Skriva út

L. SUBJEKTIV SKATTSKYLDA, FELØG


L.1. SKATTSKYLDAN TEKUR VIÐ OG HELDUR UPPAT, STOVNAN OG AVTØKA AV PARTAFELØGUM

Skattaárið
Skattaárið er tað tíðarskeið sum skattaálíkningin er gjørd fyri, og sum skattskyldan er miðað eftir.

Inntøkuár
Inntøkuárið er tað roknskaparskeið, sum tann skattskylduga inntøkan er vunnin í. Í § 24, stk. 2 er ásett, at skattur av feløgum v.m. fyri eitt ávíst skattaár verður lagdur út á inntøkuna í tí roknskaparskeiði, sum fellur saman við ella endar í álmanakkaárinum frammanundan.

Roknskaparskeið
Vanliga vil roknskaparskeiðið umfata eitt 12 mánaða skeið, men við umlegging av roknskaparskeiðinum, fyrstu skattaáseting ella endaligu skattaáseting, vil tað ofta koma fyri, at roknskaparskeiðið er styttri ella longri enn 12 mánaðir. Í einstøkum førum kann tað koma fyri, at inntøkuárið umfatar meir enn eitt roknskaparskeið. Tað kann koma fyri um eitt felag við roknskaparskeiði 1. februar til 31. januar ynskir at fáa broytt roknskaparskeiðið til álmanakkaárið. Her verður inntøkuárið býtt upp í 2 roknskaparskeið 1. februar til 31. januar og 1. februar til 31. desember.
Somuleiðis við avskriving sambært avskrivingarlógini, ið bert verður loyvt við teimum í avskrivingarlógini nevndu procentsatsum sum skattaársavskriving uttan mun til longdina av roknskaparskeiðinum. Sjálvt um inntøkuárið soleiðis er býtt upp í 2 roknskaparskeið, verða roknskaparskeiðini at rokna sum eitt inntøkuár.
Roknskaparskeiðið í skattahøpi kann ikki broytast uttan loyvi frá TAKS.
Partafeløg, har helvtin ella meiri av partapeninginum er á somu hondum, skulu hava sama roknskaparár.

Skattskyldan tekur við
Fulla skattskyldu hava partafeløg og onnur feløg, skrásett í Føroyum, har ikki allir felagsmenn ábyrgjast persónliga fyri skuldbindingum felagsins, sbr. § 1, stk. 1, nr. 8-17 í skattalógini. Eitt felag v.m., skrásett í Føroyum, er skattskyldugt frá tí, at tað er skrásett. Skattskyldan gongur frá stovnan, t.v.s. tí degi stovnandi aðalfundur er hildin. Eitt partafelag skal verða skrásett í seinasta lagi 2 vikur eftir, at tað er stovnað, sbr. løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg.
Felagið verður sett í skatt av allari inntøkuni í roknskaparskeiðinum, sama hvussu langt tað er. Tó má fyrsta roknskaparskeiðið ikki verða longri enn 18 mánaðir, ikki røkka afturum 1. januar í tí álmanakkaári felagið er stovnað, og ikki umfata meir enn 2 álmanakkaár.
Sjálvuppgávan verður at lata inn í seinasta lagi 1. juli (nýstovnað feløg tó 1. juni) árið eftir at roknskaparskeiðið er at endað, og fellur skatturin til gjaldingar í 3 gjøldum, 1. oktober, 1. november og 1. desember sama ár.

Heimstaður
Rættin til at skattleggja feløg v. m. eigur tann kommuna, sum felagið hevur høvuðsskrivstovu í, ella haðan felagið verður stjórnað (heimstaðarkommunan). Hava feløg v. m. atvinnu sbr. § 48, stk. 2 í skattalógini í aðrari kommunu enn heimstaðarkommununi, eigur atvinnukommunan so stóran part av álíknaða kommunuskattinum, sum fellur á ta inntøku, sum vunnin er í atvinnukommununi, og verður hann goldin saman við skattinum til heimstaðarkommununa. Heimstaðarkommunan boðar atvinnukommununi frá álíkningini.
Peningastovnar, tryggingarfyritøkur, telesamskiftisfyritøkur, oljusølufyritøkur, vinnurekandi grunnar, sbr. kongelig anordning nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsmæssige fonde, Framtaksgrunnur Føroya og Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eftir reglunum í skattalógini bert eru skattskyldug til eina kommunu sum tilhalds- /heimakommunu, eru atvinnuskattskyldug til allar hinar kommunurnar í Føroyum.

Skattskyldan heldur uppat
Skattskyldan heldur uppat við endan av tí skattaári, har felagið er upployst ella tekur upp skattafrælst virksemi. Felagið verður sett í serstakligan inntøkuskatt frá útgongd roknskaparársins, har síðsta vanliga skattaáseting varð gjørd og til felagið var avtikið ella tók upp skattafrælst virksemi. Avtøkustjórin, ávikavist nevndin, skal í seinasta lagi 4 vikur aftaná avtøku ella upptøku av skattafrælsum virksemi boða líkningarráðnum frá og leggja við yvirlit yvir inntøkurnar í nevnda tíðarskeiði. Yvirlitið skal verða gjørt eftir reglunum um sjálvuppgávu, um tær annars kunnu nýtast. Hettar kann koma fyri um felagið verður tikið til trotarbúarviðgerð. Tá kann bústjórin søkja um, at trotabúgvið verður frítikið fyri at gera sjálvuppgávu við roknskapi, treytað av, at búgvið til nýtslu fyri tí endaligu búsuppgerðini vil senda inn uppskot til endaligan búroknskap, so skjótt sum hesin fyriliggur. Líkningarvaldið kann áleggja avtøkustjóra, ávikavist nevnd sekt ella dagbøtur, um reglurnar um fráboðan ikki verða fylgdar.