Skriva út
31. januar 2024

Freist at lata inn rættingar til lønir og fráboða fríar ágóðar o.a. fyri 2023

Seinasta freist hjá arbeiðsgevarum at boða TAKS frá rættingar til lønir, fríar ágóðar og skattafríar veitingar fyri 2023.

Avstemman av lønum
Fyri at avstemma lønir er møguligt at nýta lønaryvirlitið á Vinnuglugganum. Rita inn og vel Lønir. Til at síggja farna árið, vel Útgjaldingar til øll starvsfólk og 2023. Yvirlitið kann nýtast til at samanbera við lønarroknskapin.

Fríar ágóðar og skattafríar veitingar
Tú boðar frá á oyðublaðnum Fráboðan um fríar ágóðar og skattfríar veitingar 2023. Send til taks@taks.fo ella til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Fráboðanarfreistin er 31. januar 2024
Verður ikki boðað frá áðrenn freistina, hevur TAKS heimild til at áleggja sekt.