Skriva út
01. mai 2023

Sjálvuppgávan skal latast inn

Freistin at lata inn sjálvuppgávu 2022 er mánadagin, 1. mai 2023. Latast skal inn á Borgaraglugganum.

A-skattgjaldarar

A-skattgjaldarar fingu í marsmánaði eina skattauppgerð sendandi frá TAKS. Var uppgerðin ikki røtt, skal sjálvuppgáva við røttum upplýsingum tastast inn á Borgaraglugganum. Var uppgerðin røtt, skal sjálvuppgáva ikki latast inn.

B-skattgjaldarar

B-skattgjaldarar fingu í marsmánaði sendandi eitt sjálvuppgávuræv frá TAKS. B-skattgjaldarar eru til dømis sjálvstøðugt vinnurekandi, útleigarar, ið geva upp við roknskapi, og fólk við uttanlandsinntøku.

B-skattgjaldarar skulu tasta sjálvuppgávuna inn á Borgaraglugganum. Sjálvstøðugt vinnurekandi og útleigarar, ið geva upp við roknskapi, skulu viðhefta roknskap saman við sjálvuppgávuni.

> Les um sjálvuppgávu