Skriva út

Persónsupplýsingar

TAKS viðger persónsupplýsingar hjá borgarum fyri at kunna útinna lógarásettar uppgávur. Dentur verður lagdur á at viðgera tær greitt og trygt. Her kanst tú lesa um persónsupplýsingar í praksis og um rættindini tíni. Vit mæla eisini til at kunna seg um hesi viðurskifti á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.

Hvat er ein persónsupplýsing, og hvat er at viðgera hana?

Ein persónsupplýsing er ein og hvør upplýsing um ein persón. Eitt nú um navn, bústað, p-tal, fíggjarviðurskifti, familjuviðurskifti o.a. Upplýsingar um einstaklingsvirki og partaeigarar eru eisini at rokna sum persónsupplýsingar.

At viðgera eina persónsupplýsing er at handfara hana á einhvønn hátt. Til dømis at innsavna, skráseta, lesa, goyma, víðarigeva, samanbera ella strika hana. Hvørt einstakt lið er ein viðgerð.

TAKS er dátuábyrgdari

Tað merkir, at TAKS stendur til svars fyri, at persónsupplýsingar, sum stovnurin hevur um hendi, verða viðgjørdar sambært galdandi lóg. Tað er § 8, stk. 1, nr. 3 og 5, í dátuverndarlógini, eisini nevnd løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum. Finn hana undir snarslóðum her á síðuni.

Eftir somu lóg er TAKS eisini dátuábyrgdari av persónsupplýsingum, sum stovnurin letur víðari til triðjapart, inntil tær eru í tryggari varðveitslu hjá triðjapartinum. Síðan er hann dátuábyrgdari.

TAKS er tó altíð dátuábyrgdari av persónsupplýsingum, sum verða víðarigivnar til dátufyritøkur at viðgera vegna stovnin.

Hvussu fær TAKS upplýsingar, og hvat verða tær brúktar til?

TAKS fær persónsupplýsingar tríggja staðni frá.

  • Frá tær, tá ið tú letur inn sjálvuppgávu, avgreiðir toll ella hevur annað samskifti við okkum.
  • Frá sær sjálvum, eitt nú frá vakmyndatólum á flogvøllinum og farstøðini í Havn.
  • Frá myndugleikum og virkjum, eitt nú frá lønarupplýsingum frá arbeiðsgevara tínum.

Upplýsingarnar verða brúktar til at útinna tær uppgávur, sum lógin áleggur TAKS at útinna: At tryggja samfelagnum rættar inntøkur, at umsita veitingar og at verja fyri ólógligum innflutningi og útflutningi. Tað kann eitt nú vera at rokna og fáa inn skatt, toll og mvg, at rokna og rinda út barsil, frítíðarløn og eftirløn og at ansa eftir, at rúsevni ikki vera smuglað inn í landið.

Hvussu leingi verða tær goymdar, og verða tær latnar víðari?

TAKS letur neyðugar persónsupplýsingar víðari til hesar triðjapartar:

  1. dátufyritøkur til at viðgera vegna TAKS, eitt nú Pf. Elektron og Pf. Formula,
  2. løgreglu, tá ið tað krevst hjá henni fyri at kanna og avdúka eitt nú smugling,
  3. almennar føroyskar myndugleikar til teirra endamál, eitt nú ALS og Gjaldstovuni,
  4. útlendskar skattamyndugleikar, ið skulu hava tær sambært reglum um altjóða samstarv.

TAKS goymir upplýsingarnar so leingi, tær kunnu brúkast til at útinna uppgávur stovnins. Eftir tað hava vit skyldu til at strika tær.

Eru tær víðarilatnar triðjaparti sambært punkti 1 omanfyri, skal hann strika tær samstundis sum TAKS. Eru tær víðarilatnar triðjaparti sambært punkti 2, 3 og 4, skal hann ikki strika tær, fyrr hann ikki longur kann brúka tær til at útinna lógarkravdu uppgávur sínar.

Rættindi tíni

Tú hevur fleiri rættindi, tá ið ræður um persónsupplýsingar um teg. Niðanfyri lýsa tey.

Vilt tú brúka rættindi tíni, set teg í samband við kundatænastu okkara. Ring 35 26 00, maila til taks@taks.fo ella send eitt bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú kanst eisini støkka inn á gólvið. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 15.

Rættindi til kunning

TAKS hevur skyldu til at siga tær frá, tá ið stovnurin savnar inn og viðger persónsupplýsingar um teg. Tú hevur til dømis rætt til at fáa upplýst endamál og rættargrundarlag fyri viðgerðini.

Viðhvørt er kunningarskyldan ikki galdandi. Hetta er til dømis, tá ið tú kennir upplýsingarnar frammanundan, ella tá ið áhugamál tíni at fáa upplýsingarnar mugu víkja fyri øðrum privatum ella almennum áhugamálum.

Rættindi til innlit

Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð hjá TAKS av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.

Rættindi til rætting

Tú hevur rætt til at fáa eina og hvørja skeiva upplýsing um teg rættaða.

Rættindi til striking

Í serligum førum, eitt nú um persónsupplýsingar um teg ikki eru viðkomandi hjá okkum longur, hevur tú rætt til at fáa tær strikaðar, áðrenn tær eiga at verða strikaðar annars eftir vanligum reglum.

Rættindi til avmarkaða viðgerð

Tú hevur stundum rætt til at fáa viðgerðina av persónsupplýsingum tínum avmarkaða. Tá kann TAKS einans viðgera tær upplýsingar, sum avmarkingin rakar, um stovnurin til dømis hevur eitt samtykki frá tær, ella um ein annar persónur skal verjast. Varðveitslan av upplýsingunum kann tó ikki avmarkast.

Rættindi til at mótmæla

Tú hevur rætt til at mótmæla eini annars lógligari viðgerð av persónsupplýsingum tínum, um tú hevur eina serliga orsøk til tað.

Rættindi til dátuflutning

Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar tínar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði og at flyta tær frá einum dátuábyrgdara til annan uttan forðingar, um so er, at viðgerðin av persónsupplýsingunum er grundað á samtykki frá tær ella avtalu við teg. Uttan tað hevur tú ikki rætt til dátuflutning.

Tú kanst spyrja TAKS um persónsupplýsingar

Maila til dátuverndarfólk okkara á dpo@taks.fo ella send eitt bræv til:

TAKS
Dátuverndarfólkið
Postboks 2151
110 Tórshavn

Dátuverndarfólkið hevur løgfrøðiligt innlit á økinum. Tað sær til, at TAKS arbeiðir eftir reglunum, er kontaktpersónur hjá borgarunum í mun til viðgerð av persónsupplýsingum teirra og hjá Dátueftirlitinum um dátuvernd stovnsins sum heild.

Dátuverndarfólkið verður eisini kallað DPO, sum er ensk stytting fyri data protection officer.

Tú kanst eisini vita kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15, maila til taks@taks.fo ella send eitt bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Send trygt

Tá ið tú sendir eitt vanligt teldubræv, er tað ikki krypterað, og upplýsingar kunnu koma í hendurnar á óviðkomandi. Ein møguleiki er í staðin at senda ígjøgnum Mínboks, tí tá verður krypterað. Trygt er eisini at senda eitt vanligt bræv.

Um tú vilt kæra

Heldur tú, at TAKS hevur viðgjørt persónsupplýsingar um teg á skeivan hátt, og hevur tað ikki munað at tosa við okkum um tað, kanst tú kæra til Dátueftirlitið.

Á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum kanst tú lesa um, hvussu tú gert. Tú kanst eisini ringja ella skriva til teirra.

Dátueftirlitið
Postboks 300
110 Tórshavn

​Telefon: 30 91 00
Teldupostadressa: dat@dat.fo
Heimasíða: www.dat.fo

Lógir, sum TAKS arbeiðir eftir

Høvuðslógin í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum er løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum, eisini kallað dátuverndarlógin. Hon tryggjar rættindini hjá øllum borgarum á økinum, og hesi lóg arbeiðir TAKS eftir.

Heimildin hjá TAKS at viðgera persónsupplýsingar er vanliga at finna í dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 3 og 5, og § 12, stk. 1, nr. 2.

TAKS arbeiðir eisini eftir øðrum lógum í teimum førum, har hesar áseta serligar reglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum. Millum hesar lógir eru til dømis skattalógin, tolllógin og lóg um toll- og skattafyrisiting.