er gjørt her á landi.

§ 60 , stk. 1, nr. 8 fevnir um samsýning í peningi og í hesum sambandi frítt vistarhald til persón, sum er til taks at gera arbeiði her í landinum, íroknað møgulig samsýning fyri útreiðslur til ferðing, uppihald v.m., um annað ikki er ásett. Reglurnar eru galdandi uttan mun til, um inntøkan verður goldin triðja manni (møguliga felagi).
Við hesi áseting er ætlanin at staðfesta, at tá talan er um sokallaða “arbeiðsútleigan”, er lønmóttakarin frá fyrsta degi avmarkað skattskyldugur í Føroyum. Tað er tann, sum fær arbeiðið gjørt, sum hevur skyldu til at avrokna A-inntøkuna, sambært § 63, stk. 1. Føroyar hava sostatt rætt til at krevja skatt av inntøkuni frá fyrsta degi.
Soleiðis kann persónur í ávísum førum, hóast hann “formelt” er í starvi hjá útlendskum arbeiðsgevara, gerast avmarkað skattskyldugur í Føroyum av arbeiði, ið er gjørt í Føroyum. Hetta er sum sagt galdandi í teim førum, har talan er um "arbeiðsútleigan"
Í tvískattasáttmálanum við Norðurlond er málberingin "arbeiðsútleigan" útgreinað, og verður hendan útgreinan eisini sum meginregla nýtt í føroysku skattareglunum, tá avgerast skal, um talan er um arbeiðsútleigan ella ikki.
Arbeiðsútleigan fevnir um arbeiðstakara, sum er útleigaður til virki hjá øðrum arbeiðsgevara, tá útleigarin/útlendski arbeiðsgevarin ikki hevur
ábyrgdina av, og heldur ikki stendur til svars fyri úrslitinum av, arbeiðinum.
Tá støða skal takast til, um ein arbeiðstakari er at rokna sum útleigaður, skal hetta vera gjørt út frá eini heildarmetan. Tá ið meting skal gerast, skal serstakliga dentur verða lagdur á, um:

a. føroyski arbeiðgevarin/byggiharrin hevur ovastu leiðsluna,
b. arbeiðið verður gjørt á einum arbeiðsplássi, sum føroyski arbeiðsgevarin/byggiharrin ræður yvir og ber ábyrgdina av,
c. gjaldið til útleigaran verður roknað eftir tíðini, sum arbeiðið tekur, ella út frá øðrum sambandi millum samsýningina og ta løn, sum arbeiðstakarin fær,
d. føroyski arbeiðsgevarin/byggiharrin letur størsta partin av amboðunum og tilfarinum,
e. útleigarin ikki einsamallur ásetir talið á arbeiðstakarum og útbúgving teirra.

Aðrar inntøkur
i. fær inntøkur, sum ikki eru fevndar av litra a) b) d) ella h) fyri arbeiði, gjørt í Føroyum fyri vinnuvirki, sum er fevnt av litra d) og stk. 3.

Her er talan um avmarkaða skattskyldu fyri persónar, sum arbeiða fyri útlendskt virkir, sum í Føroyum fara undir byggi-, nýgerðar-, innleggingar ella uppsetingarætlanir, ið vara longur enn 30 dagar. Sama er galdandi fyri virksemi í sambandi við ráðlegging, eftirlit, ráðgeving ella aðra persónliga hjálp í sambandi við slíkar ætlanir.
Um arbeiðið hjá útlendska virkinum fer uppum 30 dagar, verður lønmóttakarin avmarkað skattskyldugur frá 1. degi, hann ger arbeiði fyri hetta virki.

Arbeiði umborð á skipi, skrásett í Føroyum
j. hava A-inntøku vegna virksemi umborð á skipi, skrásett við heimstaði í Føroyum.
Skip, tó undantikið fiskiskip, sum eru skrásett við heimstaði í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, verða javnmett við skip, sum eru skrásett við heimstaði í Føroyum, um tey við ongari manning verða leigað av føroyskum reiðaravirki. Hetta er tað, vit vanliga kallað bareboat leigað skip.
Henda áseting merkir, at persónur verður avmarkað skattskyldugur til Føroyar av inntøku vegna virksemi umborð á skipi, sum ikki er skrásett í Føroyum, um skipið verður rikið av einum føroyskum reiðarafelag, sum hevur bareboat leigað skipið.
Skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, sum við ongari manning verður leigað til reiðaravirki í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi til ferðafólka- og /ella farmaflutning, verður ikki mett sum skip, skrásett við heimstaði í Føroyum, og merkir hetta, at persónur, sum arbeiðir umborð á skipi, sum er skrásett í Føroyum, ikki verður avmarkað skattskyldugur í Føroyum, um skipið er bareboat leigað til eitt útlendskt reiðaravirki.
Sambært § 8, stk. 1 í ásetingarlógini, verða inntøkur, sum stava frá virksemi umborð á skipi, sum er skrásett í Føroyum, skattaðar við einum bruttoskatti uppá 42%. Inntøkur, sum stava frá virksemi umborð á skipi, sum er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni, verða tó skattaðar við 35%. Sama er galdandi fyri inntøkur umborð á skipi, sum er bareboat leigað av føroyskum reiðaravirki, um skipið annars lýkur treytirnar í løgtingslóg um FAS.

Arbeiði umborð á flogfari
k. fáa inntøku fyri arbeiði int umborð á flogfari, sum er rikið av persóni ella felagi fevnd av § 1 í skattalógini.
Her verður ásett, at persónar verða avmarkað skattskyldugir til Føroyar, um teir hava inntøku av arbeiði umborð á flogfari, sum er rikið av persóni ella felagi sum er fult skattskyldugt í Føroyum.


C.3. Eingin skattskylda

Sambært § 3, stk. 1, litra a) og b) í skattalógini eru kongur, drotning, ættarmenn kongs, sum eru komnir av donskum kongum í fyrsta liði, ella sum sambært § 11 í grundlóg ríkisins fáa árspening og hjúnafelagar teirra undantikin skattskyldu.
Sambært § 3, stk. 1, litra c) í skattalógini eru danska ríkið, landskassi Føroya og tær stovnarnir, har inntøkur og útløgur eru fyriskipaðar í fíggjarlógum danska ríkisins ella løgtingsins, og virkir og stovnar, sum eru ogn landsins ella kommununar, og sum verða rikin fyri landskassans ella kommununa rokning undantikin skattskyldu til Føroyar.

Virkir og stovnar eru eftir hesum bert undantikin skattskyldu um:
- inntøkur og útløgur eru fyriskipaðar í fíggjarlóg danska ríkisins ella løgtingsins, ella
- tey eru ogn hjá landinum ella kommunum og tey verða rikin fyri landskassans ella kommununa rokning

Um virkir og stovnar v.m., sum eru heimahoyrandi í Føroyum, ikki beinleiðis koma undir undantakið í § 3, eru hesi virkir og stovnar v.m. undir skattskyldu eftir § 1 í skattalógini. Tá talan er um stovnar, koma hesir í flestu førum undir § 1, stk. 1, nr. 14 í skattalógini, og verða tá bert skattskyldugir av vinnuligari inntøku.
Sambært § 3, stk. 1, litra d) í skattalógini eru útlendskir sendikonslar og sendistarvsmenn í konsultænastu undantiknir fulla skattskyldu, tá teir ikki eru ríkisborgarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir kunnu verða avmarkað skattskyldugir av inntøku, sum nevnd er í § 2 í skattalógini.
Sambært § 3, stk. 1, litra e) í skattalógini eru kirkjur, ið eiga seg sjálvar viðvíkjandi kirkjuhúsum við grund og kikjugarði, undantiknar skattskyldu í Føroyum.
Sambært § 3, stk. 1, litra f) er Tjóðbanki Danmarkar undantikin skattskyldu í Føroyum.