Viðgerð av persónsupplýsingum
TAKS viðger persónsupplýsingar hjá borgarum fyri at kunna útinna lógarásettar uppgávur.
TAKS leggur dent á, at viðgerðin er greið og trygg, og at borgararnir kenna rættindi síni.
Niðanfyri kanst tú lesa um hesi rættindi og um viðgerð av persónsupplýsingum í praksis.
Set teg í samband við okkum, um tú vilt spyrja um rættindini tíni ella gera vart við okkurt í sambandi við viðgerð stovnsins av persónsupplýsingum.
TAKS
Smyrilsvegur 20
Postboks 2151
110 Tórshavn
Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag frá 10 til 15.
Tú kanst eisini venda tær til dátuverndarfólkið hjá TAKS
TAKS hevur sambært lóg tilnevnt eitt dátuverndarfólk, sum hevur eftirlit við, at stovnur fylgir lógini á økinum. Tú kanst senda dátuverndarfólkinum eitt vanligt bræv ella eitt teldubræv.
TAKS
Att.: dátuverndarfólk
Postboks 2151
110 Tórshavn
Send trygt
Tá tú sendir eitt vanligt teldubræv, er tað ikki krypterað, og upplýsingar kunnu koma í hendurnar á óviðkomandi. Ein møguleiki er í staðin at senda gjøgnum Mínboks. Tá verður altíð krypterað. Trygt er eisini at senda eitt vanligt bræv.
Hvat merkir tað, at TAKS er dátuábyrgdari?
Tað merkir, at TAKS stendur til svars fyri, at upplýsingar, sum stovnurin hevur um hendi, verða viðgjørdar sambært galdandi lóg.
TAKS er eisini dátuábyrgdari fyri upplýsingum, sum stovnurin víðarigevur til triðjapart, inntil tær eru í tryggari varðveitslu hjá triðjapartinum. Síðan er hann dátuábyrgdari.
TAKS er tó altíð dátuábyrgdari fyri upplýsingum, sum verða víðarigivnar til dátufyritøkur at viðgera vegna stovnin.
Hvat eru persónsupplýsingar?
Ein persónsupplýsing er ein og hvør upplýsing, sum er knýtt ella kann knýtast at ávísum persóni.
Tað kann vera upplýsing so sum navn, bústaður, p-tal, fíggjarviðurskifti, familjuviðurskifti o.a. Persónsupplýsingar kunnu eisini vera upplýsingar um einstaklingsvirki og partaeigarar.
Hvat er at viðgera persónsupplýsingar?
At viðgera persónsupplýsingar er at handfara tær á einhvønn hátt. Tað kann vera at innsavna, skráseta, lesa, varðveita, víðarigeva, samanbera ella strika upplýsingarnar. Hvørt einstakt lið er ein viðgerð.
Hvussu fær TAKS upplýsingarnar?
Lutvíst fær TAKS upplýsingarnar frá tær, eitt nú tá ið tú letur inn sjálvuppgávu, avgreiðir toll ella sendir inn eina umsókn um eitthvørt. Lutvíst stava tær frá øðrum myndugleikum og virkjum, til dømis frá lønarupplýsingum frá arbeiðsgevara tínum.
Hvat verða upplýsingarnar brúktar til?
TAKS viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær uppgávur, sum lógin áleggur stovninum at útinna.
Yvirskipað eru uppgávurnar at tryggja samfelagnum rættar inntøkur, umsita veitingar og at verja fyri ólógligum innflutningi og útflutningi.
TAKS viðger eitt nú persónsupplýsingar fyri at kunna rokna út og krevja inn skatt og avgjøld, herundir persónsskatt, meirvirðisgjald, barsilsgjald, als-gjald, eftirlønargjald, heilsutrygdargjald, kringvarpsgjald, frítíðarløn og toll.
Hvør fær upplýsingarnar?
Alt eftir, hvørja viðgerð, ið talan er um, víðarigevur TAKS upplýsingarnar til:
- dátufyritøkur, ið viðgera upplýsingarnar stovnsins vegna, eitt nú Pf. Elektron og Pf. Formula,
- almennar myndugleikar, ið viðgera upplýsingarnar til egið endamál, eitt nú Gjaldstovan, ALS og Almannaverkið,
- útlendskar skattamyndugleikar, ið TAKS hevur skyldu til at veita upplýsingar sambært reglum um altjóða samstarv.
Hvussu leingi verða upplýsingarnar goymdar?
Upplýsingar, sum TAKS er dátuábyrgdari fyri, verða goymdar, inntil tær ikki longur tæna einum sakligum endamáli. Síðan verða tær strikaðar.
Tú hevur fleiri rættindi, tá ið TAKS viðger persónsupplýsingar um teg.
Set teg í samband við okkum, um tú vilt brúka rættindi tíni.
Rættindi til kunning
TAKS hevur skyldu til at siga tær frá, tá ið stovnurin savnar inn og viðger persónsupplýsingar um teg. Tú hevur til dømis rætt til at fáa upplýst endamál og rættargrundarlag fyri viðgerðini.
Við hvørt er kunningarskyldan ikki galdandi. Hetta er til dømis, tá ið tú kennir upplýsingarnar frammanundan, ella tá ið áhugamál tíni at fáa upplýsingarnar mugu víkja fyri øðrum privatum ella almennum áhugamálum.
Rættindi til innlit
Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð hjá TAKS av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.
Rættindi til rætting
Tú hevur rætt til at fáa skeivar upplýsingar um teg rættaðar.
Rættindi til striking
Í serligum førum, eitt nú um persónsupplýsingarnar um teg ikki eru viðkomandi hjá okkum longur, hevur tú rætt til at fáa tær strikaðar, áðrenn tær eiga at verða strikaðar annars eftir vanligum reglum.
Rættindi til avmarkaða viðgerð
Tú hevur stundum rætt til at fáa viðgerðina av persónsupplýsingum tínum avmarkaða. Tá kann TAKS einans viðgera tær upplýsingar, sum avmarkingin rakar, um stovnurin til dømis hevur eitt samtykki frá tær, ella um ein annar persónur skal verjast. Varðveitslan av upplýsingunum kann tó ikki avmarkast.
Rættindi til at mótmæla
Tú hevur rætt til at mótmæla eini annars lógligari viðgerð av persónsupplýsingum tínum, um tú hevur eina serliga orsøk til tað.
Rættindi til dátuflutning
Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar tínar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði og at flyta tær frá einum dátuábyrgdara til annan uttan forðingar, um so er, at viðgerðin av persónsupplýsingunum er grundað á samtykki frá tær ella avtalu við teg. Uttan tað hevur tú ikki rætt til dátuflutning.
Dátuverndarlógin
Høvuðslógin í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum er dátuverndarlógin, eisini kallað løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum. Hon tryggjar rættindini hjá øllum borgarum á økinum, og hesi lóg arbeiðir TAKS eftir.
Heimildin hjá TAKS at viðgera persónsupplýsingar er vanliga at finna í dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 3 og 5, og § 12, stk. 1, nr. 2.
Aðrar lógir
TAKS arbeiðir eisini eftir øðrum lógum í teimum førum, har hesar áseta serligar reglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum. Millum hesar lógir eru til dømis skattalógin, tolllógin og lóg um toll- og skattafyrisiting.
Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at galdandi lógir og reglur á dátuverndarøkinum verða fylgdar. Tú kanst kæra viðgerð hjá TAKS av persónsupplýsingum um teg til Dátueftirlitið.
Adressa
Dátueftirlitið
Postboks 300
110 Tórshavn
Telefon: 30 91 00
Teldupostadressa: dat@dat.fo
Heimasíða: www.dat.fo