Skriva út

P. TONSASKATTUR

Partafeløg og smápartafeløg, skrásett í Føroyum, sum reka reiðarívirksemi, kunnu gera skattskyldugu inntøkuna av reiðarívirkseminum upp eftir reglunum í tonsaskattalógini, sum hevur virknað frá inntøkuárinum 2005.

Tonsaskattur
Partafeløg og smápartafeløg, skrásett í Føroyum, sum reka reiðarívirksemi, kunnu gera skattskyldugu inntøkuna av reiðarívirkseminum upp eftir reglunum í  tonsaskattalógini, sum hevur virknað frá inntøkuárinum 2005.
Tað er bert inntøka, ið stavar frá vinnuligum virksemi við at flyta ferðafólk ella góðs millum ymisk støð, sum kann verða skattað eftir tonsaskattalógini, umframt veitingar, ið hava tætt tilknýti til hesar inntøkur. Ymisk støð, kann t.d. vera millum ymiskar havnir, men kann eisini vera millum eina havn og meginlandsstøðið.
Inntøka undir tonsaskatti verður skattað eins og vanlig skattskyldug inntøka við 18%. Tað er uppgerðarhátturin, sum er óvanligur, tí skattskylduga inntøkan verður gjørd upp grundað á eitt nettotonsatal í staðin fyri av yvirskoti, uppgjørt eftir skattalógini.
Tað er ein treyt, at skipini eru 100 bruttotons (BT) ella størri.


P.1. Uppgera skattskyldugu inntøkuna

Skattskylduga inntøkan fyri hvørt skipið, sum er undir tonsaskattaskipanini, verður gjørd upp eftir nettotonsatalinum fyri hvørji 100 nettotons (NT) fyri hvørt byrjað samdøgur, uttan mun til um skipið hevur verið í rakstri ella ikki:

Upp í 1000 NT6 kr. fyri hvørji 100 NT
Úr 1.000 NT upp í 10.000 NT
4 kr. fyri hvørji 100 NT
Úr 10.000 NT upp í 25.000 NT3 kr. fyri hvørji 100 NT
Úr 25.000 NT1 kr. fyri hvørji 100 NT


Tað er ikki ein treyt fyri at kunna nýta tonsaskattaskipanina, at felagið bara rekur reiðarívirksemi, men kortini er tað bert reiðaríparturin av virkseminum hjá felagnum, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina.


P.2. Fráboðan um skatting eftir tonsaskattalógini

Feløg, ið reka reiðarívirksemi, skulu skrivliga boða TAKS frá, um tey vilja verða skattað eftir tonsaskattalógini. Hetta skal í seinasta lagi verða gjørt, tá ið freistin at lata sjálvuppgávuna inn fyri inntøkuárið gongur út.
Avgerðin er bindandi fyri reiðaríið í 3 ár. Ger felagið av ikki at brúka tonsaskattaskipanina, kann tað í fyrsta lagi koma undir skipanina eftir 3 inntøkuár við skatting eftir vanligu reglunum í skattalógini.
Tá tonsaskattalógin verður nýtt, skulu øll skip og aðrar ognir, sum felagið eigur, og sum lúka treytirnar fyri tonsaskatting, vera í tonsaskattaskipanini.
Feløg, sum gera skattskyldugu inntøkuna upp eftir tonsaskattalógini, kunnu ikki verða samskattað við onnur feløg.
Verða feløg, sum brúka tonsaskattaskipanina, løgd saman ella klovin, verður bindingartíðin uppá 3 ár, roknað sum tann sama sum bindingartíðin hjá tí reiðarínum, sum kom undir tonsaskattaskipanina seinast.


P.3. Inntøka eftir tonsaskattalógini

Inntøka, sum kann koma undir tonsaskatt, er skattskyldug inntøka í sambandi við vinnuligt virksemi við at flyta ferðafólk ella góðs (reiðarívirksemi) millum ymisk støð við
1) skipum hjá reiðaríum,
2) skipum sum verða leigað uttan manning (bareboat-charter), og
3) skipum, sum verða leigað við manning (timecharter).

Eitt felag vil tí bert hava rætt til at vera undir tonsaskatti, um felagið rekur veruligt reiðarívirksemi við egnari ella leigaðari tonnagu (bareboat-charter) ella (timecharter).
Skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað, kunnu bert koma undir lógina, um leigarin nýtir tey til endamál, sum hevði komið undir lógina, um útleigarin sjálvur nýtti skipið til sama endamál. Útleigarin skal í leigusáttmálanum, til nýtslu fyri skattamyndugleikarnar, treyta sær eina árliga váttan frá leigaranum um  hetta.
Harumframt kunnu skip, sum reiðarí eiga, og sum verða útleigað uttan manning (bare-boat charter), bert koma undir hesa lóg, um reiðarí, grundað á fyribils yvirkapacitet, leiga skipini út í mesta lagi í 3 ár. Vísast skal á, at tað eru nakrar eftirlitsreglur og treytir, um at reiðarí, sum brúka tonsaskattaskipanina, í skattliga ársroknskapinum hvørt ár skulu leggja við skrivliga váttan frá grannskoðara felagsins, at hesar treytir eru uppfyltar. Sama skip kann bert koma undir hesa áseting eina ferð, meðan sama reiðarí eigur skipið.
Tað er sostatt ein treyt fyri at skip, sum verður útleigað, kann verða fevnt av tonsaskattaskipanini, um leigarin nýtir skipið til endamál, sum hevði komið undir tonsaskattalógina, útleigarin sjálvur nýtti skipið til sama endamál.
Innan fyri shipping vinnuna er tað ikki óvanligt, at raksturin av skipinum heilt ella partvíst verður útveittur til eitt óheft fyristøðufelag. Tílík fyristøðufeløg gera vanliga ymiskar uppgávur av fyrisitingarligum slag fyri skipaeigarnar/reiðaríið, so sum crew fyrisiting, tekniska fyrisiting og viðlíkahald av skipinum.
Ikki heldur er tað óvanligt, at reiðarívirksemi verður rikið av øðrum felag, enn skipaeigarunum, og at eigararnir í veruleikanum bert eru óvirknir íleggjarar.
Um umsitingarfelagið í veruleikanum einans útinnir avmarkaðar uppgávur fyri eigaran/ reiðaríið, sum hevur tað fíggjarliga ábyrgdina av rakstrinum av skipinum við at skipa fyri ferðafólka- og fraktrutum hjá skipunum, fraktavtalum, keyp og sølu av skipum v.m. , rekur umsitingarfelagið ikki vinnuligt reiðarívirksemi/flutningsvirksemi við egnum ella leigaðum skipum og kann tí ikki verða skattað eftir tonsaskattalógini, men skal skattast eftir vanligu reglunum í skattalógini.


P.4. Virksemi, ið ikki kemur undir tonsaskattalógina

Nakrar avmarkingar eru í virkseminum, sum kann koma undir tonsaskattaskipanina, sjálvt um virksemið fer fram frá skipi, sum í øðrum sambandi kundi komið undir at flyta ferðafólk ella góðs eftir tonsaskattaskipanina.

Hetta virksemi kann ikki koma undir tonsaskattaskipanina:
- Tað at forkanna, leita eftir ella útvinna kolvetni ella annað náttúruríkidømi.

Um talan hinvegin er um veruligt flutningsvirksemi, so sum útgerðarsigling við fólki ella góðsi úr havn til útbúnað úti á meginlandsstøði, kann hetta virksemið koma undir tonsaskattaskipanina. Eisini tað at flyta oljuúrdráttir o.t. frá meginlandsstøðinum til útbúnað á landi kann koma undir tonsaskattaskipanina.
- Akkershandfaring v.m. og bjargingaruppgávur hava ikki við veruligt flutningsvirksemi av góðsi ella fólki at gera, og eru sostatt ikki fevndar av tonsaskattalógini.
- Arbeiðsuppgávur í sambandi við at kanna havbotnin er ikki veruligt reiðarívirksemi, og er ikki fevnt av tonsaskattalógini.
- Fiskiskapur og tilvirkingarvirksemi.
- Tað at gera og umvæla havnir, molar, brúgvar, oljuútbúnað, at leggja rørleiðingar á havbotnin, at dýpa, dreggja eftir gróti, sandsúgva ella tílíkt virksemi.
- Kavaravirksemi.
- Tað at sleipa, loðsa o.t., tá skipini verða nýtt í havnum og kring havnir.
- Útbúgvingarvirksemi, sosialt og pedagogiskt virksemi o.t.
- Savnsvirksemi og skipavarðveiting.
- Ítrótta-, útferðar-, og frítíðarvirksemi.
- Tað at nýta skip, ið støðugt liggja fyri akkeri, hvat endamál tað so er til.
- Dýpingarmaskinur, flotkranar, flotdokkir, kaðaltrumlur, boripallar, flótandi kør og tílíkur útbúnaður er ikki at meta sum skip eftir hesi tonsaskattalógin og kemur tí ikki undir tonsaskattaskipaninai. Sama er galdandi fyri prámar og uppskipingarbátar, uttan so at teir bera last og eru 2.000 bruttotons ella størri.

Reglur at gera upp, fyri inntøku undir tonsaskatting
Reiðarí, sum hava inntøku, ið kemur undir tonsaskattaskipanina, og sum samstundis hava aðra inntøku, skulu gera tonsaskattaða inntøku og aðra inntøku upp hvør sær.
Reglur eru fyri, hvat skal skiljast sum bruttofíggjarinntøkur og -útreiðslur eftir lógini, og hvussu hesar skulu verða býttar lutfalsliga eftir roknskaparliga virðinum á egnum ognum, sum eru knýttar at tonsaskattaða reiðarívirkseminum og øðrum virksemi. Víst verður til § 9 í lógini.
Tilvising er í § 10 í tonsaskattalógini til skattalógina § 37a um kontrolerað handilsviðurskifti, og at nýta teir prísir og treytir, sum høvdu verið nýtt, um talan var um viðurskifti millum óheftar partar. Reglurnar í skattalógini § 118a eru galdandi samsvarandi. Verða ásetingarnar ikki fylgdar, verður skattskylduga inntøkan regulerað samsvarandi reglunum í § 37a í skattalógini, uttan mun til hvat reglurnar í tonsaskattalógini siga.
Í § 11 í lógini er áseting um, at um skuldin hjá felagnum er minni enn helmingurin av eginkapitalinum í felagnum við inntøkuársins enda, verður skattskylduga inntøkan hækkað við muninum faldað við tí avkastsatsi, ið er ásettur av TAKS. TAKS ásetur á hvørjum ári hendan avkastsatsin. Skuldin og eginognin verða gjørd upp eftir roknskaparligu virðunum. Renturættingin skal takast við sum ein rentuútreiðsla í býtinum eftir § 9, stk. 1.