Kærumøguleikar
Heldur tú, at TAKS hevur tikið skeiva avgerð í máli hjá tær, kanst tú kæra avgerðina. Tað gert tú til Føroya kærustovn, sum er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni.
Hetta kanst tú kæra um
Tú kanst kæra avgerðir hjá TAKS um:
- arbeiðsmarknaðareftirløn
- barsil
- dupult húsarhald
- eftirløn
- ferðastuðul
- kapitalvinningsskatt
- mvg
- partafelagsskatt
- persónsskatt
- rentustuðul
- toll
Kæran skal vera skrivlig
Grundgev fyri henni og viðheft avgerðina, tú kærir um. Viðheft eisini onnur viðkomandi skjøl.
Send kæruna við teldubrævi til fks@fks.fo ella við vanligum brævi til Føroya kærustovn, undir Hornabakka, Postboks 45, 110 Tórshavn.
Kærufreistin er fýra vikur
Roknað verður frá tí degi, tá ið brævið við avgerðini, tú kærir um, kom fram.