TAKS viðgerð upplýsingarnar fyri at skráseta teg til skeiðið, samskifta við teg um skeiðið og senda arbeiðsgevara tínum eina rokning.
TAKS er dátuábyrgdari fyri viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við tilmelding til tollskeið.
Niðanfyri kann tú lesa, hví og hvussu TAKS viðgerð persónsupplýsingar um teg.
Endamálið við at viðgera persónsupplýsingar
Hvørjar upplýsingar viðgerð TAKS?
TAKS viðgerð navn, teldupostadressu, telefonnummar, navn á tínum arbeiðsgevara og upplýsingar um, hvørji skeið tú meldar teg til.
Hvør kann móttaka tínar upplýsingar?
TAKS nýtir dátuviðgerar til at viðgera persónsupplýsingar um teg. Dátuviðgerðarnir viðgera upplýsingarnar vegna TAKS og eftir okkara boðum.
Hvussu leingi goyma vit upplýsingar um teg?
Upplýsingar um tilmelding og luttøku verða strikaðar, eftir at skeiðið er liðugt.
Tíni rættindi
Tá ið TAKS viðgerð persónsupplýsingar um teg, hevur tú millum annað hesi rættindi:
- at fáa skeivar upplýsingar rættaðar
- at fáa innlit í upplýsingar um teg, millum annað eitt avrit av teimum
Tú kanst lesa meira um tíni rættindi her.
Um tú vilt nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum. Sí niðanfyri, hvar tú skalt venda tær.
Hevur tú tørv á at seta teg í samband við TAKS?
Um tú hevur spurningar um, hvussu TAKS viðgerð tínar persónsupplýsingar, ella tú ætlar at brúka tíni rættindi, kann tú seta teg í samband við okkum umvegis:
- Telefon 35 26 00. TAKS svarar mánadag til hósdag frá kl. 10-12.
- Teldupost til taks@taks.fo
- Bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, postboks 2151, 110 Tórshavn
Tú kanst eisini seta teg í samband við dátuverndarfólkið hjá TAKS á dpo@taks.fo.
Tú kanst klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar um teg.
Tað kann tú gera við at senda ein teldupost ella eitt bræv til Dátueftirlitið.
Teldupostadressan hjá Dátueftirlitinum er dat@dat.fo.
Adressan hjá Dátueftirlitinum er: Dátueftirlitið, Heiðavegur 25, 600 Saltangará.
Lógargrundarlag
Heimildin fyri viðgerðini er § 8, stk. 1, nr. 2 og 3 í dátuverndarlógini.