Skriva út
03. juli 2023

Freist at lata inn sjálvuppgávu hjá feløgum

Sum feløg eru at rokna partafeløg, smápartafeløg, áhugafeløg, felagsskapir, deyðsbúgv og vinnurekandi grunnar.

Feløg eru altíð skrásett við einum v-tali og fáa altíð sendandi eina sjálvuppgávu at lata inn saman við roknskapinum. Feløg, ið hava fingið skattafrælsi, skulu eisini lata inn sjálvuppgávu við roknskapi.