Ein visjón er ein málsetningur – eitt framtíðarmál, sum gevur arbeiðsgleði og setir futt í fólk.
Visjónin hjá TAKS er at vera Føroya besti stovnur. Tí stoltleikin um tað flytur okkum sum starvsfólk og skapar framburð fyri samfelagið.
Flytur okkum, tí hann krevur av okkum, at vit fara eftir greiðum og góðum úrslitum, og at vit eru sjónlig, opin og luttakandi. Nærlagni, dugnasemi og tænastusinni skulu síggjast aftur í okkum sum starvsfólkum og í øllum, vit gera.
Skapar framburð, tí at borgarar og myndugleikar fáa gagn av, at tey hava ein nútíðarbæran, tænastusinnaðan og fakliga dugnaligan stovn, sum er fyrimyndarliga væl rikin.