Skriva út

H. SJÁLVSTØÐUGT VINNUREKANDI - mótvegis løntakarum


H.1. A- OG B-skattur

Tá ið hugt verður eftir sjálvstøðugum vinnurekandi mótvegis løntakarum, er munur á, hvussu hesir rinda sín fyribilsskatt. Inntøkuskatturin, sambært § 57 í skattalógini, skal - alt eftir hvørjum slag av inntøku hann verður roknaður av - antin verða eftirhildin í skattskyldugu inntøkuni eftir § 63 (A-skattur) ella verða goldin sambært skattarokning.

Fyribilsskattur
Skattur, sum verður goldin í inntøkuárinum við fyribilsgjøldum, verður antin eftirhildin í skattskyldugu inntøkuni eftir § 63 (A-skattur) ella goldin sambært skattarokning (B-skattur).
Fyribilsskattur, sum umfatar bæði lands-, kommunu- og kirkjuskatt og sum verður kravdur í inntøkuárinum, skal sum meginreglan samsvara við endaliga skattin, sum verður álíknaður aftaná, at álmanakkaárið er lokið.
Tær inntøkur, sum skulu roknast sum A-inntøkur, eiga at vera slíkar, sum fyri tað mesta verða avroknaðar sum nettoinntøkur. Teir frádráttir, sum verða loyvdir í inntøkuuppgerðini og skattaútrokningini, verða tí vanliga slíkir, sum lagt kann verða upp fyri, tá skatturin skal roknast av tí einstøku útgjaldingini.
Tær inntøkur, sum verða nevndar B-inntøkur, eru vanliga ikki nettoinntøkur og hóska ikki til, at skattur verður eftirhildin í teimum, tí at útreiðslur til løn, tilfar o.a., ofta er íroknað B-inntøkuni.


H.2. Sjálvstøðugt vinnuvirki

Egin rokning og ábyrgd
Sjálvstøðugt vinnuvirki er vanliga eyðkent við, at tað fyri egna rokning og ábyrgd verður framt eitt virksemi av vinnuligum slagi og við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning burturúr. Virksemið skal vera nøkulunda støðugt og framhaldandi og av eini slíkari stødd, at tað ikki er at javnmeta við ítriv.
Sjálvstøðug vinnurekandi skulu í seinasta lagi 1. mai í álíkingarárinum lata inn roknskap til skattamyndugleikan. Løntakarar skulu somuleiðis í seinasta lagi 1. mai í álíkningarárinum lata skattamyndugleikanum sjálvuppgávu.
Sjálvstøðug vinnurekandi skulu, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp, draga frá rakstrarkostnaðir, t.e. tær útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við, sbrt. § 31 í skattalógini.
Undir hesar rakstrarútreiðslur koma ikki útreiðslur, ið standast av at vinna A-inntøku og inntøku av persónligum arbeiði fyri onnur.
Av og á kunnu ivamál taka seg upp, um talan er um sjálvstøðuga vinnu ella inntøku, sum er vunnin í tænastuviðurskiftum, t.v.s. sum løntakari. Í slíkum ivamálum eigur avgerð at verða tikin út frá eini samlaðari meting av viðurskiftum ímillum hann, sum ger arbeiðið, og hann sum fær arbeiðið gjørt.
Sum vegleiðing, nær talan kann vera um sjálvstøðuga vinnu, verða her nøkur punkt nevnd, sum kunnu ganga inn í eina samlaða meting. Einki av punktunum einsamalt er avgerandi og tey einstøku punktini hava ikki eins stóran týdning í øllum førum.

Sjálvstøðuga vinnu rekur hann, sum:
1. hevur fingið sær egin hølir, t.d. handil, verkstað ella teknistovu, har arbeiðið heilt ella partvíst verður framt,
2. ger vart við seg við lýsingum ella skiltum o.l., at hann er yrkiskfólk og átekur sær at gera ávíst arbeiði,
3. hevur rætt til at taka persónar í læru ella yvirhøvur at taka sær hjálparfólk,
4. heilt ella lutvíst letur tilfar til arbeiði,
5. leggur til rættis, leiðir, fordeilir og hevur eftirlit við arbeiðinum uttan aðra leiðbeining frá kundanum enn hana, ið knýtir seg til ordran,
6. heilt ella lutvíst eigur arbeiðsamboðini í virkinum,
7. hevur fíggjarliga ábyrgd og váða mótvegis kundum fyri leverað arbeiði,
8. ger arbeiði fyri ymisk viðskiftafólk ella er ikki bundin av tí ávísa viðskiftafólkinum útyvir ta einstøku bíleggingina,
9. hevur inntøku, sum er knýtt at einum møguligum yvirskoti,
10. er ikki, orsaka av einum viðskiftafólki, samstundis forðaður í at gera arbeiði fyri onnur,
11. ger arbeiði eftir rokning,
12. hevur vinnuloyvi.

Ein sjálvstøðugt vinnurekandi kann samstundis verða løntakari og sostatt fáa bæði A- og B-inntøku, tó ikki frá sama arbeiðsgevara.

H.3. LØNTAKARI

Móttakari av A-inntøku verður nevndur løntakari og fær samsýning fyri persónligt arbeiði í tænastu fyri onnur. Løntakari ger arbeiði eftir ávísing frá arbeiðsgevaranum og fyri arbeiðsgevarans rokning.

Ávísing frá arbeiðsgevara
A-inntøka er umfatað av § 60, stk. 1 í skattalógini, sum sigur:
1) Alt, sum er lagt inn í peningi fyri persónligt arbeiði í tænastu fyri onnur, heruppií løn, frítíðarløn, samsýning, tantiéme, provisjón ella líknandi.
2) Veitingar, sum koma í staðin fyri tær í 1) nevndu samsýningar v.m., so sum dagpeningur, stuðul undir arbeiðsloysi og sjúku og verkfals- og verkbanssamsýningar og aðrar líkar samsýningar.
3) Samsýningar til sjónleikarar, tónleikarar, artistar ella útinnandi listafólk sum heild, eins og til fyrilesarar ella ítróttafólk. Hetta er galdandi uttan mun til, um inntøkan er útgoldin til triðjamann (møguliga felag).
4) Pensjónir og bíðipeningur og tílíkar skattskyldugar veitingar, tá tær hava havt samband við arbeiði í tænastu fyri onnur og aðrar skattskyldugar útgjaldingar frá pensjónskipanum við leypandi útgjaldingum ella frá ratutryggingum, sum teknaðar eru við tí í huga at fáa pensjón útgoldnað.
5) Fólka- og avlamispensjón og aðrar skattskyldugar almannaveitingar.
6) Studningar og aðrir skattskyldugir styrkir, veittir av almennum myndugleikum ella stovnum og felagsskapum ella av almennum ella privatum grunnum, gávufægrunnum og tílíkum.
7) Samsýningar sum limur av ella sum hjálparmaður hjá øllum sløgum av stýrum, nevndum, ráðum og tílíkum.
8) Samsýning í peningi og í hesum sambandi frítt vistarhald til persón, sum er til taks at gera arbeiði her í landinum, íroknað møgulig samsýning fyri útreiðslur til ferðing, uppihald v.m. Reglurnar eru galdandi uttan mun til, um inntøkan verður goldin triðja manni (møguliga felag).
9) Strikað
10) Peningagávur frá arbeiðsgevara

Lønarinntøka uttanlands
Lønarinntøka uttanlands verður ikki roknað sum A-inntøka í Føroyum, sjálvt um hon kemur undir hetta heitið uttanlands.
Frá hesari meginreglu verður tó gjørt tað undantak, at almennar lønir og pensjónsútgjaldingar fyri arbeiði hjá donskum arbeiðsgevara í Føroyum eru at rokna sum A-inntøkur, og fyribilsskattur verður tí eftirhildin samsvarandi hesum í útgjaldingini av inntøkuni.
Sambært § 61 í skattalógini verður ein inntøka ikki roknað sum A-inntøka, tá hon verður goldin av útlendskum sendistarvsstovum og limum teirra, ella útlendskum sendikonslum.
Eisini er henda lógargrein galdandi, tá arbeiðsgevarin ikki hevur heimating her á landi og heldur ikki er skattskyldugur eftir § 2, stk. 1, litra d ella stk. 3 í skattalógini.
Tað inntøkan er fevnd av § 61 kann tað ikki verða álagt arbeiðsgevaranum at avrokna skatt til Føroyar.

Fulltrú
Hevur tann útlendski arbeiðsgevarin fulltrú fyri seg, sum hevur heimating her á landi, verður hesin seinni skyldugur at ávísa inntøkurnar sum A-inntøku.

Skrásettir sjálvbodnir
Sambært avtalu kunnu útlendskir arbeiðsgevarar verða skrásettir sjálvbodnir sum arbeiðsgevarar í Føroyum, og hevur hetta við sær, at lønin verður ávíst um skattaskipanina og skattað sum um talan var um A-inntøka.

A-inntøka
Í flestu førum er tað neyvan trupult at avgera, um talan er um persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum, tí tá verður arbeiðið gjørt fyri arbeiðsgevarans rokning og ábyrgd, mótvegis sjálvstøðugt vinnurekandi, har sermerkið er, at arbeiðið verður gjørt fyri egna rokning og ábyrgd.
Tað kann koma fyri, at tað er trupult at gera av, um ein inntøka er vunnin sum A-inntøka ella sum inntøka av sjálvstøðugum vinnuvirki, men vegleiðandi er, um;

1. inntøkumóttakarin bert hevur ein og sama arbeiðsgevara,
2. inntøkumóttakarin hevur gjørt avtalu um framhaldandi arbeiði,
3. inntøkumóttakari sum løntakari hevur rætt til frítíðarløn eftir frítíðarlógini,
4. inntøkumóttakarin er settur í starv eftir starvsmannalógini ella kemur undir lógina um arbeiðaravernd,
5. inntøkan er nettoinntøka hjá inntøkumóttakaranum ella
6. inntøkan verður avroknað sum løn fyri vanliga tænastu, t.d. sum tímaløn, vikuløn, mánaðarløn, ómaksløn ella akkordløn.

Tað hevur ongan týdning fyri spurningin um A-inntøku, um arbeiðið verður gjørt í almennari tænastu ella fyri privatan arbeiðsgevara, ella um arbeiðið verður gjørt í vinnuvirki arbeiðsgevarans ella heima við hús.