Skriva út

R. BINDANDI SVAR

R.1 Endamál og ásetingar

Endamál
Endamálið við ásetingunum um bindandi svar er at veita skattskyldigum møguleikan fyri at fáa bindandi svar um skattaspurningar. Við at økja um vissuna fyri skattligu avleiðingunum av gerðum skattgjaldarans, skal skipanin styrkja um rættarstøðuna. Samstundis eru ásetingarnar í toll- og skattafyrisitingarlógini um bindandi svar ein roynd at flyta nakrar av uppgávunum hjá TAKS frá eftirliti til vegleiðing og tænastu.
Svarið frá TAKS verður bindandi mótvegis spyrjaranum, tá skatturin skal ásetast. Spurningar kunnu snúgva seg um skattliga virknaðin, sum gerð spyrjarans hevur á spyrjaran sjálvan ella á onnur.
Uttan mun til ásetingarnar um bindandi svar hevur TAKS skyldu at veita vegleiðing um lóggávuna á Skatta- og avgjaldsøkinum, sbr. § 7 í fyrisitingarlógini.

Ásetingarnar
Ásetingarnar um bindandi svar eru í kapitli 6 a, §§ 25c-g og komu í gildi 1. juli 2015, sbr. løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2015 um broyting í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting (Lm. nr. 112/2014).


R.2. Spurningar, sum eru fevndir av skipanini

Meginregla
Karmarnir fyri spurningum um bindandi svar eru ásettir í § 25c, stk. 1 og 2. Sambært § 25c, stk. 1, er tað ein treyt, at spurningurin skal snúgva seg um ítøkiliga skattgjaldaran, sum spyrjarin umboðar, ella um spyrjaran sjálvan. Til ber at spyrja um bæði ætlaðar og longu framdar gerðir.
Sambært § 25c, stk. 2, ber eisini til at spyrja um avleiðingarnar, sum ætlaða  gerð spyrjarans hevur fyri onnur, sí meira um hetta undir pkt. R.4 í hesi vegleiðing.

Sambært § 25c, stk. 4, skulu ávísir spurningar svarast av Toll- og skattaráðnum, sí pkt. R.3 í hesi vegleiðing um førleikabýtið millum TAKS og Toll- og skattaráðið.
Eisini ber til at spyrja um mvg- og avgjaldsligu avleiðingarnar av eini gerð.
Av tí at eitt bindandi svar er ein fyrisitingarlig avgerð um skattligar avleiðingar, kann bindandi svar ikki latast um faktiska fyrisiting, ómaksgjøld og renting, innheinting, revsing ella útinnan av eftirliti.

Untantøk
Tað ber ikki til at fáa bindandi svar um spurningar viðvíkjandi tolllóggávu, 25c, stk. 3, 1. pkt. Orðið tolllóggáva fevnir um spurningar um gatt-toll, punktgjøld, tarifering og upprunaupplýsingar. TAKS hevur heldur ikki heimild at lata bindandi svar um loyvi og undantaksloyvi viðvíkjandi ætlaðum gerðum, sí § 25c, stk. 3, 2. pkt.

Loyvi, umsóknir og undantaksloyvi
Bindandi svar verður ikki latið um loyvi, umsóknir ella undantaksloyvi viðvíkjandi ætlaðum gerðum, sí § 25c, stk. 3.
Umsóknir, undantaksloyvi og loyvi (t.d. umsókn sambært kunngerð um skattafrælsi í sambandi við vælgerandi arbeiði) skulu sum meginregla latast TAKS, áðrenn farið kann verða undir ávíst virksemi. Av tí at ein umsókn á ein hátt hevur sama virknað sum ein umbøn um bindandi svar, eru hesi viðurskifti ikki fevnd av ásetingunum um bindandi svar.
Serligt um bindandi svar um skráseting av motorakførum Bindandi svar kann einans verða latið um skattalóggávu, sum verður umsitin av TAKS. Hetta hevur millum annað við sær, at spyrjari ikki kann fáa bindandi svar um skráseting av motorakførum, sum verður umsitið av Akstovuni.


R.3. Førleikabýtið millum TAKS og Toll- og skattaráðið

TAKS
Meginreglan er, at TAKS hevur førleikan at lata bindandi svar. Tó skal Toll- og skattaráðið svara umbønum um bindandi svar í teimum førum, sum verða nevnd í § 25c, stk. 4.

Toll- og skattaráðið
TAKS skal sambært § 25c, stk. 4, leggja eina umbøn um bindandi svar fyri Toll- og skattaráðið til avgerðar, tá ið:
- svarið kann fáa avleiðingar fyri fleiri skattgjaldarar,
- svarið snýr seg um stór, fíggjarlig virði,
- svarið viðvíkir tulking av nýggjari lóggávu, ella
- almenningurin hevur ella væntast at fáa stóran áhuga fyri málinum.
Um spyrjarin ger galdandi, at eitt svar, sum TAKS hevur latið, átti at verið viðgjørt av Toll- og skattaráðnum sambært ásetingunum í § 25c, stk. 4, kann kæra um hetta verða latin landsstýrismanninum.

Tað er umsitingin hjá TAKS, sum fyrireikar málini fyri Toll- og skattaráðið.


R.4. Spurningar um virknaðin fyri onnur av spyrjarans gerð

Í ávísum førum ber til at fáa bindandi svar um skattligu avleiðingarnar, sum spyrjarans gerð hevur fyri onnur.
Tað er einans tann, sum ræður fyri ognunum ella umboðar tann ráðandi, ið kann biðja um bindandi svar.
Henda treyt er til dømis ikki uppfylt, tá ein høvuðspartaeigari spyr um skattligu avleiðingarnar av eini gerð, sum felagið hjá høvuðspartaeigaranum ætlar at fremja.
Á sama hátt kann ein hjúnafelagi ikki uttan fulltrú biðja um bindandi svar um skattligu avleiðingarnar av eini gerð, sum hin hjúnafelagin ætlar at fremja.

Umbønir í navni spyrjarans
Tað kann koma fyri, at ein umbøn um bindandi svar verður latin TAKS í spyrjarans navni, hóast innihaldið í umbønini krevur, at støða verður tikin til skattligu avleiðingarnar fyri onnur enn spyrjaran, einans grundað á lýsing av spyrjarans egnu gerðum.

Sum dømi kann nevnast, at ein fyritøka hevur ætlan um at veita starvsfólkaágóðar til øll síni starvsfólk. Fyritøkan spyr tí um skattligu avleiðingarnar fyri starvsfólkini, og um eitt starvsfólk kann sleppa undan skatting við at frábiðja sær ágóðan.
Í tílíkum førum er spyrjarin ikki umboð/fulltrúi fyri onnur. Hetta merkir, at um skarin av “øðrum” er nóg væl avmarkaður, er ikki neyðugt at veita upplýsingar um samleika teirra. Tað er heldur ikki neyðugt fyri spyrjaran at skjalprógva, at hann er umboð fyri onnur. Tá skal hægra gjaldið rindast, sbr. § 25e, stk. 2, nr. 2, sbr. § 25c, stk. 2. Sí pkt. 4 í hesi vegleiðing.

Umbøn vegna bæði spyrjara og onnur
Tá umbønin um bindandi svar er innlatin vegna bæði spyrjaran og onnur, men annars hevur eitt innihald, ið svarar til lýsingina í brotinum omanfyri, verður formliga talan um fleiri umbønir av sama slag. Tann parturin av svarinum, sum viðvíkir øðrum enn spyrjaranum sjálvum, verður bert latin teimum. Av tí at talan í veruleikanum bert er um eina gerð, skal bert eitt gjald rindast sambært § 25e, stk. 2, nr. 2, sbr. § 25c, stk. 2, eins og í omanfyri nevnda dømi.
Umbønir, ið knýttar eru at gerðum hjá øðrum Er svarið upp á eina umbøn knýtt at viðurskiftunum hjá bæði spyrjaranum og øðrum enn spyrjaranum, er viðgerðin av umbønini treytað av:
- at samleikin hjá øllum pørtum er upplýstur,
- at viðurskiftini hjá “hinum” eru ivaleysa væl lýst,
- at spyrjarin hevur fulltrú at umboða allar partar, og
- at allir partar rinda gjaldið í § 25e, tí talan er um fleiri umbønir.


R.5. Bindandi svar um framdar gerðir

Munurin á framdum og ikki framdum gerðum
Møguleikin fyri at biðja um bindandi svar fevnir eisini um skattliga virknaðin av longu framdum gerðum. Er talan um einstaka gerð, og er staðfest, nær gerðin er framd, eru eingir trupulleikar við avmarking. Er hinvegin talan um spurningar um framhaldandi virksemi, sum til dømis útleiguvirksemi, kann eitt bindandi svar hava týdning bæði frameftir og aftureftir.
Um spyrjarin ikki ítøkiliga hevur biðið um, at svarið eisini skal fevna um tíðina áðrenn umbønin varð latin, skal tað vera greitt í svarinum, at svarið bert hevur bindandi virknað frá tí degi, umbønin varð latin TAKS. TAKS/Toll- og skattaráðið kunnu vegleiða um møguleikan fyri at fáa svar fyri tíðina undan innlating av umbønini, um tað verður mett at vera viðkomandi.

Serligt um bindandi svar um serstaka uppafturtøku
Um spurt verður um skattligu avleiðingarnar, og svarið er treytað av gerðum, sum eru framdar undan vanligu freistunum fyri uppafturtøku í § 25a í toll- og skattafyrisitingarlógini, skal spurningurin um serstaka uppafturtøku fyrst viðgerast sambært § 25b, og ikki sum umbøn um bindandi svar.
Um tað einans verður spurt um sjálvar skattligu avleiðingarnar av gerðini, og um svarið væntast at víkja frá undanfarnum líkningum, skulu TAKS/Toll- og
skattaráðið kanna, um treytirnar fyri serstakari uppafturtøku eru uppfyltar.
Ber ikki til at siga við vissu, um treytirnar fyri serstakari uppafturtøku eru uppfyltar, eigur fyrivarni at verða tikið fyri hesum í svarinum.


R.6. Formlig krøv til umbøn og málsviðgerð

Formlig krøv til umbønina
Tað er ein treyt, at ein umbøn um bindandi svar skal vera skrivlig, sí § 25f, stk. 1. Spurningarnir skulu viðvíkja eini ítøkiligari gerð og skulu vera orðaðir soleiðis, at til ber at svara ja ella nei. Harumframt skal spyrjarin veita allar viðkomandi upplýsingar í umbønini, sum eru atkomiligar hjá spyrjaranum.
Um TAKS/Toll- og skattaráðið meta, at upplýsingarnar í umbønini ikki eru nøktandi, verður spyrjarin biðin um veita fleiri upplýsingar. Vanliga skulu upplýsingarnar verða latnar áðrenn 14 dagar eru farnir. Eydnast tað ikki at fáa málið nóg væl upplýst, verður umbønin avvíst, sí niðanfyri.

Hoyring
Áðrenn TAKS/Toll- og skattaráðið lata spyrjaranum bindandi svar, eigur uppskot um svar at verða sent spyrjaranum við høvi at gera viðmerkingar.
Hetta veitir m.a. spyrjaranum møguleika fyri at koma við viðmerkingum, um tað í uppskotinum um svar eru frávik frá tí svari, sum spyrjarin hevur lagt upp til í sambandi við umbønina. Endamálið er at tryggja, at málið er fult upplýst. Harumframt skal parturin hoyrast, um treytirnar í § 18 í fyrisitingarlógini eru uppfyltar.

Sýn og meting
Tað ber ikki til at biðja TAKS/Toll- og skattaráðið um sýn og meting (syn og skøn) í sambandi við umbøn um bindandi svar.


R.7. Tá fleiri partar skulu lata umbøn inn

Sambært § 25d er tað í ávísum førum ein treyt, at øll tey, sum ein gerð ávirkar skattliga, skulu lata inn umbøn um bindandi svar.

Skattur av gávu
Tá biðið verður um bindandi svar um áseting av skatti av gávu, skulu bæði gávugevarin og gávumóttakarin lata umbøn inn.

§ 37a í skattalógini
Tá biðið verður um bindandi svar um áseting av skatti á eini transaktión, sum er fevnd av § 37a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, ella tá biðið verður um bindandi svar um viðurskiftini millum høvuðspartaeigara og eitt felag, sum hesin hevur tamarhald á, skulu allir partar biðja um svarið.

Eingin skattlig ávirkan
Kravið um, at allir luttakandi partar hvør í sínum lagi skulu lata inn umbøn um bindandi svar er ikki galdandi, um tað við vissu verður staðfest, at ein partur ikki verður ávirkaður skattliga av svarinum. Hetta kann serliga vera viðkomandi fyri útlendskar partar.

Áseting av gjaldi fyri umbønir
Spyrjarin skal rinda eitt gjald fyri at fáa bindandi svar. Gjaldsupphæddin verður ásett eftir, um spurningurin snýr seg um skattligu avleiðingarnar av eini gerð fyri spyrjaran sjálvan ella fyri onnur.
Gjøldini eru skipað soleiðis:
1. Spurningur um skattligar avleiðingar fyri spyrjaran sjálvan: kr. 2.100.
2. Spurningur um skattligar avleiðingar fyri onnur enn spyrjaran: kr. 10.500.
3. Serliga arbeiðskrevjandi spurningar: ískoyti á kr. 350 fyri hvønn byrjaðan arbeiðstíma, um arbeiðstíðin fer upp um 40 tímar.

Inngjald
Gjaldið skal rindast, samstundis sum umbønin verður latin TAKS, og kvittan fyri flyting skal verða hjáløgd umbønini. Um spyrjarin ikki hevur goldið rætta gjaldið, t.d. kr. 2.100 í staðin fyri kr. 10.500, verður spyrjarin biðin um at fáa hetta í rættlag, soleiðis at rætta upphæddin verður goldin, áðrenn viðgerðin av málinum fer í gongd.
Metir TAKS, at viðgerðin av umbønini fer at krevja meira enn 40 arbeiðstímar, skal TAKS boða spyrjaranum frá hesum. Eisini skal TAKS boða spyrjaranum frá, at ískoytið skal rindast, og hvat samlaði kostnaðurin væntandi verður, soleiðis at spyrjarin kann taka umbønina aftur, og gjaldið kann verða afturgoldið.

Málsviðgerðartíð
Trupult er at siga við vissu frammanundan, hvussu drúgv málsviðgerðartíðin er fyri einstøku umbønirnar.
Roknað verður tó við, at TAKS í minsta lagi brúkar uml. 6 tímar at viðgera spurningar um skattligu avleiðingarnar fyri spyrjaran, sbr. § 25c, stk. 1.
Spurningar um skattligu avleiðingarnar fyri onnur enn spyrjaran kunnu roknast við at vera meira tíðarkrevjandi og í nógvum førum torskildir, sbr. § 25c, stk. 2. Eisini kann roknast við, at fleiri starvsfólk í felag noyðast at svara tílíkum spurningum. Mett verður tískil, at tímabrúkið verður millum 20 og 40 tímar fyri hvønn spurning.
Er tímabrúkið oman fyri 40 tímar, verður ískoyti lagt afturat grundgjaldinum.
Ber til hjá TAKS at staðfesta, longu áðrenn viðgerðin fer í gongd, at tímabrúkið verður oman fyri 40 tímar, skal hetta fráboðast spyrjaranum.
Fyrivarni eigur at verða tikið fyri, um óvissa valdar um hesa meting, soleiðis at spyrjarin fær lagað seg til møguliga eykaútreiðslu.

Eitt gjald fyri hvørja gerð/umbøn
Eitt gjald verður goldið fyri hvørja gerð/umbøn, sum svar ynskist um, men uttan mun til talið av spurningum, ið verða settir í umbønini.
Um talan er um eina gerð, sum er fevnd av § 25d (skattur av gávu og § 37a í skattalógini), fevnir gjaldið um allar partar, soleiðis at hesir til samans einans rinda eitt gjald. Partarnir avgera sjálvir, hvør rindar gjaldið, herundir eisini, hvussu útreiðslan verður býtt millum teirra.
Avvísa TAKS ella Toll- og skattaráðið at veita bindandi svar, verður gjaldið afturgoldið. Gjaldið verður ikki afturgoldið, um spyrjarin tekur umbønina aftur. Undantak til hetta er, tá frammanundan metta tíðarbrúkið hjá TAKS, sbr. § 25e, stk. 3, verður ov kostnaðarmikið. Noktar spyrjarin at veita TAKS nøktandi upplýsingar, eftir at viðgerðin er farin í gongd, og málið sostatt ikki er ivaleysa væl upplýst, sbr. § 25f, stk. 1, 3. pkt., verður gjaldið ikki afturgoldið.

Ein ella fleiri gerðir/umbønir
Tað kann hava týdning at staðfesta, um talan er um eina ella fleiri umbønir, tá biðið verður um bindandi svar um skattligu avleiðingarnar fyri onnur enn
spyrjaran. Um “hini” eru navngivin, er talan um umbønir fyri hvønn einstakan persón, t.e. fleiri umbønir, sí tó § 25d. Tí eigur at verða goldið eitt gjald fyri hvønn persón.

Gjaldið endurgoldið
Eitt gjald verður afturgoldið, um so er, at umbønin verður avvíst.


R.8. Avvísing av umbøn um bindandi svar

Umbøn um at lýsa alternativar møguleikar
Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið um bindandi svar kann ein umbøn um bindandi svar eftir eini ítøkiligari meting verða avvíst, um spyrjarin ynskir eina røð av alternativum møguleikum svaraðum, soleiðis at eitt svar verður at javnmeta við skattaráðgeving.

Umbønin hevur teoretiskan dám
TAKS kann eisini avvísa eina umbøn um bindandi svar, tá spurningurin hevur teoretiskan dám, til dømis um lýsingin av gerðini ikki er ivaleysa neyv ella greið.

Fyrivarni í staðin fyri avvísin
Í staðin fyri at avvísa eina umbøn um bindandi svar ber til at taka fyrivarni fyri vantandi upplýsingum. Svar við fyrivarni eiga bert at verða brúkt í undantaksføri og eru treytað av, at myndugleikin hevur gjørt alt fyri at lýsa málið gjøllari. Eisini er svar við fyrivarni treytað av, at fyrivarnið er orðað greitt og eintýtt, umframt at tað verður mett at hava avgerandi týdning fyri spyrjaran at fáa svar við fyrivarni, í staðin fyri at umbønin verður avvíst.

Óvissa um svarið
Ein umbøn um bindandi svar kann verða avvíst, um spurningurin er soleiðis háttaður, at hann ikki kann verða svaraður við neyðugari vissu, ella um onnur atlit tala ímóti einum bindandi svari, sí § 25f, stk. 2.

Umbøn um loyvi
Umbønin verður avvíst, um biðið verður um loyvi ella undantaksloyvi, sbr. § 25c, stk. 3.

Vantandi førleiki
Umbøn um bindandi svar verður avvíst, um TAKS/Toll- og skattaráðið ikki hava førleika at taka avgerð í málinum.

Kæruviðgerð um sama spurning
Ein umbøn kann verða avvíst, um sami spurningur viðvíkjandi sama tíðarskeiði er ella verður viðgjørdur av kærumyndugleika.

Eftirlit
Umbønin kann eisini verða avvíst, um TAKS er farið undir ella ætlar at fara undir eftirlit av einum skattgjaldara, sum er partur av spurninginum, og um hetta kann væntast at fáa týdning í mun til spurningin í umbønini.

Aðrir spurningar av sama slag
Ein umbøn um bindandi svar kann ikki verða avvíst við tí grundgeving, at TAKS fyrr hevur tikið støðu til sama spurning.


R.9. Bindandi tíðarskeiðið

Svarið er bindandi fyri TAKS í bindingartíðarskeiðinum, og spyrjarin kann í sama tíðarskeiði gera svarið galdandi. Bindandi virknaðurin kann detta burtur, um talan er um ósannar ella broyttar fortreytir.
Um talan er um eingangsdispositión, t.d. sølu av eini ogn, er svarið eisini bindandi, eftir at bindingartíðarskeiðið er runnið, um gerðin er framd, áðrenn bindingartíðarskeiðið er av. Um talan er um framhaldandi dispositiónir, sum verða endurtiknar ár um ár, t.d. koyring til sama arbeiðspláss, er svarið ikki bindandi fyri gerðir, eftir at bindingartíðarskeiðið er av.
Spyrjarin er tó ikki noyddur at nýta svarið tá givið verður upp til TAKS.

5 ár
Bindingartíðarskeiðið er sum meginregla 5 ár, sí § 25g. Til ber í ávísum førum at áseta longri og styttri binding. Bindingartíðarskeiðið verður roknað, frá tí at spyrjarin hevur móttikið svarið. Um svarið viðvíkir meirvirðisgjaldi, verður bindingartíðarskeiðið roknað frá byrjanini á tí avgjaldstíðarskeiði, tá spyrjarin bað um svarið.

Longri bindingartíðarskeið
Bindingartíðarskeiðið kann vera longri enn 5 ár. Tá krevst, at umstøðurnar eru endaliga ásettar í lýsingini av gerðini í umbønini, og at spyrjarin nágreiniliga hevur tikið hædd fyri møguligum seinni broytingum í umstøðunum.

Styttri bindingartíðarskeið
Bindingartíðarskeiðið kann vera styttri enn 5 ár. Styttri binding krevur serliga grundgeving, sum kann vera, at spurningurin er bundin at príslagnum, at talan er um viðvarandi og umfatandi gerðir ella at spurningurin er prinsipiellur og verður kannaður av dómstólunum.

Transaktiónir, sum eru fevndar av § 37a í skattalógini
Bindingin kann vera styttri enn 5 ár, tá talan er um transaktiónir, sum eru fevndar av § 37a í skattalógini (kontrollerede transaktioner). Í tílíkum førum kann sum alternativ til stytta binding eftir umstøðunum vera viðkomandi at áseta sonevndar “avgerandi fortreytir,” á enskum “critical assumptions,” á donskum “afgørende forudsætninger.” Enska hugtakið verður brúkt í altjóða høpi á transfer pricing-økinum.
TAKS skal tá neyvlýsa ávísar fortreytir, sum hava avgerandi týdning fyri innihaldið í svarinum. Eisini eigur at verða nágreinað, hvørjar broytingar í hesum fortreytum hava við sær, at bindandi virknaðurin heldur uppat.

Avgerðir tiknar av øðrum myndugleikum
Sambært § 25g, stk. 4, eru ávísar avgerðir, sum eru tiknar av øðrum myndugleikum eftir § 245 í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, bindandi fyri skattamyndugleikarnar og uttan tíðaravmarking.


R.10 Tá ið fortreytir ikki halda

Skeivar fortreytir
Eitt svar er ikki bindandi, um faktisku upplýsingarnar, sum eru grundarlag undir svarinum, vísa seg at vera skeivar ella ófullfíggjaðar. Í málum um bindandi svar er tað spyrjarin, sum skal veita upplýsingarnar um grundarlagið undir umbønini.

Broyttar fortreytir
Bindandi virknaðurin heldur uppat, um fortreytir, sum hava avgerandi týdning fyri svarið, eru fyri broytingum. Hetta er galdandi fyri:
- broytingar í faktisku umstøðunum,
- broytingar í rættargrundarlagnum, og
- tá útlendskur skattamyndugleiki í mun til tvískattasáttmála hevur aðra meting av einum spurningi, sum bindandi svar er latið um.
Hinvegin elva seinni broytingar í dómspraksis ella broytingar í fyrisitingarligari siðvenju ikki til, at bindandi virknaðurin heldur uppat.

Afturtøka av bindandi svari
Um TAKS velur at taka bindandi svar aftur orsakað av skeivum ella broyttum fortreytum og gevur spyrjaranum ítøkilig boð um hetta, er talan um fyrisitingarliga avgerð sambært fyrisitingarlógini, og vanligar fyrisitingarligar mannagongdir við hoyring og grundgeving eiga at verða fylgdar.
Um boðini í staðin bera bráð av yvirskipaðari, vegleiðandi kunning til spyrjaran, t.d. um broytta siðvenju, uttan at svarið verður afturtikið ítøkiliga, er talan vanliga ikki um eina fyrisitingarliga avgerð.

Lógarbroytingar
Eitt svar er ikki bindandi, tá broytingar verða gjørdar í teimum lógum og kunngerðum, sum eru grundarlag undir svarinum, sbr. § 25g, stk. 2.

Fráboðan frá TAKS um broytingar
Afturtøka av bindandi svari orsakað av lógarbroyting ella broyttari siðvenju hevur bert virknað fyri framtíðina.
Tá eitt bindandi svar verður ógildað orsakað av lógarbroyting, skal TAKS ikki geva serstøk boð til tann, sum hevur fingið bindandi svar. Lógarbroytingar koma í gildi samstundis fyri øll, sum eru fevnd av lógarbroytingini.
Longdin á freistini verður ásett eftir eini ítøkiligari meting, sum meginregla 6 mánaðir.

Yvirlit yvir fráboðanir í sambandi við lógarbroytingar og broytta siðvenju

BroytingFreist
Broytingar í lógum og kunngerðumGildiskoman er ásett í lóggávuni. Bindandi virknaðurin heldur uppat, tá broytingin kemur í gildi sambært gildiskomuásetingini í lóggávuni.
Broyttar fortreytirBindandi virknaðurin heldur uppat, tá fortreytirnar broytast.
DómarTAKS ásetir eina hóskandi freist. Bindandi virknaðurin heldur uppat,
tá ásetta og almannakunngjørda freistin er farin.
Avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndiniTAKS ásetir hóskandi freist. Bindandi virknaðurin heldur uppat, tá ásetta og almannakunngjørda freistin er farin.
Almannakunngerð frá TAKS um broytta siðvenjuTAKS ásetir hóskandi freist. Bindandi virknaðurin heldur uppat, tá ásetta og almannakunngjørda freistin er farin.


R.11 Kæra

Kærumyndugleikin
Eitt bindandi svar er ein avgerð, sum kann kærast á sama hátt sum aðrar avgerðir. Svarið kann kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina, áðrenn fýra vikur eru farnar eftir móttøku av svarinum.
Førleikin hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini at viðgera bindandi svar er ásettur í § 8, 2. pkt., og í § 21.
Eitt bindandi svar kann, eins og aðrar avgerðir hjá TAKS/Toll- og skattaráðnum, eisini leggjast fyri dómstólarnar.

Kæra um avvísing
Tá TAKS ella Toll- og skattaráðið við tilvísing til § 25f, stk. 1 ella 2, taka avgerð um at avvísa eina umbøn um bindandi svar, kann ein tílík avgerð ikki kærast
fyrisitingarliga, sbr. § 25f, stk. 3. Í staðin eigur TAKS at vegleiða um møguleikan fyri at leggja málið fyri dómstólarnar.

Um umbønin ikki kann verða avvíst vísandi til § 25f, stk. 1 ella 2, kann málið kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina.