Skriva út

Yvirvøka við vakmyndatóli

TAKS brúkar yvirvøku við vakmyndatóli til at ansa eftir, at ólóglig vøra ikki verður førd um føroyska markið. Sum dátuábyrgdari skal TAKS síggja til, at yvirvøkan verður gjørd eftir lógini.

Hvørja heimild hevur TAKS at brúka yvirvøku við vakmyndatóli?

Yvirvøka við vakmyndatóli er viðgerð av persónsupplýsingum. Heimildin hjá TAKS til viðgerðina er § 8, stk. 1, nr. 5, í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum. Fer okkurt revsivert fram á upptøkunum, er heimildin til viðgerðina § 13, stk. 1, í somu lóg.

Trýst á leinkið "Viðgerð av persónsupplýsingum" undir snarslóðum og fá meira at vita um, hvat persónsupplýsingar eru, og hvat tað er at viðgera tær.

Hvar hevur TAKS vakmyndatól, og hvør sær upptøkurnar?

TAKS hevur vakmyndatól á flogvøllinum í Vágum og á farstøðini í Havn.

Er einki revsivert á upptøkunum, er tað bara TAKS, sum sær tær. Er okkurt revsivert á, kunnu upptøkurnar verða latnar løgregluni, um henni tørvar tær fyri at kanna møguligt lógarbrot. Hetta kann TAKS gera sambært § 8, nr. 3, í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli.

TAKS letur ikki øðrum enn løgregluni upptøkurnar.

Hvussu leingi verða upptøkurnar goymdar?

Upptøkurnar verða goymdar í 30 dagar og verða so strikaðar. Hetta er sambært § 8, stk. 2, í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli.

§ 8, stk. 3, í somu lóg sigur, at upptøkurnar kunnu tó goymast longri, um tað er neyðugt, fyri at TAKS skal kunna viðgera eina ítøkiliga ósemju. Áðrenn 30 dagar skal TAKS tá kunna persónin, sum ósemjan er við, um hetta, og eftir umbøn geva honum avrit av upptøkuni.

Rættindi tíni í sambandi við yvirvøku við vakmyndatóli

Við løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum hevur tú niðanfyristandandi rættindi í sambandi við yvirvøku hjá TAKS við vakmyndatóli.

Vilt tú brúka rættindi tíni, set teg í samband við kundatænastu okkara. Ring 35 26 00, maila til taks@taks.fo ella send bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú kanst eisini koma inn á gólvið. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 15.

Gev gætur, at rættindi tíni eru ikki treytaleys og valdast altíð ítøkiliga málið.

Rættindi til innlit

Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð hjá TAKS av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.

Rættindi til rætting

Tú hevur rætt til at fáa eina og hvørja skeiva upplýsing um teg rættaða.

Rættindi til striking

Í serligum førum, eitt nú um persónsupplýsingar um teg ikki eru viðkomandi hjá okkum longur, hevur tú rætt til at fáa tær strikaðar, áðrenn tær eiga at verða strikaðar eftir vanligum reglum.

Rættindi til kunning

TAKS hevur skyldu til at geva tær kunning, tá ið stovnurin viðger persónsupplýsingar um teg. Tú hevur til dømis rætt til at fáa upplýst endamál og lógarheimild fyri viðgerðini. Er órímiliga torført hjá TAKS at halda hesa skyldu yvir fyri hvørjum einstøkum persóni, skal kunningin gevast á annan alment atkomiligan hátt, eitt nú á skeltum og heimasíðu.

Viðhvørt geldur kunningarskyldan ikki. Tú kennir kanska longu upplýsingarnar, ella áhugamál tíni at fáa kunning um tær mugu víkja fyri øðrum privatum ella almennum áhugamálum.

Rættindi til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla eini annars lógligari viðgerð av persónsupplýsingum tínum, um tú hevur eina serliga orsøk til tað.

Rættindi til avmarkaða viðgerð

Tú hevur stundum rætt til at fáa viðgerðina av persónsupplýsingum tínum avmarkaða. Tá kann TAKS einans viðgera tær upplýsingar, sum avmarkingin rakar, um stovnurin til dømis hevur eitt samtykki frá tær, ella um ein annar persónur skal verjast. Varðveitslan av upplýsingunum kann tó ikki avmarkast.

Tú kanst spyrja TAKS um yvirvøku við vakmyndatóli

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00, maila til taks@taks.fo ella send eitt bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú kanst eisini koma inn á gólvið. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 15.

Tú hevur eisini møguleikan at seta teg í samband við dátuverndarfólk okkara

Dátuverndarfólkið hevur løgfrøðiligt innlit á økinum. Tað sær til, at TAKS arbeiðir eftir reglunum, er kontaktpersónur hjá borgarunum í mun til viðgerð av persónsupplýsingum teirra og hjá Dátueftirlitinum um dátuvernd stovnsins sum heild. Dátuverndarfólkið verður eisini kallað DPO, sum er ensk stytting fyri data protection officer.

Skriva til dpo@taks.fo ella send eitt vanligt bræv til TAKS, Att.: Dátuverndarfólk, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Send trygt

Tá ið tú sendir eitt vanligt teldubræv, er tað ikki krypterað, og upplýsingar kunnu koma í hendurnar á óviðkomandi. Ein møguleiki er í staðin at senda ígjøgnum Mínboks, tí tá verður krypterað. Trygt er eisini at senda vanligt bræv.

Um tú vilt kæra

Heldur tú, at TAKS hevur brúkt videoeftirlit av tær á skeivan hátt, og hevur tað ikki munað at tosa við okkum um tað, kanst tú kæra til Dátueftirlitið.

Á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum kanst tú lesa um, hvussu tú gert. Tú kanst eisini ringja ella skriva til teirra.

Dátueftirlitið
Postboks 300
110 Tórshavn

​Telefon: 30 91 00
Teldupostadressa: dat@dat.fo
Heimasíða: www.dat.fo

Orðafrágreiðingar
  • Dátuábyrgdari: Tann, sum stendur til svars fyri, at ein viðgerð av persónsupplýsingunum lýkur lógarkrøv.
  • Persónsupplýsing: Ein og hvør upplýsing ella meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum persóni, til dømis navn, bústaður, aldur, telefonnummar, mynd og arbeiði.
  • Viðgerð: Ein og hvør manuell ella sjálvvirkandi handling, til dømis innsavning, skráseting, goymsla, víðarigeving og avhending.