Skriva út

Farspor

Á taks.fo nýta vit farspor. Tað eru lítlar tekstfílur, sum við samtykki tínum verða goymdar á telduni, teldlinum ella telefonini, tá ið tú vitjar síðuna. Farspor innihalda ikki skaðilig forrit ella virus.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um farspor á taks.fo.

Tí nýta vit farspor á síðuni

Tað er neyðugt at nýta farspor, fyri at síðan skal virka eftir ætlan. Farspor kunnu eisini geva okkum yvirlit yvir, hvussu tú nýtir síðuna, so at vit kunnu menna hana eftir tørvi og áhuga tínum. Til dømis minnast farspor, hvat mál, tú vilt nýta, og um tú ert innritað/ur. Farspor gera eisini, at vit kunnu vísa videobrot á síðuni frá eitt nú YouTube. Sum heild nýta vit farspor fyri at gera síðuna so viðkomandi fyri teg, sum til ber.

Hvussu leingi verða farspor goymd?

Tað er ymiskt. Tíðin verður roknað, frá tí at tú vart inni á síðuni seinast. Farsporini strika seg sjálv, tá ið tíðin er farin.

Tú kanst altíð velja farspor frá

Tað gert tú við at broyta stillingar í kaganum. Hvar stillingarnar eru, veldst um kagan, tú nýtir. Farspor hjá Google Analytics kanst tú velja frá við at installera eitt add-on í kagan. Tað eitur Google Analytics Opt-out og kann heintast her. Minst tó til, at velur tú farspor frá, kanst tú ikki nýta tær tænastur, sum farsporini stýra.

Soleiðis strikar tú farspor

Farspor, sum tú fyrr hevur góðtikið, kunnu lætt strikast aftur. Nýtir tú PC við nýggjari kaga, strikar tú tey við at trýsta CTRL + SHIFT + Delete á knappaborðinum. Riggar ikki, ella nýtir tú MAC, mást tú fyrst vita, hvønn kaga tú nýtir. Klikk so á eitt av hesum tilsvarandi leinkjum:

Internet Explorer
Mozilla Firefox
Google Chrome
Opera
Safari macOS
Apple iPhone/iPad
Android

Gev gætur, at nýtir tú fleiri kagar, mást tú strika farspor í øllum.