Skriva út

At varðveita fulla skattskyldu í Føroyum sum lesandi

Fert tú uttanlands at lesa, fært tú automatiskt fulla skattskyldu í lestrarlandinum og skalt geva skattamyndugleikunum har kunning um allar inntøkur tínar, bæði í lestrarlandinum og í Føroyum.

Tú kanst eisini velja at varðveita fullu skattskylduna í Føroyum. Tá hevur tú fulla skattskyldu í tveimum londum ella dupult skattskyldu, sum vit eisini siga.

Hvørjir eru fyrimunirnir?

Við fullari skattskyldu í Føroyum fært tú somu skattafyrimunir sum heimalesandi, t.d. tá ið tú kemur heim at arbeiða í feriunum. Tú rindar ikki skatt av teimum fyrstu 30.000 kr. og bert kommunuskatt av teimum næstu 35.000 kr. Av tí, sum fer uppum, rindar tú skatt eftir galdandi skattastiga í Føroyum.

Søkir tú ikki um fulla skattskyldu í Føroyum, hevur tú ikki rætt til botnfrádráttin. Í staðin hevur tú avmarkaða skattskyldu og rindar tá fast 42% av allari inntøku, sum tú fært her. Við avmarkaðari skattskyldu hevur tú ikki skyldu til at geva TAKS kunning um skattaviðurskifti tíni í lestrarlandinum.

Dupult skattskylda hevur við sær, at tú skalt geva skattamyndugleikunum í báðum londum kunning um øll skattaviðurskifti tíni

Myndugleikarnir í lestrarlandinum skulu soleiðis kunnast um inntøkur tínar í Føroyum, og TAKS skal kunnast um inntøkur tínar í lestrarlandinum.

Gev gætur, at dupult skattskylda merkir ikki, at tú skalt rinda dupultan skatt; bert at skattamyndugleikarnir skulu kunnast um inntøkur tínar. Londini flyta síðan skattin sínámillum eftir avtalum, sum tey hava gjørt hvørt við annað.

Dupult skattkattskylda merkir ikki, at tú kanst fáa fullan botnfrádrátt í báðum londum

Hevur lestrarlandið t.d. ein botnfrádrátt á 100.000 krónur, og tú hevur tjent 65.000 í Føroyum, so eru 35.000 krónur eftir av botnfrádráttinum í lestrarlandinum.

Eingin skattur verður roknaður av SU

Peningur, ið tú fært frá Statens Uddannelsesstøtte, verður ikki roknaður upp í tær 30.000 kr., sum tú kanst tjena skattafrítt, tí SU er skattafrítt í Føroyum.

Hvør hevur rætt til fulla skattskyldu?

Fyri at kunna varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skal ein hava havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár. Harumframt skal ein vísa fram lestrarkort ella aðra váttan frá skúlanum.

Hvussu søkir ein um at varðveita fulla skattskyldu?

Vilt tú varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skalt tú senda TAKS eina umsókn um hetta. Tú finnur hana undir oyðubløðum. Tað er ikki neyðugt at boða frá á hvørjum ári, at tú ert lesandi, men henda broytingar í útbúgvingini, ella tú gevst at lesa, so skal hetta fráboðast TAKS.

Minst til at biðja TAKS virkja p-talið

Tá ið ein kemur heim til Føroya at arbeiða í feriuni, skal ein minnast til at biðja TAKS virkja p-talið, annars kann lønin ikki gjaldast út. TAKS skal hava boðini, tá ein veit á leið, nær ein verður heima. Send eitt teldubræv til taks@taks.fo við upplýsingum um navn, føðidato, adressu og sig, nær tú væntandi ert í Føroyum. Ger tað í góðari tíð, helst áðrenn summarið byrjar av álvara, tí tá hevur TAKS avmarkaða avgreiðslu.