Skriva út

K. VINNUVIRKISUMSKIPAN

Vinnuvirkisumskipan
Umskipan av persónliga riknum virki til partafelag, har eitt verandi virki verður selt til eitt partafelag, har tann fyrrverandi eigarin verður høvuðspartaeigari og fær sum samsýning partabrøv í partafelagnum og møguliga eisini skuldarbrøv, er ásett í løgtingslóg nr. 47 frá 2. mai 1986 um umskipan av persónliga riknum virki til partafelag (Umskipanarlógin). Hóast ásetingarnar í lógini kann eitt virki altíð seljast til handilsvirði, og hevur hetta skattligar fylgjur fyri seljaran.


K.1. Søla til handilsvirðið

Hóast umskipanarlógina er sum áður framvegis møguligt at umskipa eitt persónliga rikið vinnuvirki eftir teimum vanligu reglunum í skattalógini, sbr. § 21, stk. 4, 1. pkt. í skattalógini. Í hesum førum skal vinningur ella tap, uppgjørt við handilsvirðinum sum grundarlag, teljast við í skattskyldugu inntøkuna hjá fyrrverandi eigarunum, meðan felagið útvegar ognirnar til samsvarandi virði.


K.2. Virðið á goodwill

Virðið á goodwill er handilsvirðið.
Goodwill verður skattað sum vanlig skattskyldug inntøka. Tað vísir seg, at tá virkir verða gjørd um til partafeløg, verður ein munandi partur av aktivunum goodwill. Tað kemur fyri, at har hall hevur verið frammanundan, verður kortini ein stórur partur av handlinum av slíkum virki mettur sum goodwill. Har seljarin er høvuðspartaeigari í tí nýggja felagnum, er hann bæði keypari og seljari, og hevur tí lyndi til at seta goodwill rættiliga høgt, fyri at fáa skapt sær ein skattafrían vinning. Hann kann lata vera við at taka sær løn úr felagnum, men so kann felagið heldur ikki draga nakrar lønarútreiðslur frá.
Tað, sum hann hevur fingið tilgóðar í felagnum við slíkari framferð, hevur kann kunnað tikið út til eginnýtslu, uttan at hann hevur goldið nakran vinningsbýtisskatt.
Goodwill verður tí skattað sum vanlig inntøka, men kann so eisini avskrivast í inntøkuni hjá keypara yvir 10 ár.


K.3. Serlig viðurskifti

Av tí, at tað kunnu verða felagsáhugamál millum seljara og keypara, kann tað koma fyri, at yvirtøkutreytirnar eru slíkar, sum ikki kunnu metast sum vanligar, av tí, at keyparin ynskir stórt avskrivingargrundarlag og seljarin stóran skattafrían vinning.
Víkja yvirtøkutreytirnar munandi frá vanligum treytum, er skattliga mannagongdin henda:
Tá avskrivingargrundarlagið verður uppgjørt, skal keypsprísurin ásetast til eina upphædd, sum svarar til keypsprísin av einum líknandi virki millum óheftar partar.


K.4. Umskipanarlógin

Sambært løgtingslóg nr. 47 frá 2. mai 1986 um umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag (umskipanarlógin) kann eitt persónliga rikið vinnuvirki umskipast til eitt nýstovnað partafelag, uttan at umskipanin fær skattligar fylgjur fyri fyrrverandi eigaran. Skipanin er grundað á eina sokallaða “successións-reglu”, ið merkir, at felagið í øllum lutum tekur við skattligu viðurskiftum fyrrverandi eigarans, hvat virkinum viðvíkur. Hetta merkir, at umskipanin ikki førir skattlegging við sær. Virkið heldur sostatt fram, uttan at umskipanin fær skattligt árin. Tað einasta, ið hendir er, at virkið broytir rættarsnið, og at fyrrverandi eigarin nú rekur virkið sum eitt partafelag mótvegis áður sum eitt persónliga rikið virki.
Eigarin kann velja at umskipa vinnuvirkið til eitt partafelag sambært teimum vanligu reglunum í skattalógini, tá avhendað verður til triðja persón, tað merkir avhending til handilsvirðið.
Eigarin kann vera áhugaður í, at tap, ið kann dragast frá, verður staðfest, tá avhendingin fer fram, ella at felagið útvegar teir einstøku ognarlutirnar fyri eitt høgt virði. Í hesum førum kann útveganarpeningurin fyri partabrøvini eisini vera hægri. Tað ber ikki til at nýta reglurnar í lógini til ávísar ognarlutir, meðan tær vanligu skattareglurnar verða nýttar til aðrar ognarlutir í virkinum.


K.5. Treytir

Tað eru fleiri treytir, ið skulu lúkast, áðrenn umskipað verður eftir umskipanarlógini. Ein treytin er, at fyrrverandi eigarin hevur fulla skattskyldu sambært § 1 í skattalógini. Sostatt kemur persónur, ið hevur avmarkaða skattskyldu ella ikki hevur skattskyldu í Føroyum ikki undir reglurnar í umskipanarlógini.
Ein onnur treyt fyri at umskipa eftir lógini er, at talan er um verandi vinnuvirki. Tá støða skal takast til spurningin, hvørt talan er um at yvirtaka eitt verandi virki, ella einans ein ella ávísar ognarlutir, skulu umstøðurnar í tí einstaka førinum vera avgerandi.
Í minsta lagi 75% av samsýningini fyri vinnuvirkið skulu latast sum partabrøv í felagnum.
Tey írestandi 25% av samsýningini kunnu sambært § 5, stk. 1 í umskipanarlógini góðskrivast sum útistandandi skuld í felagnum.
Tey partabrøvini, ið verða veitt sum samsýning fyri vinnuvirkið, skulu svara til tann samlaða partapeningin í felagnum. Sostatt kunnu ikki onnur enn fyrrverandi eigarin gerast partaeigarar í nýstovnaða partafelagnum. Hetta kemst av, at áðurnevnda successiónsregla ber í sær, at tann lutfalsligi ognarluturin í partafelagnum verður tann sami sum í persónliga rikna virkinum.
Umframt tær áðurnevndu treytirnar fyri umskipan av einstaklingafyritøku skulu ávísar aðrar treytir eisini verða fylgdar, tá fleiri eigarar eru, sí § 2, stk. 2.
Tá fleiri persónar eiga eitt persónliga rikið vinnuvirki, eru tær treytir lagdar afturat, at allir eigararnir nýta reglurnar í umskipanarlógini, at teir hava sama roknskaparskeið og roknskapargrundarlag, og harvið gera lutfalsliga eins stórar avskrivingar. Harumframt skulu teir samsýnast í mun til teirra ognarlut í persónliga rikna vinnuvirkinum.
Reglan í § 3, stk. 2 var einans ásett fyri at lúka krøvini í tí tágaldandi partafelagslógini og hevur ikki annað endamál í samband við umskipanarlógina.


K.6. Umskipanardagurin

Dagurin fyri byrjunarfíggjarstøðuna hjá felagnum er dagurin eftir dagfestingina av fíggjarstøðuni fyri síðsta ársroknskapin hjá persónliga rikna virkinum og nevnist umskipanardagurin. Fyrsta roknskaparskeiðið hjá felagnum gongur frá umskipanardegnum og skal vera 12 mánaðir.
Fellur inntøkuárið saman við álmannanakkaárinum er umskipanardagurin sostatt 1. januar og umskipanin, t.e. stovnanin av felagnum skal fara fram fyri 1. juli í hesum árinum.
Møguleiki er fyri at umskipa virkið við afturvirkandi gildi, sí omanfyri nevnda.


K.7. Rættsligar fylgjur fyri upprunaeigaran

Tá fyrrverandi eigarin umskipar virkið sítt eftir reglunum í umskipanarlógini, verður vinningur ella tap í samband við umskipanina ikki tikin við í inntøkuuppgerðini hjá hinum skattskylduga.
Fyrrverandi eigarin skal í staðin, um hann avhendar partabrøvini, gjalda skatt av vinninginum, afturvunnar avskrivingar íroknaðar, ið annars høvdu verið skattaðar við vanligari avhending, tá umskipanin fór fram.
Tílík skattlegging skal fremjast við, at tað skattliga útveganarvirðið á partabrøvunum verður uppgjørt sum tað skattliga virðið á ognum og skuld virkisins. Tað skattliga virðið svarar til tað kontanta virðið á ognum og skuld virkisins við frádrátti av skattskyldugum vinningi, sum verður staðfestur, um virkið varð selt kontant. Nevndi háttur at gera virðini upp svarar í flestu førum til tað skattliga bókaða virðið.


K.8. Íløgugrunnar

Verða avsetingar í íløgugrunnar yvirtiknir, skal øll avsetingarupphæddin ganga inn sum skuld. Hendan upphæddin verður roknað at svara til handilsvirðið.


K.9. Skattliga virðisásetingin

Skattliga virðið av ogn og skuld virkisins verður uppgjørt sambært § 4, stk. 3 í umskipanarlógini til tað upphædd í reiðum pengini, ein vanlig søla av virkinum hevði givið (handilsvirðið) við frádrátti av skattskylduga vinninginum, sum hevði verið staðfestur, um selt varð til triðja persón.
Skattliga virðið á partabrøvunum verður ásett sum nevnt omanfyri. Uppgerðin av útveganarvirðinum av partabrøvunum hevur bert týdning í samband við eina seinni sølu av partabrøvunum.
Fyri at líkastilla tann, sum fær sín part av samsýningini sum partabrøv við tann, sum fær sín part samsýndan sum útistandandi skuld í felagnum, er álagt í § 4, stk. 2, síðsta pkt., at áljóðandi av útistandandi skuld, skal mótroknast í skattliga virðinum av skuld virkisins og harvið í skattliga útvegannar virðinum av partabrøvunum.


K.10. Tey ymsu aktivini

Niðanfyri er ásett, hvussu skattliga virðið á ymsu aktivunum verður uppgjørt. Her er talan um virðið, áðrenn passiv eru drigin frá.

1) Goodwill: Tá persónliga rikið vinnuvirki verður gjørt um til partafelag eftir umskipanarlógini, hevur spurningurin tikið seg upp, um tað ber til í samband við umskipanina at flyta upparbeitt goodwill frá persónliga rikna vinnuvirkinum til partafelagið og hvørjar avleiðingar hetta kann hava.
Ráðið hevur viðgjørt spurningin og er komið til ta niðurstøðu, at tað í samband við umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag kann roknast við vunnum goodwill í tí persónliga rikna vinnuvirkinum, og at hetta kann flytast til partafelagið.
Útrokningin av goodwill verður gjørd soleiðis, at roknað verður við einum miðaltali av avlopinum seinastu 3 árini, um so er, at serstøk virðurskifti ikki gera seg galdandi. Sí Rundskriv nr. 1 frá 9. februar 2007 um goodwillvirðisáseting.

Skattligar avleiðingar:
A) Persónurin, ið letur goodwill skal ikki skattast av hesum
B) Partafelagið kann ikki avskriva skattliga av goodwill-upphæddini.
Heldur partafelagið uppat (likvidatión), skal partafelagið skattast av muninum ímillum útveganarupphæddina = 0 kr. og virðinum av goodwill, tá partafelagið fer í likvidatión. Tað sama verður gjørt, um so er, at partafelagið selur
goodwill. Sí LSK-mál nr. 15/1992.

2) Rakstrargøgn: Handilsvirðið minus skattskyldugan vinning. Í veruleikanum er talan um skattliga bókaða virðið. Møgulig negativ saldo á rakstrargøgnum í privat rikna vinnuvirkinum kann yvirtakast av partafelagnum.
Blandaði rakstrargøgn: Handilsvirðið av vinnuliga brúkta partinum minus skattskyldugan vinning.

3) Vørugoymsla: Handilsvirðið minus skattskyldugan vinning. Í veruleikanum skattliga bókaða virðið.

4) Fast ogn: Handilsvirðið minus skattskyldugan vinning. Skattskyldugur vinningur er møguligar afturvunnar avskrivingar.

5) Skuldarar: Handilsvirðið minus skattskyldugan vinning. Vanliga skattliga, bókaða virðið, tvs. áljóðandi minus staðfest tap.

6) Virðisbrøv:

Partabrøv: Handilsvirðið (kursvirðið) minus skattskyldugan vinning.
Obligatiónir og pantibrøv: Vanligt handilsvirðið

Aktiv:
Uppgerðin av skattliga virðinum av aktivum verður uppgjørd aktiv fyri aktiv.
Eitt væntað tap í samband við yvirtøku at einum aktivi kann ikki mótroknast í væntaðum vinningi við yvirtøku av einum øðrum aktivi.

Skuldin:
Skattliga virðið av skuldini í vinnuvirkinum verður uppgjørd á sama hátt sambært einum kontantvirði.
Skuldin, sum er yvirtikin av partafelagnum við umskipan, er vanliga kontantvirðið, áljóðandi (bókaða) virðið. Sama er galdandi tá talan er um kassakreditt ella skuld, ið stavar frá keypi av rakstrargøgnum og vørugoymslu.
Somuleiðis tá talan er um skylduga løn ella aðra skuld, ið stavar frá rakstri av vinnuvirkinum.


K.11. Skattlig viðgerð av umskipan

Í samband við innlating av sjálvuppgávu fyri ta inntøkuár, har umskipanin er fram, skal eigarin av persónliga rikna vinnuvirkinum, sambært § 4, stk. 4 í umskipanarlógini, skrivliga boða líkningarvaldinum frá umskipanini og leggja við avrit av byrjunnnarfíggjarstøðuni og einari uppgerð, sambært § 4, stk. 2 og 3 fyri útveganarvirðið á partabrøvunum.
Líkningarvaldið ansar eftir, at treytirnar fyri at nýta reglurnar í umskipannarlógini eru loknar og ásetir útvegannarvirðið.
Um tær í § 4, stk. 4 nevndu upplýsingar ikki koma frá fyrrverandi eigara, eigur líkningarvaldið av sínum eintingum at fáa hesar upplýsingar til vega, sum eru neyðugar fyri at viðgera málið.
Treytirnar fyri vinnuvirkisumskipan kunnu broytast, um so er, at tær ætlaðu broytingarnar kunnu gjøgnumførast við rættarligum fylgjum.
Tær vanligu reglurnar í skattalógini viðvíkjandi sjálvuppgávu, álíkning, kæru og grannskoðan o.a.m. eru eisini galdandi fyri avgerðir og álíking eftir umskipanarlógini.


K.12. Rættsligar fylgjur fyri felagið

§ 6 í umskipanarlógini ásetir rættarfylgjurnar fyri partafelagið við umskipan.
Í § 6 er sostatt ásett, hvussu partafelagið skattliga kemur í staðin fyri upprunaeigaran.
Sambært § 6, stk. 1 skulu ognarlutir, ið partafelagið hevur yvirtikið frá persónliga rikna vinnuvirkinum, roknast sum útvegaðir av felagnum til somu tíð og fyri sama útvegnarvirðið, teir veruliga vórðu útvegaðir fyri av fyrrverandi eigara. Skattligar avskrivingar, ið fyrrverandi eigarin hevur framt, skulu roknast sum framdar av felagnum í viðkomandi inntøkuári.
Grundað á successiónsregluna, kann partafelagið framyvir avskriva goodwill í sama mun, sum fyrrverandi eigarin kundi avskriva møguligt goodwill.
Um handilsvirðið á einum ognarluti er lægri enn skattliga bókaða virðið, kann partafelagið skattliga avskriva á ta hægra bókaða virðið. Sambært § 6, stk. 2 skal partafelagið, um fyrrverandi eigarin hevur keypt ognarlut fyri at selja aftur við ágóða ella sølu av slíkum ognarlutum fellur undir vinnu hansara, skatta eftir reglunum fyri tílík keyp, sí § 27 í skattalógini.
Sambært § 8 í umskipanarlógini kann skattligt hall, ið ikki er frádrigið, ikki yvirtakast av partafelagnum. Hetta kemst av, at tað í mongum førum er ómøguligt at gera upp, um hallið stavar frá tí umskipaða virkinum ella frá øðrum virksemi hjá skattgjaldaranum, t.d. virksemi, ið ikki kemur undir vinnu hansara, m.a. rentuútreiðslur av privatari skuld.


K.13. Millumrokning

Fyrrverandi eigarin hevur møguleika fyri at fáa ein part av frívirðinum í virkinum samsýndan sum útistandandi skuld í felagnum. Skuldin kann í mesta lagi vera 25% av teirri samlaðu samsýningini (skattliga virðinum).
Tann útistandandi skuldin skal hava navnvirði (pari), sum ber í sær, at áljóðandi virðið skal svara til tann lutfalsliga partin av skattliga virðinum. Hetta er galdandi uttan mun til, hvørjar treytir annars verða avtalaðar viðvíkjandi tí útistandandi skuldini. Sostatt ber ikki til at niðurskriva gangvirðið (kursin) á einum slíkum skuldarbrævi. Er avtala gjørd um prísjavning av útistandandi skuldini, verða upphæddirnar, ið stava frá hesum hækkingum av skuldini, skattaðar sum vanlig inntøka, tá tær verða útgoldnar fyrrverandi eigaranum ella hjúnafelaga hansara.


K.14. Deyðsbúgv

Búgvið kann umskipast til partafelag, men arvingurin ella arvingarnir skulu hava rikið vinnuvirkið í minsta lagi ein dag, áðrenn umskipast kann til partafelag. Annars verður víst til áður nevndu treytir og uppgerðarhættir.