Skriva út
01. juli 2022

Freist at lata inn sjálvuppgávu hjá feløgum o.tíl.

Freistin at lata inn sjálvuppgávu hjá feløgum o.tíl. er 1. juli 2022. Tey, sum koma undir henda bólkin, eru deyðsbúgv, feløg, felagsskapir og onnur, t.d. P/F, Sp/F, áhugafeløg og vinnurekandi grunnar.

Hesi eru altíð skrásett við einum V-tali og fáa altíð eina sjálvuppgávu sendandi, ið skal latast inn saman við roknskapinum. Tey feløg, ið hava fingið skattafrælsi, skulu eisini lata inn sjálvuppgávu við roknskapi.