Sett úr gildi
Skriva út

O. TVÍSKATTING
O.1. SKATTALINKINGARREGLUR OG SKATTALINKINGARÚTROKNING
Tá ið fleiri lond krevja skatt av somu inntøku, er neyðugt við reglum, sum
kunnu mótvirka tvískatting. Tað finnast tveir hættir at mótvirka tvískatting
uppá:
1) Innanhýsis føroyskar skattareglur, sum veita linking fyri skatt goldnan í
útlandinum av inntøku, sum eisini er skattskyldug í Føroyum. Reglurnar eru
ásettar í § 154 í skattalógini.
2) Tvískattasáttmálar millum lond, ið áseta
a. hvat land hevur rætt til skattin
b. hvat land skal linka í sínum skatti, fyri skatt goldnan í hinum landinum
c. á hvønn hátt linking skal gevast
O.1.1. Linkingarhættir
Tá komast skal til, hvussu linking av tvískatting skal fara fram í skattaútrokningunum, eru 3 meginhættir at fara fram eftir:
1. Maksimeraður kredittur,
2. Eksemptión við progressiónsfyrivarni eftir nýggja framferðarháttinum, og
3. Eksemptión við progressiónsfyrivarni eftir gamla framferðarháttinum.
1) Maksimeraður kredittur (almindelig credit)
Fyri hendan skattalinkingarháttin er eyðkennið, at uttanlandsinntøkan verður
tald við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp í Føroyum, og at
tvískattingin síðan verður avtikin við, at skatturin av globalinntøkuni í Føroyum
verður linkaður við tí skatti, ið goldin er í øðrum landi av tí inntøku, sum stavar
frá hesum landi, tó við ávísum hámørkum.
Hámarkið fyri linking er tengt at, hvussu nógv er goldið í skatti í útlandinum
av uttanlandsinntøkuni, og hvussu stórur partur av samlaða útroknaða
skattinum lutfalsliga fellur á uttanlandsinntøkuna.
Hereftir kann sigast, at linkingin er avmarkað til at vera:
a) í mesta lagi tann í útlandinum goldni skatturin av uttanlandsinntøkuni og b)
í mesta lagi tann skattur í Føroyum, sum lutfalsliga fellur á uttanlandsinntøkuna.
Til at finna tann skattin í Føroyum, sum lutfalsliga fellur á uttanlandsinntøkuna, verður hesin linkingarbrøkurin nýttur:
O. Tvískatting
213
Linkingarbrøkur: Føroyskur skattur x Uttanlandsinntøka
Skattskyldug globalinntøka
Linkingarbrøkurin skal tryggja, at linkingin í føroyska skattinum ikki fer upp um
tann føroyska skattin, sum luftalsliga fellur á uttanlandsinntøkuna, og sum
linking skal gevast fyri. Úrslitið av linkingarbrøkinum er tann upphædd, sum
Føroyar í mesta lagi kunnu veita linking fyri, tá Føroyar eru domicilland
(bústaðarlandið).
Til at lýsa hvussu linkingarhátturin maksimeraður kredittur virkar, verða
givin tvey dømi:
Dømi 1:
Føroysk inntøka: 200.000 kr.
Útlendsk inntøka: 100.000 kr.
Skattskyldug inntøka í Føroyum: 300.000 kr.
Skattur av hesum: 145.000 kr.
Mesta linking: 145.000 x 100.000 = 48.333 kr. 300.000
Goldin skattur í útlandinum a) og b): a) 40.000 kr.
b) 50.000 kr.
Ad a) Linkingin kemur at verða tann
í útlandinum goldni skatturin: 40.000 kr.
Ad b) Linkingin kemur at verða
tann skattur sum lutfalsliga fellur
á uttanlandsinntøkuna: 48.333 kr.
2) Frítøka/exemptión við progressiónsfyrivarni (nýggjur avtøkuháttur)
Eftir hesum skattalinkingarhátti verður útlendska inntøkan eisini tald við, tá
skattskylduga innøkan verður gjørd upp í Føroyum.
Linking fyri tvískatting fer fram fyri tann partin av tí samlaða skattinum í
Føroyum, ið viðvíkur uttanlandsinntøkuni, uttan mun til hvat goldið er í skatti
uttanlands.
Progressiónsfyrivarni merkir, at tá skattur av aðrari inntøku verður
útroknaður, so verður atlit tikið til uttanlandsinntøkuna, sum linking skal
gevast fyri. Progressiónsfyrivarnið fær týdning, tá progressión er í internum
útrokningarreglum. Í Føroyum verður landsskatturin hjá likamligum persónum
roknaður eftir einum progressivum stiga.
Í hesum linkingarháttinum verður sami linkingarbrøkurin eisini nýttur.
O. Tvískatting
214
Linkingarbrøkur: Føroyskur skattur x Uttanlandsinntøka
Skattskyldug globalinntøka
Dømi 2:
Føroysk inntøka: 200.000 kr.
Útlendsk inntøka: 100.000 kr.
Skattskyldug inntøka í Føroyum: 300.000 kr.
Skattur av hesum: 145.000 kr.
Linking: 145.000 x 100.000
=48.333 kr. 300.000
Linkingin verður uttan mun til hvat goldið er í skatti
uttanlands: 48.333 kr.
3) Frítøka/exemptión við progressiónsfyrivarni (gamli avtøkuháttur)
Eftir hesum skattalinkingarháttinum verður inntøka, sum er vunnin í øðrum
landi, ikki tald við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp í Føroyum. Tó
verður uttanlandsinntøkan tikin við, tá skatturin verður útroknaður, og síðan
verður givin frádráttur í skattinum fyri tann partin av tí samlaða skattinum í
Føroyum, ið viðvíkur uttanlandsinntøkuni, uttan mun til hvat goldið er í skatti
uttanlands, á sama hátt sum í dømi 2.
Tá útlendska inntøkan ikki verður tald við í uppgerðina av skattskyldugu
inntøkuni í Føroyum, førir hetta við sær, at útlendska inntøkan ikki lækkar eitt
møguligt hall, ið viðkomandi hevur í Føroyum, og tí kann hallið verða ført fram
eftir reglunum í § 33, nr. 5 í skattalógini, sjálvt um viðkomandi samanlagt
hevur eina positiva inntøku. Eisini kann slíkur linkingarháttur hava týdning fyri
eitt nú almennar veitingar, sum verða útroknaðar eftir skattskyldugu
inntøkuni, og veitingar, sum eru knýttar at skattskyldugu inntøkuni. T.d. kann
nevnast, at pensjónir verða lækkaðar í mun til, hvussu stóra skattskylduga
inntøku viðkomandi pensjónistur hevur.
Hesin skattalinkingarhátturin var ásettur í tvískattsáttmálanum millum Føroyar og Eysturríki.
O.1.2. Innanhýsis reglur um skattalinking
Í viðurskiftum við lond, sum Føroyar ikki hava tvískattasáttmála við, verður
linking givin eftir reglum í okkara lóggávu. Í Føroyum hava vit linkingarreglur í
§ 154 í skattalógini og í § 19 í kapitalvinningsskattalógini.
Tann vanligi linkingarhátturin í § 154, stk. 1 í skattalógini og í § 19 í
kapitalvinningsskattalógini er maksimeraður kredittur.
O.1.3. Inntøkur frá fleiri londum ella fleiri inntøkusløg
Um so er, at ein skattgjaldari hevur inntøku frá fleiri londum, so skal linkingarútrokning gerast fyri hvørt landið sær.
O. Tvískatting
215
Um so er, at ein skattgjaldari hevur fleiri sløg av inntøkum frá sama landi, so
skal linkingarútrokningin gerast í einum. Tó skal ein linkingarútrokning gerast
fyri hvørt inntøkuslagið sær, um so er, at linkingarhátturin er ymiskur fyri tær
ymisku inntøkurnar. Eisini skal linkingarútrokningin gerast fyri seg, í teimum
førum tá kredittlinking skal gevast fyri eina inntøku, sum er serstakt
keldulandsskattað.
O.1.4. Uppgerð av uttanlandsinntøkuni, sum linking skal gevast
fyri
Linkingarhættirnir eru ikki lýstir í smálutum í sáttmálum ella í innanhýsis linkingarreglunum. Í Føroyum eru ongar lógarreglur fyri, hvussu linkingarhættirnir skulu fremjast í verki, men Toll- og Skattaráð Føroya hevur ásett
mannagongdir fyri, hvussu uttanlandsinntøkan, sum linking skal gevast fyri,
verður gjørd upp.
Tá linking verður givin í Føroyum, verður niðanfyrinevndi linkingarbrøkur
nýttur:
Linkingarbrøkur: Føroyskur skattur x Uttanlandsinntøka
Skattskyldug globalinntøka
Í teljaranum í linkingarbrøkinum, verður sett tann uttanlandsinntøka, sum
linking skal gevast fyri.
Tá uttanlandsinntøkan, sum skal setast í brøkin, verður gjørd upp, verða teir
frádráttir, sum hava samband við at vinna uttanlandsinntøkuna drignir frá
uttanlandsinntøkuni.
Frádráttir, sum ikki hava samband við uttanlandsinntøkuna, skulu sum
útgangsstøði ikki dragast frá uttanlandsinntøkuni, tá linking verður útroknað.
Sum dømi um frádráttir, sum hava samband við ávísa inntøku, kunnu nevnast fiskimannafrádráttur og uttanlandsfrádráttur eftir § 25 a og § 25 b í skattalógini.
Eisini samdøgurfrádrátturin eftir § 33, nr. 12 í skattalógini hevur beinleiðis
samband við ta inntøku, sum verður vunnin í útlandinum.
Tá talan er um frádráttir, sum hava samband við ávísa inntøku, men hesir
frádráttir hava samband við bæði føroyska og útlendska inntøku, skulu hesir
frádráttir býtast luftalsliga á tær ávísu bruttoinntøkurnar.
Sum dømi um frádráttir, sum ikki hava samband við ávísa inntøku, og sum tí
ikki skulu dragast frá uttanlandsinntøkuni, kann nevnast gjald til eftirlønarskipan. Frádráttur fyri slíkt gjald skal tí sum útgangsstøði ikki dragast frá
uttanlandsinntøkuni, sum linking skal gevast fyri.
Dømi:
Føroysk inntøka: 46.836 kr.
Grønlendsk inntøka: 301.806 kr.
Eftirlønarfrádráttur -30.000 kr.
O. Tvískatting
216
Skattskyldug inntøka í Føroyum: 318.642 kr.
Skattur av hesum: 150.022 kr.
Eftirlønarfrádrátturin verður ikki drigin frá útlendsku inntøkuni og avslátturin
verður tí, tá linkingarhátturin er eksemptión við progressiónsfyrivarni:
Linking: 150.022 x 301.806
=142.114 kr. 318.642
O.1.5. Føroyska inntøkan er negativ
Um so er, at tann føroyska inntøkan er negativ, so skal tann negativa
upphæddin mótroknast í útlendskari inntøku, áðrenn linking verður roknað.
Hevur skattgjaldarin fleiri útlendskar inntøkur, so skal negativa upphæddin
býtast lutfalsliga á tær útlendsku nettoinntøkurnar. Nettoinntøkan, sum her
skal nýtast, er inntøkan lækkað við teimum frádráttum, sum hava samband
við inntøkuna.
Dømi:
Grønlendsk inntøka § 25 a (eksemptión): 250.000 kr.
Inntøka úr Bretlandi (kredittur) 30.540 kr.
Føroysk inntøka 12.750 kr.
§ 25 a frádráttur 37.500 kr
Eftirlønarfrádráttur -43.500 kr.
Skattskyldug inntøka: 212.290 kr.
Skattur: 79.107 kr.
Skattur goldin øðrum landi av § 25 a inntøkuni 75.000 kr.
Skattur goldin í Bretlandi 12.000 kr.
Inntøkan úr Grønlandi er fevnd av § 25 a í skattalógini. § 25 a frádrátturin, sum
er 37.500 kr., hevur beinleiðis samband við inntøkuna úr Grønlandi og skal tí
dragast frá inntøkuni, áðrenn linking verður roknað. Tann grønlendska
inntøkan eftir § 25 a frádrátt verður tí 250.000 – 37.500 = kr. 212.500.
Tá eftirlønarfrádrátturin er størri enn tann føroyska inntøkan, verður tann
føroyska inntøkan í hesum døminum negativur við kr. 30.750.
Tann negativa føroyska inntøkan skal tí mótroknast í útlendsku inntøkunum,
sum linking skal gevast fyri. Tá skattgjaldarin í hesum døminum hevur 2
útlendskar inntøkur, skal tann negativa føroyska inntøkan býtast luftalsliga á
tær útlendsku nettoinntøkurnar.
Lutfallið verður tí 30.750 x 212.500/243.040 = kr. 26.886 á ta grønlendsku
inntøkuna og 30.750 x 30.540/243.040 = kr. 3.864 á ta bretsku inntøkuna.
Tann grønlendska inntøkan, sum linking skal gevast fyri, er tí kr. 212.500 –
26.886 = kr. 185.614.
O. Tvískatting
217
Tann bretska inntøkan, sum linking skal gevast fyri, er kr. 30.540 – 3.864 = kr.
26.676.
Linking fyri grønlendska inntøku: 79.107 x 185.614 = 69.166,55 kr. 212.290
Mesta linking fyri bretska inntøku: 79.107 x 26.676 = 9.940,45 kr. 212.290
Hóast linkingarhátturin fyri bretsku inntøkuna er kredittur, so kann hægsta
linkingin verða tann føroyski skatturin, sum fellur á ta útlendsku inntøkuna og
verður harvið kr. 9.940,45.
Tilsamans verður linking fyri útlendskan skatt: 69.166,55 + 9.940,45 = kr.
79.107. Soleiðis verður í hesum døminum eingin skattur at rinda í Føroyum.

Snarslóðir